Jólakalendarin 5. desember – dagsins gáva til tín

Eg havi funnið Guð, eg fann hann á Facebook, tað er nokk eitt sindur meira enn eitt ár síðan, faktiskt haldi eg, at tað var ein vinkona mín, ið var deknur, ið fann hann fyrst. Guð er góður á Facebook, eg viðmæli tykkum øll at fara inn og dáma hansara síðu, dagliga vælsignar hann okkum … Continue reading Jólakalendarin 5. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 4. desember – dagsins gáva til tín

  Gleðiligan 4. desember. Eg lesi í løtuni bókina Here Comes Trouble – The making of an american agitator. Hetta er ein sjálvbiografisk bók, um ungu dagarnar hjá dokumentarfilmmakaranum Michael Moore. Dagsins kalendaragáva er fyrst og fremst eitt viðmæli, um at tit ogna tykkum hesa frálíku bók. Men gávan er eisini fyrsta síðan í bókini, … Continue reading Jólakalendarin 4. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 3. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 3. desember. Herfyri hevði sonur mín Marius Dam Christophersen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Dagsins kalendari eru nakrar av hansara myndum avmyndaðar niðri í Smiðjuni.     Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein … Continue reading Jólakalendarin 3. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 2. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 2. desember. Vit seta dagin í gongd við dagsins kalendaragávu, ið er ein lítil ferð inn í heimin hjá amerikanska skemtaranum Andy Kaufman. Tey flestu kenna hann nokk úr filminum Man on the Moon, har Jim Carrey spældi hann. Hetta klippið er eitt av hansara tónleikaklippum, har hann setur saman skemt, ørskap og tónleik, … Continue reading Jólakalendarin 2. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 1. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 1. desember til tykkum, vit seta jólamánaðin í gongd við einum vøkrum fittum sangi úr nokk besta jólakalendaranum, sum er gjørdur, Jul på Vesterbro hjá Anders Matthesen. Gløggir gestir fara at varnast, at hetta er júst sama byrjan, ið eg hevði á jólakalendaranum í 2012. Men sumt er somikið gott, og somikið upplagt, at … Continue reading Jólakalendarin 1. desember – dagsins gáva til tín

Lippukassin: Endurnýtslu jólakalendari

Eg havi ikki ein jólakalendara í ár, sum eg hevði her á Nudlum í fjør. Men lukkutíð var jólakalendarin tá, somikið góður, at nærum allir dagarnir kunnu endurnýtast. Sum t.d. hesin frá 10. desember í fjør: Jóltíðir snúgva seg um næstrakærleika, so hendan 10. desember fáa tit eitt fitt klipp, har dreingirnir í Southpark hjálpa … Continue reading Lippukassin: Endurnýtslu jólakalendari

Jólakalendarin 24. desember – gleðilig jól til tín!

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at … Continue reading Jólakalendarin 24. desember – gleðilig jól til tín!

Jólakalendarin 23. desember – dagsins gáva til tín

Hendan er altíð verd at fara aftur til, tann deiliga lívsjáttandi rappvideoin hjá Danny Robins um Føroyar. Tí verður tað mín kalendaragáva til tykkara í dag. Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari … Continue reading Jólakalendarin 23. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 22. desember – dagsins gáva til tín

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av … Continue reading Jólakalendarin 22. desember – dagsins gáva til tín

Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín

Sumt er so svulstigt, at tað bert skal njótast í smáum nøgdum, men jólini eru ein svulstig tíð, so nær annars kann man rúma eins nógva svulstigheit, sum á jólum. Kalendaragávan hendan 21. desember harrans ár 2012, verður hátíðarhildin við einum Youtube playlista til tykkara. Hesin listin hevur eina rúgvu av løgum, ið hvør sær … Continue reading Jólakalendarin 21. desember – dagsins gáva til tín