…and you’ll know us by the trail of dead

Bólkurin við tí mest forvitnisliga navninum á ársins Roskilde Festivali var “…and you’ll know us by the trail of dead”. Bólkurin var ein britpop íblástur tungmálmsbólkur við punkkendum dámi, tveimum trummisettum og sera ringum ljóði.

 

Løgini vóru sum heild fín, rættuliga fangandi melodiir, ofta eitt sindur líkt Oasis, men so næstu løtu var tónleikurin punkkendur og so knappiliga tungmálmur. Balansan millum fjøllbroytni og stílforvirring er smøl, men “…and you’ll know us by the trail of dead” liggja langt yviri á stílforvirrings partinum.

 

Bólkurin var annarleiðis við at hava tvey trummusett, men stóran part av konsertini stóð eg við spurninginum “hví?”, tey spældu næstan alla tíðina tað sama, og tvey tyktust fullkomiliga óneyðug. Eisini gjørdu allar hesar trummurnar ljóðmyndina enn verri, og hon var ring.

Spæligleði fyri allan peningin

Greenday eru nógv meira enn ein poppunk bólkur við eitt sindur av attitúdu. Amerikansku rokkararnir góvu áhoyrarunum eina tónleikauppliving, sum seint verður gloymd, tá teir spældu eina ótrúliga feita konsert, sum telist millum mínar bestu konsertupplivnagar nakrantíð.

 

Spæligleðin hjá punkarunum skein ígjøgnum og smittaði øll. Økið framman fyri appilsingula pallin  gjørdist ein stór veitsla við 50.000 gestunum. Hetta var eitt ordiligt rokk’n’roll show av teimum allar bestu. Teir spældu øll hittini bæði nýggj og gomul, og eina løtu tóku teir tríggjar ungar menn úr áskoðarunum upp at spæla undir, meðan sangarin sang. Her stóðu tríggir ungir menn, og spældu punk fyri 50.000 sálum, við Greenday sangaranum á pallinum. Ein fantastisk uppliving.

 

Tá Greenday fóru undir at spæla “We are the champions” hjá Queen, stóð ikki eitt tunguband stilt. Greenday vunnu við fleiri bátslongdum heimsmeistaraheitið í rokk’n’roll.

Ófeitir Foo Figthers

Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.

 

Røddin var lítið orkumikil, og dróg hetta framførsluna niður. Bólkurin spældi annars væl og tað, sum Grohl manglaði í røddini, hevði hann í beinunum. Hann rann runt sum eitt ótt alla konsertina, og eina løtu stóð hann á ljóðtorninum mitt úti millum áskoðararnar og spældi gittar.

 

Konsertin fór sjálvdan ordiliga á flog, og tóktist eitt sindur long.

Röyksopp

Norsku Röyksopp góvu teimum lurtarunum, sum sloppu framat, eina fantastiska suverena fullkomiliga feita tónleika uppliving. Teltið kókaði, og fólk vóru øll í eini ekstasu. Men uttanfyri stóðu minst líka nógv fólk, sum ikki sloppu inn. Roskilde Festivalurin kiksaði illa við at seta eitt heimsnavn á ein tann minsta pallin.

 

Dreymakendi og sveimandi tónleikurin hjá Röyksopp er ein heimur fyri seg, har fólk ikki kunnu annað enn at gerast bergtikin. Tey fáu hepnu, sum fingu pláss í teltinum, vóru inniliga rørd og Poor Leno var um at lyfta teltinum uppfrá. Kanska skuldi teltið bara farið á flog, tí so kundu øll uttanfyri eisini fingið ein part av feitu upplivingini.

 

Fýra gamlir rokkguðar

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.

 

blacksabbath37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norðanfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting.

 

Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

 

Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løgunum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepparar elska, sum: After Forever, við tekspettinum “Would you like to see the pope at the end of a rope”, sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar.

 

Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsingula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa atburðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt.

Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald

Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunrise og Planet Caravan.
 

 Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA

Mike Patton og Fantomas ein løgin bólkur

Fyrrverandi Faith no More sangarin Mike Patton, og tríggir av hansara bólkum spæla á ársins Roskilde Festivali. Tann fyrsti av hesum Fantómas spældi eina løgna konsert á Arena pallinum.

 

Tónleikurin er eitt bland av rokki, jassi og larmi. Røddin hjá Patton syngur sjálvdan, men er í hægri mun eitt ljóðføri, sum ger tónar, skríggjar og skrálar. Umframt Patton, sum spælir á rødd, eru eisini bassur, slagverk og gittari við í bólkinum.

 

Løgini eru ikki løg í vanligari merking, men heldur ljóðmyndir, sum tónleikararnir spæla við og hugna sær við at skapa. Framførslan var góð, men hevði kanska betur egna seg til Listarstevnuna enn í einum telti á Roskilde Festivalinum. Tær ferðirnar tónleikurin veruliga fekk fatur í áskoðarunum, var tá Patton sang vanligari melodiir og løginin vóru eitt sindur meira lagakend.

Peter Sommer hugtók

Danski tónasmiðurin  Peter Sommer var fyrstur á Odeon pallin í dag. Hetta er ein av teimum smærru pallunum. Men tey nógvu fólkini inni í teltinum og øll, sum sótu uttanfyri fingu eina jaliga, summarliga og hugnaliga løtu.

 

Tey vøkru og einfaldu løgini hóskaðu væl til at byrja dagin við, eftir at rokkurin var í hásæti í gjárkvøldið. Peter Sommer hugtók, serliga vóru tað donsku útvarpsslagararnir “Tigger” og “Valbybakke”, sum fingu lurtararnir við sær.

Snoop Doggy Dog provokeraði

Snoop Doggy Dog er ein av teimum mest provokerandi tónlistafólkunum í ídnaðinum, og tí var onkur provokatión í væntu. Áðrenn fyrsta lag varð av, hevði Snoopy spælt porno, vold og rúsevnisnýtslu á stórskíggjanum.

 

Konsertin hjá Snoop var sera væleydnað. Allur slættin frammanfyri appilsingulapallin hoppaði, dansaði og sang við, meðan Snoop rappaði um bitches, niggers og pot. Bæði bólkur og rapparin sjálvur vóru ótrúliga vælupplagdir. Bólkurin fevndi um nakrar backingrapparar, ein skratjara, gittarleikara, ljómborð og trummir.

Svenskur deyðsmálmur

The Haunted vóru um at lyfta teltinum á Arena pallinum, tá teir í dag lótu næststørsta pallin á Roskilde Festivalinum upp. Svensku tungmálmsrokkararnir vóru garrvillir og larmaðu við dupultum fóttrummum og øllum tí, ið hoyrir til í tílíkum tónleiki.

 

Sangarin rópti, skrálaði og skríggjaði og av og á sang hann eisini eitt sindur. Røddin var ótrúliga orkumikil, og Arena pallurin var latin ordiliga upp. Tað er hóskandi, at ein tungmálmsbólkur leggur fyri í dag, tá stóri appilsinguli pallurin seinni verður karmur um Black Sabbath, Audioslave og D:A:D

 

 

Eg mundi ikki kent Kent aftur

Svenski superbólkurin Kent fór á stóra appilsingula pallin á Roskilde Festivalinum stutt eftir Velvet Revolver, og vístu hvussu tað skal gerast. Bólkurin spældi sín poppkenda sveimandi rokk næstan perfekt, og konsertin var fantastisk.

 

Eg sá Kent spæla á Roskilde fyri 5 árum síðan, og tá var talan um ein ringan ótjekkaðan punkkendan rokkbólk. Bólkurin er mentur ófatiliga nógv. Løgini eru so øðiliga góð, og Kent spældi tey nakað so væl. Ljóðmyndin var vøkur, og svensku tekstirnir eru vakrir og vælskrivaðir. Her var talan um eina frálíka konsert uppliving.