Fløgan Cohen tulkingar hjá Niels Midjord hevur verið ein av mínum absoluttu yndis útgávum í ár. Tí var eg ikki í iva, um at eg skuldi á konsertina í Tøting fríggjakvøldið. Børnini eru í Danmark, so eg var leysur at fara ein túr norður. Sjálvt um eg mátti koyra øssemallur allan vegin norður í Syðrugøtu, so var tað ikki nóg mikið til at styggja meg frá at fara og hoyra Niels tulka Cohen skattin live.
Well, Holgar og Tórfríð løgdu fyri, og løgdu eitt høgt støði, sum tit kunnu lesa um her
Niels hevði við øðrum orðum nakað at liva upp til, og tað gjørdi hann sanniliga eisini. Tí konsertin við Niels var bæði innilig, serlig og forbiðið góð.
Nú kenni eg slett ikki Niels Midjord persónliga, men hann tykist sum ein stillførur og dámligur maður, ið tó hevur eitt slag av hugtakandi medferð, ið ger, at tú lurtar eftir honum. Ivaleyst eitt slag av bygdasligari karisma, og her er bygdasligt meint, sum eitt reint + orð. Hetta er altíð eitt gott stað at byrja.
Sum sagt hevði hann nakað at liva upp til, men tað var ikki bert upphitanin, ið setti síni krøv. Hetta at tulka Cohen er eisini ein stór uppgáva. Havandi hetta í huga, so tyktist byrjanin uppá framførsluna sera djørv, vit fingu einki minnið enn Halleluja, ið man vera mest elskaða og kenda lagið hjá Cohen, og eisini eitt sera yndisligt lag.
Væl hjálptur av Holgari leiddi Niels okkum inn í sín Cohen heim, ið nettup ikki er eitt føroyskt kopi av Cohen, men heldur ein Niels Midjord útgáva av Cohen. Halleluja við Niels Midjord er eisini yndisligt, men á ein heilt annan máta enn hjá Cohen, ella fyri sovítt hjá Jeff Buckley ella hjá Annu Mariu Olsen, ið sang lagið á Cohen kvøldinum í Kvívíkar kirkju í vár.
Les ummælið av Cohen kvøldinum í Kvívík her
Niels framførdi løg av fløguni við karisma og inniligheit og man kendi seg ríkaðan mentanarliga. Týðingarnar, ið Niels og Alexandur Kristiansen hava gjørt eru ein djørv verkætlan, tí at týða ein meistaraligan orðasmið sum Cohen er ikki lætt. Men sungnar av Niels Midjord fungera tær, og tað gjørdu tær eisini í Tøting hetta kvøldið.
Framførslan endaði við vøkru útgávuni av Suzanne, ið hevur fingið heitið Sanna. Men so lætt slapp Niels ikki, og sjálvt eftir eitt eykalag, so vóru klappini so áhaldandi, at hann treiv í lagið, ið um nakað kundi seta punktum fyri kvøldinum. Hansara evergreen “Mín grái fordur”. Pætur Zachariasson, filmaði hesa framførsluna og hevur lovað mær at lagt hana her.
Vælgagnist: