Hvat lærdu vit í Løgtinginum í gjár?

Eg var staddur í løgtinginum til stóran part av kjakinum um misálitið á løgmann, øgiliga áhugavert kjak, ið hevði fleiri dimensiónir og vístu, at áskoðanin hjá tinglimum var grundleggjandi ymisk á, hvussu okkara skipan skal umsitast.

Uppskotið fall, Fólkaflokkurin slapp í stóran mun at spæla fríspæl uttan nakran kostna, og løgmaður slapp enn einaferð at spæla offur. Hesaferð var myndamálið ein krossfesting.

Men tann størsta avleiðingin av hesum, er uttan iva tann. At mest sannlíka boðið uppá eina samgongu eftir komandi val er ein samgonga við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Nýggja Sjálvstýrinum, og Javnaðarflokkurin fær løgmann.

Eftir eitt komandi val eigur Kaj Leo Holm Johannesen útspælið at skipa samgongu. Tá verður sjálvandi samgongan við Javnaðarflokkin roynd, um tann samgongan kann telja upp í 17, men væntandi verður Nýggja Sjálvstýri bjóða við, antin sum tann 17. atkvøðan ella bara fyri at styrkja grundarlagið.Tað er er eisini greitt, at Sambandsflokkurin fer at leggja seg skerflatan fyri at sleppa í hesa samgongu, hetta merkir útsølu av øllum teimum borgarligu broytingum, ið eru gjørdar hetta valskeiðið. Meðan teir so fáa frítt spæl á Sambandsøkinum.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, tí er lukkutíð ein nýggj ABC samgonga ikki ein møguleiki.

Miðflokkin trúgvi eg einki uppá saman við Javnaðarflokkinum, tí hvørgin flokkur kann liva við ynskjunum hjá hinum á tí etiska økinum.

Eg trúgvi heldur ikki, at Framsókn er ein møguleiki, tí flokkurin skal veruliga selja út á loysingarsíðuni, um hann skal fara saman við Javnaðarflokkinum og Sambandinum.

Tí er BCD mest sannlíka samgonga, um hesir flokkar eru nóg stórir tilsamans, og tað er ikki ósannlíkt, at teir vera nóg stórir.

Riggar tað ikki hjá Kaj Leo, so kann hann velja at geva mandatið frá sær, og tá er ein stórur møguleiki fyri, at verandi andstøða verður samd um samstarv.

Men hin loysnin verður sjálvandi roynd fyrst. Tá er sjálvandi spennnandi, hvussu javnaðarflokkurin reagerar.

Tað er væl skilligt, at Javnaðarflokkurin ikki hevur viljað meldað út, at tey fyrst vilja royna andstøðuna, so tí er mín vón, at B, C og D ikki klára at telja til 17 eftir valið, og at Tjóðveldi og Framsókn fáa góð val, tí so kunnu vit fáa CEF samgonguna, ið føroyingar ynskja.

At tosa um, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin vera nóg stórir tilsamans er burturvið og gevur onga meining, heldur ikki saman við D, tað er einki, ið bendur á, at hesir flokkar kunnu telja til 17. Men sjálvt tá, so hevur sitandi løgmaður útspælið, og væntandi er tað Javnaðarflokkurin, ið fær tað, um hann ikki klárar at fáa semju.

Vel eina skilakvinnu á Fólkating!

Sirid_Stenberg_Heimasidumynd_600x450Skilagóð, reiðilig, væl talandi, siðilig og greið, alt hetta lýsir tað valevnið, ið eg seti mín kross við í dag. Harumframt er hon hugsjónarliga grunda, hon trýr uppá eina politiska søk og hon vil gera Føroyar betri!

Eg eri troyttur av ókonstruktivum klandri, eg eri troyttur av breyðpolitikkarum, ið sita í sínum sessum av maktgreði ella orsaka av ynskinum um feitar pensjónir, ella bara av gomlum vana. Eg eri troyttur av ónyttum, ið eru komnar á ting við gyltum lyftum, men einki hava levera.

Eg eri troyttur av politikkarum, ið hava hug at avreiða øll okkara virði, til ES ella til persónliga útvaldar vinir og kenningar.

Eg eri troyttur av teirri óreiðiligheit, ið kemst av breyðpolitikkarunum við bert ynski um at fáa makt.

Eg haldi, at øll eiga at spyrja seg sjálvan: Er tann, ið eg fari at seta krossin við, ein maktgræður breyðpolitikkari?

Er viðkomandi reiðiligur?

Situr viðkomandi av gomlum vana?

Hugsið tykkum væl um, hvønn tit skulu velja, óansæð hvønn flokk tit velja. Tað eru fleiri góð valevni á flestu listum, so geri tykum ómak at velja tey røttu.

Eg velji Sirið Stenberg og tað haldi eg, at tú eisini skuldi gjørt!

Huldasound ummæld

huldasoundEg var aftur í Brunsj og ummældi fløgu, hesaferð var tað Huldasound hjá Huldu. Hon fekk 4 av 6 stjørnum.

Hetta er elektroniskur poppur og í støðum ordiliga gott, her kann man t.d. nevna útvarpshittið Every Drop, Kate og kanska eisini Stay away. Men her eru onnur løg, ið ikki eru líka væleydnaði.

Sum flestu debutfløgur, so peikar fløgan í nógvar ymiskar ættir, her er nógv, sum er sera myrkt, men eisini partar sum eru reindyrkaður poppur. Hetta kann vera sjarmerandi, og í hesum førinum er tað ok, Jens L. Thomsen hevur framleitt og tað hoyrist aftur.

Hoyr ummælið her

Jim Carrey um Napalm Death

sunnudagsbitinJim Carrey er ein stuttligur maður, og eisini her, ið hann tosar um sína passión fyri bólkinum Napalm Death. Tit fáa enn ein sunnudagsbita.

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Denne lov gælder ikke for skippere

IMG_2806.JPG

Hevur Annfinnur í Garðalíð formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum etið seym?
Ella er korruptiónin og mafiastøðan í samfelagnum bara so rótfest, at hann ikki fatar, hvat hann í roynd og veru sigur?

Í Sosialinum, ið vit øll fingu í postkassan mikudagin, er ein grein, ið fekk meg at stúrsa við.

Nývaldi formaðurin í skipara- og navigatørfelagnum harmast um, at hansara limir ikki longur eru fullkomiliga leysir av allari ábyrg, og í realitetinum – omanfyri lógina.

Hann breiðir sín vanvitsboðskap út fyri Føroya fólki, sum um tað var tað mest natúrliga í verðini, og hann fær ikki so frætt sum ein kritiskan spurning frá blaðmanninum.

Tað er eingin loyna, at umsitingin av føroyskari fiskivinnulóggávu mest hevur mint mest ein sunnudagsskúlalærara, ið noktar kúllunum at fáa eina stjørnu í bókina.

Tað hevur loyst seg at fiska við rækjutrolum inni í trolposunum á stongdum leiðum og annað líka groft, tí revsingin var so lítil í mun til vinningin. Tað tykist næstan, sum um man hevur kalkulera við bótum

Summi skip eru vorðin so gromm, at fólk í grannabygdini hava flutt gullfiskarnar úr vindeygunum, og søgur ganga um, at okkurt reiðarí hevur roynt at tryggja sær skipið móti omanlopið. Men Trygginin helt tað vera ov risikofult.

Hetta eru sjálvandi skemtisøgur, men tær vísa eisini, at fiskirán ikki verður tikið í serliga stórum álvara. Hetta er sum rúsdrekkakoyring var í 80’unum. Hetta hóast vit liva at fiskivinnu, og ránsveiða, umframt at vera ein hóttan móti stovnunum,  eisini kann fáa avleiðingar fyri okkum sum land í altjóða handilssamstarvi.

Fyrstu ferð, at eitt mál um brot á fiskivinnulóggávuna hevur havt nakran nevnivert at siga, er í málinum um garnaskipið Anitu, og her var talan um ópopulerar útlendingar alíkavæl, so tað kostaði kanska ikki so nógv, at taka fiskiloyvið frá teimum.

Men hetta fall ikki í góða jørð hjá Annfinni Garðalíð. Hann ræðist, at reiðarí fara at halda skiparan til ábyrgds fyri ránsfiskiskap og lógarbrot, og at hetta kann føra til húsagang hjá skiparanum.

Lat okkum líka taka hatta umaftur: Skipara- og navigatørfelagið rópar varskó, tí vandi er fyri, at limir hjá teimum, ið hava brotið lógina, fáa revsing fyri hetta?

Hann sigur sambært Sosilainum:

“- Tað rætta hevði verið at tað verður ein greið avtala gjørd ímillum reiðaran og skiparan um, at skiparin ikki skal hefta persónliga, verður skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap”

Hvørjari verð liva vit í, tá eitt fakfelag vil hava, at limirnir framhaldandi ótarnaðir skulu sleppa at bróta lógina?

Kanska enn meira ræðandi er, at blaðmaðurin, ið skrivaði greinina als ikki setur spurnartekin við úttalilsi.

Sjálvandi, skalt tú revsast og standa til ábyrgd, um tú brýtur lóggávuna. Tað er orsøkin til, at vit hava eina lóggávu.

Vanliga kalla vit hetta, at liva í einum rættarsamfelag. Okkara rættarskipan er bygd á almentfyribyrgjandi hugsjón, har vit hava lógir, ið gera, at tað ikki loysir seg at vera kriminellur, fyri at fólk á tann hótt vera eggja til ikki at verða kriminell.

Hví skuldi hetta ikki verið galdandi fyri skiparar eisini?

Nú kenni eg nógvar skiparar, og havi ofta hoyrt teir siga, at har kann bara vera ein skipari umborð. Skiparin bestemmar og hevur ábyrgd. Hetta er eitt heiðursstarv, og tað líkist svartasta ongum, at formaðurin fyri eitt heiðursfelag, sum Skipara- og navigatørfelagið, roynir at ómyndiggera sínar limir á hendan hátt. Sjálvandi skulu skiparar, ið bróta lógina standa til svars fyri ta!

Mest um í einum hjá-setningi nevnir formaðurin, at tá skip verða tikin fyri ólógligan fiskiskap, so er tað skiparin, ið fær bótina, men at vanligt er, at reiðaríið rindar bótina fyri skiparan.

Eg vil sanniliga vóna, at hetta verður inntøkuført hjá skiparunum, so hann rindar skatt av hesi eykaløn, ið hann fær frá reiðarínum.

Nei, tú tað nyttar einki at hava ein sheriff í Fiskimálaráðnum, um teir, ið hann umsitur eru omanfyri lógina.

 

Áhh, bassurin, bassurin

sunnudagsbitin

Henda vakra sunnudagin havi eg hug at deila hesa framúrskarandi jassuttu útgávuna av Meghan Trainor lagnum “All about that bass”, við songkvinnuni og bassleikaranum Kate Davis.

Hetta er framúr og ein deiligur máti at brúka 4 minuttir, set teg afturá og njót tað.

 

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Vit vilja verja frælsið!

Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.
Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.

Ræðuleikarnir í París vísa alt ov væl, at okkara samfelagsskipan og okkara mannarættindi eru hótt. Vit mugu ongantíð góðtaka, ella bera í bøtuflaka fyri tílíkum álopum sum hesum. Tí hetta er ikki bara eitt hópdráp, hetta er eitt álop á okkara grundvirði sum samfelag.

Talufrælsið er ein av grundarsteinunum, ið vit byggja okkara fólkaræði á, hetta er eini mannarættindi, og mannarættindi skulu virðast! Tey eru ikki til forhandlingar!

Tí velji eg eisini at deila omanfyristandandi mynd, Je Suis Charlie, ið merkir stutt “Eg eri Charlie”. Í nátt eru vit, sum vilja frælsi og mannarættindi, Charlie.

Charlie Hebdo er vorðið ímyndin av talufrælsinum, og stríðnum fyri hesum frælsi.

Í kjalarvørðinum av ræðuligu hendingini hava høgravendir ekstremistar válgað sær í henni, og brúkt hana sum eitt kærkomið amboð  í sínum ófantaliga ágangi móti øllum muslimum.

Í besta ekstremist anda, skera tey allar muslimar yvir ein kamb, og brúka hesa ræðuligu hending sum bensin til hatrið móti fremmandum. Hetta er ikki í Charliesa anda, tí blaðið hevur nevniliga speirikið alla ekstremismu, og arbeitt fyri frælsi og móti allari kúgan.

Eg haldi tað vera fúlt, at ekstremistar brúka hesa hending til gagns fyri sína hatursherferð.

Vit moderatu mugu standa saman móti ekstremistum, bæði teimum muslimsku og teimum, ið vit hava innanfyri okkara egnu bøgarðar.

Tónin á Facebook millum føroyingar seinastu dagarnar, síðan løgmaður boðaði frá, at hann vildi, at vit skuldu taka í móti flóttarfólki, ræðir meg. Tað rákið, ið tónin umboðar er eksploderaði aftaná álopið á Charlie Hebdo. Eg eri sannførdur, at hetta rák, er ein stór hóttan móti mannaættini.

Eg skilji ikki hvat projektið hjá føroysku hatursprofetunum er, nógv av teimum hava ongantíð hitt ein muslim, hava búð í Føroyum alt sítt lív, men er hjartaliga sannførd um, at islam og sostatt allir muslimar eru eitt problem, tað er ræðuliga viktikt, at siga hetta so ofta sum tilber. Men hvat ætla tey, tað loysir so einki at svína fólk til. Hvat er teirra loysn? Vilja tey avrætta allar muslimar? Læsa teir inni í Miðeystri og so bumba Miðeystur? Hvat er teirra projekt?

Eg havi skilt, at føroyskir ekstremistar hava eina hemmiliga losju á Facebook, har tey undir heitinum “Frælsi frá kúgan” øsa hvønn annan upp. Eg endaði í kjaki við nógvar av hesum ekstremistum á Facebook í gjár, og ein teirra viðgekk, at hann hevði eitt ynski um, at læsa allar muslimar inni í Miðeystri og atombumba teir, men ein av fremstu talsmonnunum hjá ekstremistunum var skjótur at strika boðini.

Eg ræðist!


Lat okkum ístaðin gevast at krúpa út í ekstremismuna. Lat okkum øll, óansæð átrúna, politiska sannføring ella húðarlit savnast um næstrakærleikan og tolsemi,. Lat okkum ikki gera mun á fólki, soleiðis at vit ikki stoyta eitt nú muslimskan ungdóm frá okkum, so tey enda í ekstremum islamiskum felagsskapum, har tey fáa pláss og kenna seg vird. Lat okkum síggja hesi menniskju sum týdningarmiklar ressursir.

Størsti sigurin hjá teimum lallandi svøku islamisku yvirgangsmonnunum, ið lupu á World Trade Center, var ikki at drepa 2.966 fólk, men at vit slakaðu persónliga frælsið í okkara samfelag, vit sluppu virðingini fyri mannarættindum, sum áðrenn tað var ein grundarsteinur í okkara samfelag.

Fyrr í ár kom hetta eisini til Føroyar, tá Osama Bin Laden kundi smíla í grøvini, tá Elsebeth Mercedes og Føroya løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, stóu á odda fyri hópneyðtøkini hjá samgonguni av okkara privatlívi við sonevnda avlurtingarpakkanum.

Latið okkum veruliga vera Charlie, og saman stríðast fyri mannarættindum og frælsi.

Latið okkum byggja okkara stríð móti ekstremistum á virðing og kærleika.

Mest lisnu nudlarnir í 2014

Her er yvirlit yvir tær tíggju mest lisnu greinarnar á Nudlum í 2014. Umframt greinarnar, er forsíðan nógv mest vitjaða síðan, meðan menupunktið “Handan Nudlar” eisini er væl vitjað, og hevði sloppið á eitt 8. pláss á listanum, um hetta var ein grein.

Mest lisna greinin er eins og í fjør um løgmann “Einki nemt at vera Kaj”, har eg viðgjørdi leiklutin hjá Kaj Leo í sambandi við Tollmálið, og ákærurnar móti Jørgen Niclassen, tann greinin var tó bert eitt vet frammanfyri næstlisnu greinina, ið var um fúla avlurtingarpakkan hjá Elsebeth Mercedes og dýnulyftarabandanum.

 

KajLeo1. Einki nemt at vera Kaj

28. mei, hugleiðing um andsøgnina millum atburðin hjá Kaj Leo Holm Johannesen og vanliga hugburðin hjá sambandsfólki, og um hví støðan hjá løgmanni var alt annað enn nemm í Tollmálinum.

 

 

Dynulyftan2. Avlurtingarpakkin er dýnulyftan av fúlasta slag

13. apríl, hugleiðing um hvussu landsins myndugleikar á fúlasta hátt kroystu ein avlurtingarpakka ígjøgnum, soleiðis at vit borgarar ikki longur hava rætt til eitt privatlív.

 

 

IMG_2415.JPG3. Meðan eg hugdi at landsdysti

12. oktober, hugleiðing um politiska spælið kring okkara landslið í fótbólti, aftaná, at FSF hevði koyrt Trónd Vatnhamar til hús

 

 

 

gull 4. Við Anthony í oyrunum og Agga í huganum

2. februar, hugleiðing frá einum rennitúri, har ljóta álopið hjá Agga Niclassen á Jóan Høgnesen í Sosialinum, eftir at Jóan herfyri bleiv interviewa av Prei. Lesarabrævið  hjá Agga snýr seg um støðuna hjá Jóan sum transkynd.

 

 

 

Lisbeth L. Petersen1305. Lisbeth er ordiligt fólk

10. februar hugleiðing í sambandi við, at Lisbeth Petersen fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, meldaði seg úr Sambandsflokkinum, í ónøgd yvir politikkin og linjuna hjá verandi leiðslu í flokkinum.

 

 

venjing-trondur6. Søgan um MC-Hár – Fyrstu árini

6. juli, grein um søguna hjá MC-Hár, har eg tók samanum fyrstu árini hjá MC-Hár, frá stovnan í 1991 til fløgan “Framvegis uttan vit” kom út í 1998.

 

 

 

doktaragrund 7. Eg havi álit á føroyingum

15. desember, hugleiðing um, at komandi ár er valár, og at føroyingar fara at liva upp til sína demokratisku skyldu.

 

 

 

20140415-174832.jpg8. Familjuútferð í Íslandi dagur 2

15. apríl, 2. partur av míni ferðafrásøgn frá okkara familjuútferð til Íslands við Norrønu. Hetta er um tænastu, hugnaligar upplivingar og annað, ið møtti okkum á ferðini.

 

 

 

dreingirnir9. Ein gongutúr við sjóvarmálan

25. apríl, frásøgn frá einum gongutúri við sjóvarmálan, har gruppupress og havsvimjing fyltu nógv.

 

 

 

IMG_2749.JPG10. Jólakalendarin 12. desember – dagsins gáva til tín

12. desember, aftur í ár hevði eg ein jólakalendara, og aftur í ár, kundi eg deila okkurt heilt forkunnugt, sum uppstøkuna av Halli Joensen og Guðrið Hansdóttir, ið sungu duett saman við Bjøllubandanum í Reinsarínum í Tórsgøtu.

Jólakalendarin 24. desember – Dagsins gáva til tín

Gleðilig jól tit øll, takk fyri, at tit hava vitja mín jólakalendara allan desember, og eisini takk tit, ið av tilvild eru komin inn her í dag.

Nú føroysku heimini lukta av røstum kjøti ella fiski, av dunnu, gás, reyðkáli, lambi, brúnkaðum eplum, granni, gløggi, holukøkum ella bara onkrum øðrum hugnaligum, so fari eg at deila mína síðstu kalendaragávu við tykkum.  Hon verður í tveimum pørtum, ovara gávan er eitt klipp, ið vísir, hvussu lýsingin hevði sæð út, um jólafilmurin Home Alone, ikki var ein skemtifilmur, men heldur ein ræðufilmur.

 

Men vit lata tykkum ikki verða hangandi við ræðukensluni sjálvan jólaaftan, og deila tí nakað sera hugnaligt, nevniliga endurinnspælingina hjá Gekkabólkinum Konfekt, av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, innspælt  við teimum originalu sangarunum. Elis Poulsen , og so fittu gentunum Arinu, Ránnvá og Elin Mariu, ið eru vorðnar fittar vaksnar konur.

TRÝST HER:

Koyr okkurt í mína hosu – Konfekt

 

 

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, hevur ein jólakalendari verið á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi hevur eisini verið ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag síðan 1. desember havi eg deilt okkurt gott við tykkum. Onkuntíð ein góðan sang, eina góð mynd, eina yrking, eitt viðmæli, eina leinkju, eitt filmklipp, einu søga, eina gátu ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis hevur eisini verið her á Nudlum.

Um tit ikki hava vitjað hvønn dag, so ber til at klikkja seg víðari til eldri kalendaragávur her á síðuni.
Tykkum ynskist eini góð jól.

Jólanissi

Jólakalendarin 23. desember – dagsins gáva til tín

Gløgt er gestsins eyga sigst, og vit elska eisini at sleppa at síggja okkum sjálvi gjøgnum eyguni hjá gestunum. Italski skotin Jock Zanfrillo eigur tvær matstovur í Adelaide í Avstralia og ferðast kring heimin fyri at finna nýggjar matupplivingar, við sær hevur hann eitt filmslið, og verða sendingarnar senda á Quest TV.

Herfyri var hann í Føroyum og fekk sær íblástur til eitt Føroya kvøld á eini av matstovum sínum, har hann millum annað borðreiddi við følskum spiki og blóðdesert.

Dagsins kalendaragáva er møguleikin til at síggja sendingina.

Hygg at sendingini her

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Jólanissi