Serbia vann Eurovison

Tað gjørdist Serbia, ið vann Eurovision finaluna leygarkvøldið. Ein 22 ára gomul kvinna setti øll hini londini á pláss.

 

Eurovision

22 ára gamla Marija Serifovic sang sangin Molitva so sannførandi, at Eurovision næsta ár verður hildið í Serbia. Ílatin mannfólkaklæði, minti Marija mest um Roy Orbison. Hon var á onkran hátt júst tað umvenda av donsku DQ og ukrainsku Verka Serduchka, ið vóru menn latnir í sum kvinnur. Hóast stigamunurin til endans var rættiliga stórur niður til Ukraina á øðrum plássi, so var rættiliga spennandi í løtum.

Annars var talan um eitt sera fjøllbroytt Eurovision tiltak, og tey, ið spáddu, at Eurovision var broytt fyri altíð, við sigrinum hjá Lordi høvdu rætt. Her var rokkur, poppur, fólkatónleikur og nógv ymiskt.

 

Eysturevropa vann

Eins og spátt frammanundan vóru tað tey Eysturevropeisku londini, ið domineraðu, einastu lond í top 14, sum ikki vóru úr Eysturevropa vóru Turkaland á fjórða plássi og Grikkaland á sjeynda plássi. Verður reglugerðin tann sama í komandi ár, sum í ár, koma tey fremstu 14 londini beinleiðis í finaluna, meðan hini skulu í eina hálvfinalu. Londini í Vesturevropa áttu tyngra endan av tabellini, frá 17. plássi og uppeftir. Einasta eysturevropeiska land, ið blandaði seg í hetta stríðið var Littava á 21. plássi.

Grannaatkvøður hava altíð verið galdandi í Eurovision, serliga Noðrurlond og lond í Suðurevropa hava verið hervilig til hetta. Men nú somikið nógv lond úr Eysturevropa luttaka, ið hava eina kenslu av felagasskapi, so gerst hesin trendurin so øgiliga dominerandi.

 

Danir atkvøddu fyri grannum

Serliga í Danmark hava atfinningarnar ímóti grannaatkvøðunum verið harðar. Men danir vóru ikki petti frægari sjálvir, við sum vant at geva hinum Norðurlondunum (í hesum førinum var bert eitt, nevniliga Svøríki) fult stigatal. Danska Ekstra Bladet hevur gingið á odda við sínum atfinningum, og nú leggur blaðið eftir vinnarasanginum, ið blaðið metur vera eitt kopi av einum albanskum sangi, ið kappaðist í fjør. Videobrotið, ið blaðið brúkar sum próvførslu er tó alt annað enn sannførandi.

 

 

 

Úrslit            Land            Stig

1                 Serbia            268

2                 Ukraina            235

3                 Russland            207

4                 Turkaland            163

5                 Bulgaria            157

6                Hvítarussland            145

7                Grikkaland            139

8                Armenia            138

9                 Ungarn            128

10               Moldova            109

11                Bosnia/Hersegovina            106

12               Georgia            97

13               Rumenia            84

14               Makedonia            73

15               Slovenia            66

16               Lettland             54

17               Finnland            53

18               Svøríki            51

19               Týskland            49

20               Spania            43

21               Litava            28

22               Frakland            19

23               Stóra Bretland            19

24               Írland            5

Danir í øðini eftir hálvfinaluna

90% av lesarunum á eb.dk meta at atkvøðuskipanin í Eurovision má broytast, eftir at Eysturevropa domineraði úrslitini í hálvfinaluni.

Tað gjørdust tey eysturevropeisku londini, ið vórðu sigursharrar í Eurovision ella Melodi Grand Prix hálvfinaluni í gjárkvøldið. Níggju av teimum tíggju londunum, ið sungu seg í finaluna vóru úr Eysturevropa. Turkaland var einasta landið, ið kom víðari úr hálvfinaluni, ið ikki var úr Eysturevropa.  Í Danmark eru fólk í øðini, eb.dk skrivar um eina eysturevropeiska Melodi Grand Prix Mafiu. Eirikkur Hauksson, ið luttók fyri Ísland er sera bersøgin. Hann sigur við eb.dk, at hann er glaður, at signalið var somikið greitt.

– Eurovison er bert fyri Eysturevropa, og eg ætli mær hvørki at luttaka ella hyggja at kappingini aftur. Hauksson verður mettur, sum ein av fremstu Eurovision serfrøðingunum og hevur luttikið í finaluni 4 ferðir.

Danska íkastið til finaluna DQ, hevði eina heldur lunkaða framførslu, og var neyvan serliga tryggur í finaluni óansæð, og í mun til sín íslendska kollega, er hann meira varðin við ikki at siga ov nógv.

Á heimasíðuni eb.dk kunnu lesararnir atkvøða um ymiskt, og meirilutin er sera misnøgdur við úrslitið. Í morgun áðrenn prentbyrjan hjá okkum, hildu:

71% at danska lagið átti at verið komið víðari

90% at atkvøðuskipanin má broytast

68% at úrslitið í hálvfinaluni var orsakað av beinleiðis snýti

Meðan einans 17% ætla sær at hyggja at finaluni leygardagin, og einans 26% fara at fylgja við komandi ár. Fyri Eurovision eru hesi tøl einki minnið enn ein gøla, og væntast kann tí, at okkurt verður gjørt, áðrenn Eurovision verður hildið aftur.

Tey londini ið komu í finaluna eru: Bulgaria, Hvítarussland, Georgia, Serbia, Makedonia, Ungarn, Slovenia, Letland, Moldova og Turkaland  Í finaluni skulu hesi løg kappast við tey 14, ið frammanundan eru í finaluni, tey seks eysturevropeisku londini: Bosnia og Hersegovina, Litava, Ukraina, Russland, Rumenia og Armenia. Sostatt vera 16 av 24 løgum úr Eysturevropa. Umframt hesi vera Spania, Írland, Finland, Grikkaland, Svøríki, Frakland, Týskland og Ongland í finaluni leygardagin.

Sjónvarp Føroya sendur finaluna beinleiðis kl. 20.

Grand Prix finala uttan Lindu og Vígdis

Koreografiin hjá danska Grand Prix vinnaranum DQ er somikið nógv broytt síðan donsku finaluna, at Vígdis Hentze Olsen og Linda Andrews eru vrakaðar áðrenn finaluna í Helsinki.

Hóast føroyska songkvinnan Linda Andrews og føroyska dansarinnan Vígdis Hentze Olsen vóru við til at tryggja danska Eurovision vinnaranum DQ atgongd til stóru evropeisku finaluna í Helsinki, so verður hvørgin teirra at síggja á pallinum leygarkvøldið, tá væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar seta seg frammanfyri sjónvarpsskíggjan.

Upprunaliga skuldu bæði Linda og Vígdis við til Finlands, og Linda hevur somuleiðis sungið kór á upptøkunum av vinnaralagnum Drama Queen, ið hevur verið nógv at hoyrt í Danmark. Men tá avtornaði, fingu Linda og Vígdis at vita, at tær ikki sluppu við til Finlands. Tað er koreografurin hjá Danmarks Radio, ið hevur lagt framførsluna hjá DQ til rættis, sum hevur vrakað føroysku luttakarnar. Grundgevingin var, at Linda ikki dugur nóg væl at dansa og at Vígdis ikki dugur nóg væl at syngja. Nýggja koreografiin kravdi, at talan var um dansandi kórsangarar, og so var ikki pláss til ikki dansandi kórsangarinnuna Lindu og ikki syngjandi dansarinnuna Vígdis. Sostatt mugu føroyingar brynja seg við toli, tað verður sostatt minst eitt ár inntil vit á fyrsta sinni sleppa at uppliva ein føroying í Eurovision finaluni ella í grand prixnum, sum tað eitur á góðum gomlum føroyskum.