Lippukassin – Hví sleppa blaðmenn at lúgva?

Eg veit ikki rættiliga, hvat vit vanligu lesarar kunnu gera við hetta. Lygnir og vánaligt research eru gerandiskostur í bløðum eins væl sum í útvarpi og sjónvarpi, fyri ikki at tosa um á alnótini. Men sjálvt við hesari vitan, trúgvi eg, tí mesta sum eg lesi, eg klári ikki at seta spurnartekin við alt.

 

Lesarabræv eg skrivaði í 2002, um ábyrgdina, ið miðlafólk hava. Tí har altið eru lesarar, ið trúgva tí, sum tey skriva.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

Lippukassin – Kappróður, politikkur og fjórða statsmaktin

Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt – tí í somu løtu trein Bárður Nielsen fram á skíggjan – Bárður Nielsen topkandidatur í einum tí tættasta valøkinum í landinum Norðurstreymoy – Bárður Nielsen ungt stjørnuskot í sambandsflokkinum dagin áðrenn valið, í einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi.

 

Klumma eg skrivaði, tá Sjónvarp Føroya hjálpti Bárði Nielsen at fáa eitt super gott val í 2002. Les hugleiðingina um vánaliga arbeiði hjá Sjónvarpinum her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Sporvognar

“ja,” segði eg “ eg rokni við

at hatta var endin á

sporvognunum.

vit noyðast at finna okkurt

annað.”

 

“gentur,” segði Frank.

 

“gentur?” tað tyktist sum eitt nokkso

stórt lop.

 

“tað er tað einasta sum er

eftir,” segði Frank.

 

Umseting, ið eg gjørdi í 1998 av yrkingini Sporvognar hjá Charles Bukowski. Eg veit ikki heilt um eg gevi henni neyðugu dygdina í mínari umseting, men um hetta kann íblása onkran til at kanna originalin, so stendur væl til. Hetta er ein rættiliga ráð umseting, ið ikki er rættlisin ella ordiliga gjøgnumskriva, haldi tó at hon er verd at lesa.

 

Les Sporvogna yrkingina í fullum líki her

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – En lille bemærkning om statministerens Føroya-visit

Som tro læser af Politiken var det med skuffelse, at jeg på flyet mellem Færøerne og Danmark i onsdags på forsiden læste en direkte fejlagtig artikel. Jeg ved ikke om Politiken har en journalist på Færøerne,  eller om det er på grund af uvidenhed, at artiklen er fyldt med fejl.


Hetta lesarabræv sendi eg til Politiken í januar 1998. Lesarabrævið bleiv tó  ikki tikið upp av Politiken, og avleiðingin var, at eg misti virðingina fyri blaðnum og Politiken misti meg sum haldara. Les lesarabrævið her.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Erotiskar stuttsøgur

Hon gleivaði  og hálaði kjólan upp. Hon var vorðin vát og kroysti seg inn at honum, og tá hann tendraði ta stóru Honda súkkluna, læt hon hondina streyfa bugluna í buksinum.

Her eru tær báðar stuttsøgurnar, ið eg skrivaði til erotisku stuttsøgukappingina hjá MFS, nú man lesur tær aftur, so eru tær neyvan nóg góðar til útgávu, men tær komu so út í bók. Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur kom út í 1996.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Sonur Satan

“Hoyr, títt helvitis reyvarhol, ikki doyggja, eg ætlaði slettis ikki at drepa teg, veruliga. Um tú doyrt, so mást tú orsaka. Men um tú ikki doyrt og nakrantíð slatrar, so ert tú ein deyður maður! Skilur tú meg?”

Umseting, ið eg gjørdi í 1998 av stuttsøguni Son of Satan hjá Charles Bukowski. Hetta telist millum bestu søgurnar hjá Charles, veit ikki heilt um eg gevi henni neyðugu dygdina í mínari umseting, men um hetta kann íblása onkran til at kanna originalin, so stendur væl til. Hetta er ein rættiliga ráð umseting, ið ikki er rættlisin ella ordiliga gjøgnumskriva, haldi tó at hon er verd at lesa.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Móselog ella mannarættindi

Um lógin um skrásett parlag ikki verður viðtikin, hava vit valt mannarættindini frá og móseslóg verður viðtikin. Eg spyrji: hvat verður tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja? Verður tað at svínakjøt skal forbjóðast, ella tað at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar tá tær hava mánasjúku, ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í Svimjihøllini?

 

Hugleiðing skriva til vikuskiftissosialin í 2002 um rættindini at liva saman við tí lívspartnara, ið man hevur hug til. Hetta er enn akkurát líka aktuelt enn, fundamentalista glíðibreytin er ikki skemta við.

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Lippukassin – Vit kundu skotið tey gomlu

Hví skulu vit, sum ikki eru gomul gjalda fyri ellisheim? Hví skulu tey sum ikki hava børn gjalda fyri barnaansing og skúlar? Hví skulu tey sum eru frísk gjalda fyri sjúkhúsini? Hví skulu tey sum hava foreldur gjalda fyri uppvøksturin hjá teimum foreldraleysu? Hetta eru alt rímiligir spurningar.

 

Hugleiðingar um skattapolitikkin hjá teimum borgarligu í 2003, enn er nógv av hesum aktuelt fyri øll

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Hugleiðing um kynverjar í oktober 1998

Nú tosaði eg um at vera best, og tú situr nokk og hugsar hvussu kann man tosa um at vera bestur innan fyri yrking, tað verður jú alt upp til tann einstaka og tað honum dámar, ja, sjálvandi, men mær dámar best meg og Petur og Jóannes, og eg haldi meg hava øgiliga góðan smakk.

 

Eitt brot úr ein annan dagbók, eitt projekt sum eg byrjaði uppá í 1998, men ongantíð gjøgnumførdi

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Summar hugleiðing

Danska  summarið er hiti, hundalortar, súr mjólk og hálvnaknar gentur við vælskaptum reyvum, súkklandi runt á gøtunum. Eg gleði meg longu.

 

Hugleiðing um komandi summarið, ein dag í apríl 1998

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum