So var ummæli aftur á skránni

20140521-091909.jpgFløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí.

Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá trubadurinum úr Sumba.

Fríði Øster og Tim Christensen

littlefishgordianknotÍ dag 18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út, á fløguni samstarvar bólkurin við m.o. Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis.

Í Brunsj mánadagin ummælti eg hesa ordiligu rokkútgávuna, ið fekk 5 av 6 stjørnum.

Hoyr alt ummælið her

Nýggj føroysk tónleikanøvn

csm_oskrivad_bloed_1297a352abEitt heldur øðrvísið ummæli av fløguni “Óskrivað bløð”, ið er eitt savn av upptøkum, ið framleiðarin Búgvi Hanusarson hevur gjørt við nýggjum og óroyndum tónleikanøvnum.

Ístaðin fyri at ummæla fløguna og geva henni stjørnir verður hugt at styrkjunum hjá hesum ungu, og vit royna at geva teimum góð ráð á vegnum.

Eisini gera vit nakrar metingar av verkætlanini og førleikunnum hjá framleiðaranum at gera útgávur.

Hoyr ummælið her.

Frálíkur kontrikongur

hallurjoensenwithstarsandlegendsHerfyri slapp eg at ummæla nýggjastu fløguna hjá Halli Joensen “With Stars & Legends”. Hetta er ein útgáva, har Hallur syngur saman við ymiskum kendum og góðum sangarum úr fyrst og fremst USA.

Hetta er ein serstakliga góð útgáva við sterkum løgum og væl framleidd, spæld og sungin, Jákup Zachariassen stendur fyri lagaskrivingini á fleiri av løgunum, og tey eru á sera høgum støði. Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum.

 

Hoyr ummælið av fløguni her

Guðrið Hansdóttir aftur á egnum beinum

takingshipgudrid Herfyri ummældi eg nýggju stuttfløguna hjá Guðrið Hansdóttir, “Taking Ship”, ið er gjørd til týska marknaðin. Hetta er ein deilig poppfløga, ið vísir nógvar ymiskar síður av Guðrið.

 

Fløgan vendur sær fyrst og fremst til týska marknaðin, har Guðrið ger um seg. Guðrið er vorðin ein búgvin songkvinna og eisini ein búgvin sangskrivari, hon arbeiðir her eisini saman við Janus Rasmussen, ið hon eisini arbeiðir sama í Byrtu. Har er eisini Sunna Margret, ið eisini syngur kór hjá Byrtu í øllum førum á Nordisk 2014.

 

Fløgan fekk 4 av 6 stjørnum.

Hoyr alt ummælið av nýggju fløguni hjá Guðrið Hansdóttir her

Dánjal og teir sterku melodiirnir

danjal02Herfyri ummældi eg hálvfløguna “Once” hjá Dánjal í Brunsj, ein framúr góð útgáva, ið er fyrra helvt av eini heilfløgu, ið kemur út á G! seinni í ár.

 

Tónleikurin er poppur, men hevur eisni annað í sær. Løgini eru sera sterk melodiskt  og fleiri hava absolutt hittpotentiali.

 

Tróndur Bogason er við í framleiðsluni, saman við Dánjal og Kim Nyberg, ið er betur kendur sum mandolinleikarin í Afenngin. Hetta er ein spennandi samanseting av kreftum, ið hava rættiliga ymiskar bakgrundir, og úrslitið er eisini gott.

 

Dánjal skrivar tónleikin saman við Kim Nyberg, tó er eitt lag, ið Dánjal hevur skrivað til abba sín, um ommu sína, tá hon andaðist. Ein vøkur kvøða skrivað úr sjónarhorninum hjá abbanum.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum

Hoyr ummælið í Brunsj her

Næstan ordiliga gott

tungl_1_0Rávørðan er super, men avviklingin kundi verið betur, var niðurstøðan, tá eg herfyri vitjaði í Brunsj og ummældið fløguna Brongl hjá systkjunum Eyð Berghamar Jacobsen og Kára Jacobsen.

Fløgan har tey syngja tónleik, ið Kári hevur skrivað til yrkingar hjá pápa teirra Steinbjørn B. Jacobsen hevur heilt víst fleiri jaligar síður enn neiligar, men vánaligt ljóðarbeiði telur niður.

Men lat tað vera sagt, at Eyð Berghamar Jacobsen syngur ómetaliga væl.

Fløgan fekk 4 av 6 møguligum stjørnum.

 

Hoyr alt ummælið í Brunsj her

Væl poleraður kristin poppur

mcrestorffHerfyri ummældi eg fløguna “Sanganna veingir” við M.C. Restorff. Fløgan fekk fýra stjørnir, tí talan var um eina sera væl produseraða, væl sungna og væld spælda fløgu, ið tó manglar greið hitt.

 

Eg gloymdi at leggja hetta út á Nudlar tá, men nú er tað so her. M.C. saman við einum stórum liði av góðum songrøddum.

Hoyr alt ummælið her

Eina stjørnu til Lív

liv-iEg var í gjár í Brunsj, har eg ummældi fløguna  “Tá ið onki myrkir fyri” hjá Lív í Baianstovu. Útgávan fær eina av seks stjórnum frá mær, ið er lægsta skoðsmál eg higartil havi givið.

Tað er fyri tekstirnar, at tann eina stjørnan kemur í hús. Umframt míni skoðsmál, so vóru flestu sangirnir á fløguni spældir.

Hoyr alla sendingina og ummælið her.

Høgni Lisberg á føroyskum

Føroyska EP’in hjá Høgna Lisberg er ikki so popput og ikki líka fangandi, sum tvær tær undanfarnu fløgunar. Hesaferð hevur Høgni sjálvur framleitt fløguna, men hevur latið sín fasta framleiðara ljóðblanda og mastra hana.

Hogni_-_EPÁ fløguni spæla Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúni Poulsen við, teir eru í løtuni eisini bólkurin, ið Høgni brúkar á konsertum, og rigga teir heilt øgiliga væl. Eisini er ein frálík strúkara kvartett við.

Fløgan fekk 4 av 6 stjørnum

Á fløguni eru tað serliga løgini Fólkið í sprekkunum og Minnið, ið skarða framúr, hetta og mangt annað tosaði eg við Eyðfinn Jensen um, tá eg ummældið fløguna í Brunsj.

Lurta at ummælinum her