Roskilde Festivalur í bakandi sól

Ársins Roskilde Festivalur var væleydnaður bæði tónleikaliga og hvat viðvíkjur veðri. Fleiri av bólkunum, sum spældu vóru framúr, meðan bert fáir bólkar veruliga kiksaðu. Allar fýra festivaldagarnar bakaði sólin, og bert eittans æl var allan festivalin. Komin heimaftur standa serliga upplivingarnar av Greenday og Black Sabbath sum jaligar, meðan tann til tíðir pínliga framførslan hjá Velvet Revolver stendur sum sterkasta neiliga minnið.

 

65.000 gjaldandi gestir vitjaðu festivalin umframt 20.000 starvsfólk, tónleikarar, miðlafólk og innboðnir gestir. Hetta er heldur minnið enn í fjør, tá 75.000 fólk keyptu atgongumerki. Sambært talsmanninum hjá Roskilde Festivalinum Esben gav festivalurin eitt lítið yvirskot, men tann peningurin sum festivalurin vanliga gevur til góðgerandi endamál verður nógv skerdur.

 

Vit vitjaðu fýra ymisk føroysk teltpláss, og á øllum teimum størstu konsertunum sáðst merkið veitra yvir áskoðarunum. Tú hitti eisini allatíðina føroyingar tá tú gekk og mól á festivaløkinum. Og á almennu “Vi ses i 06” myndinini, sum er postkort, lýsing í festivalfaldaranum og á forsíðuni á festivalblaðnum sært tú appilsingula pallin, nógvar túsund áhoyrarar og eittans flagg: Merkið veittra yvir áhoyrarunum. Føroyingar hava tikið størsta festivalin í norður Evropa til sín, og hava sett sítt merkið á hann.

 

 

Fýra gamlir rokkguðar

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.

 

blacksabbath37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norðanfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting.

 

Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

 

Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løgunum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepparar elska, sum: After Forever, við tekspettinum “Would you like to see the pope at the end of a rope”, sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar.

 

Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsingula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa atburðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt.

Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald

Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunrise og Planet Caravan.
 

 Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA

Besta rokkkvøld nakrantíð

Fríggjakvøldið gjørdist eitt tað besta rokkkvøldið á Roskilde Festivalinum nakrantíð. Tríggjar ófatiliga góðar framførslur á appilsingula pallinum av Audioslave, Black Sabbath og D:A:D mettaðu væl.

 

Allir rokkelskarar kundu trygt leggja seg mettir og væl settir at sova klokkan trý í nátt. Audioslave gjørdu tað sum Velvet Revolver ikki megnaði, nevniliga at vísa at bólkurin er annað og meira enn Rage Against the Machine við Soundgarden sangara.

 

Black Sabbath góvu áhoyrarunum eina ferð í tí minni kenda partinum av teirra lagaskatti. D:A:D sparkaðu reyv við einum herligum rokksjovi.