Eitt “nýtt” MC-Hár lag undan kavi

Eg leitaði í mínum gomlu upptøkum av ymiskum slag, og fann eitt gamalt MC-Hár lag, ið vit ongantíð góvu út, men sum tó er spælt nakrar ferðir. Upptøkan er frá einum Prix Føroyar undanumfari í Fuglafirði í 2003, og verður nú  deilt við tykkum góðu lesarar.


Lagið er skrivað í tíðarskeiðinum beint aftan á, at Framvegis uttan vit kom út. Nøkur løg vóru skrivaði hesa tíðina, millum annað løgini “Undrandi”, ið kom út á Prix Krem 2003 og “Offblend”, ið kom út á Tutl 25 ár Live. Men eisini “Off Goes The Pistol”, ið bólkurin Lucination (ið var ein MC-Hár avleggari) gav út á sjálvnevndu fløgu sínari um aldarskiftið. Eins og hini løgini var “Tú ert júst sum eg” upprunaliga skrivaður á enskum og æt  “On You”, men í sambandi við Prix Føroyar luttøkuna í 2003, umyrktu vit lagið til føroyskt, eins og vit gjørdu við “Undrandi”. Tróndur Bogason skrivaði upprunaliga lagið, til ein tekst hjá mær, og eg eigi eisini bróðurpartin av umyrkingini, tó so hjálptu hinir í MC-Hár til við tekstinum, og onkur orðing hjá Eyðuni Ásasyni hoyrist væl aftur.

 

Upptøkan hjá Kringvarpinum á Prix Føroyar undanumfarinum í Fuglafirði í 2003 er her løgd saman við myndum frá einari MC-Hár konsert á Kambsdali nakrar mánaðir fyri hetta, Jóhan Faulkner tók myndirnar. Hetta er sama manning, ið mannaði bólkin til Prix Føroyar undanumfarið, ið MC-Hár vann. Vit vóru tá: Niels Uni Dam (rapp), Rókur Jákupsson Jakobsen (sang og gittar), Eyðun Ásason (sang), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Jónas Bloch Danielsen (gittar), Heri Reynheim (bass), Brynjolfur “Poppers” á Heygum (ljómborð) og Rani Hammershaimb Christiansen (trummur).