Tvær smáar konsertir eru komnar afturat høvuðstiltøkunum í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið og fríggjakvøldið verða AME kvøld í Kagganum.
Konsertirnar í Kagganum verða fyriskipaðar í sambandi við AME-Føroyar tiltakið í Norðurlandahúsinum, og gestir við AME-armbandi gjalda hálvan prís fyri at sleppa inn í Kaggan hesi kvøldini. Her verður talan um sera spennandi konsertir, við nøkrum av okkara kremstu nøvnum. Milllum nøvnini verða Boys In A Band, ið varð kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards, Rókur, ið vann heiðurin besti sangari á Planet Awards, Guðrið Hansen, ið var í uppskotið til heiðurin besta songkvinna, Budam, ið var í uppskoti til heiðurin besti nýggi bólkur umframt GBOB vinnarin Deja Vu.
Konsertin hóskvøldið byrjar kl 21:00 og kostar 100,-. Á skránni verða Guðrið Hansen, Stanley Samuelsen, Deja Vu og Budam.
Fríggjakvøldið byrjar konsertin í Kagganum uml kl 00:30, hetta er tá AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum er endað. Kostnaður 120,-. Á skránni verða Crawling Blue, Boys In A Band, Die Dummen Dänen, Kristleif og Rókur.
Atgongumerkir til AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og við dyrnar í Kagganum í samband við konsertirnar
Tónleikaídnaðurin uttanlands verður sera væl umboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum, festivalar, plátufeløg og tónleikaumboð koma fyri at uppliva tað besta innan føroyskan og nýggjan norðurlendskan tónleik.
Fyriskipararnir av AME-Føroyar hava skapt eitt áhugavert konsept, somikið áhugavert at ikki færri enn 20 útlendskir gestir hava boðað frá, at tey koma til Føroyar komandi vikuskiftið. Her er fyrst og fremst talan um gestir úr tónleikaídnaðinum í hinum Norðurlondunum. Men eisini nakrir gestir úr Bretlandi. Serliga væl umboðað verður Danmark. Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis hevur longu víst áhuga í, at geva okkurt lag, ið kom inn í sangskrivarakappingini hjá AME, út í Danmark. Jelling Festivalurin og Nibefestivalurin hava boðað frá, at tey ætla sær at bjóða bólkum at luttaka á teirra festivalum. Umframt at hvørki hinir festivalarnir ella plátufeløgini, ið eru umboðaði koma til Føroyar fyri stuttleikar. Her eru stórir møguleikar hjá føroyska tónleikalívinum í Føroyum at gera vart við seg. Fyri at geva føroyskum tónleikarum møguleika at koma í samband við útlendsku gestirnar, er Hotel Føroyar fríggjadagin seinnapart kl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt & Hoyr.
Tiltakið vendir sær til føroyskar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleikavinnuna, og verður skipað sum ein inngangur til AME, har høvið er at hittast undir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttaka fleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólkarnar á AME.
Nøkur av útlendsku tónleikaumboðunum fara at greiða frá teirra tónleikavirksemi og annars svara teimum spurningum, sum høvi verður at seta.
Hesir gestir hava boða frá síni luttøku á AME
Jade Richardson frá Jade Inc. er royndur promotari og talentskóti fyri nógv plátufeløg í Bretlandi
Pelle Lidell er leiðandi A&R Universal Music í Bretlandi.
Sarah-Chanderia frá Hacate Entertainment Group,
Oskar Jensen og Lars Skovgaard umboða Vega í Danmark
Jesper Kemp umboðar Beatboxbooking í Danmark
Jakob Brixvold umboðar Spælistaðið STARS, og arbeiðir eisini fyri Odeon pallin á Roskilde Festivalinum
Birgitte Hanssen Mandelid er blaðkvinna og umboðar eisini Øyafestivalen í Noregi
Paul Sullivan umboðar Clash Magazine og onnur tónleikabløð í Bretlandi
Kasper Kirkegaard og Rasmus Weng Karlsen umboða tónleikablaðið Gaffa í Danmark
Morten Madsen umboðar tónleikablaðið Musikeren í Danmark
Karina Edlund Jensen umboðar danska dagblaðið Urban
Poul Henrik Jensen umboðar danska tónleikarafelagið DJBFA
Ólafur Páll Gunnarsson og Ásgeir Eyþórsson umboða Rás Ísland
Peter Møller Madsen umboðar Nibefestivalen
Lars Charlie Mortensen umboðar Jellinge Festivalen
Jens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt
Michael Callesen umboðar danska rokktónleikarafelagið Rosa
Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær, at ljósviðurskiftini á AME-Føroyar komandi vikuskiftið verða í heimsflokki. Besti føroyski ljósmaðurin Egil B. Hansen er settur á uppgávuna.
Umframt framúrskarandi ljósførleikarnar hevur Egil gott innlit í tónleikin, sum bassleikari í m.ø. Mark No Limits
Tað er longu frammanundan greitt, at tónleikurin á Atlantic Music Event verður í heimsflokki, tá Jonas Molinder, Angu, Sic, 200, AVE, Gestir, Marius, Ampop, Eivør, Deja Vu, Høgni Lisberg, Grand Island, Lena Anderssen og Die Dummen Dänen fara á pall komandi vikuskiftið. Men nú kunnu vit avdúka, at konsertirnar eisini fara at síggja út í heimsflokki.
Føroya fremsti ljóssnillingur Egil B. Hansen kemur heim úr Danmark, har hann búleikast og starvast, sum ljóstøkningur.
Egil hevur fleiri gjørt tað flotta ljósið, sum hevur verið til t.d. Prix Føroyar finalurnar og hópin av øðrum stórum tiltøkum í Føroyum. Vit eru sera spent, hvat Egil fer at finna uppá!. Ljósið hjá Egil er altíð ein listarlig uppliving í sær sjálvum, siga fyrireikararnir á ame.fo.
Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum. Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum.
Íslendski elektroniski bólkurin Ampop gav í november fjórðu fløgu sína fløguna “Sail to the Moon” út. Fløgan varð av lurtarum á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás 2 vald til ársins fløgu, eins og hon er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á íslendsku tónleikaheiðurslønunum.
Næst seinasta fløgan hjá Ampop “My Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi og tittullagið varð valt til ársins lag og ársins sjónbandalag á íslendsku tónleikaheiðurslønunum í fjør.
Ampop byrjaði sum ein elektronisk duo og gav í hesum líki tvær fløgur út, ið ummælarar og smalir lurtararskarðar vóru sera begtiknir av. Bólkurin broyttist nakað, tá trummuleikarin kom við í bólkin og ljóðið flutti seg til meira trummu og gittarbasera. Samstundis fekk bólkurin veruliga luft undir veingirnar og fór veruliga at gera um seg í útvarpi og á hittlistunum.
Grønlendski Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.
Sum tannáringur spældi Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.
20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har sterki hugurin til tónleikin førdi til, at hann endaði sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.
Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.
Molinder Band er svenskur bólkur við oddamanninum Jonas Molinder. Í veruleikanum er mest av øllum talan um eina einstaklinga verkætlan, ið hevur givið 3 EP fløgur út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Nøkur ár eru fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í eitt ár. Hann brúkti tíðina at leita eftir nýggjum íblástri. Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME. Tóleikurin hjá Jonas Molinder finnur íblástur í tí tónleiki, ið hann lurtaði eftir sum yngri, nøvnum sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins.
Grand Island úr Noregi spælir eitt slag av nýrokki.
Ein samansjóva, orkufull og skitin samanrenning av nýrokki, disko og kontri. Ella við øðrum orðum stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni ella á heimasíðuni, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.
Sterkar meiningar eyðkennir danska bólkin Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við søgum um rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast evnini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið í vikuvís r á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum. Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu, ið eru gjøgnumførdur og virkar sum ein veggur av ljóði.
Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni
Ave er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni. Hettar er ein av nýggjastu spennandi bólkunum úr Danmark.
Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði.
Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyndir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum.
Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa Ave teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami.
Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at kryddar framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini. Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi.
Seinasta útspælið frá Ave er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitnisliga ferð, ið loyvir lurtarinum at hella seg afturá og njóta upplivingina.
Tá Gissur Patursson leygarmorgunin um ellivu tíðina kom út til íslendska Ríkisútvarpið, at handa tað nógv ummrøddu fløgutaskuna, við einum savni av føroyskum fløgum, var ikki hissini av móttøku.
AME-Reykjavík
Tá Gissur Patursson fór við flogfarinum til Ísland hevði hann 60 kilo av føroyskum fløgum við sær.
Talan var um tilsamans trý fløgusøvn, tað størsta og mest kompletta varð latið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2. Gávan til Ríkisútvarpið varð handa leygarmorgunin.
– Øll, ið starvast í plátusavninum vóru møtt upp við stjóranum Bjarna Guðmundssyni á odda, og hugnalig var løtan. Har varð borðreitt við kaffi og onkrum góðum afturvið, greiðir Gissur frá.
Hann sigur, at tey vóru sera glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gramex-deildina hevur tikið stig til at lata íslendskum útvarpi, og sum EIK og Expert hava stuðlað. Plátufelagið Tutl hevur latið størsta partin av savninum.
Gissur viðgongur, at hann faktiskt varð tikin á bóli av móttøkuni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum.
Íslenskar fløgur til Føroyar
Gissur og útvarpstjórin hildu hvør sína røðu. Útvarpsstjórin bar fram í røðu síni eitt ynski um, at eisini føroyskt útvarp skuldi fáa eitt tílíkt kuffert. Í hesum sambandi fekk Gissur handaðar íslendskar fløgur at hava heim við sær til Kringvarpið. Gissur, ið sjálvur hevur verið útvarpsvertur í nógv ár, tók sjálvandi gleðiliga ímóti.
– Vit hoyra frá fólki, at tey bara fáa onkran tilvildarligan føroyskan tónleik, tá tey spyrja um eitt føroyskt lag. Umberingin er, at tað ikki finnist í plátusavninum, sigur Gissur. Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki er ábyrgdin hjá Gramex at tryggja, at plátusøvnini hjá útvarpsstøðum eru komplett, men nú verður henda roynd gjørd.
– Talvan verður vaskað rein, og søvnini verða komplett. So taka við sjálvandi upplýsingar heim við okkum, um hvar føroyskir bólkar í framtíðini kunnu senda sínar útgávur, sigur Gissur.
Handanin av fløgutaskuni til Ríkisútvarpið varð send beinleiðis í útvarpinum, eisini tók sjónvarpið upp frá tiltakinum at senda í tíðindasendingini í gjárkvøldið.
Her varð eisini høvið hjá Gissi at gera eitt sindur av marknaðarføring fyri stóra AME tiltakið, ið var í NASA leygarkvøldið.
Áðrenn Gissur fór víðari avtalaðu tey, at hann í morgun skuldi koma og hjálpa teimum við at bólka føroyska tónleikin.
Kristiligir tónar til Lindina
Umframt samlingina til Ríkisútvarpið hevði Gissur eina samling av øllum føroyskum kristiligum tónleiki, ið hann sunnudagin lat til kristiligu íslendsku útvarpsrásina Lindina.
Í Íslandi hevur verið eitt sindur frammi um fløgutaskuna, t.d. skrivaði Morgunblaðið um tað fríggjadagin. Tað var Arnar Eggert Thorddsen, ið skrivaði greinina í Morgunblaðnum. Tað var júst hann í fekk triðja savnið av fløgu. Hetta er umfatandi savn við nógvum ymiskum føroyskum tónleiki. Arnar Eggert Thoroddsen er blað- og útvarpsmaður. Arnar, ið hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir bæði í sambandi við Prix Føroyar, G!Festivalin og í sambandi við GBOB, er ein av mest virdu tónleikarummælarum í Íslandi og ein sera vælumtóktur útvarpsvertur.
Tann rætti maðurin
Arnar Eggert Thoroddsen fer komandi mánaðirnar at venda sínum sjóneyku móti føroyskum tónleiki, og skrivað um og spæla føroysk verk.
Gissur handaði honum fløgusavnið leygardagin.
– Arnar er ein góður Føroyavinur, hann bað meg heilsa mangar ferðir og sendi eina serstaka heilsan til Gøtu. Hann helt hetta vera eitt gott dagført savn, at ummæala og geva viðari til góð heimildafólk, og takkaði hann so miriliga fyri heiðurin, at vit frá tónleikaheiminum í Føroyum høvdu valt at handa honum hetta savn. Eg eri tó sannførdur um, at hetta var júst tann rætti maðurin, sigur Gissur.
Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík
Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus, ið gevur sína aðru fløgu sum einstaklingur út.
Mánadagin kemur onnur fløgan hjá Rasmusi Rasmussen sum einstaklingi út. Fløgan Edelweiss er instrumental fløga, við tónleiki, ið best kann lýsast meditativur. Tónleikurin liggur langt frá rokkbólkinum Makrel, har Rasmus áður hevur verið drívmegi, gittarleikari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Rasmusi, Implossive, ið kom út í 2003.
Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann um nýggju fløguna.
Fløgan hendi bara
Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent.
– Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Makrel. Hesaferð arbeiddi eg annarleiðis enn eg plagi. Eg plagi at byrja við gittara, men nú tók eg rútmir niður av internetinum, byrjaði at klippa tær saman og pasta, leggja delay á og reverb, síðan jammaði eg afturvið groovinum. Soleiðis havi eg ikki arbeitt fyrr. Við at arbeiða við rútmum kemur okkurt annað fram, t.d sumt sum er meira uppbeat og okkurt sum er korny á ein máta, sum mær dámar, greiðir Rasmus frá.
– Henda fløgan er nokkso minimalistisk, eg havi ikki lagt meira á løgini enn neyðugt. Um eg var nøgdur við eitt lag, so lat eg vera við at gera meira. við tað. Á hesari fløguni hevur stemningur høvuðsleiklutin. Hetta eru stemningslandsløg. Hon handlar um stemningskifti. hetta er tað, sum mær dáma best at arbeiða við innanfyri tónleik, sigur Rasmus.
Spælir øll ljóðføri
Rasmus spælir á fløguni nærum øll ljóðførini, hann hevur forritað rútmir, spælir ljómborð og gittar. Einasta íkastið uttanífrá er luttøkan hjá fiólleikaranum Johannes Jung Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við.
Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu fløguni, Implosive, so er hendan fløgan instrumental. Rasmus greiðir frá:
– Flest fløgur hava vokal, sum man lurtar eftir. Seinastu tíðina havi eg lurtað eftir fleiri bólkum sum ikki hava vokal, eitt nú God Speed You Black Empereur og Mogwai. Hetta gevur aðrar lurtaraupplivingar. Eg sang á fyrstu fløguni. Eg eri sangari, men á tí fløguni vildi eg gjarna royna meg av innanfyri ymiskt. So eg gjørdi alt møguligt á tí fløguni. Á fløguni var eisini okkurt instrumentalt, og eg vildi gjarna gera meira av tí hesaferð. Tað er eisini lekkurt at hava tónleik, sum ikki krevur so nógv av tær. Tað er feitt at hava onkra fløgu í fløgusavninum, sum skilur seg frá hinum, greiðir hann frá.
Primitiv upptøkutól
Rasmus hevur sjálvur tikið fløguni upp á einum primitivum 4 spor bandupptakara, við einum gomlum ljómborði. Hetta er sambært Rasmusi eitt sindur við síðuna av tí vanliga.
– Men hvør setur mørkini, um hvat man kann brúka. Eg royni at fáa tað besta burturúr tí, sum eg havi. Eg tók eina rúgvu upp, og hevði nógv tilfar. Fyri nøkrum mánaðum síðan, fór eg at lurta eftir tí, og valdi so tað út, sum eg havi á fløguni. Eg havi arbeitt nógv við at skipa tilfarið. Hvat skuldi eg byrja við, hvat skuldi eg enda við og hvat skuldi vera momentið. Hugsaði tildømis um at taka okkurt tilfar, sum ikki kom við á Implosive, men tað passaði ikki inn, sigur Rasmus
Trupult at vera einsamallur
Rasmus viðgongur, at tað er stórur munur á at arbeiða einsamallur og at vera partur av einum bólki. Á eini bólkafløgu stuðla allir limirnir uppundir, á eini solofløgu er tað bara tú.
– Tað hevur verið mega ringt. Eg hevði nógv hugskot, men hvat skuldi eg gera við tey. Skuldi eg hava tey fyri meg sjálvan, ella skuldi eg lata fólk hoyra tey, sigur Rasmus.
Ein av avgerðunum var hvussu heitið á fløguni.
– Eg visti at hon skuldi eita heitið á einum av løgunum, og Edelweiss er vakrasta lagið á henni, eg helt eisini tað heitið vera gott. Men sum heild er tað rættiliga tricky at geva løgum á eini instrumentalari fløgu heiti. Men tey heitini, ið eru á Edelweiss eru komin av kenslum, ið eg fekk, tá eg arbeiddi við fløguni. Eg haldi eisini, at heitini og løgini á onkran hátt fylgjast at, greiður Ramsus frá.
Sama ljóð
Rasmus hevur eitt sera egið gittarljóð, og hetta hoyrist eisini á fløguni. Men hvar kemur ljóðið frá.
– Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus.
Rasmus hevur hesi árini spælt í bólkum sum Diatribes, Makrel og Deja Vu, og øll hesi samstørvini hava givið honum okkurt.
– Eg havi lært nógv av øllum, sum eg havi samstarvað við. Hvør hevur sítt, og man lænir gullkorn frá hvør øðrum, tað er ótrúliga gevandi. Tað mesta, ið eg havi lært, havi eg lært frá øðrum tónleikarum. Eg havi ikki gingið til frálæra, tað mesta er sjálvlært. Eg eri ikki ein serliga tekniskur gittaristur, og eg havi ongantíð spælt lániløg. Tónleikaliga leiti eg enn, sigur Rasmus.
Ljósareyður húsi
Fløguhúsan hava Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt, hann er rættiliga serligur við sínum ljósareyða liti. Temaði á fløguni er íblást av myspace síðuni hjá Rasmusi, ið eisini er ljósareyð.
– Eg eri vælnøgdur við fløguhúsan, teir báðir gjørdi eisini mín fyrra húsa, og tí valdi eg teir aftur. Teir fingu fríðar teymar, men húsin skuldi hóska saman við mínum ljósareyða myspace profili, hann er mín almenna heimasíða, so tað skuldi hósa aman. Ljósareytt er eitt flipp eg fekk. Mær dámar væl litin. Hann er korny, men mær dámar hann álíkavæl.
Donsku The Royal Highness vístu, hvussu man spælir eina rokkkonsert, tá teir buldraðu og brakaðu í Kagganum. The Dreams hava enn okkurt at læra, tí upphitingin fekk høvuðsnavnið at blikna.
Rættiligt rok stóðst av konsertini hjá Páll Finnur Páll ,The Dreams og The Royal Highness í Kambsdali seinasta leygarkvøld, og tí hevur tíðindaflutningurin um hesa konsert mest verið merktur av hesum roki. Men hetta var bert ein av trimum konsertum, ið The Dreams og The Royal Highness spældu farna vikuskiftið. Hóskvøldið var konsert í Kagganum, og Sosialurin var á staðnum.
Fitt av fólki
Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Kaggan at lurta eftir The Dreams og The Royal Highness, á fyrstu konsertina teirra tónleika rundferð. Tey, ið komu nóg tíðliga fingu eina herliga rokkuppliving. Tí The Royal Highness spældu feitan pumpandi rokktónleik, soleiðis sum sovorðin skal spælast.
Danski Chris Cornell
Bólkurin er vælsignaður við sterkum kortum á øllum hondum, trummir og bassur svinga væl saman og eru hvør sær eisini frálík, gittarleikarin er framúr, og tað er gittarleikandi sangarin eisini. Røddin ljóðar tætt við Chris Cornell uttan at herma, og tað er ikki eiti á skoðsmál at fáa.
Ein rokksuppa
Lagskrivingina meistra The Royal Highness eisini. Løgini eru rokkløg, við eyðsýndum rótum í 70’árunum og 90’árunum, bæði úr rokki, punki og grungi. Tilsamans verður hetta eitt slag av modernaðum rokk’n’roll, ið luktar av motorsúkklum og USA. Av og á fóru tankarnir til Black Rebel Motorcycle Club, av og á til Stone Temple Pilots, av og á til Motorhead og av og á til Audioslave, tó hugasði eg eisini um bólkar sum Queens of The Stone Age, D:A:D, Soundgarden og Mötley Crüe. Men eingin av hesum samanberingum var nøktandi, hetta var heldur ein suppa av øllum hesum.
Norskur punkari
Bólkurin hevur júst fingið nýggjan gittarleikara norska Fridthjoff, ið er komin úr norska punkbólkin Span, ið júst eru givnir at spæla. Hetta hevur eftir øllum at døma givið bólkinum nógv, tí teir ljóðaðu nógv meira egnir á konsertini, enn á demofløguni, ið eg fekk stungið í hendurnar aftan á konsertina. Fløgan ljóðar í nógv hægri mun av Audioslave enn konsertin.
Ein livandi eind
Eg varð tikin av bóli av tónleikinum, tað kendist, sum orkestrið var ein samansjóða livandi eind, ið buldraði og brakaði frameftir. Her var talan um fokkjúattitúdu, sum sparkaði reyv. Fyrsti partur av konsertini var øgiliga gjøgnumførdur og hekk væl saman. Serliga í oyrafallandi var lagið “Get up Now”, ið veruliga fangaði við sínum ræðuliga ógvisliga ljóði og fangandi niðurlagi.
Í seinnu helvt av konsertini kom okkurt av “eldru” løgunum hjá bólkinum, ið einans hevur eitt ár á baki- Eitt av eldru løgunum var “Not Gonna Beg”, ið ikki var heilt á støði við fyrra part av konsertini, men hetta vísti breiddina í bólkinum, og vísti eitt sindur um hvar teir koma frá.
Illa løgd skrá
Tíanverri fyri konsertina spældu The Royal Highness áðrenn The Dreams. Tí sjálvt um The Dreams bæði vóru stuttligir og góðir, og spældu fleiri heilt góð løg, so var ringt ikki at samanbera teir við vælsmurdu rokkmaskinuna í The Royal Highness. The Dreams spældu bara als ikki líka væl sum upphitingin. Hetta hoyrdist alt ov týðiligt. Tí hóast The Dreams larma illa, var als ikki talan um sama intensa ljóðmúr sum hjá The Royal Highness.
Punk summar
Teir løgdu fyri við Bryan Adams lagnum “Summer of 69”, sjálvandi í eini punk versión. Hetta gjørdist eitt sindur pínligt á onkran hátt. Sjálvandi er tað meint í skemti, og átti at verið eitt sindur stuttligt, men tað var tað ikki, og tað var týðiligt at fólk ikki heilt vistu, hvussu tey skuldu taka hetta.
Einastandandi Beautiful
Betur gekk við tulkingini av “Sick & Tired” hjá Anastaciu, sum altíð er eitt hæddarpunkt á The Dreams konsertum. Besta lagið hjá teimum var “Beautiful”, sum er eitt einastandandi lag. Sum heild riggar sangarin øgiliga væl, røddin hevur akkurát tað, ið skal til í popppunki, og hetta kom serliga til sjóndar í lagnum “Unhappy Wandering”. 15 tær bestu lagið “I’ll be there” fekk hararfturímóti ongantíð veruliga luft undir veingirnar.
Øgiliga gjøgnumført
The Dreams eru ein øgiliga gjøgnumførdur bólkur. Útstráling og fokkjúattitúda hava teir í ríkum mátum. Teir skriva frálík løg. Hetta er eitt konsept sum heldur væl, men samanspæli kundi verið betur. Tí er at vóna, at bólkurin venur hart, áðrenn hann skal spæla á sýnisgluggakonsertini, ið MTV skipar fyri í London í januar. Tí við hørðum arbeiði ber til hjá teimum at koma langt.