Magni bjargaði Summarfestivalinum

Fyri at útlendsku nøvnini skuldu sleppa á pall á Vágsbøi í sunnunáttina, sendi Atlantic Airways flogfar til Kastrup eftir teimum.

Summarfestivalurin

 

Klokkan var farin av tvey sunnunáttina, tá Johnny Deluxe endiliga fór á pallin á Summarfestivalinum. Men enn var stúgvandi fult av fólki á Vágsbøi. Men tað var bert við stórari vælvild frá Atlantic Airways, at gestirnir á Summarfestivalinum upplivdu hetta hæddarpunktið á festivalinum.

 

Vitandi um, at Shu-Bi-Dua, Johnny Deluxe og David Phelps sótu á flogvøllinum í Kastrup, meðan útvið 10.000 fólk bíðaðu eftir teimum í Klaksvík, tók Atlantic Airways eini óvanlig stig.

 

Eitt av flogførum felagsins stóð í Basel, har tað júst hevði fingið nýggjan motor. Ætlanin var, at flogfarið skuldi flúgva til beint Føroyar, tá líkindi vóru. Men ístaðin varð flogfarið sent til Danmarkar, eftir tónleikarunum, og øðrum viðskiftafólki. Magni Arge stjóri greiður frá.

 

– Vit gjørdu okkara besta! Við at taka hetta flogfarið inn, kundu vit spara 2 tímar. So vit sendu tað til Danmarkar eftir bólkunum og fyltu tað so upp við ferðafólki. So vónaðu vit, at tað fór at sleppa at seta seg í Vágum, og tað eydnaðist. Eg haldi bara, at tað er harmiligt, at Shu-Bi-Dua ikki kom við.

 

Shu-Bi-Dua valdi ikki at koma við flogfarinum, tí at sangarin sambært bólkinum var vorðin sjúkur, beint áðrenn farast skuldi umborð

 

– Tá flogfarið kom í Vágarnar vóru ikki líkindi at lenda. Hesa løtuna flugu trý flogfør uppi yvir, og hóast tað var vorðið klárt á Sørvágsfirði, lá ein hattur av mjørka yvir flogvøllinum, og líkindi vóru tí ikki at lenda. Flogførini vóru øll trý um at røkka markið við brennievni, soleiðis at tey máttu fara avstað aftur -Men so klárnaði tað knappiliga  í. Løtu seinni stóðu øll trý flogfør á vøllinum, sigur Magni Arge.

 

Hann gleðist um, at tey kundu hjálpa Summarfestivalinum og hinum sum komu við hendan túrin. Hann vísir á, at hetta eydnaðist orsaka av stórari vælvild frá starvsfólkinum hjá Atlantic Airways, og hann sigur, at hann kendi veruliga á starvsfólkinum, at tey vildu hjálpa, so at hetta skuldi eydnast.

 

– Roger Hodgson hevði flogið 36 tímar, áðrenn hann lendi í Vágum, og tá vóru bert fáir tímar til, hann skuldi avstað aftur, og tí varð tyrlumanningin kallað til arbeiðis, og Hodgson varð flogin úr Vágum til Klaksvíkar.

 

Magni Arge sigur, at hann er glaður um, at hetta eydnaðist, men sigur seg tó vera harman um, at hann sjálvur ikki fekk verið á festivalinum, men mátti vera á flogvøllinum allan dagin.

PUNKA FØROYSKA SANGSKATTIN

Punk trio’in The Dreams leggur í morgin síðstu hond á upptøkurnar av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Fløgan punkar føroyska sangskattin og fær Grønu Sangbók at ljóða, sum hon ongantíð hevur ljóðað áður.

 

Seinastu báðar vikurnar hevur The Dreams tikið fløgu upp í Studio Pegasus í Klaksvík. Hetta kann gerast bæði fyrsta og síðsta fløga, ið bólkurin ger til føroyska marknaðin. Tveir av limunum eru longu fluttir til Danmarkar, meðan tann triði flytur niður í næstum. Síðan The Dreams skiftu navnið Zink út, og endaðu í favninum hjá amerikansku songkvinnuni Anastaciu, hevur næstan alt tos um The Dreams snúð seg um bólkin og útlandið. Men nýggja fløgan snýr seg bara um føroyska heimamarknaðin.

 

Føroyskir slagarar

The Dreams hevur hesar seinastu vikurnar tikið 10 løg upp, tey flestu av hesum eru sannir slagarar. Hettar eru løg sum Til allar vinir hjá Blátt, 80’ini hjá Frændum, Sirkús Tinganes hjá Annfinn & Co., Sasa sa sa hjá Georg eystan Á, Forelskaður sjónleikari hjá Páll Finnur Páll, Eg siti so eina hjá Vestmonnum og Nummar hjá Terja Rasmussen. Teir tolka eisini Nalju klassikaran “Sjeikurin”, ið Poppkorn eisini tolkaðu herfyri. Men Eirikur Gilston Corfitz Andersen bassleikari í The Dreams lovar, at teirra útgáva verður nógv betur, og flennur. Hann sigur, at teir eru øgiliga væl nøgdir við úrslitið. Tað hevur riggað væl, at gjørt løgini um til Popppunk. Í stíl minnur fløgan um eitt nú Green Day, Blink 182 og Sum 41, sigur hann. “Vit hava spælt popppunk í 4-5 ár nú, so tað liggur heilt nátúrligt hjá okkum, at spæla løgini í okkara stíli”, sigur hann.

 

Gomul ætlan

Í MTV sendingini A Cut, tulkaðu The Dreams eitt lag hjá Anastaciu, og nærliggjandi er tí at spyrja, um henda tulkingin gav teimum hugskotið til hesa fløguna. Men tað gjørdi hon ikki, sigur Eirikur. Hann greiðir frá, at hugskotið er gamalt. Tá teir itu Zink  spældu teir einaferð “Forelskaður sjónleikai” í eini punk útgávu, tað var stuttligt. Tì hava teir spælt við tankan um eina tílíka útgávu leingi.
Teir dáma allir væl bólkin Me First And The Gimme Gimmies, ið er ein bólkur, ið  tolkar kend løg í punk útgávum. Bólkurin hevur limir út NOFX, Foo Fighters og Lagwagon og hevur givið fleiri útgávur út. So huskotið kemur kanska frá teimum, sigur Eirikur, ið tó viðgongur, á at teir als ikki gera líka ráðar útgávur av løgunum sum Gimme Gimmes – Vit spæla popppunk, sigur hann.

 

Leitaðu í Grønu Sangbók

Tað eru teir í The Dreams, ið sjálvir hava valt løgini. Hetta varð m.a. gjørt við at blaða í Grønu Sangbók greiðir Eirikur frá. Nógv av løgunum, ið teimum dámdu høvdu fimm vers og einki niðurlag, so tey vórðu droppaði. Eftir sótu teir so at endans við 10 løgum, ið eru tey, ið vera á fløguni.

Løgini eru flest øll kend, og á onkran hátt vorðin fólkaogn. Men ein jokari er eisini við. Hetta er lagið “Nú ert tú ein onnur” hjá Eyðun Nolsøe av fløguni Eyðun og Terji. Lagið gjørdist ongantíð eitt stórt hitt, men sambært The Dreams hevur tað stórt hittpotentiali, og riggar væl í popppunk útgávu.

 

Ringt at meta um yndisløg

Eirikur sigur, at hann heldur, tað vera ringt at meta um, hvørji løg eru tey bestu á fløguni. Men hann er persónliga serliga væl nøgdur við Til allar vinir og 80’ini, ið hann heldur rigga øgiliga væl.

Kemur út 1. mei

Tað er ljóðtøkningurin Ingi Isaksen, ið hevur snarað knøttunum saman við teimum í The Dreams í upptøkuhølunum hjá Pegasus í Klaksvík. Fløgan verður nú ljóðblandað í Kristoff Studio inni á Gøtu í Hoyvík av Kristoffur Mørkøre. Fløguhúsan ger Heiðrikur av Heygum. 3’arin stendur fyri útgávuni. Væntandi verður fløgan í handlunum 1. mei.

 

Útlandið bíðar

Í síðstu viku varð almannakunngjørt, at The Dreams fer at spæla á Spot-festivalinum í Århus fyrsta vikuskiftið í juni. Men hetta er bert ein av fleiri konsertum við The Dreams í Danmark. Í løtuni verður arbeitt við konsertum saman við tveimum donskum bólkum.

Hava dansað saman í 20 ár

Rannvá Káradóttir og Kristina Sørensen vóru sera væl nøgdar við framførslurnar av Rout Entry, tá vit fingu orð á tær. Báðar hildu, at hetta hevði riggað væl, og fyrstu afturmeldingarnar vóru jaligar.

“Vit hava dansa saman, síðan vit vóru 10 ár og byrjaðu at ganga til dans hjá Elsu Mariu”, greiðir Kristina Sørensen frá. Síðan hetta hava hon og Rannvá Káradóttir arbeitt saman í nógvum ymiskum verkætlanum. Tá tær so báðar endaðu á London Contemporary Dance School, var natúrligt at samstarvið helt fram. Hetta hevur givið føroyingum, bretum og danum fleiri spennandi framførslur, ikki minst framførsluna, ið varð gjørd til Dansolution kappingina í fjør. Saman við skúlafelaganum Seke Chimutengwende gjørdu tær eitt stykki, og dansaðu seg til sigurin í stóru donsku kappingini á Dansescenen á Østerbro í Keypmannahavn. Hesin sigur gav teimum møguleikan at gera stykkið Rout Entry, ið tey júst hava víst á Dansescenen.

 

Skapt í samstarvi

Rannvá Káradóttir meldaði seg til Dansoloution og fekk skúlafelagarnar Kristinu og Seke við sær sum dansarar. Rannvá er koreografur á verkætlanini. Men stykkini eru í stóran mun skapt í felagskapi greiðir Kristina frá, “Vit koma øll við uppskotum um rørslir. Men tað er eisini gott, at ein hevur endaligu avgerðina, soleiðis at vit koma víðari”.

 

Kundu fáast bert við koreografi

Rannvá greiðir frá, at tað var øgiliga stuttligt at arbeiða við hesum stykkinum. Tí her fingu tey møguleika at arbeiða bert við koreografi. Ofta er so nógv annað, ið upptekur tíðina. Tú stendur sjálv fyri at skaffa fígging, gera PR og fyriskipa alt tað praktiska. Men hesuferð stóð Dansescenen sum framleiðari, og tók sær av øllum tí praktiska. Tey fingu somuleiðis løn frá Dansescenen fyri arbeiði. Hetta gjørdi, at tey kundu brúka alla orkuna til koreografi.

 

Jaligar afturmeldingar

Tær eru báðar væl nøgdar við framførslurnar, nú tær eru lidnar á Dansescenen og í næstum fara á ferð til Århus við Short Stories. Kristina sigur, at áskoðararnir hava tikið væl ímóti teimum, og afturmeldingarnar hava verið jaligar.

 

Fyribils í Keypmannahavn

Kristina og Rannvá hava verið nógv í Danmark seinasta árið. Fyrst í sambandi við Dansolution og so í sambandi við Rout Entry. Kristina er flutt til Keypmannahavn og verður her fyribils hetta árið. Aftan á tað, kann leiðin ganga nógv ymisk støð, ella kanska verður hon verandi. Hon sigur, at hon hevur nógvar og spennandi ætlanir, men vil helst ikki avdúka tær enn. Okkurt er tó alment, hon skal saman við Ránnvá millum annað luttaka á Ung I Norden í Føroyum í summar, og báðar eru eisini við í operaini hjá Sunnleivi Rasmussen, ið verður sett upp í Føroyum í heyst.

Kristina sigur, at London var ein feit uppliving. Men samstundis var sera dýrt at liva har. Í tíðarskeiðum har minnið var at gera, var tað sera hart at klára seg. Kappingin er eisini sera hørð í London. Í Danmark er munandi lættari. Eitt nú hevur tú atgongd til ókeypis venjingarhøli, ja alt er eitt sindur lættari. Tað, at sjeikurin býr í Keypmannahavn dregur ivaleyst eisini. So tí er Kristina ikki greið yvir um hon nakrantíð aftur flytur til London.

 

Heimsborgarin Rannvá

Hvar Rannvá býr er eitt sindur truplari at fáa greiðu á. “Eg haldi ikki at staðið hevur so nógvan týdning” sigur hon, “Tað eru verkætlanirnar, ið avgera hvar eg eri. Eg havi stutt síðan verið í Berlin, og nú eri eg her. Eg skal nú undir at arbeiða við, stykkinum Investigation Of A Dog saman við tónasmiðinum Trónda Bogasyni og basunleikaranum Andrass Olsen. Hetta er eitt stykkið, ið er bygt á eina Kafka stuttsøgu, og sum verður einar 70 minuttir, tá tað er liðugt. So eg veri ivaleyst rættiliga nógv í Danmark komandi árið.” Rannvá hevur eisini eitt tilboð, um at gerast húskoreografur á Grand Teatrinum í Århus í eina tíð, men nær hetta verður og hvussu leingið er ikki heilt greitt enn.

 

Listabland

Kristina gjørdi herfyri eitt stykkið saman við Dánjal á Neystabø á Skole for moderne dans. Hetta stykkið varð eisini sýnt í Føroyum, og hetta at samstarva við listafólk innan aðrar listagreinar er nakað, ið Kristina metur vera sera áhugavert. Hon kundi hugsa sær, at gjørt meira av tílkum, og t.d. at fingið ein sjónleikara við, soleiðis at dansur, tónleikur og sjónleikur kundu virkað saman í eini framførslu.

 

Aftur á pall saman

Umframt operaina og Ung i Norden hava Rannvá og Kristina ikki nakrar beinleiðis samstarvsætlanir í næstum. Men tað tykist tó eingin ivi at vera um, at hesar báðar verða aftur at síggja á palli saman. Báðar vísa á, at tað ikki eru so nógvir føroyingar, ið fáast við modernaðan dans, tí er samstarvið rættiliga upplagt.

 

Vildi ikki verða tann nýggi Eivør

Janus Trúgvason hevur síðan Safir spælt rættiliga fitt sum einstaklingur og í bólkum. Altíð er tað eitt slag av fólkatónleiki, ið hann fæst við. Í 2001 stillaði Janus upp til Prix Føroyar seks ár eftir, at henda kappingin gjørdist bæði upprunið og lopfjøl hjá Safir.

 

Orð: Rókur Jákupsson og Niels Uni Dam

 

“Eg vildi statuera eitt eksempul” sigur Janus, “Í reglunum fyri Prix Føroyar stendur, at einstaklingar kunnu luttaka. Men teir hava ikki ein livandi tjans ímóti rokkbólkum. Tað riggaði bara heilt væl, fólk vistu slettis ikki, hvussu tey skuldu reagera”

Janus sigur, at hann hevur havt nógvar ætlanir um fløguútgávir, men at tað hendir ongantíð. Hann er maðurin við hugskotunum og ikki maðurin, ið fær ting at henda. Hann nevnir, at einaferð arbeiddi hann við ætlan um eina fløgu við skjøldrum, kvæðum og vísum, men so gav Eivør sína fyrstu fløgu út, og hann helt, at so var best at lata vera.

Á Fólkatónleikarastevnuni í 2003 luttók Janus við bólki. Saman við Finni Hansen, Eyðuni Hansen og Arnoldi Ludvig spældi Janus egin løg, okkurt lag hjá Anniku Hoydal og nøkur kvæði sett út sum írskur fólkatónleikur.

Janus hevur eisini sungið nógv í kóri. Tá hann búði heima um aldarskiftið, sang hann í Tórshavnar Mannskóri. Komin til Danmarkar fór hann at syngja í Studenterforeningens Sangkor. Hetta er eitt háttvirt kór við langari søgu. Tað er yvir 100 ár og búnin er kjole og hvidt, greiður Janus frá.

Safir glitra aftur!

Millum bólkarnar á risatónleikatiltakinum Asfalt, verður melidiøsa duettin Safir við teimum báðum Janusi Trúgvason og Tór Verlandi Johansen.

Orð: Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam

 
“Eg brúki høgru hvønn einasta dag – Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Løgini Safir vóru sera nógv spæld í útvarpinum síðst í seinastu øld. Tað verður forkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur á Asfalt.

Upprunin
Alt byrjaði við, at Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen hittust í Café Natúr einaferð í 1995. Janus ætlaði at melda seg til Prix Føroyar og sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Teir báðir prátaðu aftur og fram, um hvør mundi verða ein hóskandi loysn, og at enda skeyt Janus upp, at Tór Verland kundi syngja. Tór Verland segði, at hann ikki tímdi bara at syngja aðrurødd, men um hann slapp at taka cello´ina við, so var tað ein heilt onnur søk. Hetta helt Janus verða eitt frálíkt hugskot, og Safir sá dagsins ljós.

Tilvildarligt navn
Navnið Safir kom mestsum av tilvild”, sigur Tór Verland. “Fyriskiparin av Prix Føroyum ringdi til Janus og segði, at bólkurin mátti hava eitt navn, um teir skuldu luttaka. Janus var nývaknaður, og hugdi eftir strúkijarninum hjá mammu síni, á tí stóð Safir. Janus bað fyriskiparan bara skriva Safir á teirra umsókn, og navnið hekk við”.
“Eg var ikki serliga glaður fyri hetta navni, men okkurt skuldi barnið eita”, sigur Tór Verland. Teir báðir høvdu ongar ætlanir um at gerast heimskendir í Føroyum, og teir vistu slettis ikki hvat, ið lá fyri framman. “Fyri okkum snúði tað seg bara um at luttaka í Prix Føroyum, og at hava tað stuttligt”.

Fyrsta Prix Føroyar upplivingin
Prix Føroyar 1995 var fyrsta árið tiltakið var hildið, og fólk vóru forvitin, tá fyrsta Prix Føroyar undansendingin varð send í SVF. Janus Trúgvason greiðir frá “Vit vóru rættiliga hepnir. Hetta árið valdi SVF at fylgja einum bólki í hvørjum umfari. Í allar fyrsta umfarinum á Tvøroyri, valdu tey okkum. Tí gjørdust hesar sjónvarpsmyndir, fyrsta upplivingin stórur partur av Føroya fólki fekk av Prix Føroyum. Vit gjørdust tí kendur millum mannað beinanvegin”. Janus heldur fram: “Sum heild gekk tað rættiliga lætt fyri okkum, tá Útvarpið stutt eftir hetta skuldi brúka livandi tónleik í eini sending, ringdu tey til okkara, ein cello, ein gittari og tvær røddir er ikki so torført at hava við at gera, sum t.d. ein stórur rokkbólkur, og hetta riggaði so mikið væl, at vit tvær ferðir afturat spældu í somu sending.”

Forbiðið ymiskir
Janus og Tór Verland kendust ikki so væl, áðrenn teir funnu saman um tónleikin. Teir sungu saman í onkrum kóri, men annars høvdu teir ikki nógv til felags. “Vit eru so forbiðið ymiskir. Eg fari upp, og hann fer niður”, greiðir Tór Verland frá. “Tað er so stuttligt. Um eg haldi okkurt, so heldur Janus tað øvugta. Soleiðis er tað allan vegin; eisini tá tað snýr seg um tónleik”.

Myrkt og ljóst
Tónlistarliga riggaði Safir. Tað, at røddirnar vóru so ymiskar, men allíkavæl rigga saman, oman á botninum av gittari og cello, skapti serliga Safir ljóðið. Men einki av hesum var veruliga tilvitað. Tór Verland sigur “Tað  var eitt so sera stórt pluss, at okkara røddir riggaðu so væl saman. Janus hevur eina djúpa rødd við nógvum undirtónum, og eg havi eina ljósa rødd við nógvum yvirtónum. Hetta gevur ein heilt serligan klang, tá ið vit syngja saman”.
Tór Verland lýsir tónleikin við tveimum mótsigandi heitum. “Eg vil lýsa tónleikin sum glaðan og tristan. Sum sagt, eru eg og Janus sera ymiskir, og sostatt verður tónleikurin eisini ymiskur. Hetta meti eg hevur gjørt sítt til, at bólkurin gjørdist so væl dámdur, tí har var nakað fyri øll”.

Vildu hava tað stuttligt
“Vit hugsaðu ongantíð um at raka ein ávísan málbólk. Tað einasta sum var týdningarmikið fyri okkum var, at vit skuldu hava tað stuttligt”, sigur Tór Verland Johansen.
“Hvørki eg ella Janus meta okkum vera tónlistarligar úrmælingar, men eg haldi heldur ikki, at ein noyðist at verða mega dugnaligur fyri at vera kreativur og skapa góðan tónleik. Tað sum vit gjørdu var bara erligt”.

Aftur til tað einfalda
Tór Verland hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvønn leiklut Safir hevði á føroyska tónleikapallinum. Tá ið Safir byrjaðu at spæla, byrjaðu summi fólk aftur at seta prís uppá tann einkulta tónleikin. “Vit vóru beinleiðis mótsetningar til tann harða rokkin. Hetta var ikki nakað, sum vit hugsaðu stórvegis um, men vit hava hoyrt frá øðrum, at tey vóru glað fyri, at okkara øðrvísi íkast til tónleikapallin”, sigur Tór Verland.

Tóku væl ímóti
At Safir vóru væl dámdir vitnar teirra fløga um. Teir góðu eina fløgu út í 1996, og tá vóru teir longu sera væl dámdir í Føroyum. Teir seldu um 2000 eintøk av henni, og hetta er stak nógv í føroyskum høpi. Nøkur av løgunum kláraðu seg eisini heilt væl á 15 teimum bestu. Millum annað lagið Tú ert so deilig. Onkur løg spøkja enn í útvarpinum, og Tór Verland heldur, at føroyingurin tók stak væl ímóti fløguni.
Janus Trúgvason leggur afturat, at teiminingin eisini var sera góð. Hetta var tíðin, tá bólkar fóru frá at geva bond og LP’ir út til at geva fløgur út. Ein fløga var kostnaðarmikil, og eitt band seldi ikki longur, tí kom ikki serliga nógv út tá. Um ólavsøkumundið í 1996 komu bara 2 fløgur út, Safir og Moirae. Hetta gjørdi sjálvandi, at tað ikki vóru so nógvir bólkar í kappaðust, um at verða spældir í útvarpinum.

Endin
Safir spældi nógvar konsertir í tíðarskeiðum 1995-1998, men so tagnaði duettin brádliga. “Eg búði í Århus, og Janus búði í Keypmannahavn. Sostatt funnu við ikki so nógv saman longur, og tað gjørdist torført at venja saman”, fortelur Tór Verland.
Í 1998 spældu teir eina konsert í Gimle á Amager. Hetta skuldi vísa seg at verða seinasta konsertin hjá Safir í 8 ár. “Eg skal siga tær heilt erligt. Vit grettu ongantíð orð um at gevast, men vit fingu heilt einfalt ongar fyrispurningar longur. So man kann siga, at vit bara bíða eftir, at onkur fer at ringja og biðja okkum koma at spæla”, sigur Tór Verland Johansen og flennir.
Janus greiðir frá, at teir báðir hittust fyri nøkrum árum síðan í Keypmannahavn, og settu seg niður við ljóðførunum aftur, og neistin var har beinanvegin. “Vit hava eitt ordiliga gott samband tónlistarliga”, sigur Janus Trúgvason.

Come back
Síðani hevur verið at hoyrt frá Tór Verlandi. Men Janus hevur luttikið í Prix Føroyum sum einstaklingur, og hevur spælt til nøkur tiltøk, men ikki í serliga stóran mun. Men nú í juni fara teir báðir so aftur at kína okkara oyrum við vøkrum tónum á stóra Asfalt tiltakinum. Vit gleða okkum báðir sum smádreingir til Asfalt. Tað verður stuttligt at spæla aftur, og vit fara sjálvandi at spæla tey góðu, gomlu Safir løgini fyri at minnast aftur á gamlar dagar”, sigur Tór Verland Johansen at enda.

Sirm sirmaði bara

Tór Verland Johansen var ikki mettur av tónleiki, tá Safir góvust at spæla. Tí mannaði hann ein bólk, sum hann kallaði Sirm. Bólkurin var fyri tað mesta mannaður við útlendingum, og teir fóru í holt við at gera eina fløgu við tónleiki hjá Tór Verland Johansen.

Orð: Rókur Jákupsson og Niels Uni Dam

 

Fløgan varð útgivin í Føroyum í 1999, og bólkurin spældi eina minniliga konsert á jazzfestivalinum í Tórshavn. Serliga var tað tann garrvilli hammondsnillingurin, ið fekk føroyingar at gapa, hann lyfti Hammond Orgli upp í luftina og slepti tí niður aftur við einum braki. Konsertin var garrvill, men somuleiðis tann einasta hjá Sirm.

 

“Eg hevði brúk fyri at royna at gera tónleik við einum bólki. Tí tað er sera gevandi, um tú megnar at fáa eitt tónlistarligt samstarv í lag við tónleikararnir. Men eftir Sirm fløguna var eg rættiliga troyttur av at spæla tónleik. Tí at tað so hart at vera listamaður burturav í Føroyum. Tað er torført at fíggja plátur, ferðing og annað. So tað gjørdist torført at fylgja plátuni upp.

 

Av tí sama haldi eg heldur ikki, at hon gjørdist líka væl dámd sum Safir plátan. Men víðari vil eg siga, at Safir plátan var nógv meiri gjøgnumarbeidd enn Sirm plátan, men eg eri sjálvsagt glaður fyri, at eg fekk útgivið eina plátu við mínum løgum” sigur Tór Verland.

Føroyatúrur skelkaði Sebastian

Ein buldrasligur flogtúrur til Føroyar í 1977 var orsøk til, at Sebastian í 10 ár ikki setti fótin í eitt flogfar. Men nú er flogræðslan burturi, og Sebastian hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir seinastu mánaðarnar. Mikudagin 8. mars kemur hann aftur til Føroyar.

 

Mikudagin 8. mars fer fólkakæri danski troubadururin Sebastian á pallin í Norðurlandahúsinum. Hetta er partur av hansara comeback konsertferð sum einstaklingur. Hann sigur seg gleða seg til at sleppa aftur til vøkru føroysku náttúruna og vinarliga og fitta fólki, ið her býr. Men tað er eingin sjálvfylgja, at konsertferðin eisini leggur inn í Føroyum. Í árunum 1977-87 var Sebastian so ringur av flogræðslu, at hann ikki fór í eitt flogfar. Ræðslan stóðst av einum sera buldrasligum flogtúri úr Keypmannahavn í Vágarnar.

 

Betur ógjørt

“Flogferðslan hevði ligið lamin í tríggjar dagar orsakað av kavaódn”, greiður Sebastian frá, meðan hann skiftir streingir á kassagittaranum. Vit eru í óvanliga stóra rúminum handan pallin í spælistaðnum Støberihallen í Hillerød. “Fjórða dagin royndu vit so, men tað var betur ógjørt. Túrurin var so ótespiligur, at eg ikki vildi flúgva í 10 ár eftir, at eg var komin til hús aftur. “.

Men flogræðslan er burtur, eisini ræðslan fyri at flúgva til Føroyar.  Sebastian var í Føroyum fleiri ferðir í sambandi við uppsetingina av Ronju Ránsmannadóttir, og nú kemur hann aftur. Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at tætta sambandið við Niels Halm í Norðurlandahúsinum er beinleiðis orsøkin til bæði uppsetingina av Ronju og konsertina 8. mars. Men samstundis dámar honum væl í Føroyum. Náttúran er stórsligin, og fólki er sera vinarligt, “Í øllum førum tey, ið eg havi hitt higartil.

 

Enn ein útseld konsert

Vit sita aftan fyri pallin og drekka kaffi, saman við ljóðmanninum og onkrum hjálparfólki. Sebastian vil fegin gera seg lidnan við at seta streingir á gittarin, áðrenn vit fara okkurt friðarligari stað at práta. Stemningurin tykist sera góður. Menn tykjast eitt sindur spentir, men tó avslappaðir. Konsertin í kvøld er útseld, tað eru tær altíð hjá Sebastian.

42 útseldar konsertir vóru fyrsti parturin av konsertferðini, síðan helt Sebastian ein steðg vegna sjúku, men er júst farin undir aftur konsertferðina. Hann greiðir frá, at sjúkan fór illa við honum, men samstundis helt hann uppat við at roykja, tí gongur lættari at syngja enn áður. “Onkuntíð havi eg havt trupulleikar við røddini, men tað havi eg ikki longur, so samanumtikið er tað ivaleyst rætt, tá ummælararnir skriva, at Sebastian er betur enn nakrantíð.”

Vit fara út í tóma konsertsalin, seta okkum á fremsta rað. Um eina løtu verur salurin fullur. Men hesa løtuna eiga lesararnir í Sosialinum ein tann besta danska trubadurin gjøgnum tíðirnar, til eina samrøðu, um tónleikin, yrkisleiðina og konsertferðina.

 

Konsentrerar seg um seg

Eftir, at Sebastian í 10 ár ikki hevði verið á palli sum einstaklingur, fór hann í 2003 á konsertferð. Hann greiðir frá, at orsøkin til, at hann fór á pallin aftur sum einstaklingur, var tí, at hann hevði tíð til tað. Sebastian spældi fyrstu árini av síni yrkisleið rættiliga nógv sum einstaklingur og rættiliga nógv við bólki. Í 80’árunum gjørdist sjónleikurin og sangleikurin ein alt størri partur av hansara lívi. Tí gavst hann við at ferðast við bólki í 1987. Men helt fram sum einstaklingur til 1993 ella 1994. Tá var heldur ikki tíð til hetta. Hann fór frá at skriva sangleikir, til at leikstjórna og seta teir upp sjálvur. Alt ov ofta vóru uppsetingarnar av hansara leikum stutt sagt ov vánaligar. Tí vildi hann sjálvur royna at gera tað betur. “Eg hevði skrivað nakrar av best dámdu donsku songleikunum, men tíanverri vóru framførslurnar oftað als ikki nøktandi. Tí var týdningarmikið fyri meg, at sjálvur sleppa at leikstjórna leikirnar. Soleiðis kundi eg tryggja mær, at leikurin minst einaferð varð settur upp nøktandi. Nú eru allir leikirnir framførdir nøktandi. Eg havi sjálvur leikstjórnað teir flestu leikirnar, ið eg havi skrivað. Tí kundi eg aftur fara á konsertferð og konsentrera meg um meg.”, sigur Sebastian.

 

Einki gjørt í nógv ár

Hann heldur ,tað vera áhugavert, at tá hann var á ferðum sínum í Føroyum í heyst og í vetur, varð hann fleiri ferðir spurdur, um hví hann einki hevði gjørt hesi árini. Hann fekk varhugan av, at nógvir føroyingar einki kendu til allar leikirnar, ið hann hevði skrivað, og allar fløgurnar við sangleikstónleiki, ið hann hevði gjørt hesi árini. Men hann kann troysta tey, ið bíða eftir eini Sebastian fløgu, at ein tílík kemur. Hann hevur góðan hug til at skriva til sín sjálvs nú og væntar, at hann gevur eina fløgu út um 1 ella 2 ár.

 

Bert í SVF

Seinastu 30 árini hevur Sebastian givið út fleiri enn 30 útgávur, so lagaskatturin er stórur, millum nútímans klassikararnar eru løg sum Når lyset bryder frem, Rose, Vårvise, Du er ikke alene, Romeo, Måske ku’ vi, Sangen om Langfart, Sørøver Jenny, Ostesangen, Sommerfuglen og Den lille malkeko, Hodja fra Pjotr og sjálvandi tónleikurin úr Ronju Ránsmannadóttir. Hann hevur framført yvir túsund konsertir sum einstaklingur. Men tað er bert ein sjónvarpsstøð í heiminum, ið hevur tikið eina konsert við Sebastian upp. Tað er Sjónvarp Føroya, ið tók konsertina hjá Sebastian í Norðurlandahúsinum fyrst í 90’árunum upp, greiðir hann frá. “Tað var ikki fyrr enn, eg sjálvur skipaði fyri upptøkum av eini konsert í Odense og gav hana út á DVD, at danski hyggjarin fekk møguleikan at uppliva meg á skíggjanum”. Hetta, at fólk ikki hava sæð einstaklingakonsertirnar uttan so, at tey hava verið á konsert, ger, at tá tey fyrstu ferð koma á konsert, gerast tey eitt sindur tikin av bóli av, at t.d. humour spælir ein so stóran leiklut í framførsluni.

 

Konsertin skal vera ein heild

Sebastian sigur, at hann altíð eins og í sangleikunum og fløgum, roynir at gera konsertirnar til eina heild. Hann ger sær stóran ómak við at byggja skránna upp á rættan hátt. Aftan á eitt ávíst slag av lagið, skal eitt annað slag av lagi koma. Hetta er eitt putlispæl, ið gerst til eina eind. Hetta hava nógvu royndirnar sjálvandi gjørt munandi lættari.

Ein plátufelagsstjóri segði einaferð við Sebastian, at hann var tann einasti tónleikarin, ið hann kendi, sum kundi skriva eitt lag, ið manglaði. “Men hetta er veruliga so, tá eg geri eina fløgu, so skal hon rigga sum ein eind. Tí manglar onkuntíð eitt ávíst lag, so skrivi eg tað.”, sigur Sebastian smílandi.

 

Fastur karmur

Sebastian spælir ikki somu spæliskrá hvørt kvøld. Men skiftir av og á nøkur av løgunum út. Eini 5-6 løg eru tó altíð við. Tað er rundan um hesi løg, at restin verður bygt upp. Tey eru eitt slag av føstum karmi rundan um konsertferðina.  Sebastian hevur eini 300-400 løg at velja ímillum, men ikki øll riggað til trubadur útsetingina, so úrvalið avmarkar seg sjálvt. Hann sigur, at hann ikki dugur at síggja, hvussu hann skuldi tillagað konsertina í Norðurlandahúsinum mikukvøldið til føroyska marknaðin. Tí hann satt at siga ikki hevur nóg gott innlit í, hvørji løg føroyingar dáma hjá honum. Men hann ger sær altíð ómak við at byggja konsertina soleiðis upp, at hon er áhugaverd, eisini um tú ikki kennir løgini. Sebastian greiður frá, at hann kennur tað, sum um fólk eru øgiliga konsentreraði á konsertunum, og hann metir, at hetta er fyrst og fremst orsakað av, at spæliskráin er løgd til rættis, sum hon er.

 

Sebastian í Kanon

Sebastian eigur eina av tónleikaútgávunum, ið eru valdar at vera partur av donsku tónleika kanonini.  Talan er um plátuna Stjerne til støv, ið kom út í 1981. Tað er ein arbeiðsbólkur undir danska Mentamálaráðnum, ið hevur valt tær týdningarmiklastu tónleikaútgávurnar at vera tónleika kanon. Sebastian sigur, at hann er glaður um hendan heiður. “Ofta eru tað fjølmiðlar, ið velja hvør skal hava ymiskar heiðurslønir. Men í hesum førinum er tað ein arbeiðsbólkur, ið hevur sitið og diskutera hetta. Tað er stuttligt at verða diskuteraður – At fólk skulu fyrihalda seg til mín tónleik.”, sigur Sebastian. Hann heldur, at tað er stuttligari at vera við, enn ikki at vera við. “Tað er eisini stuttligt, at hetta ger, at mín tónleikur verður spældur og diskuteraður í skúlunum. Fólk takað støðu til hann”. Nógv kjak hevur verið um Kanoniseringina og bæði Det Gode Selskab, ið umboðar Gasolin og Savage Rose høvuðsmaðurin Thomas Koppel, ið andaðist í vikuni, hava mótmælt, at teirra fløgur verða nýttar í einum politiskum talvi. Sebastian sigur, at hann velur ikki, at síggja hetta sum eitt politiskan heiður enn. Men um tað verður nýtt politistiskt, so heldur hann heiðurin vera meira ivasaman.

 

Trubadurens Aften

Við Kanonprátinum er løtan við Sebastian av á hesum sinni. Vit siga farvæl, og hann fer aftur um pallin til hinar, ið bíða eftir honum. Um eina løtu verður salurin fyltur við áhoyrarum, ið vilja hoyra henda frálíka trubadur.  Á pallinum stendur gittarin og bíðar og runt í húsunum stákast starvsfólkið við at fáa tað síðsta klárt áðrenn konsertina. Hillerød er um at vera til reiðar til Trubadurens Aften, mikudagin stendur Føroyar fyri tørn.

Hvør megnar at koppa poppmeistaranum

Seinastu tríggjar mikudagarnar hevur Eivind Niclasen í kappingini poppmeistarin í útvarpssendingini Kasino víst næstan ræðandi innlit í poppheimin. Hann er stutt sagt eitt livandi poppleksikon, vit hava práta við 32 ára gamla klaksvíkingin, um popp, um Eivind og um áhugan hjá Eivindi fyri poppi.

 

Poppmeistarin er ein rættiliga líkatil spurnarkapping, tveir luttakarar kappast í spurningum um nýggjan og gamlan popptónleik. Eivind Niclassen luttók í fyrstu sendingini, ið var fyri fýra vikum síðan. Hann vann hetta umfarið og gjørdist poppmeistarin. Í Kasino sendingini hvønn mikudag verður poppmeistarin avbjóðaður av fólki, ið meta seg hava møguleika at takað tittulin frá honum og sjálvi gerast poppmeistarin. Higartil hevur hann vart tittulin tvær ferðir. Hann var aftur í eldinum í dag, men hetta var eftir, at blaðið fór til prentingar. So vit vita ikki hvussu tað hevur gingist hjá honum.

 

Dámar ikki soul

At vinna tríggjar spurnarkappingar á rað er eitt bragd í sjálvum sær, men tað er tann ótrúliga breiða vitanin innan popptónleik, ið hevur verið so sannførandi, hann kennur nýtt sum gamalt. Tað tykist stutt sagt, sum um allur poppur hevur hansara áhúga, men er tað so?

Eivind greðir frá, at hann hevur stóran áhuga í rútmiskum tónleiki. Men at eingin hevur møguleika fyri at fylgja við í øllum. Tí er sumt, ið fer framvið. Rútmiskur tónleikur er eisini vorðin so nógv ymiskt. Tað eru onkrar tónleikagreinar, ið hann als ikki hevur áhuga í. Her nevnir hann Soul sum eitt dømið um tónleik, ið hann als ikki tímur at hoyra.

 

Ein A-Ha uppliving

Vitanin hjá Eivindi fevnir um fleiri ártíggjund. Tilvitaði áhugin fyri tónleiki, kom tá hann fyrstu ferð hoyrdi A-Ha miðskeiðis í 80’ árunum. Hann gjørdist bergtikin av bólkinum og fór tilvitað at savna sær alt hjá bólkinum, allar útgávur eisini stakfløgurnar. Hann læs um bólkin í bløðum sum Bravo, Ung Nu, Mix og Vi Unge. Hann sigur, at seinni hevur hann havt líknandi tíðarskeið við bólkum sum Iron Maiden, Pink Floyd, Rolling Stones og Judas Priest. Hetta sigur hann seg vera givnan við. Nú keypir hann mest nýggjar fløgur og hugsar ikki longur um at fáa heil sett.  Hann heldur, at dyrkanin av yndisbólkum er avmarkandi. Hann vil heldur hava heildina við.

 

Sum heldur

Tó so, so eru onkrar fløgur, ið hava hildið betur enn aðrar. Hann nevnir Into The Fire hjá Bryan Adams, ið honum hevur dámt í 20 ár. Hon kom út í teimum poleraðu 80’unum, men var skitin og virkaði erlig. Hendan fløgan riggar enn í dag og stendur í andsøgn til nógvar av teimum heldur ivasomu fløgum, ið Bryan Adams hevur gjørt síðan, heldur Eivind. Men eisini Scoundril Days hjá A-Ha er enn at finna í fløguspælaranum javnan.

 

Keypir fløgur á alnetinum

Síðan fyrst í 90’árunum hevur hann keypt fløgur. Áðrenn hetta hevði hann bæði kassettubond og LP’ir, men nú er næstan alt hetta burtur, í staðin hevur hann keypt útgávurnar á fløgu. Fyrr vóru tað fløguhandlarnir, ið nutu gott av hansara hugi til tónleik, men seinnu árini er alnetið vorðið staðið, har Eivind keypir tónleik. Amerikansku og ensku heimasíðurnar hjá Amazon er besta miðið hjá Eivindi, tá hann leitar eftir fløgum.

 

3 fløgur um vikuna

Fløgusavnið telur nú yvir 2100 fløgur. Hetta er næstan tríggjar fløgur um vikuna seinastu 15 árini. Men hevur man tíð til at lurta eftir øllum fløgunum, tá innkeypið er so stórt?

Hann sigur, at tað eru fløgur í savninum, ið hann bert hevur lurtað illa eftir og enntá onkrar, ið ongantíð hava verið spældar. Hetta eru serliga fløgur, ið hann hevur keypt, tá hann er innið í einum fløguhandli og ikki finnur nakað, ið hann ynskir sær.  So keypir hann onkuntíð okkurt fyri ikki at fara tómhentur út aftur. Hesar fløgur enda onkuntíð beint uppi á hyllini uttan at verða lagdar á.

 

Manglandi Q mundi koppa honum

Eivind hevur fylgt væl við í nógv ár, millum annað í tónleikabløðum, á MTV, tá hann fekk parabol fyrst í 90’unum og á alnetinum. Innsavnanin av vitan er ofta øgiliga uppsøkjandi, og áhugin er enn stórur. Seinnu árini hevur Q magazine verið høvuðskeldan til hansara vaksandi poppvitan. Hann hevur trúgvur keypt blaðið í nógv ár, men síðan november í fjør hevur Q ikki verið at fingið í Klaksvík. Hetta var líka við at koppa Eivindi í sendingini mikudagin í farnu viku. Nøkur hol vóru í vitanini í hesum tíðarskeiðinum. Tí endaði spurnarkappingin á jøvnum, men tá eykaspurningurin kom, endaði Eivind fremstur. Hann hevur longu tikið avleiðingarnar og hevur meldað seg sum haldara av Q.

 

Veikur í tí føroyska

Eivind viðgongur, at føroyskur tónleikur ikki er hansara styrki. Áhugin hevur ongantíð verið so stórur, so spurningar innan føroyskan tónleik kunnu koppa honum í kappingini. Hann eigur nakað av føroyskum tónleiki í fløgusavninum, og nevnir t.d. bólkarnar Present Past og Deja Vu, sum góðar føroyskar bólkar. Áhugavert er, at leggja til merkis, at hetta er tveir av føroysku bólkunum, ið ljóða minst føroyskir.

 

Hevur sending í útvarpinum

Um Eivind er koppaður í sendingini í dag, ber alíkavæl til at hoyra hann í føroyskum útvarpi. Hvørt hóskvøld millum 20-21 hevur Eivind eina tónleikasending í Útvarpi Føroya. Í sendingini spælir Eivind nýggjan tónleik úr sínum fløgusavnið.

Mr. Popp gjørdist Mr. Poppkorn

Kári Jacobsen hevur verið ímyndin av føroyskum poppi síðan 80’árini og hevur verið við í flestu væleydnaðu popptónleika verkætlanunum t.d. Nalja, Malan Eyðusdóttir og Brandur Enni. Tí er tað kanska heldur ikki so skelkandi, at nýggjasta verkætlanin Poppkorn gjørdist so væl eydna. Vit hava hitt Kára í upptøkuhølunum ytst á Amager.

Kári er sera fryntligur og bjóðar kaffi úr síni Senseo kaffimaskinu. Hølini eru hugnalig. Listin á veggjunum er nýmótans, og innbúgvið er ikki nógv í stóru luftigu hølunum. Her er kekka á tann kula mátan. Kári og samstarvfelagin hjá honum, Jakob, hava yvirtikið hølini frá Media Music við Eyðfinni Jensen og Leivi Thomsen. Hetta er karmurin um arbeiðsdagin hjá Kára. Hann livur av at gera og skriva tónleik. Tá vit koma inn, situr hann júst og arbeiðir við eini jinglu til MTV. Enn er hann ikki greiður yvir, um hann fær uppgávuna, men jinglan ljóðar kul, so hvør veit.

Júst sjónvarpsjinglur er nakað, ið Kári arbeiðir nógv við. Marknaðurin er bæði danskur og altjóða. Hann sigur, at hann fæst við júst tað, sum hann tendrar uppá, tað at skapa nakað. Áhugin liggur í at skriva tónleik og produsera og tað sleppur hann her. Hann stoypir kúlur til onnur. Hann heldur ikki, at hansara persónligheit er tað slagið, sum vil sleppa á ein pall at spæla. Hann hevur tað sera gott við at sita aftan fyri og lata onnur takað sær pallarbeiðinum. Tá tú upptraðkar, handlar tað um at vera í fokus. Hetta heldur hann ikki vera so áhugavert. Tað er behaligt at hava eina frástøðu. Fólk vísa áhuga í tí tú gert, heldur enn hvør tú ert.

 

 

Á barr við vinum

Í 2005 brúkti Kári umleið tríggjar mánaðar til at skriva og innspæla tónleikin til Poppkorn. Ein fløga, ið nú hevur selt næstan trýtúsund eintøk og sum enn selur væl, sum eitt eykað herðaklapp varð bólkurin valdur til besta nýggja bólk. á Planet Awards. Hóast tær fimm, ið standa á pallinum eru andlitið út eftir, so er Kári maðurin aftan fyri tær. Sum sangskrivari, framleiðari og tónleikari eigur hann stóra æru í hesi heiðurslønini. Hann sigur seg eisini vera øgiliga takksaman fyri hendan heiðurin. “Eg haldi, at tað er stuttligt, at hatta slagið av tónleiki fær viðurkenning. Eg eri eisini glaður gentunnar vegna. Tær hava arbeitt so hart og hava verið so øgiliga motiveraðar. Tað er eisini flott at vinna á einum bólki sum Lama Sea”, sigur Kári.

Hann er búsitandi í Danmark, tí var hann ikki á Hotel Føroyum á Planet Awards, men Eyðfinn Jensen, ið er umboðsmaður hjá Poppkorn og pápi frontfigurin Lillian Dalsgaard, ringdi til Kára. Kári var tá staddur á eini barr við nøkrum vinmonnum, so har lá væl fyri at feira.

 

Góð teenpop rødd

Kári hevur kent Eyðfinn Jensen síðan studentaskúlan. Teir hava samstarvað tónleikaliga fleiri ferðir. Tí hevur Kári kent Lillian, síðan hon varð fødd. Tí kundi samstarvið tykst nokkso upplagt, men upprunin til Poppkorn er eitt sindur tilvildarligur. Eyðfinn hevði skrivað eitt lag til Lillian, ið tey ætlaðu at melda hana til danska Barnaprixið MGP við. Eyðfinn sendi Kára lagið til ummælis. Kári festi seg beinanvegin við røddina hjá Lillian. “Lillian dugir væl at syngja, so hevur hon eina rødd, ið passar væl til teenpopp. Hon sær gott út og hevur star quality. Hon hevur góða orku og er útatvend. Harumframt hevur hon eisini eina ótrúliga drívmegi.”, sigur Kári.

 

Røttu karmarnir

Kári sigur, at hann hevur fleiri ferðir hugsað um at stovnað ein føroyskan poppbólk. Men nú vóru karmarnir knappiliga rættir. Lillian savnaði bólkin, Eyðfinn var umboðsmaður og fekk alt tað praktiska at rigga, og Kári gjørdi tónleikin. Tey fóru beint í gongd við at hugsa um konseptið. Hvussu tekstir og tónleikur skuldu vera. T.d. ein veitslusangur, nakrar kærleiksballadur og so framvegis.

Kári greiður frá, at hann hevði allatíðina í huga, at poppur er fleirmedialur, tú noyðist at hugsa í heildarkonseptum. Tað er ikki bara at fara í hagan, við eini reyðvínsfløsku og einum kassagittara. Poppur er handverk og íblástur. “Sjálvandi er tað hart arbeiði, men ikki minst hesuferð var tað eisini stuttlig uppgáva”, sigur Kári.

Kári sigur, at tey alla tíðina hava verið samd um, at útgávan skuldi vera av høgari góðsku. Íblásturin kemur úr útheiminum, men somuleiðis úr føroyskum sangsiði. T.d. eitt lag sum Droymi mitt um dagin, ljóðið og útsetingin er altjóða, men sjálvur sangurin er rættiliga føroyskur.

 

Royndarballónir

Men tey lupu ikki bara út í verkætlanina. Við konsertum á ymisku festivalunum og útvarpsútgávu av gamla ólavsøkulagnum, fekk bólkurin eitt sindur av royndum seinasta summar, og Kári og Eyðfinn sóu, at áhugi var fyri bólkinum.

Síðan var stakfløgan av Sjeikinum send út, sum ein seinasta royndarballón. Kári sigur, at hetta var eitt øgiliga natúrligt væl av lagið. Tí tað egnaði seg so væl til Poppkorn. Tað eru fyrimunir við, at leggja út við einum lagið, ið longu er kent millum fólk. Sjálvt um lagið er gjørt rættiliga radikalt um, so eru fólk longu góð við tað. Stakfløgan var beinanvegin sera væl móttikin, tí kom fløgan stutt eftir.

 

Alnetið var sambandið

Kári spældi allan tónleikin inn í Danmark. Systur hansara Eyð sang somuleiðis øll kórini inn í upptøkuhølunum á Amager. Sangurin hjá gentunum varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá Eyðfinni í Havn. Alla tíðina bleiv tilfarið lagt upp umvegis alnetið. Hetta riggaði fínt, og vísir hvussu lítið landamørk og geografisk frástøða hevur at siga longur.

 

Eitt feministiskt statement

Kári livir av at skriva tónleik, hetta er livibreyðið. Men hann sigur, at idealisma eisini er við í tí. Hann metur Poppkorn, sett upp á spíðsin, vera eitt slag av feministiskum statement. Alt ov fá konufólk eru í almenna rúminum serliga í politikki. Hetta er ein roynd at skapa nakrar føroyskar kvinnuligar fyrimyndir hjá gentum, ið vaksa upp í Føroyum. Kári vónar, at hetta kann hjálpa við at broyta leiklutin hjá kvinnum í almenna rúminum. “Hetta gevur føroyskum tónleiki ein annan vinkul. Eg haldi at tað er týdningarmikið, at føroysk ungfólk fáa okkurt føroystkt at spegla sær í.” .

 

Altjóða snið

Poppkorn útgávan varð málrættað til føroyska marknaðin, men ikki skræddaraseymað. Fløgan er rættiliga altjóða. Kári heldur ikki, at serliga nógvar tillagingar skulu til, fyri at fløgan kann útgevast á onkrum øðrum marknaði. “Allir marknaðir eru ymiskir, tí skulu altíð tillagingar til. Men her er talan um smávegis broytingar”, sigur Kári..

 

Høg góðska

Kári heldur, at nógv spennandi hendir á føroyska tónleikapallinum. Góðskan er hækkað nógv seinastu árini, heldur hann. Persónliga metur hann, at Poppkorn og 200 eru mest nýskapandi bólkarnir á føroyska marknaðinum í løtuni. Báðir bólkarnir eru undirhald, men á heilt hvør sín máta. Báðir bólkar bróta frá føroyska tónleikapallinum á nógvar mátar.  “200 er cool, og lat nú vera við at skriva kul, tí teir eru cool á tann stórbýarkenda mátan. Teir hava humor og punkattitudu, og tað riggar hjá teimum. Tað haldi eg eisini, at tað ger hjá Poppkorn.”.

 

Poppur er so nógv ymiskt

Kári hevur verið við í flestu væleydnaðu føroysku popptónleika verkætlanunum, sum Nalja, Malan Eyðusdóttir, Malan Thomsen, Brandur Enni og í fjør skrivaði hann ein sang til systur sína Eyð Berghamar Jacobsen, ið megnaði at fáa triðja plássið í stóru norðurlendsku tónleikakappingini Nordic Unsigned. Kári er Mr. Popp í Føroyum. Vit spurdu hann, hvussu hann sær sín leiklut á føroyska tónleikapallinum. Hann var ikki nógv fyri at meta um hetta og helt, at tað máttu onnur meta um. Hann vónar bara, at hann kann flyta nøkur mørk og geva føroyskum tónleiki okkurt.

“Fólk tosa um meg sum popp-sangskrivara, ella poppprodúsara. Eg eri sangskrivari og prodúsari. Tað er so nógv, sum er poppur, Frændir er poppur. Popplist fløgurnar – har er alt poppur. Onkur tónleikur, hevur kanska  lyndið til at lefla meira fyri áhoyrarunum, men samanumtikið er tónleikur av skiftandi góðsku innan allar genrur. Eg haldi ikki, at popptónleikur er betur ella verri enn fólkatónleikur, rokkur, jass ella nakað annað”

Vit spurdu hvat er tað, sum ger, at hann fæst so nógv við popptónleik? “Poppur tiltrekkir – Hetta er tónleikur, ið kemur út til nógv – Tað snýr seg um fólkið. Góður poppur skal vera eitt spegl av samtíðini og hevur eina viktiga funktión í samfelagnum. Tá man situr og ger innatvendan tónleik, sum eingin hoyrir, fer tað ikki út í samfelagið. Eg haldi ikki, at man skal ikki undirmeta pop. Ting, sum kunnu virka grunn, kunnu hava dýpd, og umvent kunnu ting, sum virka djúp, vera grunn.”

 

Nógv jørn í eldinum

Kári fæðst við nógvar ymiskar verkætlanir. Poppkorn er bert ein av teimum, vit spurdu hann, um Poppkorn  var ein døgnfluga, ella um hann kundi hugsað sær, at arbeitt við gentunum aftur? “Tað hevur jú gingið øgiliga væl, so tí er hugurin heilt víst til staðar at gera okkurt aftur”, svaraði Kári. Eg lati hann sleppa aftur til MTV jingluna og fari út úr upptøkuhølunum í danska kavan úti á Amager.

 

Um Kára:

Navn: Kári Linderoth Jacobsen

Aldur: 37 ár

Føðistaður: Tórshavn

Bústaður:  Keypmannahavn

Yrki: Sangskrivari, prodúsari tónleikalærari

Frítíðar ítriv: Lesi avísir, at ferðast og styrki og motiónsvenjing.

Útbúgving: Kgl. Danska Musikkonservatoriið

Ljóðføri: Tangentar, kór, gittar til legubál og trummir.

 

Høgni Lisberg visti, at hann fór at vinna

Mynd: Símun Jóanesarson Hansen

Í mun til flest øll hini, ið vunnu planetir á Planet Awards var Høgni Lisberg als ikki yvirraskaður, sjampanjan var í køliskápinum. Tí Høgni visti, at hann fór at vinna, tað hevði hann vist í einar 30 tímar, áðrenn restin av okkum vistu tað.

 

Høgni Lisberg var tann einasti av teimum, ið vunnu planetir á Planet Awards, ið hevði meldað avboð. Ikki ein einasti av teimum, ið luttóku á fløguni Morning Dew var í Føroyum. Tá fyrireikararnir fríggjadag seinnapart skiltu, at besta fløgan ikki fór at vera umboðað, vóru góð ráð dýr. Tí varð avgjørt, at Høgni Lisberg skuldi sleppa at skriva eina heilsan, ið eitt umboð fyri plátufelagið TUTL kundið lesa upp. Tí varð ringt til lítilætna leirvíkingin, ið mundi dottið um av skelkinum.

 

Han sigur við okkum, at hann als ikki hevði væntað at vunnið. Hann var miðskeiðis í síðstu viku í Føroyum, men við einum nýføðingi heima á Oyrasundkollegiinum, og skúlagongd í Danmark fór hann niður aftur hósdagin. Hann greiðir frá, at hann var sannførdur um, at 200 fór at vinna heiðurslønina, tí bólkurin hevur størstu fløgusøluna, umframt at teir eru øgiliga populerir. So hann fór aftur av landinum.

 

Høgni slapp at fortelja damuni Marjun og pápa sínum, ið vóru innið hjá honum, tá fyrireikararnir ringdu, at hann hevði vunnið. Men annars fekk eingin nakað at vita. Leygarkvøldið lurtaðu Høgni og eini 10-15 vinfólk eftir útvarpssendingini. Hann snýkti eina sjampanjufløsku við sær, legði hana í køliskápið og helt maskuni alt kvøldið.

 

Men í somu løtu sum Ginna Midjord hevði sagdi Mo… kom róp í, og tann einasti, ið ikki hoppaði og jublaði var Høgni. Hann noyddist tí at greiða hinum frá, at hann visti hetta frammanundan. Síðan bleiv veitsla, og saman við nógvum øðrum var sigurin feiraður í Sumpen á Oyrasundskollegiinm.

 

Høgni sigur, at hann er sera glaður um at hava fingið heiðurslønina. Ambitiónirnar røkka langt út um landoddarnar, men Føroyar er basan, tí er eitt tílíkt herðaklapp sera bekreftandi, sigur hann. Hann er eisini greiður yvir, at ein tílíkur prísur kann nýtast í marknaðarføringini uttanlanda. Hann hevur hoyrt frá nógvum í ídnaðinum, at tað er týdningarmikið at hava eina søgu at selja, og hetta er ein góð søga.

 

Høgni gav Morning Dew út 28. november, hetta er upp á dagin tveir mánaðar, áðrenn Planet Awards, um hetta mundið komu eini 15 útgávur út, tí hevði Høgni ikki ímynda sær, at hansara útgáva fór at hava gjørt nóg nógv vart við seg, til at vinna eina heiðursløn.