Petra er ein ferð gjøgnum tíðarrák og lagasmíð

Hýrurin var góður á áskoðaranum, Braquet hevði hita tey væl upp, og nú skuldu tær veruligu hetjurnar royna seg, og Petra royndust væl, vit sluppu eina ferð í teirra sangskatti.

 

Salurin var stúgvandi fullur av fólki. Tónleikararnir komu spakuliga út á pallin, og gjørdu eina evarska lítla ljóðroynd fyri fullum salið, og løgdu so til brots við fyrsta lagnum. Eins og hjá Braquet tyktist byrjanin eitt sindur trek, ljóðið var ikki heilt gott. Men hetta loysti dugnaligi ljóðblandarin skjótt, og longu miðskeiðis í fyrsta lag, ljóðaði væl.

Sangarin John Schlitt, segði, at teir vóru sera glaðir fyri at vera aftur í Føroyum, og at teir fóru at halda fram við einum lagi,  sum varð um, at tað ikki er avgerandi hvat man veit, men hvønn man kennir.

Fyrstu løgini vóru rættuliga nýggj og hóast gott lív var í, so livdi ikki allur salurin við. Tað var ikki fyrr enn nøkur av eldru løgunum vórðu spæld, at konsertin veruliga byrjaði at kóka. Petra hevur verið til síðan 1972 og hesið árini hevur tónleikurin ferðast gjøgnum nógv tíðarrák. Hesið tíðarrák vóru løtt at hoyra aftur í løgunum.

Bólkurin spældi eina sera fjøllbroytna blanding av løgum. Felags fyri løgini var, at tey vóru góð og lætt lurtilig. Men originaliteturin var lítil og eingin, og tey tyktust ikki serlig á nakran hátt.  Eg veit satt at siga ikki, um tað er tí Petra hava so stórt fokus á tekstinum og boðskapinum, at tónleikurin verður eitt sindur tilvildarligur. Tónleikurin tykist bara at gerast ein spegling av teirri tíðini hann er gjørdur í.

Men bólkurin dugur at gera góð løg, og teir duga eisini at gera eitt gott rokk’n’roll show. Har vóru gittarsoloir, basssoloir og trummusoloir, og trummistikkarar vóru kastaðir høgt upp, og loftaðir aftur. Petra vísti at, sjálvt um rokkshowið er kristið – So er tað eitt rokkshow.

Tá Petra spældi lagið “Lord I Lift Your Name on High” sang allur salurin við. Næstan allur salurin dugdi lagið. Rokkkonsertin mintið knappiliga um eitt sangmøti. Rokkkonsertin gjørdist aftur sera verulig, tá tungmálmslagið “Jackyl and Hyde” bleiv spælt. Soleiðis rokkaðu Petra víðari

Aftaná eina langa konsert takkaði bólkurin fyri seg, og fór av pallinum. Tá nógv varð klappa, komu teir útaftur,  fyrst trummuleikarin, sum spældi trummisolo í fleiri minuttir. Síðan komu hinir og endaðu konsertina við tveimum løgum, og einum minnið vekingarmøtið. Gittarleikarin tók orðið. Hann bað tey, sum høvdu tørv á kristnari vegleiðing, um at fara inn í eitt rúm har vegleiðarar bíðaðu eftir teimum. Eyka trýst var lagt á tey, tá hann bað øll hini, sum vistu at doyðu tey nú, komu tey heim til Jesus, koyra hondina upp.

 

Hvat dámdi tær Petra?

Sámal, 32 ár Klaksvík

Hetta var alvorliga gott. Eg eri glaður at teir spældu okkurt gamalt, eg havi lurta eftir Petra nógv, men kenni best tað eldra.

 

Hans Gunnar, 11 ár Havn

Væl, mær dámdi væl. Alt var gott.

 

Ása Sólbrún, Strendir

Tað var øðiliga gott, alt var ordiliga kul.

 

Lillian 24, Ljósáir

Mær dámdi væl konsertina. Deiligt at hoyra okkurt av tí gamla eisini. Kendi betur Petra fyrr, í 90’unum, kennið ikki tað nýggja so væl. Men tað var eisini gott.

 

Jan Erik, 34, Leirvík

Hatta var sera gott. Eg haldi at tað er ótrúligt at so gamlir menn syngja og spæla so væl. Hevði tú lurta uttan at sæð teir, hevði tú hildið, at tað vóru ungir menn sum spældu.

Braquet hitaðu fólki upp

BraquetTá dyrðnar vórðu latnar upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var gongin full av fólk, eisini uttanfyri húsið stóðu nógv fólk. Áhugin fyri Petra var stórur. Men stundisliga uppmøtingin bar eisini boð um, at áhoyrarnir vóru spentir at hoyra Braquet, sum skuldu hita upp fyri Petra. Hetta var samstundis útgávukonsert í samband við fyrstu fløguna hjá Braquet.

 

Sjónligir nervar

Braquet vóru skjótir á pallin. Bólkurin er ikki heilt óroyndur longur, men frammanfyri ein strúgvandi fullum Mentanarhúsið vóru nervarnir nokkso sjónligir. Fyrsta lagið ljóðaði rættuliga trilvandi, og sangarin, Andrias Højgaard hevði lítla orku í røddini, hetta hendur onkuntíð, tá nervarnir eru ringir. Hann stóð við liðini til fulla salin og hugdi beint yvir á gittarleikaran Arna Zachariassen, meðan teir spældu alt fyrsta lagið. Har var einki samband við áhoyraran. Lagið sjálvt var annars framúr gott. Braquet hava ment seg nógv sum bólkur síðan Prix Føroyar finaluna í 2003. Men Andrias tykist hvørki at hava ment seg sum sangari ella sum frontmaður í bólkinum. Hann er lívligur á pallinum, men kemur ongantíð útum pallkantin, fær ongantíð fatur í áskoðarunum. Stendur mest sum og dansar innan í sær sjálvum.

Brúka ikki vokalin rætt

Andrias hevur ikki bestu sangrøddina í heiminum. Men tað eru tað so nógv sum ikki hava. Trupulleikin er, at Braquet brúka røddina hjá honum, sum um hon var fantastisk. Her áttu Braquet at lært av Makrel. Røddin hjá Ára Rouch er ikki serliga yndig. Men við effektum og mest av øllum umhugsni, so er Ári Rouch eitt stórt pluss hjá Makrel. Andrias er ein partur av Braquet, tónleikurin er mentur og samanspæli er ment, nú er stundin komin, at Braquet fara at arbeiða við vokalinum, tillaga hann til fyritreytirnar og løgini.
Frálíkt samband

Annað lag hjá Braquet, “No excuses” gekk betur enn fyrsta lag. Nervarnir tykstust burtur hjá trummum, bassi og gittara. Men Andrias stóð enn og gløddi at Arna, og hóast hann millum løgini tosaði við áskoðararnar, tyktist hetta kunstigt, og einki samband varð veruliga. Arni Zachariassen harafturímóti hevði frálíkt samband við áhoyrarnar, og sum ein nýggjur Yngwie J. Malmsteen svingaði hann við gittaranum, hoppaði runt, lá á knæð og spældi og undirhelt fólkið.
Fjøldin kókaði

Braquet gjørdust betur og betur tá teir gjørdust heitari. Teir borðreiddu við fleiri heilt góðum løgum. Seinasta lagið hjá bólkinum var instrumentalt, og Arni fekk veruliga luft undir veingirnar. Tað var kanska ikki uttan orsøk, at tað varð í júst einum instrumentalum lag, at fjøldin kókaði mest. Teir vórðu róptir út at spæla umaftur. Sum eykalag spældu teir “All I want”, sum er eykalag á 15 teimum bestu hesa vikuna.

 

Tá ein dinosaurus doyr

Rani Christiansen trummari í Fluffy Toys í einari heldur akrobatiskari trumman

Tað er synd at siga, at nógv fólk vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og søgdu farvæl, við 70’ara kenda dansibólkin Fluffy Toys. Men tey sum vóru har, dansaðu og svingaðu, sum ongantíð fyrr, tá bólkurin leveraði vøruna. Men ikki nógv meira enn tað.

Ein av Føroya best umtóktu dansibólkum Fluffy Toys gavst leygarkvøldið. Bólkurin hevur seinastu árini verið millum virknastu bólkar í landinum. Við sínum blandi av dansivinarligum tónleiki, 70’ára rokki og langhærda garrvilla sangara, hava teir spælt seg beint inn í hjørtuni á føroyingum.

Eg setti meg í Snar og koyrdi til Fuglafjarðar fyri at hoyra og síggja hvussu ein dinosaurus doyr.

Tað er synd at siga, at nógv fólk vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið og søgdu farvæl við Fluffy Toys. Men tey sum vóru har, dansaðu og svingaðu, sum ongantíð fyrr, tá bólkurin leveraði vøruna. Men heldur ikki nógv meira enn tað, í øllum førum ikki fyrstu løtuna..

Fyrsta settið hjá bólkinum, var væl spælt og koyrdi stak væl. Uttan tó ordiliga at fara á flog. Tað tyktist, sum um bólkurin spældi væl, og sangarin sang væl, men ikki heilt saman. Kemiðin manglaði á onkran hátt. Hetta kemst kanska av, at tað er langt síðan teir allir seinast spældu saman. Meðan allir uttan sangarin júst hava luttikið í prixnum undir navninum EGR2PLZ.

Løgini vóru melodisk rokkløg, har var alt frá Beatles, til Gary Moore, Deep Purple og Breakfast at Tiffanys, dansivinarligur syngið við tónleikur fyri rokkelskarar. Nøgdsemið var stórt millum áhoyrarnar, og dansiprosenti var sera, sera høgt.

Men sum heild tyktist bólkurin mettur. Sum um hetta síðsta kvøldið bara skuldi avgreiðast. Aftan á nógv ár saman, hevði eg vænta at løtan fór at verða meira sorgblíð. Dinosaurusurin tyktist bara at bíða eftir deyðanum.

Ikki tí, at teir spældu illa. Teir spældu knasandi væl. Men okkurt manglaði. Kanska var tað kenslan av at spæla næstseinasta settið saman nakrantíð, sum var løgin. Eg veit ikki.

Men okkurt hendi í steðginum. Seinna sett varð nógv betur. Bólkurin virkaði meira tendraður, sum um teir vildu njóta hesa síðstu løtuna saman. Alt koyrdi bara eitt vet betur. Tað tyktist sum um teir funnu saman í eini hægri eind.

Røddin hjá Einar byrjaði tó tíðiliga í settinum, at ganga fyri. Men hann kom í gongd aftur, og sang bólkin í gjøgnum ”The wall” fram til tann stóra endan, sum varð fyrst “Summer of 69” og síðan “We’re not gonna take it”.

Í seinasta lagnum varð tað rokk’n’roll fyri allar pengarnar, við gittar fektan, og trummusláðara sum stóð uppi á stólinum. Fluffy Toys vórðu lagdir í grøvina. Men við pallin stóðu ungir menn, og róptu umaftur, umaftur og umaftur. Men eingin kom.

Fluffy Toys vóru søga. Spurningurin er so, um hetta var endin á 70’ára rokki her á klettunum. Ella um EGR2PLZ, sum er Fluffy Toys minus sangaran pluss Jóan Petur Andreassen á Hammond, megna at lyfta arvin, ella um teir tíma at lyfta arvin. Alt hetta fer tíðin at vísa.

Á dett lív!

Gaate bergtók
Gåte bergtók

Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa.

Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru spennandi á pappírinum. Lama Sea og Makrel, sum hava verið millum jaligastu upplivingarnar í Prix Føroyar kappingini og so Knút Háberg Eysturstein. Eg hevði ongantíð hoyrt Knút solo, so tað var ikki minnið spennandi.

Áðrenn konsertin byrjaði legði DJ Switch tónleik á.

Glaður poppur
Men endiliga byrjaði Knút Háberg Eysturstein, og hann var framúrskarandi. Havi sæð hann í Marigold, Marys Baby og í Gestum uttan at hann veruliga hevur víst sína gávir.

Hann er ein føddur frontfigurur. Hevur eina góða rødd, eina Roy Orbisonsliga útstráling og øðiligar gávir at skriva penan og glaðan popp við einum serføroyskum eygnabráði. Tankarnir fóru beint til Martin Joensen. Hetta tó uttan, at løgini mistu sítt Knútleika.

Enn vóru ikki so nógv komin á konsert, men tey sum vóru har livdu væl við í framførsluni. Knút og bólkurin hjá honum spældu løg av fyrstu fløguni hjá honum, og okkurt nýtt. Framførslan av lagnum “Í hesi nátt” var ordiliga góð. Nýggja lagið “Spark”, var øðiliga stórsligið og besta av nýggju løgunum. Meðan stilla lagið “Slip away” ikki heilt var líka fangandi sum restin av tilfarinum. Ein kontritolking av lagnum “Shine” av fløguni, var eisini eitt hæddarpunkt.

Seinasta lagið “Roads”, var ein blanda uppliving, fyrsta løtan var øðiliga einkisigandi, til endin byrjaði. Spakuliga vaks larmurin av ljóðførunum til Óljóði at enda, var sum ein veggur av ljóði. Ein kraftmikil endi á einari glaðari framførðslu.

DJ-Switch skrúvaði aftur diskotekstónleikin hart frá og salurin tømdist skjótt. Tey yngstu vóru verandi innið og nøkur av teimum dansaðu.

makrelBlaðungar gentir
Makrel vóru næstir á pallin, og salurin fyltist skjótt aftur. Makrel eru vorðnir eitt stórt navn í Føroyum. Flokkurin av blaðungum gentum frammanfyri pallin vísir, at áskoðarafjøldin er broytt. Frá at verða stuttligir rokkarar, eru Makrel farnir egnar vegir. Tónleikurin er eitt slag av ótrúliga sterkum og vøkrum rokktónleiki.

Gittarleikarin Rasmus Rasmussen er so ótrúliga gávuríkur. Man ivast onga løtu í hvussu stóran týdning hann hevur fyri bólkin. Men allir hinir hava eisini ment seg, og mest av øllum hava teir ment seg sum bólkur. Framførslan av instrumentala lagnum “Press Escape” av “Makrel stinkar”, vísti hvussu nógv bólkurin hevur ment seg. Hóast eg eigi “Makrel stinkar”, og havi hoyrt lagið fleiri ferð, hevur tað ikki sagt mær nakað serligt. Men spælt av nýggja Makrel, var tað framúrskarandi.

Devilska lagið Beelsebub av Wonderland fløguni ljóðaði meira devilskt enn nakrantíð fyrr, og vakurleikin í Euphoria gjørdist enn vakrari sammett við devilskapin sum var. Eisini var framførslan av lagnum Wonderland framúr.

Leygarkvøldið gjørdust Makrel fyrstu ferð nummar eitt á 15 teimum bestu, við lagnum Forever and Beyond. Hetta man vera besta lag, sum teir hava gjørt. Tí gjørdist lagið ein sera passandi endi á eini framførðslu, sum rørdi og bergtók. Makrel høvdu allan salin við sær.

DJ-Switch megnaði skjótt at tøma salin, og mest tey sera fullu og tey yngstu vóru verandi innið. Heldur ikki nú dansaðu serliga nógv. Men hetta broytti ikki lagavalið hjá unga plátuvendaranum.

Hoppiball
Gåte var næsti bólkur á pallin, og meðan ljóðið av introiðini hjá Gåte brakaði fyltist salurin. Fólk troðkaðu seg fram ímóti pallinum. Frá fyrstu tónunum Gåte spældi var salurin á gosið. Sjálvdan hava so nógv fólk hoppa so leingi í Fuglafirði. Tann sum hoppaði mest, var tó gittarleikarin í Gåte.  Eg havi ongantíð sæð eitt fólk leika so illa í, og hann spældi frálíkt á gittar meðan hann gjørdi tað.

Trummir, bassur, violin, gittar og ein ótrúlig sangrødd. Onkuntíð spælir violinleikarin keyboard, og onkuntíð syngur bassleikarin eitt sindur. Men samanumtikið er konseptið hjá Gåte líkt tí hjá Týr. Løg við íblástri úr gomlum vísum, spæld av einum rokkbólki, ikki so nógv roks. Sangrøddin hjá Gunnhild er ein av størstu styrkjunum hjá bólkinum. Hetta vita tey væl av, og byggja tí løgini upp kring hennara rødd. Hetta hevði tíanverri við sær, at fyrstu nógvu løgini tykstust heldur einstáttað fyri hendan ummælaran. Tá hugsað verður um, hvussu væl Clickhaze dugdu at gera løg við íblástri úr vísum og kvæðum spennandi og fjølbroytt, so høvdu Gåte nógv at læra.

Men sum rokkkonsert var einki at klaga um. Áskoðararnir kókaðu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr. Miðskeiðis í konsertini fór sangarinnan av pallinum í tvey løg. Violin gjørdist høvuðsljóðføri. Gåte spældi rokkandi spælimannstónleik, sum hevði fingið Kristian Blak til at trampað í gólvið. Nú kom vend í konsertina. Løgini gjørdust betur og eitt sindur meira fjølbroytt. Eg var tó ikki rivin líka nógv við av hesari framførsluni sum av Makrel.

Gåte spældu fleiri eykaløg, og takkaðu fyri eina fantastiska uppliving.

Lama Sea settu punktum
DJ Switch tømdi síðan aftur salin, og tíanverri fyri seinasta bólkin Lama Sea, valdi meirilutin ikki at koma inn aftur. Lama Sea settu punktum á kvøldið. Teir spældu sín deiliga glaða modernaða rokktónleik. Eg haldi, at tann spæligleðin, sum bólkurin hevur, smittar illa. Hóast flestu áskoðararnir vóru móðir aftan á eitt langt rokkkvøld, fingu Lama Sea smílini fram á varrunum.

Teir eyðkendu klædningarnir vóru hongdir í skápið. Tað var rættuliga keðiligt, tí konseptið manglaði okkurt. Tað tyktis ikki líka gjøgnumført. Vónandi verða klædningarnir funnir framaftur til næstu konsert.

Tá Lama Sea vóru lidnir, tók DJ Switch aftur yvir. Nú gekk betur, nógv dansaðu og tey sum vóru eftir tyktust at hugna sær. Eg fór til Havnar.

Ein stuttlig ferð gjøgnum klassiskt og minnið klassikt 

Konsertfelagið helt 25 ára føðingardag, við eini minniligari violinkonsert

Kim Sjøgren telist millum bestu violinleikarar í Danmark, og man vera tann stuttligasti av teimum bestu. Hann var vælupplagdur, tá hann aðruhvørja løtu rørdi og hugtók, og aðru hvørja løtu fekk nógvu áhoyrarnar at flenna.

Konsert skráin fevndi um stórar klassiskar tónasmiðir sum Beethoven, Bach, Brahms, Carl Nielsen og nógvar aðrar. Men eisini um 3 variatiónir yvir ”Åh Susanne” ognað Susanne Brøgger, og eina sera undirhaldandi tolking av ”Hønsefødder, Gulerødder”.

Óvanlig framførsla

Ólavur Jacobsen bjóðaði vegna Konsertfelagið vælkomnum. Hann segði frá, at konsertin fór at vera í einum settið, og at Kim Sjøgren fór at spæla so leingi, sum hann tímdi. Eisini visti Ólavur at siga, at Kim fór at hava onkran gestatónleikara við sær, og at hesin kanska visti av tí. Lagt var upp til eina eitt sindur óvanliga framførslu.

Kim Sjøgren legði fyri við at tosa um sín alsk til Føroyar. Hann var fyrstu ferð her fyri 29 árum síðan, og síðan hevur hann vitja ofta. Hann byrjaði konsertina við nøkrum tónleikapettum hjá Bach, og áhoyrarnir sótu sum rúnarbundnir, tá hann gandaði tónar úr 255 ára gomlu violinini hjá Jóhan Restorff.

Tónleikurin fylti stóra salin í Norðulandahúsinum, og hansara bland av skemti og tónleiki, bergtók ung sum gomul. Hetta var ikki bert ein violinsnillingur, men eisini ein sera stuttligur maður.

Klappifrálæra

Tá hann hevði spælt ein góðan hálvan tíma, vidi hann hava áhoyrarnar við. Aftaná eina longri og sera undirhaldandi klappifrálæru, luttók allur salurin í einum peppaðum sjampagnu galoppi.

Gesturin hjá Sjøgren var Jóhannes Andreassen. Klaversnillingurin kom á pallin og hetta gav framførsluni eitt eyka krydd, sum lyfti heildarupplivingina.

Spælt við Brøndby

Eitt av hæddarpunktunum á konsertini, var eitt skotsk fólkalag. Sjøgren hevði lært lagið á einari ferð við Brøndby í Skotlandi. Brøndby var í Skotlandi og spældi dyst móti Aberdeen. Kim skuldi við at spæla fyri áskoðarunum áðrenn dystin. Hetta gekk væl. Hjá Brøndby gekk eisini væl, teir vunnu dystin, og so fór alt ferðaliðið á Glenfiddich at hátíðarhalda sigurin. Kim minnist ikki so nógv um hvat so hendi, men onkursvegna hevði hann lært hetta skotska fólkalagið.

Konsertin endaði við einari herligari tolking av ”Hønsefødder Gulerødder” ella rættari fimm tolkingum. Einari vanligari danskari, einari arabiskari, einari amerikanskari, einari russiskari og til seinast eini japanskari, og tá lógvabrestirnir aftur vóru tagnaðir var stilt. Konsertin var liðug, og vit sum vóru har, vóru eina frálíka mentanaruppliving ríkari

Inniligt og andaligt

Friðsælan valdaði í Vesturkirkjuni sunnukvøldið. Kertuljósini bleiktraðu og andaligheitin hekk tjúkk í luftini. Og andalig, er orðið, sum best lýsir framførsluna hjá kórinum Tarira. Føðið fyri sálina av tí góða slagnum.

Tarira er júst heimafturkomin av konsertferð. Konsertskráin í Vesturkirkjuni var tann sama, sum sviðar, álendingar og danir hava upplivað.

Tá kór hjá Sunnleifi Rasmussen syngja, veist tú, at tú kanst vænta høga góðsku, men eisini okkurt forkunnugt, og ofta avbjóðandi kórsang. Tarira er eitt kór við ótrúliga dugnaligum sangarum. Sangarar sum eru kendir úr føroyska kórheiminum, og sum saman borga fyri framførslum í serflokki. Framførslan sunnukvøldið var einki undantak.

Degnurin legði fyri við at lesa burtur úr Sálmi 103 í Gamla Testamenti, tá knappiliga friðsælan var skrødd sundur av einari fartelefon. Lukkutíð, at hetta ikki hendi meðan kórið sang. Sjálvt um summi høvdu hug at ilskast eitt sindur, vóru allar illar kenslur skolaðar burtur, tá kórið sang fyrstu tónarnar av ”Nun lob, mein Seel; den Herren / Lover nu Herren” hjá Kára Bæk. Áhoyrarnir vórðu fyltir av einari kenslu, sum bert kann lýsast sum andalig.

Kórið var í svørtum búnum, sum Anna Kristin Bæk hevur sniðgivið. Búnarnir eru gjørdir til hesa konsertferðina, og klæddu væl til konsertskránnað. Skráin var sera væl gjøgnumhugsað og løgini klæddu Vesturkirkjuni væl. Har var nýtt og gamalt, og nógv føroyskt.

”Slóttumenn” hjá Vagn Holmboe og Willami Heinesen, var fyrsta hæddarpunkti. Lagið er pompøst so hárini á arminum reisa seg. Tú vart tikin við í hesa uppliving, og kórið sang sum einglar, daprir einglar.

Størsta hæddarpunkti á kvøldinum var ”Pater Noster” hjá Bjarna Restorff. Framførslan av hesum torføra lagið var einki minnið enn ófatilig. Tann ótrúliga mongdin av frálíkum røddum blakaðu eina inniliga sansa- og ljóðuppliving í andlitið á bergtiknu áhoyrarunum. Tá aftur var kvirt, sessasist kóri. Degnurin læs 33 sálm í Gamla Testamenti.

Fyrsta lag eftir steðgin var ”Mørket taler til den blommande busk”, ein svensk tolking av einari yrking hjá Williami Heinesen, sum Pauli Hansen hevði gjørt til kór. Ein sera góð byrjan, og soleiðis helt konsertin fram. Tá seinastu tónarnir vóru tagnaðir, mundu klappini ongan enda taka. Tarira hevði borðreitt við kórsangi í heimsflokki, og meira enn hálvfulla Vesturkirkjan gav okkum tær fullkomnu karmarnar til konsertina.

Konsertskrá hjá Tarira

Nun Lob, Mein Sein, Den Herren/

Lover nu Herren

Kári Bæk

Herrens Bøn

Kjell Frisk

Náttarfriður

Goethe/J.H.O. Djurhuus / Pauli í Sandagerði

Slóttumenn

William Heinesen / Vagn Holmboe

Gras

William Heinesen / Vagn Holmboe

Dimmið

Christian Matras/ Vagn Holmboe

Pater Noster

Bjarni Restorff

Mørket taler til den blommande busk

William Heinese / Pauli Hansen

Kvøldvísa um summarmála

S.H. Grímsson / Sunnleif Rasmussen

Blátt

Steinbjørn B. Jacobsen / Sunnleif Rasmussen

Skærur vindur

Rói Patursson / Sunnleif Rasmussen

Døgg

Karsten Hoydal / Sunnleif Rasmussen

En ny Himmel Och en ny Jord

Johannes Opinbering /  Svend David Sandstrøm

 

Vælkomin í Teiturland

Bíðirøðinar uttanfyri Vega vóru langar. Komin innar vóru aftur langar bíðirøðir fyri at sleppa av við frakkan.Eingin ivi var um, at eitt stórt navn skuldi á pallin. Stóra navnið hetta kvøldið var Teitur.

 

Vega er eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keypmannahavn. Hølini plagdu at eita Folkets Hus og vera háborgin hjá danska javnaðarflokkinum. Føroyingar minnast kanska hølini, sum karmin um stóru veitsluna, tá Føroyar og Danmark høvdu spælt dyst í fyrstu EM undankappingini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í 1990-1991.

 

Deymurin av 12. manni er langt síðan horvin úr hølunum, og einastu minnini um javnaðartíðina eru heitini á salunum, sum enn hanga á veggjunum. Lítla Vega er t.d. Stauningsalurin og stóra Vega er Kongressalurin.

 

Komin upp í barrina, sum eitur Karnapsalurin, vóru bíðirøðirnar longu gloymdar. Spenningurin og jaliga kenslan fyltu salin, sum eru eitt slag av inngongd til Kongressalin.

 

Teitursa kvøld

Á pallinum bjóðaði Teitur fyrsta gestinum Tobias Frøkær vælkomnum. Hetta var Teitursa kvøld, hann var vertur. At Teitur sjálvur bjóðaði gestunum inn á pallin, gav øllum kvøldinum ein persónligan dám.

 

Fullur salur

Salurin fyltist spakuliga meðan Tobias Frøkær spældi. Tá Teitur bjóðaði Hush á pallin var næstan fult. Áhugin var so stórur, at Vega hevði latið ballkongirnar upp. Hetta verður bert gjørt á teimum størru tiltøkunum.

 

Bæði Tobias Frøkær og Hush spældu friðarligan tónleik, har tey góðu løgini vóru í hásæti. Kvøldið var hugnaligt og eitt slag av  friðsælu valdaði.

 

Tá seinastu tónarnir av Hush tagnaðu, tendraðu tey ljósini inni í Kongressalinum. Nokkso fitt av føroyskum andlitum sóust í fjøldini, men nógv tey flestu vóru danir.

 

Á pallinum fingust ljóðmaðurin Jónas Bloch Danielsen, bassleikarin Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt.

 

Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur – Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: “Let’s go dancing” og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur.

 

Í øðrum lagi: “Shade of a shadow” komu bassur og trummir við. Pulsurin á framførðsluni bukaði eitt sindur harðari, og fulli Kongressalurin varð Teiturland. Teir hildu fram við “Halfway between”

 

Fyrsti gesturin á pallin var enn einaferð: Tobias Frøkær. Hann kom á pallin at spæla gittar og syngja kór á “One and only” og á einum av stóru hæddarpunktunum “Sleeping with the ligths on”.

 

Sambært Jyllandspostinum hevur Teitur selt 10.000 eintøk av fløguni: “Poetry and Aeroplanes” í Danmark. Hetta hoyrdist á áhoyrarunum, sum dugdu væl at syngja við. Allur salurin sang: “I still sleep with the lights on”.

 

Kendur gestur

Tobias, Mikael og Derek fóru av pallinum aftur. Ístaðin kom kendi danski tónleikasnillingurin Kresten Osgod á pallin. Hann er kendur úr Jazzumhvørvinum í Danmark, og hevur millum annað spælt trummir hjá Caroline Henderson. Teitur og Kresten kennast og høvdu júst skriva eitt lag saman. Nýggja lagið æt “Louie Louie”. Kresten spældi Rhoads og Teitur gittara og sang. Lagið bar brá av, at tað var nýskrivað, og var ikki eitt av minniligu løgunum á konsertini. Á næsta lagnum “To meet you” spældi Kresten Osgod trummir og bassurin kom við aftur.

 

Teitur spurdi um vit høvdu hitt kendasta gestin hetta kvøldið: Jólamannin. Jólamaðurin arbeiddi í barrini eitt skifti og gekk annars runt og tosaði við fólk. Teitur segði: at jólamaðurin kundi geva okkum, tað sum vit ynsktu, og at sambært jólamanninum, var ein genta sum æt Mette á konsertini og hon ynskti sær ein mann.

 

Salurin livdi við

Strúkararnir vóru komnir á pallin og lógvabrestinir mundu ongan enda taka, tá tey spældu løgini: “You’re the ocean”, “Rough around the edges”, “Josephine”, “I was just thinking” og “Amanda’s dream”. Salurin livdi allur við.

 

Áðrenn Teitur fór undir seinasta lagið, minti hann á, at um fólk vildu hoyra meira kundu tey bara klappa eitt sindur. Eg haldi at tað var lekkurt, at hann var eitt sindur ironiskur um ein av teimum mest láturligu siðunum innan mentan.

 

Seinasta lagið hjá Teiti varð upprunaliga gjørt í skemti. Ætlanin var bert at spæla tað einaferð. Men longu fyrstu ferð tað var spælt, var móttøkan so góð, at tað gjørdist fastur partur av spæliskránni. Nú var tað seinasta lag á skránni. Talan var um eina fráíka tolking av “Great balls of fire” hjá Jerry Lee Lewis. Teitur og bólkurin fóru av pallinum. Men vóru klappaðir út aftur tvær ferðir.

 

 

Du tror vist på Julemanden

Tá Teitur kom út aftur á pallin, rópti ein kvinnurødd: “Teitur, jeg elsker dig!”. Teitur var skjótur at svara: “tal med julemanden”. Tá ein maður rópti “Teitur, jeg elsker dig!”, svaraði hann “Du tror vist på Julemanden!”.

 

Eykaløgini hann spældi vóru trý nýggj løg: “I run the Carrousel”, “Hanging my worries out to dry” og “Waiting for mars to come out” Serliga tey bæði seinastu løgini vóru framúrskarandi. Í “Hanging my worries out to dry” var eitt petti har Teitur bríkslaði. Hann segði, at um sangurin skuldi innspælast skuldi Kim Larsen bríksla hetta pettið.

 

Málslig suppa

Konsertin varð filma, og Teitur skuldi tí upprunaliga tosa á enskum millum løgini. Men hann gloymdi hetta í heilum, og skifti aftur til danskt alla tíðina. Hetta var rættuliga stuttligt, og hann dugdi ótrúliga væl at brúka málsligu suppuna sum krydd til framførðsluna.

 

Samanumtikið fingu vit eina frálíka tónleikauppliving. Teitur legði Vega fyri sínar føtur, og tá DVD’in kemur út einaferð næsta ár, fari eg at keypa hana og siga: “Eg var har!”.

 

Tónleikur 2001

Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik.

 

Gott innlit

Eg ræddist eitt sindur, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu greinunum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so var ikki. Beint sum eg sá góðskuna á pappírinum og nógvu snotiligu myndirnar, sá eg at her hevði man gjørt sær ómak.

 

Fólkini aftan fyri pop.fo hava havt stóran leiklut í framleiðsluni, og bókin tykist at vera gjørd við somu professionalismu, sum vit kenna frá teirra heimasíðu.

 

Bókin er, eins og pop.fo, ein roynd at fevna um alt tað, sum fer fram á føroyska pop- og rokkpallinum.

 

Bókin tekur okkum víða um í føroyskum poppi og rokki. Heilt nógv tiltøk og bólkar eru umrødd, og rúm er eisini fyri meira umfatandi greinum um tey størru tiltøkini. Tiltøk sum Prix Føroyar og Ólavssøkukonsertin, og bólkar sum Clickhaze, I Am og All That Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðger.

 

Væl gjøgnumarbeidd

Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekstarbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða um. Greinirnar eru bygdar á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, men eru tillagaðar soleiðis, at tær hóska til hesa bók. Sjálvt um hetta er eitt bland av greinum skrivaðar til heilt ymiskar miðlar; tíðindablaðið og internetsíðuna, so hevur umskrivingin gjørt bókina til eina heild. Slík umskriving kann vera torfør, men her riggar hon.

 

Myndasíðan er snøgg

Hyggja vit at lay-out, so eru útgevararnir slopnir stak væl frá hesum. Bókin er ein frægd fyri eyga, nógvu myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum.

 

Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini um Ivory, er myndin av Mikael Blak við elektriskum bassi og punkhári neyvan ein mynd av Ivory. Tað sama á síðu 57 í greinini um Frændur: myndin er av Terja Rasmussen, men í bakgrundini sæst Allan Mortensen úr MC-Hár. Sostatt er hatta neyvan ein mynd av Frændum.

 

Men hyggja vit burt frá nøkrum heilt fáum svipsarum, so er myndasíðan eisini væl úr hondum greidd.

 

Ikki bara gott

Nú ljóðar tað kanska, sum um eg skamm rósi bókina, og tað kemst ikki uttanum, bókin er veruliga ein góð árbók. Men hon hevur eisini sínar minni góðu síður.

 

Bókin er sum sagt bygd á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, hetta merkir, at í greinunum um fyrsta partin av árinum er bókin mest bygd á Sosialin. Hetta tí at pop.fo ikki var til fyrr enn 2. mei.

 

Hetta hevur við sær, at hendan tíðin ikki er líka væl umrødd sum restin av árinum. Gamaní, Prix Føroyar fær nokkso nógv pláss, men hetta er jú størsta tónleikatiltakið hetta árið. Men sjálvt við fýra undanumførum og einari prix-finalu, fær tíðarskeiðið januar til mei væl minni pláss enn restin av árinum.

 

Kanska er tað tí, at minni hendi hetta tíðarskeiðið? Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella rokk, ella ger tað? Konsertferðin hjá Ivory í Eysturríki verður nevnd, var hendan meira popput ella rokkut enn hinar?

 

Ella hvat við Revival á Foley’s? Um nakar føroyskur bólkur spælir popp/rokk so er tað júst Revival.

 

Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt.

 

Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll tiltøk og hendingar hetta seinasta árið, og at øll skulu fáa líka nógv pláss.

 

Lítla Rúm ársins ringasti bólkur

Tað sum er mest irriterandi við bókini er, at hon brúkar vanligan føroyskan ummælarastíl. Tað er, at man ongantíð sigur, at nakað er ringt. Hetta er gjøgnumgangandi gjøgnum alla bókina, uttan líka ta einu ferðina: Á blaðsíðu 17, verður skrivað í greinini um undanumfarið til Prix Føroyar í Klaksvík: ”Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættuliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.”

 

Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingi eitt heiðursmerki fyri hetta.

 

Okkurt mitt ímillum

Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er gjøgnumgangandi; bókin nevnir ikki hvør er ringur, og bara av og á hvør er góður. Hetta ger, at fleiri av teimum góðu bólkunum enda í sama flokki, sum teir ringu bólkarnir. Antin ummælir man, ella ger man ikki. Tónleikur 2001 roynir at gera okkurt mitt ímillum.

 

Hetta sama er galdandi í útgávuyvirlitinum. Nakrar fløgur fáa góð orð við á vegnum; til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endurnýggja sín tónleik, meðan aðrar fløgur onki ummæli fáa, tildømis verður einki sagt um hvussu Triple Trio sleppur frá sínari útgávu, ella um Corona Guitar Kvartet spælir væl. Antin skuldu allar fløgurnar veri ummældar ella ongar.

 

Samanumtikið skal tó sigast, at Tónleikur 2001 er ein frálík bók. Hon gevur eitt gott innlit í hvat hendi hetta árið, og er áhugaverdur lesnaður fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum poppi og rokki. Bókin fer at standa sum ein góð tónleikasøgulig kelda fyri árið 2001.

MOIRAE – Ársins fløga?

Juni-August 1996, var í Føroyum merkt av sera ringum veðrið, ikki vóru nógvir sólglottar, ið snýktu seg gjøgnum skýggini, grátt og keðiligt var. Men eitt økið, ið var alt annað enn grátt og keðiligt, var plátumarknaðurin, sjálvdan hava so nógvar plátuútgávur verið innan fyri so stutta tíð. Ein teirra var endiliga fyrsta fløgan hjá Prix Føroyar vinnaranum Moirae.

 

Moirae, er kanska ikki eitt serliga kent navn millum útisetar, men nevna vit bólkar sum Chase, Frændur, Føstufressar, Barlast, Rockmen, Musketerarnir, Húskallar, Barlast, Kim og Co. og the Funkies, munnu nógv minnast løtur á konsertum ella til dans. Moirae er eitt bland av limum frá øllum hesum bólkum, Kaj, Kim, Terji, Mikkjal og Hjalti, eru Føroya einasti superbólkur, ein bólkur av frálíkum tónleikarum, sum longu hava skapt eitt navn í øðrum bólkum og nú hava funnið saman í Moirae.

 

Dagin áðrenn fløgan kom út hevði bólkurin bjóða til stórslignan tíðindafund í Norðurlandahúsinum í Havn og dagurin eftir fór við at signera fløgur í Tutl-búðini í SMS, alt tyktist ógvuliga proffessionelt og gjøgnumført, fløgan kom út í teimum heilt røttu rammunum, alt hetta hóvasták gjørdi at vónirnar um eina heilt frálíka fløgu vóru sera stórar, tá eg setti meg í ein av teimum heldur ringu stólunum í Norðurlandahúsinum og hoyrdi fyrstu tónarnar av ‘Lognbrá’, fyrsta lagið av fløguni.

 

Fyrsta hugsanin var at hetta var løgin tónleikur og at lætt var at hoyra at Kim var Nólsoyingur. Løgini vóru sum heild góð, men einki av teimum setti seg fast, tankarnir leitaðu aðrastaðnis og eg gloymdi heilt tíð og stað, niðurstøða tónleikurin var góður sum bakgrundstónleikur, men fekk ikki fanga meg sum lurtara. Eg tók fløguna við heim.

 

Eftir fleiri lurt gjørdist fløgan bert betur og betur, løg sum ‘rúsevnistoka’, ‘mynduleiki’ og serliga ‘eg flýggi til tónleikin’ settu seg føst og eg mátti viðganga at fyrstu tankarnir um fløguna vóru heilt skeivir.

 

Fløgan er sera fjøllbroytt og merkt av at Moirae hevur fleiri góðar lagskrivarar.

Men tað hendi í teimum døgum…….

Síðan Rithøvundafelag Føroya í fjør gav út bókina ‘Rithøvunda Bókin’ hevur nógv verið skrivað í fjølmiðlunum um hesa útgávu, men tíðanverri hevur skrivingin mest snúð seg um, hvør ikki átti at verið við í bókini. Um hvør hevur rætt til at kalla seg rithøvund. Henda skriving hevur eftir mínari metan mest verið drivin av útbrendum gamlum monnum við sjálvsvirðiskreppu, hesin útrúligi býttleiki hevur tíðanverri sett alla bókina í ringt ljós, hetta er synd tí eftir mínari metan er bókin bæði áhugaverd og stuttlig.

 

Bókaummæli av Rithøvunda Bókini.

 

Onkur rithøvundur hevur tó vilja verið við, at nevndin hevur broytt ein part av hansara stubba, hetta er sjálvandi út av lagið grovt. Skelkandi er, at yrkisfelagi hjá rithøvundum skal standa á odda fyri slíkum. Í øðrum londum berjast slík feløg móti júst sensuri. Men hetta hava nógv góð og minnið góð fólk kjakast um í bløðunum, eg skal royna ikki at detta í hesa grøv. Eg haldi bara at tað skuldi verða sagt. Eg fari heldur at royna at hyggja at bókini, sum tann bók hon er og ikki eftir teimum longu væl gjøgnum tugdu mistøkum Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt í útgávuni.

 

Rithøvunda bókin er ikki ein heilt vanlig bókamentasøga, men heldur ein samtíðarlýsing av føroyskum rithøvundum, ella rættari limum rithøvundafelagsins (tí hvat er lýsingin av einum rithøvunda), tað ið ger hesa bóka serliga áhugaverda er at limirnir sjálvir greiða frá um seg sjálvan, hetta ger bókina sera fjølbroytta. Stuttligt er at síggja hvussu ymiskan framferðarhátt limirnir hava. Onkur heldur seg til eina gjøgnumgongd av sínum skrivligu avrikum blanda við eitt lítið sindur um slag og ætt. Meðan onnur fara eitt sindur meira nýskapandi til verks, t.d. Jóannes Nielsen, ið umskrivar  gleðiboðskapin soleiðis:

 

‘Men tað hendi í teimum døgum, sum skriva stendur í evangelium, at Jóannes í Sakarstovu í Sumba kom at vitja ommu mína í dreymi. Úrsliti av hesi luftigu vitjan var navnið Jóannes…’

 

Eisini er stuttligt at síggja hvussu onkur skrivar í triðja persóni um seg sjálvan t.d. Heðin Magni Kristin Súni Klein:

 

Heðin Magni Kristin Súni Klein er føddur 28. Februar 1950. Uppkallaður er hann eftir báðum ommunum og tveimum mammusystrum, sum doyðu ungar tuberklum.

 

Um hetta er ein roynd at skapa meira trúðvirði til stubban, veit eg ikki, men fyri meg tykist tað rættiliga løgið at skriva um seg sjálvan í triðjapersóni.

 

Bókin er sum heild sera stuttligur lesnaður og far tú innlit í tað, ið liggur aftan fyri tey ofta lítið sigandi nøvnini á føroyskum rithøvundum, harafturat hevur nevndin í Rithøvundafelagnum megna at savna myndir av øllum rithøvundunum, hetta gevur lesarunum møguleika fyri at seta andlit á hesar persónar, ið tú kanska bert kennur á navni.

 

Bókin er verd allan keypsprísin og átti at verið ogn hjá øll bókmentaáhugaum føroyingum, men við sínum fjøllbroyttu persóns lýsingum er hon eisini stuttligur lesnaður, hjá fólki, ið bert vil stytta sær ein løtu. Mítt ráð er: keyp hana áðrenn grannin.