Dánjal og teir sterku melodiirnir

danjal02Herfyri ummældi eg hálvfløguna “Once” hjá Dánjal í Brunsj, ein framúr góð útgáva, ið er fyrra helvt av eini heilfløgu, ið kemur út á G! seinni í ár.

 

Tónleikurin er poppur, men hevur eisni annað í sær. Løgini eru sera sterk melodiskt  og fleiri hava absolutt hittpotentiali.

 

Tróndur Bogason er við í framleiðsluni, saman við Dánjal og Kim Nyberg, ið er betur kendur sum mandolinleikarin í Afenngin. Hetta er ein spennandi samanseting av kreftum, ið hava rættiliga ymiskar bakgrundir, og úrslitið er eisini gott.

 

Dánjal skrivar tónleikin saman við Kim Nyberg, tó er eitt lag, ið Dánjal hevur skrivað til abba sín, um ommu sína, tá hon andaðist. Ein vøkur kvøða skrivað úr sjónarhorninum hjá abbanum.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum

Hoyr ummælið í Brunsj her

Sigoynarar í regninum

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.

 

Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra pallinum fríggjakvøldið beint eftir klokkan átta.

 

Vánaligt veður

Veðrið var pent sagt vánaligt, men hóast hetta vóru rættiliga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn 7 tónleikarar, allir útlendskir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolinleikaran Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frálíka framførslu á G! fyri nøkrum árum síðan.

 

Festligur tónleikur

Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna, saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fantastiskt at síggja ein so stóran bólk, ið alíkavæl tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl.

Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum einaferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men alíkavæl bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løgunum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festligt.

 

Ætla at skapa nýggja siðvenju

Teir báðir Búi Dam og Dánjal á Neystabø eru millum frægastu føroysku tónleikararnar, og hava áður samstarvað um barnasjónleikin Ævintýrferðina. Hóskvøldið ætla teir av savnað føroyska tónleikalívið.

 

Í telduposti til føroyskar tónleikarar og tónleikaáhugaði kalla Búi og Dánjal til fund hósdagin kl. 20 í sjónleikarahúsinum í Havn. Ætlanin er at samla allar landsins tónleikarar, siga teir.  Klassisk sum rútmisk, elektrisk sum akkustisk, roynd sum óroynd, trúgvandi sum minni trúgvandi, stutt og greitt ein og hvør hugsandi vera við tóna skaptum í heysinum er vælkomin.

Í stuttum er ætlanin at kveikja áhuga og leggja lunnar undir eina nýskapandi føroyska fólkatónleika siðvenju, har modernað ljóðføri skulu samansjóðast við okkara dýrabæru sang- og dansi siðvenju, verður m.a. sagt í teldubrævinum, ið ferðast millum føroyskar teldubústaðir.

Tað hevur víst seg í øðrum londum, at um man ikki megnar at samansjóða  tann modernaða tónleikin við tann traditionella, hvørvur tann siðbundni tónleikurin í meldrinum av altjóða alheimsgerini. Hetta førur síðani við sær, at orginaliteturin fánar. Danmark er eitt fínt dømi um júst hesa gongd, har man snakkar um ein manglandi “genkendelses faktor”, innan kommersiellan tónleik, klassiskan tónleik og jazztónleik.

Eingin ivi er um, at vit her heima hava eitt serstakt “sound”. Og tað er júst hetta føroyska soundið, sum hevur víst seg at vera áhugavert fyri fólk innan heimstónleika ídnaðin.

 

Ætlanin við tiltakinum

At varveita og blæsa nýtt lív í føroyska tónleikamentan

At hittast hvønn hósdag og spæla saman óansæð royndir og tónlistarliga bakgrund

At skapa eina siðvenju har sangmentanin og ljóðførini finna saman.

At samla nøkur løg arrangemen, sum vit øll kunnu taka lut í.

Hósdagin 10/5 kl. 20 er so ætlanin at kunna um tiltakið. Tað vera framløgur, framførslur og kjak har alt fer at snúgva seg um hvussu vit á bestan hátt røkka teimum málum vit hava sett okkum.

Tað er sera týdningarmikið, at so nógv sum gjørligt luttaka í prossesini, tí uttan fólk er trupult at skapa eina fólkatónleika siðvenju.