Grandma’s Basement áttu, sum ivaleyst yngsti bólkur á Summarfestivalinum, heiðurin at lata festivalin upp. Hetta gjørdu teir eitt sindur trilvandi og øgiliga sjarmerandi.
Flagsteltið var rættiliga tómt, tá bólkurin væl og virðiliga merktur av nervum fór á pallin. Bert ein tunn rond av heilt ungum áskoðarum stóð fremst við pallin, men alt fleiri fólk komu inn at lurta, sum framførslan leið.
Leitandi úttrykk
Tónlistarliga var bolkurnin sera leitandi, og ringt er at koyra teir í nakran ávísan genru pott. Teir løgdu fyri við lagnum “Dansurin”, ið fyrst og fremst sermerkti seg við at vera langt. Her spældu ikki færri enn tríggi gittarleikarar, uttan at hædd tyktist at vera fyri hesum í skipanini av løgunum, tað gjørdi ljóðmyndina óruddiliga, og í stóra tóma teltinum rungaði óljóðið.
Hóast tankarnir vóru leiddir til punkrokk tað fyrstu løtuna, so gjørdist skjótt greitt, at tað einasta punkutta við bólkinum var tey óruddiligu arrangementini, tað til tíðir nakað óskipaða spæli og so seinasta lagið, sum bólkurin spældi Smells Like Teen Spirit hjá Nirvana.
Nýtt Dynamit
Bólkurin hevur seinastu tíðina verið nakað at hoyrt á Rás 2 við lagnum “Bangna beistið” Hetta lag var uttan iva tað lagið, ið riggaði best hjá unga klaksvíksbólkinum. Lagið flytur eins og eitt annað lag hjá teimum “Getse” tankarnar til ein annan og eldri Klaksvíksbólk, Dynamit og í “Getse” í ein ávísan mun eisini til P.S. Men onnur løg vóru heilt øðrvísi, sum larmirokk lagið “Wake Me Up”, Aria kenda lagið “Minnini” umframt lánilagið “Good enough” hjá Jens Marna og ”Time After Time” sum millum onnur Cindy Lauper syngur. Stutt sagt ein stórt bland av nógvum ymiskum. Lániløgini vórðu spæld í nærum upprunaligum hami, og skilagott hevði verið, um bólkurin gav løgunum eitt sindur av teirra egna dámi. Men at døma eftir stóra fjølbroytninum, hevur bólkurin á ongan hátt sín egna dám enn.
Sterkur oddamaður
Bólkurin hevur í sangaranum ein sera sterkan oddamann, hóast røddin enn er nakað merkt av at vera óroynd, so eru gávirnar eyðsýndar. Hann hevur sterka útstráling, sang við stórari innliving. Røddin hevði áhugaverdan klang, og eina nátúrliga kraftiga styrki. Við tiðini kunnu hann og bólkurin gerast sera spennandi.
Basement er ein nýggjur bólkur, og framførslan var merkt av hesum. Rútmu parturin virkaði dekan ov primitivur og fleiri av limunum sóu beinleiðis fjálturstungnir út. Bert sangarin og tann eini gittarleikarin livdu á pallinum. Tað var ikki fyrr enn síðst á konsertini, at restin av bólkinum fór at flyta seg.
Fesk smakksroynd
Summarfestivalurin helt í ár fast í einum sera góðum siði, at lata eitt óroynt nýtt navn lata festivalin upp. Eftir, at Prix Føroyar fór í søguna, er tað vorðið heilt forkunnugt at hoyra óroynd tónleikanøvn á stórum pallum. Tey mongu sum ikki ganga á konsertir í Virkishúsinum og Margarinfabrikkini ella Losjuni við Gøtugjógv hoyra nærum ongantíð nýggj og óroynd nøvn. Tað er tí vert at taka hattin av fyri Summarfestivalinum, sum í fjør lat “25 oyra” lata festivalin upp, og í ár valdi at leggja fyrsta pallin til Grandma’s Basement. Ein fín og hóskandi byrjan, ið gevur hesum bólkum góðar og neyðugar royndir.