Lippukassin – Gestir á Bryggjuni

Mynd: Sìmun Jóanesarson Hansen

Strúkararnir lyftu løgini og gjørdu tey uppaftur meira innilig. Men bólkurin vísti eisini, at hann dugdi at larma hetta kom til sjóndar í larmuttum pettum, t.d í Úr undirgrundini, ið var tað fyrsta lagið, har Knút Háberg Eysturstein traðkaði ordiliga í karakter, sum vit eru von at síggja hann í eitt nú Marius. Hetta skal ikki síggjast sum kritikkur av spælinum hjá Knúti, ið var gott alt kvøldið, men í Marius er man farin at vænta øgiliga nógv av honum, og í pørtum av konsertini leygarkvøldið, tyktist hansara leiklutur ikki eins týdningarmikil sum í Marius. Strúkararnir stjólu eitt sindur av hansar toru. Men so í øðrum løgum var Knút sera markantur. Hetta var t.d. galdandi í Úr undirgrundini og í fyrra parti av seinna setti, tá strúkararnir ikki vóru við. Konsertin fekk eina løtu ein eitt sindur punkkendan dám, og Gestir rokkaðu væl og virðiliga.

 

Les ummæli av konsertini hjá Gestum á Norðuratlantsbryggjuni á heysti 2006 her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Tá 500 kvinnur skríggja í senn

Samanumtikið var gott lív í alla konsertina. Men tað var ikki eitt lag, ið fekk allar størstu reaktiónina frá áskoðarunum. Óljóðið var øgiligt. Eg kendi meg deyvan eina góða løtu aftan á. 500 konufólkarøddir skríggjaðu av ovfarakæti, tá Noam lat seg úr skjúrtini og stóð í berari undirtroyggju.

 

Vit mundu vera eini 100 mannfólk í hølunum, flest øll vóru har saman við damunum. Vit skríggjaðu ikki líka hart, tá Noam fór úr skjúrtini, men eisini vit fingu eina góða konsertuppliving. Bólkurin spældi heilt væl.

 

Tónleikararnir góvu seg fult út alla tíðina. Meðan Noam hevði fatur í øllum áhoyrarunum. Her var talan um eitt bland av karisma og arbeiðsorku, ið bara riggaði. Onkuntíð spældi hann gittar onkuntíð ikki, men alla tíðina meistraði hann kynstrið at koma út um pallkantin.

 

Les reportagu og ummælið frá konsert við Johnny Deluxe í Pumpehuset í Keypmannahavn, hetta var í mars 2006, stutt eftir, at tveir av limunum høvdu verið og spælt á Planet Awards, og áðrenn teir sama summar spældu eina framúrskarandi konsert á Vágsbøi.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Súrlig men gandakend nátt í Keypmannahavn

Mynd: Símun Jóanesarson.

Bíðirøðin er long fyri at sleppa inn á Skarv hetta leygarkvøldið. Tá onkur fer út, sleppa onnur inn. Hetta er heldur sjáldsamt á føroyska vertshúsinum. Ein grønlendari stendur sum eitt spurnartekin og skriðar sær í nakkanum. Hann spyr undrandi “Hvad sker der her i aften?”. Eg greiði honum frá serligu støðuni hjá Kára P. millum útisetar. Eingin hevur so rámandi lýst útisetalívið í Keypmannahavn, sum Kári P. ger í sanginum Súrligar nætur í Keypmannahavn. Hann er fyri útisetar uttan iva tann størsti føroyski trubadururin. Grønlendski spyrjarin ristir bara við høvdinum stendur ivasamur eina løtu og fer so okkurt annað stað.

 

(…) Kári leggur trygt frá landi við Villum víddum. Fólk troðkast saman framman fyri pallinum. Tey syngja við harðari enn Kári og ljóðannleggið megna. Hetta er ein stórfingin løta, Skarv livur við, Kári er hirðin og vit eru hansara flokkur. Tá hann trívur í Súrligar nætur í Keypmannahavn gerst løtan nógv størri enn ein konsert, karmar, áskoðarar og Kári renna saman í okkurt heilt gandakent. Kári er komin heim.

 

Les alla reportaguna, frá frálíka kvøldinum á Skarv, tá Kári P. og Høgni Lisberg á vári 2006 fyltu føroysku útisetabarrina á tremur.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Eitt maskinmeistaraverk úr maskinrúminum

»Úr Maskinrúminum« er úrslitið av samstarvi millum tveir útisetar, vestmenningin Kaj Klein og havnarmannin Tórodd Poulsen. Saman við einum flokki av donskum topptónleikarum hava teir skapt eitt ótrúliga flott verk, eitt maskinmeistaraverk. Eina trífalda fløgu, tretivu skerðingar ella tilsamans 125 minuttir og 45 sekund av tónleiki upplestri og ljóðmyndum. Hetta er einki minni enn eitt stórverk. »Úr Maskinrúminun« hevur satt at siga ikki serliga nógvar veikar løtur.

 

Hóast fløkjasligi húsin ger, at man næstan ikki hevur hug at fara undir trífaldu fløguna, »Úr Maskinrúminum« hjá Kaj Klein, so er hon verd avbjóðingina.

 

Á fløguni er fimm sløg av skerðingum. Har eru teir 14 sangirnir hjá Kaj við orðum hjá sær sjálvum ella Tóroddi, tvey lániløg, tvey instrumental løg, fýra skerðingar við upplestri av Tóroddi við tónleiki undir og átta skerðingar við upplestri av Tóroddi við ljóðmyndum undir.

 

Les ummælið, ið eg skrivaði í juni 2007 av fløguni “Úr Maskinrúminum” Kaj Klein

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Ósannlík aliansa

Í tinginum skapast ofta ósannlíkar aliansur, og í hesari grein, ið eg skrivaði í 2006, verður ein aliansa millum teir báðar fyrrverandi tinglimirnar Óla Breckmann og John Johannesn um manglandi málførleika í umsitingini, umrødd. Hendan aliansa var tó sambært Jenisi av Rana nakað tvætl og skyldaðist mest av øllum, at Óli og John vóru ov illa fyrireikaðir.

 

Óli Breckmann saknar greiðari orðingar í viðmerkingum til lógaruppskot, ið koma á tingsins borð. Hann skeyt upp, at fyrisetingin setti eitt blaðfólk ella onkran tílíkan, ið dugir at skriva á greiðum føroyskum máli, hvat málini snúgva seg um….John Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin gav Óla Breckmann rætt í sínum atfinningum og fanst sera hvassliga at fyrisitingini. Hann segði, at málbrúkið í lógaruppskotum, sum koma frá fyrisitingini, gerst løgnari og løgnari og torskildari og torskildari. Hann vísti á, at hetta er sera álvarsamt. Tí tað er alneyðugt, at vanligi borgarin skilur landsins lógir

Les greinina “Landsfyrisitingin hevur brúk fyri málsligari vegleiðing”  her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin: Er løgmaður New Zealendari

Bjargingarfólkið var ólukkuligt, tíðindamaðurin var ólukkuligur, og býráðið á oynni var ólukkuligt. Ja, Býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalga land, eingin hevði loyvið at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverðum vóru burtur. Tá eg fór úr New Zealandi var enn ikki avgjørt um hvalirnir skuldu sleppa at liggja á strondini, til náttúran tók teir burtur, ella um kommunan skuldi taka teir burtur.

 

Meðan hetta mál fylti New Zealendsku fjølmiðlarnar, fylti málið um Jørgen Niclassen føroysku miðlarnar, og eg kann ikki heilt halda mær aftur frá at draga paralellir.

 

Ein ikki alt ov beinrakin politisk analysa frá januar 2003, tá eg spáddi Jørgen Niclassen at vera ein strandaðan hval, og metti hansara politisku lívsleið at vera lidna. Men so var ikki, hann dugur at yvirliva okkara snildi fíggjarmálaráðharri, tí júst eins og við grindini í New Zealandi, so sleppur onkur einstakur hvalur altíð.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

 

Lippukassin: Eivør trúði mær næstan ikki

Pressumynd: Bárður Eklund

Tað var ein skelkað Eivør Pállsdóttur, ið eg fekk í hornið, tá eg ringdi til hana í Wien í gjárkvøldið og segði henni, at hon var í uppskoti til seks virðislønir á Danish Music Awards Folk. Fyrstu fimm orðini vóru HA? Síðan spurdi hon, um eg argaði hana, ella um hetta vóru loynimyndir.

Samrøða, ið eg gjørdi við Eivør Pálsdóttir, eftir at tað gjørdist kunnugt, at hon var innstillað til seks heiðurslønir á Danish Music Awards Folk, í januar 2006

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Við Marius í balli hjá Armando

So tók Armando yvir, sum tann góði verturin hann var, og vildi sleppa at dansa, hann rann út millum áskoðararnar og dansaði. Meðan Marius við einum eitt sindur meira lívligum enda, endaði við lívligu løgunum “One In The Masses”, “Eyes” og “Walk The Road Alone”, og tá vaknaði áskoðarafjøldin, og ballið gjørdist fullkomið.

 

Ummæli frá tíðini áðrenn Sveinur Gaard Olsen bleiv Sveinuh, og man enn refereðaði til hann sum:  gamli Flux trummuleikarin Sveinur Gaard Olsen.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

 

Lippukassin: Móses í Svíngarðinum

Hesin maðurin gongur við sínum guði sum sannleiksvitnið og spreiðir hatur. Hetta er í mínari verð vemmiligt og ódámligt. Men hetta er ikki eitt ókent fyribrygdi. Vit hava her í Føroyum fleiri av hesum hatursprofetum. Fólk sum hata sínar egnu freistingar so nógv, at tey gerast fanans besett. Tey uppføra seg sum svín. Eg havi fleiri ferð uppliva tann reindyrkaða óndskap sum hesið fólk spreiða, og eg ræðist tey satt at siga.

 

Lesarabræv, ið eg skrivaði í sambandi við, at hatursprofeturin Móses Hansen var í sendingini Víngarðinum í Kringvarpinum í september 2002.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Meira enn bert ein lekkur yvirkroppur

Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað, at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum.

 

Samrøða, ið eg gjørdi í 2005 við ein 19 ára gamlan Jóannes Lamhauge, ið júst hevði vunnið Ársins Songrødd, og enn millum mannað best var kendur fyri leiklutin, sum Jósef úr sangleikinum Jósef og tað litfagra dreymakotið.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum