Rock’n’Roll og nostalgi á Vágsbøi

Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Við 20 árum á baki var rokkdinosaururin vaknaður aftur – og ja, hann rokkaði bæði væl og virðiliga.

Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu Edmund, Niclas, Mikkjal og James saman við nýggja manninum Kim Hansen eina fína rokk-konsert, har allar tær røttu klisjeirnar vórðu fyltar heilt út.

Eg havi sjálvur eitt serligt forhold til bólkin, ið framum aðrar vísti vegin fyri okkum ungu rokk-tónleikarar fyrst í 90’unum. Við sínum harða rokki breyt Chase frá hinum etableraðu bólkunum, og vísti okkum, at man gott kundi. Sum ummælari var hetta somuleiðis fyrsti bólkur eg ummældi afturi í 1991. So kenslurnar vóru fjøltáttaðar.

Eftir at seinasta come backið hjá bólkinum ikki eydnaðist so øgiliga væl, var eg ein heldur stúrin ummælari, sum kreyp út í regnið at lurta eftir teimum.

Serliga hevur røddin hjá Edmundi ikki altíð verið líka góð.

Eftir tey bæði fyrstu og heldur veiku løgini “Lisa Maria” og “Lygnari”, var eg ikki sannførdur. Hesi løgini tykjast altíð at vísa Edmundsa rødd frá síni mest irriterandi síðu, og tað gjørdu tey eisini í sirminum sunnunáttina.

Men so sleit í á Vágsbøi, alt fleiri fólk komu fram til pallin, og løgini fóru at liggja betur til røddina hjá Edmundi, og knappiliga vísti hann, at hann ikki bara sær betur út, enn hann nakrantíð hevur gjørt – hann syngur eisini betur enn nakrantíð áður.

Edmund hevur slept sær av við hvølpafitan, ið var eyðkend fyrr. Hann líkist nú eini rokkstjørnu í strømmum kovboykuksum, sólbrillum og svartari t-troyggju, og kropsmálið, var fullkomiliga rock’n’roll. Hetta var so gjøgnumført, at eg næstan ikki saknaði fyrrverandi gittarleikaran Lennerth við sínum Europe hári, motorsúkklum og Whiskey-fløskum við té-vatni í, sum plagdi at vera miðdepilin í Chase framførslunum.

Løg sum “Reckless Life”, “Tú og Eg”, “Two Hearts”, “Eingangsknall”, “7 Míl Frá Hollywood” fingu fjøldina at syngja og liva við, áðrenn Chase í besta rokk-klisje stíli rýmdi av pallinum, fyri at fáa fjøldina at rópa seg inn aftur at spæla størsta hittið “Fyrstu Ferð”, og tá fór Vágsbøur upp at kóka. Ein nostalgiskur endi á eina sum heild nostalgiska festivalskrá.