Tungmálmur ’93: Oblivion

Lovandi Oblivion oddamaðurin Niels Arge Galán.
Lovandi Oblivion oddamaðurin Niels Arge Galán.

Ein tann mest lovandi tungmálmsbólkurin í Føroyum 92/93 var Oblivion. Bassleikarin og sangarin Niels Arge Galán spældi í nógvum bólkum um hetta mundið, men í Oblivion var hann karismatiskur oddamaður í einum bólkum sum í stóran mun spældi egnan tónleik, tónleik sum í føroyskum høpi var tyngri, enn tað vit vanliga upplivdu. Tekstirnir vóru í fleiri førum bæði provokerandi og stuttligir, ein táttur, ið Niels seinni hevur tikið upp aftur í 200. Umframt Niels var eisini 200 trummarin Uni Árting í Oblivion.

 

 

Oblivion var mannaður av Niels Arge Galán, sang og bass, Hans Petersen á gittar, Pól Jakobsen á gittar og Una Árting á trummum.

Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Eg eigi allar framførslurnar á video og fari at leggja tær út komandi dagarnar.

Framførslan hjá Lisa Sær Dupult

Kaj Leo: Ikki gera sum 200 sigur, ikki gera sum 200 sigur

BREAKING FOKKING NEWS – NUDLAR.NET MELDAR SEG INN Í TÍÐINDASKRIVSPRESSUNA!
Eg havi í dag fingið eitt fokking tíðindaskriv, frá fokking 200, og tað er somikið fokking áhugavert, at eg leggi tað út fokking her. Eg veit væl, at hetta er gerandiskostur á øllum hinum miðlunum, men hetta er mín bloggur, og sostatt skuldu tit helst verið spard fyri tílíkum, tí eg eri frægari enn so. Men eg eri ikki bleikur fyri at gera undantøk, undantøk eru faktiskt super góð. So her kemur eitt fokking undantak:
Í annaðkvøld fer 200 á pallin í Perluni í Havn. Lagt er upp til marathonkonsert við ongum minni enn Jürghinn sum upphiting.
200 bjóðar til fokking konsert í fokking Perluni, hetta seinasta vikuskiftið áðrenn valið.  EP-aktuellu Jürghinn við sínum eyðkenda neo-vágarokki hita upp.
Konsertin er løgd seinasta vikuskiftið áðrenn kommunuvalið, so øll, sum kanska ikki hava gjørt sær eina meining um hvussu og hvønn tey skulu velja kunnu við hepni fáa nøkur orð við á vegnum. “Vit leiðbeina fegnir”, siga teir í 200.
Sjálvur løgmaður viðmerkti á Facebook í morgun, at tað var ov galið, at meiningin hjá 200 kom fram í Kringvarpi Føroya í morgun. Talan var um klummuna, har innihaldið mestsum vóru orðini frá 200-sanginum “Nýtt blóð”. Vit taka Kaj Leo upp á orðið og skrúva harðari frá.
200 ætlar at spæla sína longstu konsert nakrantíð. Metið er frá konsertini í Huset í Keypmannahavn, har teir ikki sluppu avaftur pallinum, men vórðu klappaðir uppaftur ferð eftir ferð. Tann konsertin vardi í meira enn 2 tímar. “Tað er ikki Bruce Springsteen-leingi, men tað er langt í 200-høpi. Vit plaga sjáldan at spæla longri enn 40-45 minuttir, annars gerst tað skjótt ov strævið at hoyra uppá. Stutt er eftir okkara meting gott. Men nú fara vit eftir metinum, og ætla at spæla Springsteen-leingi”, siga teir í 200.
Perlan
Leygarkvøldið 10. november
Dyrnar lata upp kl. 22
Kostnaður 50 kr.

Nudlar Live í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið skipar Unga Tjóðveldi saman við 200 fyri endabrestinum á Vendetta konsertferðini. Nú er eisini greitt, at umframt framúrskarandi tónleik og undirhald, verður høvi at hoyra Nudlar Live. Tí eg eri biðin um at halda røðu. Røðan er longu skrivað, og eg kann avdúka, at eg komi við tveimum heilt konkretum uppskotum til, hvussu vit venda gongdini og gera Føroyar til heimsins besta og vinarligasta land. Vónandi kemur Kaj Leo Holm Johannesen at lurta, so uppskotini kunnu implementerast skjótt og væl.

 

Tiltakið í Sjónleikarhúsinum er ókeypis, og øl fæst til keyps, so eingin ivi er um, at tað blívur sera gott og festligt.

 

Kl 21  lata dyrnar upp og so verður hildið fram, við tónleiki, røðum og undirhaldi. Sjálvir skriva 200 soleiðis um tónleikin leygarkvøldið:

Fokk, sum vit gleða okkum at spæla í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið. Fokking 200, konubukaraølbúkarokkararnir JÜURGHINN, speed metal vágbingarnir INCURSE, Kári SVERRISSON Himself og gudinnurnar REVERB. Holy shitballs, tað ljóðar dýrt! NOPE, ókeypis baby! Deil og vinn ikki ein skid

 

 

Jú, Fokk, jú! 200 er aftur

Myndir sum Rani Hammershaimb Christiansen tók við sínari telefon

Tað er ein góð kensla, at 200 aftur ristir í føroysku líkasæluna og gevur idiotunum og bandittunum ein feitan miðfingur. Fokk jú, sum eg eri við uppá nýggju 200 fløguna og frálíka dokumentarfilimin hjá filmsnillinginum Sakaris Stórá.

Eg kann ikki ummæla 200, tí tað skal eingin loyna vera, at tveir av trimum 200 limum teljast millum bestu vinmenn mínar, ein av teimum er enntá stjóri hjá mær, hin triðja limin kenni somuleiðis sera væl, so habilititurin er av helviti til. Hetta verður í staðin ein hugleiðing.

Men eg var altso til filmfrumsýning og útgávukonsert við 200 í gjár, og fokk sum tað var feitt. Eg hevði longu hoyrt nýggju fløguna, so tað undraði meg ikki, at nýggju løgini vóru góð. 200 levera altíð eina góða framførslu, so eg visti, at konsertin fór at vera góð, og tað varð hon sanniliga eisini. Trummur, bassur, gittar og grefligt kjaftaslit fyri allar pengarnar, eitt gott bland av øllum tí nýggja og klassikarum, sum Leoland, Skitni Kartni og Mogghøvd.

Eg má tó viðganga, at tann hámentanarligi statusurin, sum 200 hevur fingið tyktist eitt sindur komiskur, talið av stjórum, akademikarum, millumleiðarum og politikarum, mundið neyvan havt verið hægrið, um talan var um ein yrkingaupplestur hjá Jóanesi Nielsen ella frumframførsluni av einari nýggjari føroyskari opera, og tað er sku ikki serliga punk! Nær hevur punkur verið eliterur?

Men hetta er tó ivaleyst ein staðfesting av, at 200 hevur ein týdningarmiklan leiklut í okkara samfelag, og at tey skilabestu høvdini her í Føroyum virðismeta henda leiklut.

200 er røddin, ið framum aðrar vísur okkum á órætt. Við skemtiligum rokkpunki, sum fangar, fær 200 boðskapin út, um hvør bestemmar í Leoland. Hesa røddina kunnu politikarar ikki fáa at makka rætt, hvørki við samanleggingum ella hóttanum um sparingar.

200 er við øðrum orðum lívsneyðugt, serliga í dag, tá okkara samfelag í størri mun enn nakrantíð áður er hótt innanífrá, ella skuldi eg sagt omanífrá. Hetta tekur 200 støðið í. Tekstirnir á nýggju útgávuni eru sera beinraknir:

– tey, sum vóru so bítt at velja sitandi samgongu, fáa eitt feitt til lukku
– politikararnir verða mintir á, at vit kunnu taka maktina aftur
– BADH stjórnin verður ákærd fyri landafíggindaligt virksemi
– Miðflokkurin fær miðfingurin
– Helgi Abrahamsen og hóttanar regime hjá BADH verður blást upp á stórskíggja,

tí 200 pjøvist ikki at makka rætt!

Í fyrsta stakfløgu útspælinum spyr 200, hvar kærleikin bleiv av, well eg føldi kærleikan í gjár, tá eg saman við høgum og lágum brølaði

Ja! fokk ja!
Jú! fokk jú!

Tí Leonistarnir, Jørgenistarnar, Káranistarnir og Billistarnir fáa sanniliga kærleikan at føla á nýggju útgávuni, ið finst bæði á fløgu/DVD og LP!

Endiliga hendir okkurt!

Onkur hevur eftirlýst, hvar listafólkini hava verið í stríðnum móti systematisku niðurlagingini av vælferðarsamfelagnum.  Well, endiliga hendir okkurt nýggja 200 fløgan Vendetta er her!

 

21. apríl hevur Føroya mest samfelagsrevsandi bólkur  útgávukonsert og frumsýning av dokumentarfilminum “Viva la Vendetta” hjá Sakaris Stórá.

 

Nudlar hevur sloppið at lurta við, og kann staðfesta, at Vendetta ikki bert er ein stórur feitur miðfingur til BADH samgonguna, men eisini eitt tónleikaverk, ið má metast, sum tað mest fólksliga hjá 200 síðan Viva La Republica. Á fløguni eru fleiri løg, við so stórari poppgóðsku, at longu eftir fyrstu lurtan syngur tú við og trallar tey aftan á.

 

Eg gleði meg longu til, tá 200 fer at gera onkran festival til eitt risastórt mótmælistiltak.
Dyrnar lata upp kl. 22:00.

Filmurin verður vístur kl. 22:45
200 fer á pallin uml. kl. 00:00

Atgongumerki fáast í Tutl frá týsdegnum 10. apríl
Kostnaður 200 kr (inkl. fløga + DVD). Altso; konsert + filmsýning + fløga+DVD fyri 200 fokking kr!!

Lippukassin – Uni leggur botnin

Fyrstu ferð Uni var at síggja á føroyska tónleikapallinum var í treskimálmsbólkinum Oblivion. Oblivion var fyrsta føroyska boðið uppá ein bólk, ið spældi hetta slagið av tónleiki. Løgini vóru øll egin og nøkur á føroyskum. Hetta var í 1992 og var nærum óhoyrt tá, tí flest allir rokkbólkar spældu lániløg í teirri tíðini, og teir, ið skrivaðu tónleik, skrivaðu flest allir á enskum.

Lýsing av Una Árting í sambandi við Planet Awards 2005 har hann var stjørnan handan trummurnar

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Fann gimsteinar í Føroyum

Fyrstu úrslitini av Atlantic Music Event síggjast longu, Hacate Entertainment Group er longu farin undir at royna at selja føroyskan tónleik til útlendskar marknaðir. Longu nú er tónleikur hjá Budam, Sic, 200 og Marius sendur til USA og Grikkaland.

 

Sarah-Chanderia stjóri í Hacate Entertainment Group var hevði ikki ivast í, at vitja aftur um høvið býðst.

Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, stjóri í Hacate Entertainment Group. Sarah arbeiðir við tónleika publishing og hevur gjørt tað til sína serfrøði at seta bólkar og marknaðir saman. Hon selur tónleik til sjónvarp, filmar, lýsingar, plátufeløg og mong onnur.

 

Budam til grikkar

Tá vit fingu orð á hana á høvuðsskrivstovu síni í Oslo týsdagin seinnapart, vóru hon og starvsfólk hennara í ferð við at gera ein føroyskan tónleikapakka, har tey vísa samstarvsfeløgum sínum í Grikkalandi og Los Angeles, nakað av tí besta, ið Sarah hevur upplivað á ferðini í Føroyum.

– Ja, man kann siga, at eg longu havi notið gott av túrinum til Føroyar, og at føroyski tónleikurin nýtir gott av míni vitjan, sigur Sarah.

–  Eg hoyrdi nógvan góðan tónleik á ferðini í Føroyum, og pakkin, ið eg nú geri tilreiðar, fevnir um Budam, og ja, sjálvandi Sic, men eisini 200 og Marius.

Á konsertini fríggjakvøldið var Sarah bergtikin av Sic, sum hon metti vera ein bólk við stórari framtíð. Hon prátaði tá um at royna at fáa bólkin við á tungmálmsfestivalar eitt nú í Noregi. Serliga røddina hjá Mikkjal og løgini dámdi henni væl. Hon helt, at hetta var ein bólkur, ið kundi verið væl egnaður til týska marknaðin, ið sum kunnugt er størsti marknaður í Evropa.

 

Kann mennast

Sarah var sum heild væl nøgd við vitjanina í Føroyum.

– Eg haldi Atlantic Music Event vera eitt frálíkt høvi fyri ídnaðin at uppliva føroyskan tónleik. Men eisini eitt frálíkt høvi, hjá føroyskum tónleikarum, at vísa seg fram fyri ídnaðinum í góðum karmum, sigur Sarah, ið tó heldur, at møguleikar eru fyri menna tiltakið uppaftur meira. Sarah var ein av pallborðsluttakarunum á Hitt & Hoyr tiltakinum á Hotel Føroyum seinasta fríggjadag. Tá rósti hon teimum tónleikarunum, ið vóru til staðar, fyri at førleikamenna seg við luttøku á tílíkum tiltøkum og tað er júst á hesum øki, at Sarah kundi hugsa sær at Atlantic Music Event varð ment.

– Eg haldi, at har kundi verið meira frálæra og skeiðsvirksemi, ið kundi verið til gagns fyri ídnaðin og fyri listafólkini. Hesi kundu fingið nøkur amboð og nakrar háttar at virka eftir. Eg havi bjóðað fyriskiparunum, at eg kundi hjálpa til við tílíkum virksemi í sambandi við eitt møguligt  komandi Atlantic Music Event.

 

Goymdir gimsteinar

Sarah sigur, at hon ikki ivast eina løtu í, at hetta er eitt tiltak, ið er áhugavert at vitja aftur.:

– Til hava nógvar goymdar gimsteinar, ið bíða eftir at verða funnir.

Umframt tey nøvnini, ið vit longu hava nevnt. Fann Sarah eisini onnur áhugaverd nøvn, ið hon fegin vildi arbeitt við. Eivør er eitt teirra.

– Eg hevði ikki møguleika fyri at práta við Eivør ella hennara umboðsfólk, men hon var heilt víst áhugaverd, sigur Sarah, ið eisini dámdi Angu og íslendsku Ampop væl

– Angu var fantastiskur, góð rødd og vøkur løg. Eisini íslendski bólkurin Ampop var fenomenalur. Tað  var eisini stuttligt at hoyra ein av bólkunum, sum mítt felag umboðar Grand Island framføra. Eitt av starvsfólkunum hjá mær hevur funnið bólkin, og gjørt avtaluna við hann men hetta var fyrstu ferð eg hoyrdi bólkin.

 

Ein serlig løta

Virkishúsið í Klaksvík og G!Music høvdu leygardagin skipað fyri útferð fyri útlendsku gestunum. Á ferðini var høvi at vitja Gøtusandi, Virkishúsið í Klaksvík og í Norðragøtu. Hetta var ein útferð, ið Sarah var sera glað um. Hon vísir á, at serliga áhugavert hevði tað verið, at uppliva Kára Sverrisson í Gøtu kirkju. Í gomlu og hugnaligu kirkjuni framførdi og greiddi Kári frá um føroyska tónleikasøgu, alt frá Kingo til skjaldur, vísur og kvæði vórðu framførd. Umframt at upptøkur av Kingo sangi vórðu spældar.

Sarah helt løtuna í Gøtu kirkju vera heilt serliga.

– Tað var øgiliga áhugavert, at uppliva gamla tónleikin frá 17. øld, og fáa eitt sindur innlit í tykkara tónleikasøgu, tað var ein heilt serlig løta, greiður Sarah frá.

 

Sigrið til Suður Korea?

Áðrenn vitjanina í Føroyum luttók Sarah í dómarabólkinum, ið valdi vinnaralagið í sangskrivarakappini hjá AME. Í hesum sambandi fekk hon høvið at hoyra fleiri áhugaverdar bólkar. Millum annað helt hon nógv av lagnum hjá Rannvá Jacobsen og Angu Motzfeldt.

– Hatta lagið er minst líka gott sum nakað, sum Norah Jones nakrantíð hevur gjørt, sigur Sarah um lagið Drain Me, ið Rannvá og Angu skaptu saman á sangskrivaraverkstaði í fjør.

– Eg valdi lagið hjá Eivør, Grát ei, sum vinnaralag. Men har vóru nógv onnur áhugaverd løg. T.d. lagið hjá Sigrið Rasmussen. Hatta er eitt ordiliga gott lag, sum eg t.d. kundi hugsað mær at fingið sent út á suður koreanska marknaðinum. Suður koreanski marknaðurin er ein trupul marknaður fyri R’n’B, men eg haldi at júst hatta lagið, Socalled Paradice kundi gjørt seg galdandi har, sigur Sarah.

Tá tú tosar um tónleik við Saruh, gerst skjótt greitt, at hon alla tíðina hugsar í marknaðum, og til hvat júst hetta lagið er best egnað. Men hetta er eisini tað, ið er hennara serfrøði.

Illa vitjað rokkkvøld

Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna.

Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp.

Skráin á fríggjakvøldið á AME var sum heild merkt av minni kendum nøvnum enn leygarkvøldið. Gaman í her var ikki talan um nýggj nøvn: 200, Gestir, Marius og Sic kunnu neyvan lýsast sum millum minstu føroysku tónleikanøvnini, men tey hava tó ikki líka breiðan fólkaligan áhuga sum Lena, Eivør og Høgni Lisberg. Men her var talan um høga góðsku á føroyska partinum av skránni.

 

Flottir karmar

Norðurlandahúsið hevði saman við vinnuframastovninum sett eitt imponerandi tiltak saman. Ljóðið var alla tíðina gott, og ljósið, ið ljóssnillingurin Egil B. Hansen stóð fyri, var so ófatiliga flott. Her var stutt sagt lagt upp til eina stórsligna tónleikauppliving. Men í stóra tóma salinum í Norðurlandahúsinum tyktist hetta stórsligna nærum feilplaserað.

Atlantic Music Event uttan kappingina, sum Prix Føroyar finalan gav, hevur mist nógv av áskoðaratokkanum. Talan mundi neyvan vera um stórt fleiri enn nøkur fá hundra fólk í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, og hetta var als ikki nokk fyri at skapa rætta stemningin.

 

Sic skaraði framúr

Bólkarnir fingu tó flest allir gott burturúr og tyktust ikki sjónliga darvaðir av manglandi áskoðarunum. Stóra hæddarpunktið var uttan iva framførslan hjá Sic, ið var seinasta framførslan á skránni. Tá var nakað av fólki savnað í salinum, hóast talan ikki var um nógv fólk. Tað er tó vert at bíta merki í, at nærum eingin av teimum trúgvu fjepparunum stóð frammanfyri pallin, sum tey annars altíð gera.

Teir fimm í Sic vóru komnir har fyri at vísa, at bólkurin undir røttu kørmum kundi liva upp til nógv róstu fløguna. Hetta megnaði Sic til fulnar.

Framførslur hjá Sic hava ofta verið merktar av ringum ljóði, men við frálíku karmunum í Norðurlandahúsinum fingu løgini lív. Melodisku pettini vóru vøkur, og hørðu larmandi pettini vóru átroðkandi, hørð og larmandi. Serliga trummuspælið hjá Magnusi var framúrskarandi. Rútmiska tilrætta leggingin av løgunum hjá Sic er ein sera stór styrki.

Mikkjal Gaard Hansen vísti enn einaferð, at hann er ein framúrskarandi oddamaður. Hansara rødd fevnir sera víða, og er líka innilig í frumrópunum og skrálunum, sum í vøkru sang pettunum.

Framførslan hjá Sic fall í góða jørð hjá fleiri av útlendsku gestunum, og tað skilst at okkurt áhugavert samband varð skapt.

 

Framúr vánaligt

Nógv ringastu framførsluna á kvøldinum og eisini øllum vikuskiftinum stóð sviin Jonas Molinder fyri. Fyrrverandi oddamaðurin í Molinder Band royndi seg sum einstaklingur. Hann hevði sjálvur søkt stuðul til ferðina og tikið stig til at koma hendan vegin.

Tónleikaútflutningsráðini í hinum norðurlondunum høvdu valt luttakararnar. Men Svøríki hevði ongan áhuga í at senda nakran bólk til Føroyar. So tá Molinder, ið kennir Brand Enni, setti seg í samband við fyrireikararnar, var hildið, at betur var við onkrum umboði fyri Svøríki enn ongum.

Tað var tað ikki!

Framførslan var út av lagi vánalig. Molinder spældi hampuliga væl á klaver og gittar, men songrøddin var lítið sannførandi. Løgini vóru hvørki fangandi ella áhugaverd, og ensku tekstirnir vóru heldur hjálparleysir. Hann tyktist eisini ótryggur á pallinum. Hetta eru undrunarvert, tí talan er ikki um ein óroyndan mann, Molinder gevur í næstum sína fjórðu fløgu út. Molinder var ein ring byrjan á sýnisglugga tiltakið.

 

 

Gestir spældi uttan strúkarar

Gestir vóru settir á skránna beint eftir Jonas Molinder. Hetta var ikki ein serliga trupul uppgáva, tí tað kundi nærum bert gerast betur. Planet.fo skilti á onkrum útlendskum gesti, at tað var ein lætti, tá Gestir við síni góðu framførslu vístu, at støðið á sýnisgluggatiltakinum var munandi betur, enn tað sum sviin hevði lagt. Gestir hava spælt nógv við strúkarum, síðan fløgan kom út í fjør, men fríggjakvøldið var bólkurin aftur á palli uttan uttanhýsis hjálp. Hetta var ein fyrimunur í nøkrum løgum og ein vansi í øðrum.  Tað tyktist sum um Knút Háberg Eysturstein á tangentum fekk eitt sindur betur pláss í ljóðmyndini. Hetta gav løgunum eitt sindur meira av kanti, enn tey hava, tá strúkarar eru við. Men samstundis var ljóðmyndin ikki líka stórsligin, sum hon onkuntíð hevur verið, hóast hon enn var stór. Bólkurin legði fyri við lagnum Hvørt Fótafet, ið vanliga er eitt av hæddarpunktunum á eini Gestir konsert, men tað var lagið ikki hesaferð, lagið var rættiliga væl spælt, men bólkurin tyktist bert at gerast heitari, og inniligheitin gjørdist størri fyri hvør lagið, ið bólkurin spældi.

 

Trupul uppgáva

Hóast karmarnir vóru góðir, so var raðfylgjan á skránni heldur løgin. Tað tyktist sera undarligt at seta, Angu Motzfeldt ein  fittan sangari og sangskrivara við kassagittar, at spæla aftan á stóru ljóðmyndina hjá Gestir.

Hóast Angu Motzfeldt er ein sera dugnaligur sangari og sangskrivari, so fór luftin eitt sindur úr tiltakinum, tá hann við kassagittara skuldi fylla pallin har ein rokkbólkur frammanundan hevði staðið. Løgini hjá Angu vóru góð og sera fitt. Angu hevur ein sorgblíðan tóna í sínum fólkakendu løgum og tað er ikki uttan orsøk, at hann verður kallaður grønlendska útgávan av Teiti Men tað var eitt sindur trupult hjá Angu at fanga teir fáu áhoyrarnar, ið vóru har.

Men staðfestast kann, at Angu er ein framúrskarandi sangari.. Tað tyktist synd í honum,  har hann stóð á stóra pallinum, púra einsamallur og eingin ivi er um, at Angu hevði riggað betur á eini minni og meira intimari konsert.

 

Danskur popp rokkur

Føroyski Marius og danski Ave eru tveir bólkar, ið spæla innan somu tónleikagrein. Báðir bólkar hava greiðar tilvísingar til danskan modernaðan rokk, so sum Carpark North og Mew. Tí var tað ein skilagóð avgerð hjá fyrireikarunum at leggja hesar bólkar við síðuna av hvør øðrum í spæliskránni. Hóast bólkarnir líkjast eru teir samstundis sera ymiskir, ið mátanum teir spæla henda tónleik. Føroyski bólkurin spældi áðrenn tann danski, og hóast framførslan sum so var væl spæld, so manglaði nervin og inniligheitin, ið vit kenna frá framførslum hjá Marius fyrr, um tað vóru karmarnir ella okkurt annað, ið var orsøk til hetta er ikki til at vita.

Hóast tónleikurin ikki er slóðbrótandi, so spældi Ave væl. Framførslan var góð og krydda við ljóðførum, sum einum gomlum útvarpstóli og eini skrivimaskinu, varð hon eisini áhugaverd. Songrøddin hjá sangaranum bar eisini framførsluni væl. Røddin minti í støðum um røddina hjá Suede sangaranum, Bret Anderson.

 

200 fyltu pallin

200 hevði fingið til uppgávu at spæla ímillum Ave og Sic, og hetta gjørdi bólkurin væl. 200 var ein orkumbumba og fekk gott lív í teir áskoðararnar, ið vóru savnaðir frammanfyri pallin. Framførslan var sum altíð kasta í høvdið á fólki við einum smíli sum smittaði. 200 trívist væl á einum stórum palli, og í flottum ljósið, við góðum ljóði og væl spældum punk rokki, megnaðu teir tríggir at fylla allan pallin.

Nýggjárskonsertin 2006 – Lítil áhugi fyri tónleikinum

Rættiliga fitta av fólki var komið saman í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Kyndil skipaði fyri árligu Nýggjárskonsertini. Tónleikurin var góður, men áhugin fyri honum var lítil.

Sic, The Story Ends, 200 og The Dreams her var talan um 4 av mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men ikki fyri áskoðarafjøldina, ið nærum einans taldi ung fólk, sera ung fólk. Onkur hendinga áskoðari mundi vera yvir 18 ár, men hesir kundu teljast á einari hond. Tað var eingin ivi um, at høvuðsendamálið hjá teimum flestu var at blíva full, sera full sera skjótt og hetta eydnaðist til fulnar.

Longu áðrenn fyrsti bólkurin var farin av pallinum vóru fyrstu fólkini avdottin, eitt par var í ferð við at fáa sær eitt lítið upp ímóti einum veggi, og fyrstu buldrini av fýrverkið høvdu ljóðað í høllini.

Bólkarnir framførdu allir sera væl, men tað var fyrst og fremst plátuvendarin DJ Switch, ið fylti gólvið. Fýrverkið merkti sum vant konsertina, men talan var bert um ein ótanga, hesin var lukkutíð ikki av teimum gløggastu. Hann sat aftan fyri ein stólpa uppi móti vegginum og kastaði fýrverk niður á sama stað á hallargólvinum, tí var lætt hjá vaktarfólkinum at finna hann. Rættiliga harðliga varð hann drigin út og smitaður fyri dyr.

 

Sic spældi útum pallkantin
Frálíka framførslan hjá Sic var í heimsflokki og savnaði ein tættan lítlan skara av trúføstum Sic-høvdum framman fyri pallin. Hesi hugnaðu sær væl, men millum størsta partin av áskoðarunum var eingin áhugi, enntá var tað onkur, ið vísti sína ónøgd við tunga og harða rokkin, við at venda tummilin niðureftir og rópa ókvæmisorð eftir teimum. Hetta tók tó einki frá framførsluni. Oddamaðurin Mikkjal G. Hansen var sum altíð ein orkubumba og hansara inniligheit er nærum ófatilig. Tó kundi man væl livað við tí, um hann valdi at tiga millum løgini, tí hansara viðmerkingar eru satt at siga flatar. Men meðan tónleikurin buldraði fyltu rødd og persónligheit pallin heilt út og komu langt út um pallkantin. Tað gjørdi restin Sic eisini, bólkurin gav seg 200% og veggurin av ljóði rakti teg hart í andlitið. Har var eingin møguleiki fyri at vera líkaglaður, antin dámdi tú tað ella ikki.

Ljóðið var sum heild gott, tó kundi tað vera eitt sindur ringt á at skyna ymisku ljóðførini, og ljóðmyndin var eitt sindur runut í støðum. Men hetta er ofta vandin við hesum slagi av tónleiki. Serliga trupult er at fáa gott ljóð í eini høll sum hesi, har ljóðið slær aftur. Eisini vóru trupulleikar við ljóðinum í tí eina gittaranum og hetta kendist eitt sindur forstýrandið.

Tað var tó lekkurt at uppliva, at Kyndil hevði brúkt pening upp á ljós og ljóð. Tí hesin parturin var veruliga góður í ár. Ljósmaðurin skapti alt kvøldið vakrar pallmyndir og hetta gav framførslunum ein professionellan dám.

Orsaka at vit eru til
The Story Ends var næsti bólkur á pallin, og nú vóru uppaftur fleiri fólk inni í høllini. Eg havi tað eitt sindur trupult við The Story Ends. Havi ummælt bólkin rættiliga ofta, og niðurstøðan er altíð tann sama, at hetta er ein lovandi bólkur. Hetta, at The Story Ends er ein lovandi bólkur, kann ikki setast spurnartekin við. Teir eiga nøkur sera fangandi løg, men bólkurin útstrálaði eina sera ósjarmerandi blanding av tveimum so ólíkum kenslum sum líkasælu og fjáltri. Limirnir í bólkinum eru ungir, og hava eina spennandi framtíð frammanfyri sær. Tað er ivaleyst tí, at bólkurin somikið skjótt er vorðin eitt so stórt navn, at man krevur dekan ov nógv av so óroyndum monnum. Sangarin er ein vakur ungur maður við góðari rødd, hann hevur eina natúrliga fangandi útstráling, men virkaði sera ótryggur millum sangirnar, og hansara tóma “Takk fyri!” millum hvørt lag, ljóðaði meira sum orsaka vit eru til, enn nakað annað. Alt bleiv eitt sindur innanhýsis kent. Limirnir stóðu og smáprátaðu millum løgini og sóu veruliga ikki út til at hugna sær. Hetta var bara eitt sindur for ótjekka. Tað slagið av rokki, sum The Story Ends spælir verður vanliga spældur við nógvum sjálvsáliti, men hetta sjálvsálit hevði The Story Ends ikki. Hetta gjørdi, at bólkurin als ikki megnaði at koma útum pallkantin. Áskoðararnir mistu skjótt áhugan, og hetta hjálpti ikki upp á sjálvsálitið. Teirra fjepparaskarði var uppaftur minnið enn tann hjá Sic, so fjøldin var rættiliga spjødd framman fyri pallin. Tó so, nøkur av kendaru løgunum hjá bólkinum fingu fólk út á dansigólvið. Bólkurin spældi væl, ljóðið var uppaftur betur enn hjá Sic, ljósið sá gott út og løgini vóru góð, men yvirskotið manglaði.

Musclemanblað fekk lív í
200 savnaði eitt sindur fleiri framman fyri pallin enn bólkarnir, ið høvdu spælt frammanundan. Serliga var gott lív í tá hittið Musclemanblað og onnur kend løg vóru spæld. Í Musclemanblað var teksturin eitt sindur broyttur, soleiðis at hann passaði betur til aktuella málið um 266b. Kjakið um 266b fekk sum heild stórt pláss í framførsluni. Lagið MF666 um atkvøðurnar hjá Miðflokkinum við síðsta val, hevði broytt navn og æt nú Miðflokkurin 266b, kjakið um rættindi teirra samkyndu fyllur nógv á aktuellu fløguni hjá bólkinum og løg sum Mogghøvd og Talibanar viðgjørdu hetta mál.

200 stillaði upp í eini beinari røð, soleiðis at trummusettið stóð fremst á pallinum mitt fyri. So stóðu Niels Arge Galán við gittara sínum á høgru lið trummuleikarans og Mikael Blak á vinstru lið við bassinum. Hetta gav myndina av einum bólki, har allir limirnir vera settir líkað, men samstundis tekur hetta eitt sindur frá Niels Arge Galán, ið fyrr hevur verið sterki og einasti oddamaðurin í bólkinum.

Niels hevði sum vanligt fleiri heilt sterkar útsagnir, millum annað í presentatiónini av lagnum Mentanarimperialisma:

– Føroyar eru danskar sum inn í helviti! Gjøgnumsúrgaðar av mentanarimperialismu: Fleskasteik við reyðkál, lurta eftir fucking Shu-Bi-Dua og eta hakkibúff!

Hæddarpunktini hjá 200 vóru Musclemanblað, Tunnilsvisión, Graceland og Drotningavitjan. Meðan Sig ikki nei Kaj fekk fólkið at syngja við.

The Dreams spældu til dans
Tað skerst ikki burtur, at tað var ikki fyrr enn hittshowið hjá The Dreams fór í gongd, at ordiliga gott lív kom í fjøldina. Við einans einum heimagjørdum lagi, tyktist konsertin hjá The Dreams at raka áhoyraran betur enn nakar av hinum bólkunum gjørdi. Vanligu tulkingarnar av føroyskum klassikarum vóru kryddaðar við tulkingum útlendskum klassikarum sum I Believe I Can Fly hjá R. Kelly, Summer Of 69 hjá Bryan Adams, Shape Of My Heart hjá Backstreet Boys, Cotton Fields hjá Credence Clearwater Revival og tveimum løgum hjá Blink 182, All The Small Things og Girl At The Rock Show. Hesi bæði løg passaðu væl til skránna hjá The Dreams, tí Blink 182 má nokk metast at vera altjóða útgávan av føroysk bólkinum.

Einasta heimagjørda lagið hjá The Dreams á kvøldinum var Lumpaður frá tíðini, tá bólkurin æt Zink. Lagið er eitt slag av kultklassikara og sera fangandi. Tí passaði tað væl inn í heildina.

The Dreams spældu væl og nýggjasti limurin í bólkinum gittarleikarin Heini Gilstón Corfitz Andersen er eitt ótrúligt pluss fyri bólkin. Hann er ein orkubumba og riggar væl inn í heildina. Hansara stóra útstráling ger hann beinanvegin til ein miðdepil í framførsluni. Hann er vanur at vera oddamaður í Paradox, og í The Dreams er eingin greiður oddamaður frammanundan, Swardi og Fist eru vanliga báðir í fokus og nú eru teir tríggir.

Fólk tyktist væl við meðan The Dreams spældi. Bæði útlendsku løgini og løg sum Sjeikurin, Sirkus Tinganes, Forelskaður Sjónleikari, Til allar vinir, Sasa Sa, Sa og Nummar fingu veruligt lív í. Men sum ummælari stóð eg meira við eini kenslu av, at vera í dans enn at vera til konsert. Hetta er ikki meint sum ein kritikkur, men bara ein staðfesting av, at fyrireikararnir av Nýggjárskonsertini áttu at endurhugsað konseptið, og heldur skipa fyri einum tiltakið, ið er meira av tí slagnum, sum The Dreams umboðaði. Tónleikur at dansa og syngja við til, tónleikur at detta av til og tónleikur til at fáa sær eitt nýggjársfríggj til, tí Nýggjárskonsertin er eitt ball fyri tey yngstu.

Fleiri myndir her

 

Føroyskur punkur á SPOT Festivalinum

Tann størsti vinnufestivalurin í Norðanlondum kunngerð á heimasíðu síni, at føroysku bólkarnir The Dreams og 200 skulu spæla á ársins festivali, ið verður hildin í Århus fyrst vikuskiftið í juni.

 

Felagskapurin aftan fyri SPOT Festivalin boðar í dag frá, at teir báðir fremstu føroysku punkbólkarnir 200 og The Dreams verða á ársins festivali, ið er fyrsta vikuskiftið í juni.

 

Á heimasíðu síni skrivar festivalurin: “…som noget nyt bliver færøsk musik i år præsenteret i samarbejde med Nordens Hus i Thorshavn:  The Dreams med frontmanden Swardi spiller ny punk uden grænser – trioen blev opdaget af popdivaen Anastacia og a&r-legenden Olivier Bezadi i forbindelse med MTV-realityshowet “The A-Cut”, hvor gruppen blev nummer tre. Og 200 byder på politisk satire sunget på færøsk med Elvis-vokal! Gruppen så dagens lys i 1996 med det formål at bevise, at alternativ rock kan synges på modersmålet.

 

SPOT – Festivalurin verður  sæddur, sum ein tann týdningarmikli festivalurin fyri nýggjar bólkar, fleiri hundra fólk úr tónleikaídnaðinum koma á hvørjum árið til festivalin, og eitt nú okkara egni Teitur fekk síni fyrstu sambond, ið seinni gjørdist ein sáttmáli við Universal á hesum festivali.

 

Hetta er fyrstu ferð, at The Dreams luttaka á stóra festivalinum í Århus, meðan bæði Niels og Uni úr 200 spældu á festivalinum í 1999 við MC-Hár.

 

Tað var ein glaður Niels Arge Galan, ið vit fingu fatur á í gjár. “Tað at verða valdur í millum allar teir bestu bólkarnar í Føroyum, ið luttóku á Showcase’ini  í Kagganum er kul. Vit hava fingi nógv rós í Føroyum, men tað er eitt herðaklapp, at útlendingar eisini dáma okkum”, sigur Niels

 

Eisini umboðsmaðurin hjá The Dreams Sverre Nolsøe segði, at bólkurin var glaður um hetta herðaklapp, og at teir gleddu seg til luttøkuna á festivalinum.