Sermerkt snið til Føroyar

Eitt snið úr 2007 kollektiónini hjá Barbaru Í Gongini

Barbara í Gongini er ein tann føroyski sniðgevin, ið hevur gjørt mest vart við seg uttanlands. Í komandi viku verður høvi at uppliva sermerktu sniðini hjá Barbaru í Føroyum, vit hava hitt føroyska slóðbrótaran innan móta.

 

Týsdagin 15. og mikudagin 16. mai verður Hvonn karmur um sølusýning. Á sýningini verða snið úr kollektiónunum summar 07 og vetur 06 hjá Barbaru í Gongini umframt serlig sýnispløgg av ymiskum alagi, hjá føroyska sniðgevanum. Vit vóru framvið í Rødøvre, har Barbara búleikast og arbeiðir.

– Hetta fevnir um nýtt og gamalt ikki um nakað, sum er ov gamalt. Her verða eisini snið til komandi heyst og vetur kollektiónir, greiðir  Barbara frá. Hennara vørur eru ikki at fáa í Føroyum, og tí er hetta ein forkunnugur møguleiki, hjá føroyingum at uppliva føroyska merkið, sum búleikast í Keypmannahavn.

– Eg havi ein lítlan keyparaskara í Føroyum frammanundan, ið plaga at ringja til mín. Men nú havi eg júst gjørt avtalu við Júnik, um at royna mítt merki, so tað fer skjótt at vera møguligt at keypa mínar vørur í Føroyum. Men tað er greitt, at henda framsýning hevur til endamáls, at vísa føroyingum, hvat eg takist við. Eg havi hildið fast í mínum uppruna, og havi altíð arbeitt við íblástri úr Føroyum, greiðir Barbara frá.

 

Progressiva Barbara

Barbara er uttan samanbering, tað mest progressiva navnið á føroyska mótapallinum. Við sínum Avent Gardu sniðum hevur Barbara m.a. fingið atgongd til heimsins størstu mótaviku í París, har hon í fjør sýndi fram á Zipzone Gallery beint undir Eiffel torninum. Hetta gallaríið var karmur um nøkur av teimum mest progressivu og respekteraðu nøvnunum á mótavikuni millum onnur danan Jens Laugesen, ið fekk heiðursløn frá fronsku delegatiónini, sum týdningarmiklasti sniðgevi á mótavikuni.

Men fyri Barbaru var hetta møguliga síðsta ferðin á stóru messuni.

 

Spennandi Rendezvous

– Eftir messuna í París mátti eg velja, um eg ætlaði at verða verandi saman við Laugesen og fínum nøvnum sum honum, ella um eg skuldi satsa uppá okkurt annað. Eg valdi so í ár ístaðin fyri almennu mótavikuna, at fara á Rendezvous, ið er ein nýggjari messa, har tey nýggju ungu altjóða nøvnini hittast. Hendan messan er fýra ferðir um árið, tvær ferðir við konufólkaklæðum og tvær ferðir við mannfólkaklæðum, greiður Barbara frá. Hon tykist heldur ikki í iva um, at hetta var rætta valið.

– Rendezvous er fyri meg heilt víst feitasta messan. Eg var har 1.-4. mars, og eg fekk nógv burturúr, eg kom inn á grikska og italska marknaðin, og eg fekk í lag eina framsýning í London.

Barbara í Gongini var ein av føroysku sniðgevunum, ið sýndi fram á Funky Faroe Islands í London í fjør, tá bar hon føroysku fyrireikarunum eina tøkk fyri, at teir høvdu sparka einar dyr upp fyri føroyskum sniðum á enska marknaðin. Um hetta á nakran hátt var orsøk til, at hon á Rendezvous hitti bretar, ið kendu merkið Barbara í Gongini, veit Barbara ikki. Men úrslitið av hesum møti var eitt tilboð um at koma til London í august, har hon skal hon sýna útvald pløgg fram í gallarínum og handlinum hjá japanska sniðgevanum Michiko Koshino á 59 Broadwick Street. Ein debut í Onglandi, sum tykist sera spennandi. Har skulu sniðini hjá Barbaru hanga saman við nøkrum av størstu mótaguruunum innan fyri hennara listagrein.

 

Slóðbrótandi snið

Barbara arbeiðir við eini smalari linju til ein smalan málbólk, og hennara snið minna ofta meira um list enn um vanlig klæði. Hon er við øðrum orðum ein slóðbrótari, ið er við til at vísa vegin, ið meira vanligi mótin skal fara. Barbara er serliga kend fyri at binda og flætta ymisk tekstilir saman, og fyri ógvisliga háttin hon snollar sínum modellum, eitt nú vill hárstýling við balónum og pútum í hárunum.

 

Vanlig snið frá Barbaru

Í Løtuni arbeiðir Barbara saman við einum starvsfelaga við eini nýggjari linju, ið væntandi fær heitið Regular, og sum er munandi meira vend at tí kommersiella. Í hesum sambandi setur Barbara nú á stovn føroyskt felag og fer undir at søkja íleggjarar. Ferðin til Føroyar hevur tí eisini til endamáls at vekja áhuga millum føroyskar íleggjarar.

– Eg havi alliera meg við eina, sum er klekt á sama staði sum eg, og sum eg havi samstarvað við áður. Vit arbeiða við, hvussu vit kunnu kommersieliesera míni snið, og samstundis royna at halda fast í einum ávísum twisti, sigur Barbara.

Hetta er ein roynd, hjá Barbaru, at gera sína fyritøku sunnari, og at fáa fleiri pengar inn í hana. Men her liggja eisini listarlig áhugamál sum grund.

– Eg haldi, at tað er meiningsleyst, at vera í eini komersiellari vinnu sum mótavinnuni, uttan at koma í talu við nakran, bara at vera kunstnerisk. Sum tíðin frálíður, er eisini týdningarmikið, at virksemið glíður. Men samstundis er tað eisini týdningarmikið, at vit hava twistið, og at mongdin av twisti er tann heilt rætta, soleiðis, at vit ikki detta niður ímillum, greiður hon frá.

 

Hitt Barbaru í Hvonn

Á sølusýningini á Hvonn verður tó snið av vanliga avent garda slagnum at síggja. Sýningin er í døgunum 15. og 16. mai frá kl. 13.00 – 19.00. Móttøka verður, tá sýningin letur upp 15. mai kl 13.00. Á sølusýningini verður møguleiki at ogna sær kollektiónsroyndir og serlig sýnispløgg við 50 % í avsláttri. Barbara í Gongini verður at hitta, meðan sølusýningin er opin.

Merkið Barbara í Gongini

hevur sín upruna í tí avent garda. Hugtakið kemur av tí radikalu listini í Fraklandi í seinru helvt av 1900 talinum og merkir nýskapandi list. Mótin hevur tikið hugtakið til sín, og er tað innan hesar karmar at merkið Barbara í Gongini virkar.

Til ber at vitja Barbaru í Gongini á heimasíðuni www.barbaraigongini.dk

 

Summar kollektión 07  

hevur sum tilgongd knúta-tema. Temaði hevur sín uppruna í Føroyskum bindi-siði  og er ein afturvendandi táttur í  fabuleringini. Av hesum spretta sermerktar og til tíðir humoristiskar loysnir. Hesin teknikkur er vorðin eyðkenni fyri merkið  ”Barbara í Gongini” uttanlands.

 

Vetrar kollektión 06

hevur sum tilgongd flatir í asymitri. Úr temanum verður hugsað snið í kvadratiskum modulum tað vil siga kjólar gjørdir úr kvadratiskum stykkum, og fleiri asymetrisk stykki í einum plaggi. Hetta er á at líta tveydimensionelt í formi.

 

Hans Fróði skal snolla einum forseta valevni

Føroyski vakurleikaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen noyðist at velja og vraka í millum leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum, tí tíð skal eisini verða til at ráðgeva einum forsetavalevni, um besta lookið

Tað eru nakrir fáir mánaðir síðan, at føroyski vakurleikaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen pakkaði sína tilveru í Føroyum saman og flutti til Los Angeles fyri at royna at skapa møguleikar fyri at lansera sína linju av vørum til vakurleikarøkt. Men longu nú gongur somikið væl hjá Hans Fróða, at hann stendur í eini støðu, har hann skal velja og vraka millum tilboðini frá sjónvarps- og filmsídnaðinum.

– Tað hevur gingið ótrúliga skjótt her yviri, assistenturin hjá mær sigur, at hon ongantíð hevur sætt nakað líknandi, og hon hevur arbeitt í Los Angeles í 15 ár, sigur Hans Fróði í telefonini úr Florida, har hann vitjar konuna Lailu, ið eisini hevur eina væleydnaða yrkisleið sum songkvinna hjá The Revival Ministries. Assistenturin hjá Hans Fróða segði starvið, sum assistentur hjá Paulu Abdul frá sær, fyri at arbeiða við Hans Fróða.

 

Stórar avgerðir

– Eg siti í løtuni og hugsi um, hvat eg skal gera. Eg havi fleiri tilboð, og má takað støðu til hvat er best fyri Mr. Kay Kay linjuna, greiður Hans Fróði frá. Tað eru stórar avgerðir, ið Hans Fróði skal taka. Hann hevur fingið tilboð um ein stóran leiklut í einum filmi, hevur fingið boðið ikki færri enn tvær veruleikasjónvarpsrøðir, og hann skal snoll eitt av demokratisku valevnunum til amerikanska forsetavalið.

Líka síðan Hans Fróði fór til USA, hevur hann skapt nýggj sambond. Herfyri bóru vit tíðindini um, at Hans Fróði hevði fingið samband við Pamelu Anderson. Men hon er ikki einasta kenda fólki, ið Hans Fróði er komin í samband við. Nýliga hevur hann fingið amerikanskan manegara ella umboðskonu, og hendan hevur latið fleiri dyr upp fyri Hans Fróða.

 

Spæla fótbóltsleikari

– Louise er manegeri hjá fleiri av teimum úr Spice Girls, og hon kendi mína søgu gjøgnum mín PR person Saruh, og hon fall fyri søguni. Hon bjóðaði mær tí, at vera manegari hjá mær. Eg fann seinni útav, at hon er gift við Michael Greenburg, ið er sjónvarpsprodusari. Hann er í løtuni í ferð við at skriva ein film um eitt fótbóltslið, ið varð tikið av týskarum undir krígnum, og hann vil gjarna hava meg at spæla ein stóran leiklut í filminum, greiður fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin frá.

– Eg segði honum, at eg ikki hevði sjónleikararoyndir, men hann segði, at nú hevði hann sæð meg saman við fólki, og tað var nóg mikið til, at hann visti, at eg kundi spæla leiklutin, sigur Hans Fróði

Michael Greenburg plagdi at vera giftur við Sharon Stone. Hann hevur fleiri sjónvarpsrøðir, ið hann framleiður og hevur bjóða Hans Fróða, møguleikan at brúka Mr. Kay Kay vørur til vakurleikarøkt í hesum sjónvarpsrøðum, sonevnd product placement.

 

Salongin hjá Hans Fróða

Hans Fróði hevur somuleiðis fingið boðið at vera ein av tveimum høvuðsmonnum í eini nýggjari veruleikasjónvarpsrøð, ið á onkran hátt minnir um Blow Out, har hárfríðkarin Jonathan Antin verður fylgdur av einum sjónvarpsliði, ið arbeiðinum við at seta á stovn eina hárfríðkanarstovu í Beverly Hills. Men hetta er ikki einasta tilboðið, um veruleikasjónvarp, ið Hans Fróði hevur fingið. Sunnudagin var hann boðin til døgurða hjá presidentinum í Paramount Entertainment.

– Har hitti eg Sheilu, ið hevur produsera nógv veruleika sjónvarp, eitt nú Paradise Island, Survivor, Bachelor og Bacheloret. Hon var áhuga í at gera eitt nýtt veruleika sjónvarps konsept til mín, greiður Hans Fróði frá.

 

Snollar forsetavalevni

Til sama døgurða var guvernørurin í New Mexico, Bill Richardson. Bill er eitt av teimum fimm valevnunum hjá demokratunum til starvið sum forseti í USA. Richardson hevur starvast tætt saman við Bill Clinton, og tað er als ikki óhugsandi, at Richardson kann gerast varaforseti, um Hilary Clinton vinnur valið. Hans Fróði hevur fingið tilboðið, at snolla Richardson og hjálpa honum við at skapa rætta lookið til valstríðið.

 

Tikin á bóli

Hans Fróði hevur sostatt nógvar spennandi verkætlanir, ið eru opnar fyri honum, men hann dylur ikki fyri, at hann er tikin eitt sindur á bóli, av hvussu væl alt hevur gingið.

– Eg visti, at tað fór at ganga væl, men at tað skuldi ganga so skjott, kann eg bert fegnast um. Eg trugvi, at um tú hevur rætta áræðið, so kanst tú koma langt eisini í Los Angeles, sigur Hans Fróði.

Hann sigur, at arbeiðið at fáa gongd á Mr. Kay Kay linjuna gongur væl, og at fleiri stór bløð liggja framvið at skriva um Hans Fróða og hansara vørur til vakurleikarøkt.

Hann skal í næstum taka støðu til, hvønn veg hann ætlar at fara innan films- og sjónvarpsverðina.

–  Alt hetta, sum er við at henda nú, fær eina ótruliga positiva ávirkan á okkara produktir og tað er bert at fegnast um, sigur Hans Frodi at enda.

 

 

 

 

 

 

 

Føroyingar hava betri kynslív

stranddameLeygarkvøldið heldur Joan Ørting fyrilesturin Meira av tí góða á Hotel Føroyum. Vit hittu hana í Keypmannahavn herfyri og prátaðu um kynslív, sjálvsfatan, porno og kynslívsupplýsing. Hóast Joan ikkki hevur vitjað í Føroyum áður, væntar hon, at føroyingar hava betri kynslív enn danir.

Joan Ørting er millum føroyingar best kend sum vertinnan í Sex Skolen á TV3. Hesar sjónvarpssendingar er Joan Ørting sera errin av.

– Eg siti í løtuni og skrivi eina bók. Í tí sambandi havi eg hugt, at øllum teimum 20 sendingunum, ið vit gjørdu, og eg má viðganga, at eg haldi tær vera sera góðar. Vit koma sera víða um, og hetta er týdningarmikil upplýsing. Hetta er ikki eitt konsept, sum smartir pengamenn hava skapt, men mítt egna tilfar. Tí takið eg eisini heiðurslønirnar, sum besta frálæru sending og sum mest nýskapandi sending, ið Sex Skolen hevur fingið, sera persónliga. Eg haldi, at Sex Skolen fortaldi fólki okkurt, og tey fingu betri upplýsing um kynslívið, enn tey hava fingið áður, greiður Joan frá og heldur fram

– Upplýsingin um kynslívið er sera vánalig í fólkaskúlanum. Eg vóni, at vit í framtíðini fáa eina aðra skipan, har fólk uttanífrá við serfrøði í tílíkum koma í skúlan og taka sær av hesum. Tey kunnu tosa við tey ungu um alt møguligt, eitt nú um hjúnarskilna, fyrsta kossin um at flirta og annað tílíkt.

 

Kenn tín kropp

– Danir mangla kynsligt innlit! Sum tað er nógv sum fólk ikki veit! Nógvar kvinnur vita ikki hvar holið er, sum tær pissa út ígjøgnum. Tað kann eisini vera ringt at síggja, tú skalt hyggja við einum spegli, men tað er alneyðugt, at tú kennur tín kropp, sigur Joan og heldur fram:

– Eisini, eru tað øgiliga nógv sum halda, at fólk flest fáa orgasmu av at hava inn/út samlegu, men hetta er í veruleikanum bert galdandi fyri ein minniluta.

– Tað er eisini øgiliga sigandi, at vit kvinnur ikki hava nakað orð fyri okkara kyn, sum vit eru glaðar fyri. Vit hava eina rúgvu orð á donskum, men eingi av teimum, ið okkum dámar, so sum fisse, skede, vagina ella kusse. At ikki hava eitt navn fyri sítt kyn er fremmandgerandi, heldur Joan.

 

Føroyingar hava betri kynslív

Danmark var fyrsta landið, ið gjørdi porno frítt. Joan sigur, at hetta var nakað, ið danir vóru sera ernir av.

– Vit gingu runt og vóru errin av, hvussu frísint vit vóru. Men vit eru als ikki frísint. Danmark er ikki eitt serliga seksuelt land. Eg rokni tildømis við, at føroyingar hava nógv betri kynslív enn danir. Eg havi eisini varhugan av, at fólk á bygd hava betri kynslív enn tey í stórbýum. Fólk sum ikki eru upptikin av kvøldskúlum, skeiðum og øðrum tilboðum hava tíð til at ímynda sær ting. Loyndarmál eru eisini eggjandi og øsandi, so fólk sum ikki hava kynslívið uppi í andlitinum alla tíðina, hava hendan fyrimunin.

 

Porno er skuggasíðan

Joan vil tó ikki siga, at porno er skaðiligt ella ringt. Porno er tann samlaða skuggasíðan. Sovorðið, ið vit hava undirtrýst, sovorðið dýriskt. Tað er gott at fáa ljós á skuggarnar og fáa eina javnvág. Skuggasíðan hevur eisini okkurt gott í sær, og tað eiga vit at finna, greiður Joan frá.

 

Hann skal elska kvinnukroppin

Joan heldur annars ikki, at nógv sex er í almenna rúminum í Danmark.

– Vit hava nógvar myndir av naknum kvinnum, men Ekstra Bladet er t.d. einasta blað, sum hevur ein kynslívspostkassa. Eg havi so einki ímóti at síggja naknar kvinnur. Eg skrivi í Ekstra Bladet, so vit fáa tað borið út hvønn morgun, og tað fyrsta maður mín ger er at blaða upp á síðu níggju. Hetta seti eg prís uppá. Tað vísir, at honum dámar kvinnukroppin, so dámar honum eisini meg. Eg eri eisini sannførd um, at um man ikki dámar kvinnukroppin, so kann man heldur ikki gerast ein góður elskari, sigur Joan.

 

Sex selur

Sex verður brúkt til at selja allar møguligar vørur. Hvussu ávirkar hetta kynslívið?

– Hetta hevur man altíð gjørt. Sex selur! Um tú hyggur at lýsingum fyri vaskimaskinur í 50’unum, so brúka tær eisini sex. Tað er ein vandi fyri, at vit fáa kynsligar minnilutakenslur av hesum, halda ikki, at vit eru nóg seksutar  og at okkara klæði ikki eru nóg frek, at vit ikki hava sex nóg ofta, og at vit hava for nógvar rukkur ella eru ov gamlar. Kvinnur mugu skilja, at aldur er vakur, rukkur er góðar og at menn eru troyttir av kvinnum sum lata sum um. Kvinnur hava ikki tørv á at meiggja seg út, sigur Joan.

 

Meira av tí góða

Leygarkvøldið heldur Joan Ørting fyrilesturin Meira av tí góða á kvinnukvøldinum á Hotel Føroyum. Hetta er ein fyrilestur um driftina og erotikkin millum mann og kvinnu. Joan Ørting fortelur um munin millum tað feminina og tað maskulina, og hvat fyri fyrimunir vit hvør sær hava. Joan sigur frá, hvussu vit kunnu broyta ósemjur og líkasælu til spenning og erotikk. Hon lýsir spurningar sum, hvussu komi eg at kenna mítt egna kyn enn betur? Hvussu blívi eg meira avhildin av tí mótsatta kyninum?  Hvat skal til fyri at verða meira opin? og hvussu fái eg meira kærleika inn í mítt lív?

Artiscope selur okkara tónleik til danir

Nicolaj Hyltén-Cavallius, stjóri og Jannick Blaksmark, samskiftisráðgevi ætla at fáa Norðuratlatsbryggjuna at lýsa upp í havnarlagnum í Keypmannahavn.
Mynd: Símun Jóanesarson

Fyritøkan Artiscope hevur fingið ábyrgdina av at skipa fyri tónleikatiltøkunum á Norðuratlantsbryggjuni, tey, ið mynda fyritøkuna, hava áður verið við til at gera spælistaðið Vega til best umtókta spælistað í Keypmannahavn.

Norðuratlants Bryggjan í Keypmannahavn er í eini roynd at røkka sínum máli um at gerast ein miðdepil í Danmark fyri mentan úr Útnorðri, farin undir samstarv við donsku tónleika- og samskiftisfyritøkuna Artiscope. Eftir triðja heila árið við tiltøkum, hevur Bryggjan gjørt av, at fáa uttanhýsis hjálp til fyriskipanina á tónleika økinum. Vit hava hitt teir báðar Nicolaj Hyltén-Cavallius, stjóra og  Jannick Blaksmark, samskiftisráðgeva í Artiscope, og práta um uppgávuna at fyriskipa og selja føroysk, grønlendsk og íslendsk tónleikatiltøk í Danmark.

 

Nýggj fyritøka

Í einum trongum men sera hugnaligum kjallarahølum á Christianshavn, eitt hanagleiv frá Norðuratlants Bryggjuni, heldur Artiscope til. Fýra fólk starvast í fyritøkuni, ið Nicolaj Hyltén-Cavallius nýliga hevur sett á stovn.

– Ja, hetta er ein nýggj fyritøka. Men vit hava øll nógvar royndir, sigur Nicolaj, meðan hann skeinkir okkum nýbryggjaða kaffi.

Nicolaj sjálvur kemur úr starvi sum kunningarstjóri á tónleikastaðnum Vega í Keypamannahavn. Hann hevur í fimm ár verið við til at gjørt Vega til eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keypmannahavn fyri ikki at siga í Norðurlondum. Tá hann fór úr starvinum í Vega, tók hann hini 3, ið starvast hjá Artiscope, við sær. Tey hava sostatt øll royndir úr Vega.

Vildi tættari tónleikarin

– Eg fór úr starvinum í Vega, tí at eg fegin vildi arbeiða tættari tónleikaranum, greiður Nicolaj frá og heldur fram:

– Tað ljóðar kanska burturvið, at eg sum arbeiddi á einum spælistað, vildi tættari at tónleikaranum. Men tað, sum eg meini er, at eg vildi arbeiða í samstarvi við tónleikarar á fleiri ymiskum økjum. Artiscope er t.d. eisini eitt plátufelag. Vit umboða fólk og taka okkum av bókingum fyri festivalar og tílík støð sum Norðuratlants Bryggjuna.

 

Netverk eru rætta leiðin

Nicolaj metur, at fyritøkan er væl brynja til avbjóðingina at gera Norðuratlantsbryggjuna til ein miðdepil fyri tónleik úr Útnorðri. Hetta hóast hvørki Nicolaj, Jannick ella nakar annar í fyritøkuni hevði nakran kunnleika til tónleik úr Útnorðri, tá samstarvið kom í lag.

– Okkara fakliga støði brynjar okkum væl til avbjóðingina, vit hava væl útbúgvið fólk við góðum royndum og kunnleika til marknaðin í Keypmannahavn. Vit duga at skapa netverk, so hóast tónleikur úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi er eitt nýtt øki fyri okkum, so hava vit longu skapt eitt sterkt netverk við eitt nú plátufeløg og onnur innan fyri tónleikavinnuna í hesum londunum. Tann kunnleikin, ið vit ikki havam kunnu vit fáa gjøgnum hesar samstarvsfelagar, greiður Nicolaj frá.

 

Minifestivalar

Higartil hevur Artiscope skipað fyri tveimum tiltøkum á Norðurbryggjuni hip hop festivalinum Svartakálk og singer/songwriter festivalinum Ljómandi Kuldabrúgv. Tvey tiltøk, ið væl lýsa nýggja profilin, ið Artiscope leggur seg eftir.

– Eins og vit sjálvir, so kenna fólk flest í Keypmannahavn ikki so nógv til tónleikanøvnini, ið vitja á Norðuratlants Bryggjuni. Fólk hava trupult við at fyrihalda seg til púra ókend nøvn. Tí hava vit avgjørt at skipa fyri minifestivalum. Tað er lættari at fyrihalda seg til, at nú er ein singer/songwriter festivalur ella ein hip hop festivalur, enn at nøkur heilt ókend nøvn standa á plakatini, greiður Jannick frá, meðan vit ganga stutta teinin frá skrivstovuni hjá Artiscope yvir til Norðuratlantsbryggjuna.

 

Fólk eru forvitin

Tað er Jannick, sum hevur høvuðssfyriskipanina av tiltøkunum á Norðuratlantsbryggjuni undir hond. Hann vísir á, at Norðuratlants Bryggjan er áhugaverd.

– Vit skulu fáa Norðuratlants Bryggjuna at lýsa upp í havnarlagnum. Sum tú sjálvur sært, so liggja húsini sera væl fyri, og vit merkja longu, hvussu stóran áhuga fólk hava í hesum húsum. Tá vit skuldu skipa fyri Svartakálk festivalinum, settu vit okkum í samband við nógvar danskar miðlar, og tað var sera týðiligt, at fólk vóru forvitin. Hesi húsini liggja so væl fyri, men tey høvdu ongan kunnleika um tey. Hesa vælvild og áhuga hava vit roynt at brúkt, sigur Jannick.

 

Samstarv og netverk

Í roynd at gera tað ókenda eitt sindur betur kent, hevur Artiscope sett kend donsk nøvn á skránna og fingið tey at samstarva við nøvn úr Útnorðri. Á Svartakálk festivalinum samstarvaði føroyski Thor Simonsen við kenda danska Hip Hop nanvið DJ Nut, sum er kendur m.a. úr Hip Hop Kontoret og úr Scratchmasters. Á Ljómandi Kuldabrúgv vóru Randi Laubek og Dennis Mejdal vertir fyri einum breiðum skara av listarfólki úr Útnorðri.

 

Spennandi skrá fyri framman

Ætlanir eru longu um fleiri festivalar, eitt nú ein elektroniskan festival, ein rokkfestival og luttøku sum virkið jassspælistað á Copenhagen Jazzfestival. Eisini er eitt barnatiltak á skránni.

– Hetta skal vera eini hús fyri øll, tað er týdningarmikið, at Norðuratlantsbryggjan ikki verður eitt museum, men eitt livandi stað har mentan verður blanda og sýnd fram, sigur Nicolaj.

 

Fann gimsteinar í Føroyum

Fyrstu úrslitini av Atlantic Music Event síggjast longu, Hacate Entertainment Group er longu farin undir at royna at selja føroyskan tónleik til útlendskar marknaðir. Longu nú er tónleikur hjá Budam, Sic, 200 og Marius sendur til USA og Grikkaland.

 

Sarah-Chanderia stjóri í Hacate Entertainment Group var hevði ikki ivast í, at vitja aftur um høvið býðst.

Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, stjóri í Hacate Entertainment Group. Sarah arbeiðir við tónleika publishing og hevur gjørt tað til sína serfrøði at seta bólkar og marknaðir saman. Hon selur tónleik til sjónvarp, filmar, lýsingar, plátufeløg og mong onnur.

 

Budam til grikkar

Tá vit fingu orð á hana á høvuðsskrivstovu síni í Oslo týsdagin seinnapart, vóru hon og starvsfólk hennara í ferð við at gera ein føroyskan tónleikapakka, har tey vísa samstarvsfeløgum sínum í Grikkalandi og Los Angeles, nakað av tí besta, ið Sarah hevur upplivað á ferðini í Føroyum.

– Ja, man kann siga, at eg longu havi notið gott av túrinum til Føroyar, og at føroyski tónleikurin nýtir gott av míni vitjan, sigur Sarah.

–  Eg hoyrdi nógvan góðan tónleik á ferðini í Føroyum, og pakkin, ið eg nú geri tilreiðar, fevnir um Budam, og ja, sjálvandi Sic, men eisini 200 og Marius.

Á konsertini fríggjakvøldið var Sarah bergtikin av Sic, sum hon metti vera ein bólk við stórari framtíð. Hon prátaði tá um at royna at fáa bólkin við á tungmálmsfestivalar eitt nú í Noregi. Serliga røddina hjá Mikkjal og løgini dámdi henni væl. Hon helt, at hetta var ein bólkur, ið kundi verið væl egnaður til týska marknaðin, ið sum kunnugt er størsti marknaður í Evropa.

 

Kann mennast

Sarah var sum heild væl nøgd við vitjanina í Føroyum.

– Eg haldi Atlantic Music Event vera eitt frálíkt høvi fyri ídnaðin at uppliva føroyskan tónleik. Men eisini eitt frálíkt høvi, hjá føroyskum tónleikarum, at vísa seg fram fyri ídnaðinum í góðum karmum, sigur Sarah, ið tó heldur, at møguleikar eru fyri menna tiltakið uppaftur meira. Sarah var ein av pallborðsluttakarunum á Hitt & Hoyr tiltakinum á Hotel Føroyum seinasta fríggjadag. Tá rósti hon teimum tónleikarunum, ið vóru til staðar, fyri at førleikamenna seg við luttøku á tílíkum tiltøkum og tað er júst á hesum øki, at Sarah kundi hugsa sær at Atlantic Music Event varð ment.

– Eg haldi, at har kundi verið meira frálæra og skeiðsvirksemi, ið kundi verið til gagns fyri ídnaðin og fyri listafólkini. Hesi kundu fingið nøkur amboð og nakrar háttar at virka eftir. Eg havi bjóðað fyriskiparunum, at eg kundi hjálpa til við tílíkum virksemi í sambandi við eitt møguligt  komandi Atlantic Music Event.

 

Goymdir gimsteinar

Sarah sigur, at hon ikki ivast eina løtu í, at hetta er eitt tiltak, ið er áhugavert at vitja aftur.:

– Til hava nógvar goymdar gimsteinar, ið bíða eftir at verða funnir.

Umframt tey nøvnini, ið vit longu hava nevnt. Fann Sarah eisini onnur áhugaverd nøvn, ið hon fegin vildi arbeitt við. Eivør er eitt teirra.

– Eg hevði ikki møguleika fyri at práta við Eivør ella hennara umboðsfólk, men hon var heilt víst áhugaverd, sigur Sarah, ið eisini dámdi Angu og íslendsku Ampop væl

– Angu var fantastiskur, góð rødd og vøkur løg. Eisini íslendski bólkurin Ampop var fenomenalur. Tað  var eisini stuttligt at hoyra ein av bólkunum, sum mítt felag umboðar Grand Island framføra. Eitt av starvsfólkunum hjá mær hevur funnið bólkin, og gjørt avtaluna við hann men hetta var fyrstu ferð eg hoyrdi bólkin.

 

Ein serlig løta

Virkishúsið í Klaksvík og G!Music høvdu leygardagin skipað fyri útferð fyri útlendsku gestunum. Á ferðini var høvi at vitja Gøtusandi, Virkishúsið í Klaksvík og í Norðragøtu. Hetta var ein útferð, ið Sarah var sera glað um. Hon vísir á, at serliga áhugavert hevði tað verið, at uppliva Kára Sverrisson í Gøtu kirkju. Í gomlu og hugnaligu kirkjuni framførdi og greiddi Kári frá um føroyska tónleikasøgu, alt frá Kingo til skjaldur, vísur og kvæði vórðu framførd. Umframt at upptøkur av Kingo sangi vórðu spældar.

Sarah helt løtuna í Gøtu kirkju vera heilt serliga.

– Tað var øgiliga áhugavert, at uppliva gamla tónleikin frá 17. øld, og fáa eitt sindur innlit í tykkara tónleikasøgu, tað var ein heilt serlig løta, greiður Sarah frá.

 

Sigrið til Suður Korea?

Áðrenn vitjanina í Føroyum luttók Sarah í dómarabólkinum, ið valdi vinnaralagið í sangskrivarakappini hjá AME. Í hesum sambandi fekk hon høvið at hoyra fleiri áhugaverdar bólkar. Millum annað helt hon nógv av lagnum hjá Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt.

– Hatta lagið er minst líka gott sum nakað, sum Norah Jones nakrantíð hevur gjørt, sigur Sarah um lagið Drain Me, ið Rannvá og Angu skaptu saman á sangskrivaraverkstaði í fjør.

– Eg valdi lagið hjá Eivør, Grát ei, sum vinnaralag. Men har vóru nógv onnur áhugaverd løg. T.d. lagið hjá Sigrið Rasmussen. Hatta er eitt ordiliga gott lag, sum eg t.d. kundi hugsað mær at fingið sent út á suður koreanska marknaðinum. Suður koreanski marknaðurin er ein trupul marknaður fyri R’n’B, men eg haldi at júst hatta lagið, Socalled Paradice kundi gjørt seg galdandi har, sigur Sarah.

Tá tú tosar um tónleik við Saruh, gerst skjótt greitt, at hon alla tíðina hugsar í marknaðum, og til hvat júst hetta lagið er best egnað. Men hetta er eisini tað, ið er hennara serfrøði.

Mamman var errin

Sædis, Mamma Eivør var errin av dóttur síni, tá vit fingu orð á hana í beint eftir framførsluna, ið kanska var tann besta unga gøtukvinnan hevur havt. Sædis greiddi frá, at hon hevði havt varhugan av, at hetta gott kundi gerast ordiliga gott, tí Eivør hevði sjálv verið øgiliga spent í døgunum upp til konsertina.

– Eg merki tað á henni, segði Sædis

Sædis helt eins og flest øll onnur, ið Norðurlandahúsinum hetta kvøldið, at her var talan um eina óvanliga góða konsert, ið dóttirin hevði spælt. Eisini Jens Ove Friis plátufelagsstjóri var nærum ovfarin, – Hetta er í heimsflokki rópti hann eftir mær, tá eg gekk framvið honum undir framførsluni.

– Eg vil uppliva føroyingar

Tá Joan Ørting kemur til Føroyar at luttaka á Kvinnukvøldinum á Hotel Føroyum leygarkvøldið 28. apríl, hevur hon myndamann við sær. Ætlanin er at vitjanin skal gerast til film, ið væntandi verður givin út á heimasíðuni hjá Joan.

 

– Eg havi tikið mær stundir til at vera nakrar dagar í Føroyum. Eg vil fegin uppliva landið og fólkið, sum har býr. Eg kundi t.d. hugsað mær at sloppið til døgurða heima hjá onkrum eldri føroyskum pari, gjarna einum pari, sum í veruleikanum ræðast sex eitt sindur. Eg ætli mær eisini at fara í býin og uppliva býarlívið, drekka meg fulla. Harumframt vil eg uppliva gamla býarpartin í Havnini, greiður kendi danski sexologurin Joan Ørting frá, tá vit hitta hana á orðið um vitjanina í Føroyum seinni í hesum mánaðinum. Tað er lætt, at hoyra at Joan gleðir seg til at vitja, hetta landið í Norðuri, orðafloymurin er skjótur og øgiligur.

 

3 føroyskir sexologar

– Eg gekk í flokki við einum føroyskum dreingi í fólkaskúlanum, hann æt Petur Brodersen, hann og systur hansara vóru flutt til Danmarkar. Hann var nakað so fittur. So tað var fyrsta inntrykk, eg fekk av Føroyum. Eg havi annars ikki havt so nógv við Føroyar at gera, fyrr enn nú eg havi tríggjar føroyskar næmingar á mínum sexologskúla; Elina, Biritu og Maritu, tær eru allar deiligar gentur. Eg havi ongantíð vitjað har áður, so eg gleði meg nógv til ferðina, greiður Joan Ørting frá, tá eg spyrji hana um hennara kunnleika til Føroyar.

– Eg havi tó eina mynd av Føroyum, eg síggi føroyingar, sum verandi eitt vinarligt og gestablítt fólkaslag, sum gongur upp í átrúna. Sso skilji eg, at samkynd ikki eru so væl sædd í Føroyum. Eg havi lisið bókina Barbara, og eg vil verða hon. Tað er ein fantastisk bók, ja, ein av mínum yndisbókum, heldur Joan fram.

Ein av føroysku sexolognæmingunum er Elin Hentze í  Stórustovu, ið føroyingar best kenna sum útvarps- og sjónvarpsvert. Elin hevur gjørt stórt inntrykk á Joan.

– Elin er ein fantastisk genta! Hon vil gera alt fyri at gera mína vitjan har uppi væleydnaða, greiðir Joan frá. Eg havi longu avgjørt, at eg vil hava eina skipstroyggju, sum er líka sum tann hjá Elini, sigur Joan.

Joan kemur til Føroyar at halda fyrilestur undir heitinum “Meira av tí góða” í sambandi við kvinnukvøldið á Hotel Føroyum 28. apríl. Joan sigur, at tað er ikki so nógv at siga um fyrilesturin, annað enn, at luttakararnir kunnu vænta at fáa Joan Ørting.

 

Nýggjur fyrilestur

Hetta er ein nýggjur fyrilestur hjá mær, og hann er ikki so fast defineraður. Hann tekur m.a. støði í spurningum, ið eg havi fingið frá luttakarunum.

Joan er m.a. kend úr sendingini Sex-skolen á TV3, ein sending, ið sambært Joan lýsur sera væl, hvat tað er, sum hon ger, og hvør hon er. Tey, sum kenna hesa sending, kunnu tí lætt ímynda sær, hvat er í væntu. Tað skilst tó, at hetta er ein undirhaldandi fyrilestur um driftina og erotikkin millum mann og kvinnu. Joan Ørting fortelur um munin millum tað feminina og tað maskulina, og hvat fyri fyrimunir vit hvør sær hava. Joan sigur frá, hvussu vit kunnu broyta ósemjur og líkasælu til spenning og erotikk. Hon lýsir spurningar sum, hvussu komi eg at kenna mítt egna kyn enn betur? Hvussu blívi eg meira avhildin av tí mótsatta kyninum?  Hvat skal til fyri at verða meira opin? og hvussu fái eg meira kærleika inn í mítt lív?

Filmur úr Føroyum

Við sær á ferðini til Føroyar hevur Joan umboðsmann sín, og hesin hevur filmstól við, tí ætlanin er at Føroya vitjanin skal gerast ein filmur, ið verður givin út á heimasíðuni hjá kenda sexologinum, www.joanoerting.dk. Men Joan í hevur havt gott samstarv við eitt nú TV3 avvísir ikki at filmurin kann gerast eitt slag av kladdu til eina sjónvarpsending í framtíðini.

Eg vil ongantíð aftur kappast

– Í tvey ár á rað havi eg sagt nei takk til danska melodi grand prixið. Eg avgjørdi eftir seinnu finaluna í Stjerne For En Aften, at hetta vildi eg ongantíð aftur uppliva, sigur Guðrun Sólja Jacobsen, ið vit hava hitt á Amager har hon býr. Vit prátað um Stjerne For En Aften, tíðina í Keypmannahavn og um hvar leiðin nú gongur fyri føroyska sangfuglin.

Nógv er broytt síðan Guðrun Sólja Jacobsen fyri 4 árum síðan flutti til Danmarkar. Stjerne For En Aften vinnarin hevði plátusáttmála, ferðaðist frá konsertstaði til konsertstað í limosinu. Eftir tvær útgávur á tveimum ymiskum plátufeløgum eru limosinurnar býttar um við bussar og metro, plátusáttmálin er býttur um við starv sum reingerðarfólk á skurðdeildini á sjúkrahúsinum í Gentofte. Men enn er eftirspurningur eftir Guðrið, og meðan vit sita og práta, ringir telefonin. Onkur vil hava hana at syngja til eitt brúdleyp.

 

Hevur nógv á skránni
– Eg havi nógv at gera í summar. Nú hevur  annars verið nokkso stilt eina tíð, men kalendarin er nokkso fullur í summar, greiður Guðrun frá. Hon spælir nógv til veitslur og tílíkt serliga saman við gittarleikara sínum Henrik Nielsen, men eisini onkuntíð við klaveri og saksofon afturat teimum.

Fyrsta tiltakið á skránni er leygarkvøldið, tá Guðrun og Showmenn fara á pall saman í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

– Eg eri nokkso nervøs, hugsi kemur nakar? Hvør kemur? Fara tey at dáma tað? Eg havi spælt saman við Showmonnum einaferð fyrr, tað var á Summar Festivalinum. Tað var forbiðið feitt, sigur Guðrun, ið eisini gleðir seg til at sleppa á pall í Føroyum aftur.

Guðrun hevur gjørt tvær fløgur, tann fyrra hevði hampulig sølutøl og var givin út sum vinningur fyri Stjerne For En Aften, meðan tann seinna við bert lániløgum var minnið væl eydnað.

 

Í ekstasu í eitt hálvt ár
Men hvussu minnist Guðrun aftur á tíðina fyri fýra árum síðan, tá hon vann Stjerne For En Aften?

– Eg minnist, tá eg sendi inn til kappingina, eg var so spent. Eg spældi eitt lag hjá Celine Dion inn, og sendi tað inn í síðstu løtu, greiður Guðrun frá.

– Eg fekk longu í august boð um, at eg skuldi til casting í januar, so í eitt hálvt ár gekk eg runt í ekstasu. Eg hevði ikki verið niðri í 8 ár og skuldi niður heilt einsamøll. Eg hevði sjálvandi familju niðri, men eg kendi meg øgiliga lítla, tá eg kom inn í Park Café, har upptøkuroyndirnar vórðu hildnar. Har vóru so nógv fólk, og tey reypaðu um hvussu væl tey sungu, at tey dugdu at syngja t.d. Celine Dion og annað tílíkt. Eg minnist, at eg hugsaði, at tey ikki vóru so kul, sigur Guðrun.

 

Feilur í fylgispælinum
Undir sjálvari upptøkuroyndini vóru luttakararnir tiknir inn 5 í senn. Guðrun skuldi syngja næstsíðst, og hetta legði hana undir stórt trýst.

– At standa har og hoyra hini syngja so væl, oyðilegði sjálvsálitið, greiður hon frá. Støðan gjørdist ikki betri av, at tann, ið hevði spælt Promise Me inn á fløgu til Guðrun at syngja eftir, hevði spælt hann inn hægrið enn Guðrun plagar at syngja hann. Har var einki annað at gera, enn at syngja hann hægri enn vanligt, men tað gekk fínt. Guðrun kom víðari, og víðari og víðari, til hon stóð eftir sum vinnari av eini tí mest eftirhugdu sjónvarpssangkappingunum í Danmark nakrantíð.

 

Hevði ikki tíð til at hugsa
– Tað var feitt, eg var úti og spældi nærum hvønn dag. Eg spældi konsertir, var í studio ella sat eg í flogfarið á veg til Føroyar, har eg royndi at gera meg lidnan við student (hetta eydnaðist eisini). Eg hevði slett ikki tíð til at hugsa um hvat hendi. Vit, sum høvdu luttikið í Stjerne For En Aften sungu til nógv tiltøk saman, og hvørja ferð vit søgdu bei, var tað ringt. Vit høvdu verið saman ígjøgnum eina heilt serliga uppliving. Eg havi enn samband við onkran av teimum, greiður Guðrun frá. Hon sigur, at hon lærdi nógv av hesi tíðini, hetta hevur eisini givið henni nógv sambond.

–  Eg hugsaði ikki so nógv um hvat hendi, men tók bara alt av einum silvurfati. Men eg haldi, at eg lærdi hvussu eg skal tacklað tílíkt. Eg veit ikki, um eg hevði klárað hatta einaferð afturat uppá handan mátan, ella um eg ynski tað. Eg fekk eitt slag av niðurtúri, tá tað leið móti endanum, tá tað gjørdist truplari, og eg noyddist at arbeiða fyri at halda tí í gongd. Hetta var eitt sindur áðrenn seinnu fløguna.

 

Ongantíð aftur kappast
Tað var eisini um hetta mundi, at Guðrun á øðrum sinni luttók í Stjerne For En Aften. Í hesi kapping kom Guðrun í finaluna, men tað gjørdist vinmaður hennara Jacob Andersen, ið vann. Luttøkan var ein góð uppliving fyri Guðruna, men hon sigur samstundis, at hetta sannførdi hana um, at hon ongantíð aftur vildi kappast í tónleiki.

– Eg fór við, tí eg helt tað kundi verið stuttligt, og við eini nýggjari fløgu á veg, helt eg, at hetta kundi hjálpa við fløgusøluni. Men eg minnist, hvussu tað var at standa har í finaluni. Eg visti longu frammanundan, at Jacob fór at vinna, tí eg hevði hoyrt hansara framførslu og tað var ordiliga uppiborið. Hann er eisini ein vinmaður, so eg var glað hansara vegna, men samstundis eitt sindur kedd, og eg vildi ikki virka ónatúrliga glað, soleiðis at tað virkaði falskt. Tá avgjørdi eg, at eg ongantíð vil setast í bás á handan hátt aftur. Eg vil burtur frá tílíkum. Hetta er eisini orsøkin til, at eg havi takkað nei, í tvey ár á rað til at syngja í melodi grand prixnum, sigur Guðrun.

 

Leitar eftir lagskrivara
– Eg vil hava eina fløgu við tilfari, sum er ordiligt konserttilfar. Eg havi skrivað nógvar tekstir og havi løgini inni í høvdinum, nú skal eg bara finna tann rætta persónin at samstarva við um at gera fløguna. Eg fái ikki livað uttan tónleik. Men eg vil gera tað ordiligt hesaferð, sigur Guðrun, ið væl dugur at síggja møguleikar fyri at samstarva við føroyskar lagskrivarar ella plátufeløg.

– Tutl er fari undir annað virksemið enn bara at geva lidnar fløgur út, so tað kundi kanska áhugavert, sigur Guðrun at enda.

Guðrun er á myspace, vitjað hana á myspace.com/gudrunsj

2.600 sunnukvøld í Plantasjuni

Í yvir eina hálva øld hevur Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni ljómað úr føroyskum útvarpstólum,. Sangurin um hetta eina sunnukvøldið í Plantasjuni hevur higartil yvirlivað yvir 2600 sunnukvøld, og kanska serliga sunnudagar, tí tað man neyvan ganga ein Kvøðuljómasending sunnudag seinnapart uttan, at størsta landaplága føroyinga verður spæld.

Seinastu vikuna hevur Útvarpið leitað eftir størstu landapláguni, ið føroyingar eiga. Tað eru morgunfrísku morgunvertirnir hjá Útvarpinum, ið hava skipað fyri. Tað skelkaði neyvan nakran, at vinnarin gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni við Simma. Lagið kom út, sum ein tann fyrsta føroyska útgávan og gjørdist skjótt fólkaogn. Hetta var sama ár, sum Útvarpið byrjaði at senda, og hevur lagið ljómað í sendingum líka síðan tá. Sjálvt nú út við 50 ár eftir útgávuna gongur neyvan ein Kvøðuljómasending, uttan at Eitt sunnukvøld í Plantasjuni verður spælt, soleiðis var, tá sendingin æt Ynskikonsertin og er tað enn í dag. Stutt sagt er talan um størstu Landapláguna í Føroya Søgu.

 

Ung sum gomul
Alla vikuna hava føroyingar ungir og gamlir sent síni boð inn til Morgunsendingina, og sambært Kára Olsen verti í sendingini vóru tað bæði ung og gomul, ið atkvøddu fyri Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni. Simme sjávur var ikki tikin á bóli, av at júst hesin sangurin gjørdist størsta landaplágan, hóast hann ikki beinleiðis væntaði tað, so kom tað ikki óvart á hann.

– Har kemur so nógv gott út nú á døgum, at eg visti ikki heilt, um okkurt av tí fór at vinna, tað var ikki til at vita – Um tað serliga vóru tey ungu, sum atkvøddu, so kundi tað kanska verið okkurt annað lag, helt eg. Men eg skilji, at tey ungu hava eisini atkvøtt fyri hesum lagnum, sigur Simme við Sosialin.

Lagið gjørdist greiður vinnari framman fyri Vinir, hjá Fríbjørg Jensen í útgávuni hjá Margit Petersen og Omma við Símun Konoy og Beintu Clouthier, ið lógu ájavnt á 2. plássi.

 

Livandi lag
Tað var stak hugnaligt at hoyra, at Útvarpið hevði spent seg út og fingið Simma við manningini Aggu Mouritsen  og Leivi hjá Fridtleifi  í upprunaliga hølið, har lagið var spælt inn í Losjuni í Havn. Við sær á bassi høvdu Simme, Aggu og Leivur, Fróða Sandoy. Á upprunaligu upptøkuni spældi Poli Debess úr Kollafirði við. Hetta varð ein ótrúliga góð byrjan uppá Spæl Føroyskt Dagin, serliga tí talan er um eina sprell livandi landaplágu, ið tí hóskandi varð framførd livandi.

 

Fyrsta frá Simma
Simme hevur í eitt mannaminnið ríka føroyskan tónleik, men Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni var fyrsta útgávan hjá The grand old man í føroyskum tónleiki. Útgávan kom sambært Simma í lag, tí Hansemann Tórgarð vildi tað soleiðis.

– Hansemann Tórgarð hevði visiónir og royndi at spæla plátur inn. Hann hoyrdi um hvat gekk fyri seg við føroyskum tónleiki, og har var nokk ikki so nógv at velja í, so hann var eftir mær at koma og spæla inn.

Útgerðin var ikki tann stóra og upptøkurnar vórðu gjørdar í Losjuni, tí har stóð eitt klaver.

 

Sang við einum lunga
Leivur Johannesen eigur eyðkendu røddina á lagnum. Hann sang lagið stutt eftir, at hann var sloppin út av sanatoriuminum. Eina lunga riggaði ikki, og tí varð sangurin sungin inn við megini frá einum lunga. Simme  metir røddina hjá Leivi vera ein av høvuðsorsøkunum, at gamla upptøkan enn ljómar í Útvarpinum.

– Hatta er jú ikki ein genial innspæling, orsøkin til, at plátan verður spæld enn er góða lagið og orðini hjá Birna Dam og røddin hjá Leivi, sigur Simme. Hann metir, at ivasama góðskan á upptøkuni kann vera ein av orsøkunum til, at Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni ikki fangaði uttanlands á sama hátt sum t.d. Rasmus gjørdi.

– Lagið hevur altíð riggað væl eisini, tá tað er spælt uttanlands. Edvard Nyholm Debess fortaldi, at hann á eini konsert í New York hevði spælt sær við lagið á eini konsert, bara soleiðis afturat restini av skránni, og at har var ein dama komin til teirra sum helt, at tað var góður tónleikur, ið teir spældu. Tað vísti seg, at hon tosaði um Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, greiður Simme frá.

 

Spælt inn av tilvild
At tað júst gjørdist Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, ið varð fyrsta lagið, ið Simme spældi inn, var meira av tilvild enn nakað annað.

– Eg haldi, at tað mundi vera, tí at hetta lagið var tað, sum var mest liðugt tá, sigur Simme.

Tað var svágur Simma, Birni Dam, ið hevði gjørt lagið og orðini, og Simme er ikki seinur, at geva Birna rós fyri arbeiðið.

– Birni var ein øgiliga góður sangskrivari. Eg veit ikki hvat rørdi seg í Birna. Í hesum lagnum lýsir hann ungdómslívið, sum tað var tá í 1956. Havnin sá annarleiðis út, býurin gekk oman frá Plantasjuni og har gekk man og mól aftur og fram.

 

Løgdu lunnar undir føroyskan tónleik
Tá Simme og teir byrjaðu at gera tónleik, var ikki so nógvur tónleikur at hoyra í Føroyum. Tað mesta, ið tey hoyrdu vóru sangir úr Norra. Hetta var jú, áðrenn Útvarpið byrjaði at senda. Fólk sum Simme og Hansemann Tórgarð vóru við til at leggja lunnar undir føroyskan tónleik, og Simme hevur verið ein virkin leikari á hesum palli líka síðan.

Simme man hava spælt Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni fleiri túsund ferðir í veitslum, til dans og í venjingarhølinum, men hann er ikki troyttur av lagnum.

– Eg havi ongantíð hugsað um tað, men tað er altíð stuttligt at spæla Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, summi av hinum løgunum, sum vit spæla, kunnu gerast eitt sindur tung onkuntíð, men Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni riggar altíð.

Tað er tað eingin ivi um, Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni riggar altíð. Tað eru fá veitsluborðhald uttan at hesin sangur er ein av teimum bestu. Stutt sagt hetta er landaplágan yvir allar.

 

Eitt sunnukvøld í plantasjuni

 

Eitt sunnukvøld í plantasjuni,

har sita tvey lið um lið.

Ein genta og ein drongur,

nei, nú orki eg ikki longur.

Eg aftan fyri tey lá

eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

Tey tosa um stjørnur og mána

sita eina løtu og gána,

men so loypa tey upp við ein hvøkk

– tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.

Hetta aftan fyri tey lá

eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær!

O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær.

 

Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður,

:,: her er so gott og so hugnaligt,

tí tú ert mær so fitt so fitt :,:

 

Eg fjaldur undir greinunum lá

fyri tey meg ei skuldu sjá,

men so kom eg til at bróta eina grein,

so tað runt um plantasjuna hvein.

Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk

eitt sunnukvøld í plantasjuni.

 

Orð & Lag: Birni Dam

Somu ljóð, nýtt úttrykk – Rasmus Rasmussen

Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík

Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus, ið gevur sína aðru fløgu sum einstaklingur út.

 

Mánadagin kemur onnur fløgan hjá Rasmusi Rasmussen sum einstaklingi út. Fløgan Edelweiss er instrumental fløga, við tónleiki, ið best kann lýsast meditativur. Tónleikurin liggur langt frá rokkbólkinum Makrel, har Rasmus áður hevur verið drívmegi, gittarleikari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Rasmusi, Implossive, ið kom út í 2003.

Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann um nýggju fløguna.

Fløgan hendi bara
Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent.

– Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Makrel. Hesaferð arbeiddi eg annarleiðis enn eg plagi. Eg plagi at byrja við gittara, men nú tók eg rútmir niður av internetinum, byrjaði at klippa tær saman og pasta, leggja delay á og reverb, síðan jammaði eg afturvið groovinum. Soleiðis havi eg ikki arbeitt fyrr. Við at arbeiða við rútmum kemur okkurt annað fram, t.d sumt sum er meira uppbeat og okkurt sum er korny á ein máta, sum mær dámar, greiðir Rasmus frá.

– Henda fløgan er nokkso minimalistisk, eg havi ikki lagt meira á løgini enn neyðugt. Um eg var nøgdur við eitt lag, so lat eg vera við at gera meira. við tað. Á hesari fløguni hevur stemningur høvuðsleiklutin. Hetta eru stemningslandsløg. Hon handlar um stemningskifti. hetta er tað, sum mær dáma best at arbeiða við innanfyri tónleik, sigur Rasmus.

Spælir øll ljóðføri
Rasmus spælir á fløguni nærum øll ljóðførini, hann hevur forritað rútmir, spælir ljómborð og gittar. Einasta íkastið uttanífrá er luttøkan hjá fiólleikaranum Johannes Jung Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við.

Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu fløguni, Implosive, so er hendan fløgan instrumental. Rasmus greiðir frá:

– Flest fløgur hava vokal, sum man lurtar eftir. Seinastu tíðina havi eg lurtað eftir fleiri bólkum sum ikki hava vokal, eitt nú God Speed You Black Empereur og Mogwai. Hetta gevur aðrar lurtaraupplivingar. Eg sang á fyrstu fløguni. Eg eri sangari, men á tí fløguni vildi eg gjarna royna meg av innanfyri ymiskt. So eg gjørdi alt møguligt á tí fløguni. Á fløguni var eisini okkurt instrumentalt, og eg vildi gjarna gera meira av tí hesaferð. Tað er eisini lekkurt at hava tónleik, sum ikki krevur so nógv av tær. Tað er feitt at hava onkra fløgu í fløgusavninum, sum skilur seg frá hinum, greiðir hann frá.

Primitiv upptøkutól
Rasmus hevur sjálvur tikið fløguni upp á einum primitivum 4 spor bandupptakara, við einum gomlum ljómborði. Hetta er sambært Rasmusi eitt sindur við síðuna av tí vanliga.

– Men hvør setur mørkini, um hvat man kann brúka. Eg royni at fáa tað besta burturúr tí, sum eg havi. Eg tók eina rúgvu upp, og hevði nógv tilfar. Fyri nøkrum mánaðum síðan, fór eg at lurta eftir tí, og valdi so tað út, sum eg havi á fløguni. Eg havi arbeitt nógv við at skipa tilfarið. Hvat skuldi eg byrja við, hvat skuldi eg enda við og hvat skuldi vera momentið. Hugsaði tildømis um at taka okkurt tilfar, sum ikki kom við á Implosive, men tað passaði ikki inn, sigur Rasmus

Trupult at vera einsamallur
Rasmus viðgongur, at tað er stórur munur á at arbeiða einsamallur og at vera partur av einum bólki. Á eini bólkafløgu stuðla allir limirnir uppundir, á eini solofløgu er tað bara tú.

– Tað hevur verið mega ringt. Eg hevði nógv hugskot, men hvat skuldi eg gera við tey. Skuldi eg hava tey fyri meg sjálvan, ella skuldi eg lata fólk hoyra tey, sigur Rasmus.

Ein av avgerðunum var hvussu heitið á fløguni.

– Eg visti at hon skuldi eita heitið á einum av løgunum, og Edelweiss er vakrasta lagið á henni, eg helt eisini tað heitið vera gott. Men sum heild er tað rættiliga tricky at geva løgum á eini instrumentalari fløgu heiti. Men tey heitini, ið eru á Edelweiss eru komin av kenslum, ið eg fekk, tá eg arbeiddi við fløguni. Eg haldi eisini, at heitini og løgini á onkran hátt fylgjast at, greiður Ramsus frá.

Sama ljóð
Rasmus hevur eitt sera egið gittarljóð, og hetta hoyrist eisini á fløguni. Men hvar kemur ljóðið frá.

– Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus.

Rasmus hevur hesi árini spælt í bólkum sum Diatribes, Makrel og Deja Vu, og øll hesi samstørvini hava givið honum okkurt.

– Eg havi lært nógv av øllum, sum eg havi samstarvað við. Hvør hevur sítt, og man lænir gullkorn frá hvør øðrum, tað er ótrúliga gevandi. Tað mesta, ið eg havi lært, havi eg lært frá øðrum tónleikarum. Eg havi ikki gingið til frálæra, tað mesta er sjálvlært. Eg eri ikki ein serliga tekniskur gittaristur, og eg havi ongantíð spælt lániløg. Tónleikaliga leiti eg enn, sigur Rasmus.

Ljósareyður húsi
Fløguhúsan hava Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt, hann er rættiliga serligur við sínum ljósareyða liti. Temaði á fløguni er íblást av myspace síðuni hjá Rasmusi, ið eisini er ljósareyð.

– Eg eri vælnøgdur við fløguhúsan, teir báðir gjørdi eisini mín fyrra húsa, og tí valdi eg teir aftur. Teir fingu fríðar teymar, men húsin skuldi hóska saman við mínum ljósareyða myspace profili, hann er mín almenna heimasíða, so tað skuldi hósa aman. Ljósareytt er eitt flipp eg fekk. Mær dámar væl litin. Hann er korny, men mær dámar hann álíkavæl.