Renniloggurin, ein frískligan morguntúr

20140426-144104.jpgEg vil ordiliga fegin í betri form, tað er ein góð kensla, at orka væl, og fyri fyrstu ferð í mínum lívið, havi eg fingið ein lítlan búk.

So ætlanin í ár hevur verið at koma ordiliga í gongd við at renna. Tí proklameraði eg fyri nøkrum mánaðum síðan, at nú skuldi rennast 3 ferðir um vikuna, og lovaði eisini, at mín renniloggur skuldi í gongd aftur.

Well, eg havi runnið nakrar túrar í ár 13 tilsamans, og onkur renniloggur er eisini komin burturúr. Men veður, arbeiði og leti hava forða mær.

Men í morgun lá fyri, so eg fór í renniskógvarnar og ein stuttan túr út móti Glyvursnesi.

Kendist deiligt, tí hóast tað var yvirskíggja, so var rættiliga stilt og lýtt . Eg rann út til brunnin og aftur, tað er beint yvir 3 km, so tað er super.

Í oyrunum hevði eg playlistan “Føroyski Superlistin”, ið er ein langur listi, har eg havi savna tað besta innan føroyskan tónleik.

Tónleikurin:
Eivør – Í Gøtu ein dag
Faroe 5 – Tú fert altíð at vera har
Páll Finnur Páll – Viðurkenning
Páll Finnur Páll – Havsins Ríki
MC-Hár – Sangurin um orð, tøl og tøs.

Hált í støðum

runninglog20140217Her skal vilji til at fara út í kuldan, men tað valdi eg at gera. Eitt sindur irriteraður, um at tað gongur so illa at fáa rennitúrarnar avgreiddar. So eg fór út, hugsaði ein stuttan túr, og tá eg var um at rúka á reyvina í hálkuni á veg út frá undir Kongavarða, hugsaði eg um at venda við, men helt eg skuldi royna at fáa tveir kilometrar avgreiddar.

Lukkutíð var ikki líka hált restina av túrinum so eg rann niðan á Hamarin og út til rulluportrið, og síðan inn á botn í øllum vegunum á Hamrinum.

Við fínum tónleiki í oyrunum, enn einaferð løg av mínum “Into my arms” Genius playlista, so var tað fínt, føldi meg eitt sindur móðan í knøunum. Men annars fínt. Royni at halda túrarnar stuttar, so eg ikki yvirbelasti mínar óvandu liðir.

 

Regina Spector – Real Love

Kaiser Chiefs – Everyday I Love You Less and Less

Jeff Buckley – Lilac Wine

Nick Cave – Brompton Oratory

Leonard Cohen – Chelsea Hotel No. 2

Radiohead – Street Spirit

David Bowie – Ahses to Ashes

Vakurt í kuldanum

20140215-031337.jpgVið sløktari telefon, um sporadiskum tónleiki rann eg túrin her undan Kongavarða, niðan til Skúlan á Argjahamri, so víðari til rundkoyringina og út eftir grótvegnum út á Glyvursnes, heilt út til húsið har sum 2 km markið er, um man rennur beint, men í og við, at eg rundaði skúlan, so var nokk talan um 4,1 km.

Eg havi annars seinastu stóru vikuna funnið ótrúliga nógvar góðar orsøkir til, at eg ikki skuldi renna ein túr, men soleiðis er onkuntíð. Eg eri í gongd aftur.

Eg veit ikki heilt hvat hendi, men í frostkalda verðrinum og skýmingini, ið byrjaði at taka fastartøkur á heiminum, so var so ræðuliga vakurt, at eg mátti steðga á veg út undan Kongavarða, og taka eina mynd av flotta mánanum yvir Nólsoynni. Onkursvegna kom eg at sláa mítt Nike renniprogram frá, nakað, ið eg ikki varnaðist aftur, fyrr enn eg var farin framvið 1 km markinun og fekk tendra skipanina aftur, og rann so eitt petti afturat við henni frá.

20140215-032224.jpgÁ veg innaftur var Havnin so vøkur, at eg mátti steðga at taka mynd av henni, og tá slóknaði telefonin fyri battarí.

Eg rann so heimaftur, uttan tónleik og uttan mátara. Men í og við, at eg kenni túrin, so var lætt at meta um. Eg vænti, at eg rann hann uppá 25 minuttir.

Løgini eg hoyrdi vóru
The Golden Age  – Beck
Henry Lee – Nick Cave
NYC – Interpol
Staralfur – Sigur Rós

Við Anthony í oyrunum og Agga í huganum

Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga.

2. februar 2014
4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var veðrið gott.

renning20140202Men nú havi eg so verið ein túr í kvøld. Veðrið var fínt, og túrurin gekk niðan í rundkoyringina á Hamrinum, so oman eftir Glyvursvegnum og niðan framvið AB-Vøllinum, heilt inn á botn og so út aftur til gøtuna niðan undir Kongavarða.

Deiligur túrur á góðar 4 km, eftirsum eg rann eitt sindur aftur og fram uttanfyri her, tá eg kom heim, so eg kom uppum 4 km.

Tónleikurin var fínur, tað er ein Genius listi hjá mær, sum eg gjørdi útfrá “Into My Arms” hjá Nick Cave, deiligur og inniligur tónleikur.

Eg má annars siga, at mínir tankar á rennitúrinum hugsavnaðu seg um hatta óalmindiliga ljóta lesarabrævið, ið Agga Niclassen hevði í Sosialinum um vikuskiftið. Hann loypir beint á Jóan Høgnesen, ið herfyri bleiv interviewa av Prei, álopið snýr seg um hennara støðu sum transkynd, ið Agga hevur ilt í reyvini av. Tað er nokk ikki óhugsandi, at annað lag á playlistanum hjá mær, fekk meg at hugsa um hetta.

Eg skal viðganga, at eg las bara ein triðing av greinini. Agga er so strævin at lesa, at eg komi ikki ígøgnum hansara greinar, og eg vænti eisini, satt at siga, at tað er meiningin.

Henda greinin var so serliga ring at lesa, tí hon umframt vanliga langdrigna og tunga málburðin, var áloypandi móti einum menniskja, ið mær vitandi als ikki hevur uppiborið tílíkt. Eg royndi meðan eg rann at finna eina orsøk til, at Agga velur at gera eitt tílíkt álop. Eg havi fleiri ferðir hitt mannin, virkar stak fittur, og so kemur knappiliga eitt tílíkt  álop.

Hóast eg royndi at hugsa ymisk alternetiv ígjøgnum, so kom tað aftur til mín, at Agga kanska bara ræðist samkyndleika og eisini transkyndleika. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Agga er uttan iva ofta vorðin misstikin fyri bæði at vera samkyndur og transkyndur. Persónliga skal eg viðganga, at tað er rættiliga nýliga, at eg fann útav, at hann eftir øllum at døma er mannfólk og nokk altíð hevur verið tað, hóast eg altíð havi ivast. Ivin stóðst fyrst og fremst av, at tað er torført at døma frá útstjóndini. Men eisini navnið Agga er eitt sindur ringt at meta um.

Well, okkurt hugsar man um, tá man rennur.

Løgini eg hoyrdi vóru

Into My Arms – Nick Cave
Hope There’s Someone – Anthony & The Johnsons
Last Goodbye – Jeff Buckley
Suzanne – Leonard Cohen
Sweet Jane – Cowboy Junkies
Heroes – David Bowie
No Surprises – Radiohead

Tað ónda í myrkrinum

Um okkurt tykist, sum eitt ringt hugskot, so er tað ofta eitt ringt hugskot. Sum tey flestu ivaleyst hava varðnast, so er veðrið skræpuvánaligt í Føroyum í løtuni, tí er tað ikki bestu líkindi at renna í. Eg havi líka síðan leygardagin ætla mær ein túr út at renna, men tað hevur antin ikki ligið fyri, ella hevur veðrið verið ov keðiligt, so nú mánakvøldið var komið, føldi eg eina ávísa plikt.

 

28. januar 2014
3.70 km uppá 24.21 minuttir, ikki nøkur super tíð, men tað er sirka har vit eru beint nú.

renningGamaní, eg havi kompensera við fysiskum venjingum innandurða, men tað er altso ikki tað sama, tí eg ætli mær altso at renna í ár. Tí var eg uppsettur uppá, at fara at renna ein túr, eisini hóast veðrið var illfýsið við regni og vindi.

Tað tyktiskt onkursvegna, sum eitt ringt hugskot, men ein onnur rødd segði, at nú var eg farin í gongd, og tí var týdningarmikið, at eg helt á, og ikki steðgaði upp aftur.

So við Dio í oyrunum, iphonini í einum plastposa og einari kenslu av, nú skal tað fanime vera, men fuck eg tími hetta illa, fór eg út í kuldan, regnið og vindin. Meðan eg stóð har og leitaði eftir GPS sambandi, so angraði eg tað longu.

Eg vendi tó ikki heimaftur, men rann í staðin við Lady Evil hjá Black Sabbath í oyrunum oman eftir vegnum her undir Kongavarða, uppi við rundkoyringina skifti telefonin til lagið I hjá sama bólki, við Dio sum oddamanni. Hetta var jú mín Dio playlisti. Meðan eg rann niðan eftir Glyvursvegnum í myrkrinum, tyktiskt tað ófrættakent við døpru tónunum, og eg hugsaði eina løtu, um okkurt ónt mundi goyma seg í myrkrinum.

Tíanverri fekk eg rætt í mínari ræðslu tí mitt har á vegnum í myrkrinum var ein stórur óndur hylur, ið eg traðkaði beint í. Eg av gjørdi at venda við, áðrenn eg breyt meg sundur ella traðkaði í enn ein hyl.

So rann eg omanaftur og inn eftir ovasta vegnum á Hamrinum og heilt inn á botn, og so yvir aftur og inn á hin botnin. Síðan rann eg heim, og fyri at fáa eitt sindur longri túr, rann eg eisini inn á botn undir Kongavarða og  heim aftur.

Túrurin var satt at siga ræðuligur, tað var nakað so forferdiliga óbehagiligt við regni og vindi, eg kendi meg avbardan av náttúrini, og komin heim mundi eg ikki fingið afturhald, sum eg hostaði.

Annars var mín samlaði listi av sangum, alt løg við Dio:

Black Sabbath – Lady Evil
Black Sabbath – I
Black Sabbath – Children of the sea
Rainbow – Man on the Silveramountain.
Rainbow – Self Portrait

Rennibloggurin aftur í gongd

Oyje, Oyje so var man í gongd aftur, annan rennitúr í somu viku. Tá meinar man tað. Ætlanin er greið, 1/2 maraton til Tórshavn Marataon, og gjarna eina tíð, ið er nær við mínari tíð frá 2010, ið var 1:46:29.

 

Men málið áðrenn tað er eitt sindur minnið ambitøst, tað er at fáa 3 rennitúrar um vikuna, og ikki at verða skaddur. Síðan eg fekk ein skaða í 2010, hevur verið sera ringt at komið í gongd aftur, tí eg havi verið ov ótolin við liðunum hjá mær, og havi økt longd og ferð ov skjótt, men nú verður øðrvísið.

Tá eg seinast vandi upp til Tórshavnar Marathon í 2010, skrivaði eg ein renniblogg, tí hetta gav renningini eina meining fyri meg, eg skrivi, eg eri ikki ítróttarmaður, tí kann eg síggja hvørja renning sum empiriskt research til ein blogg, soleiðis verður aftur nú.

18. januar 2014
3.26 km uppá 21.41 minuttir, ikki nøkur super tíð, men tað er sirka har vit eru beint nú.

20140118runFyrsti túrurin síðan august varð runnin leygardagin, ein fínur túrur út til brunnarnar har út móti Glyvursnesi, eg orkaði ikki serliga væl, so tempoið varð hildið lágt, men hetta var sjálvandi eisini fyri ikki at leggja ov har út og fucka mær knæið upp.
Veðrið var heilt ok, turt hesa løtuna og eitt sindur kølið, men einki sum mítt super kiksaða panniband/oyrahitari ikki kláraði at vinna á.

Tónleikurin var mín playlisti, Best of FO, har eg havi nøkur av allar bestu føroysku løgunum samlaði:

Teitur – You Never Leave LA
The Reverends – When You’re Done
Eivør – Wall of Silence
Páll Finnur Páll – VIðurkenning
MC-Hár – Vátt

Har blivu ikki teir stóru tankarnir hugsaðir, mest konsentreraður um at renna, hvussu kroppurin føldist og so sjálvandi av at syngja við til tónleikin.

23. januar 2014
3.22 km uppá 21:56 minuttir, sirka sama tempo, serliga tá hugsað verður um at her eru nógv fleiri brekkur enn á hinum túrinum.

20140123runÍ dag rann eg so seinna túrin, havi gjørt eitt sindur av konditiónsvenjing innandurða og gingið nakrar túrar, tað skuldi kompensera fyri einum rennitúri, so sjálvt um tað bara bleiv til tveir rennitúrar hesa vikuna, so siga vit, at vit eru on track.

Tað var so seint, at eg fór at renna hendan túrin, at eg ikki tímdi at renna út í myrkrið móti Glyvursnesi, so túrurin bleiv út undan Kongavarða, oman eftir Glyvursvegnum niðan framvið AB-Vøllinum, inn á botn og so aftur til gøtuna niðan til undir Kongavarða, og eftir henni til hús.

Ein fínur túrur, nógvu brekkurnar eru ivaleyst góðar fyri konditiónina.

Aftur varð mest hugsa um kroppin, og nú er rann úti millum fólk konsentreraði eg meg um ikki at syngja ov hart við, til Best of FO playlistan:

Kári P. – Súrligar nætur í Keypmannahavn
Boys in a Band – Super Contagious
Lena – Stones in my Pocket
Krit – Some People Just Weren’t Made to Fit in
Teitur – The Singer
Kaj Klein – Sigi sum er

Eg má siga, at eg minnist meg ikki at hava hugsað um tað áður, hóast eg havi ummælt Kaj Klein, men meðan eg rann og lurtaði “Sigi sum er”, serliga niðurlagnum, so kom mær til hugs, at tað passar sera væl til okkara Løgmann:

“Lítið veit eg
men tað er ofta nokk.”