HB 2 fekk annan sigurin í dag

HB lið 2 hevur júst spælt sín síðsta dyst, móti norsku Marnardal IL. Okkara dreingir komu framum 4-0 í fyrsta hálvleiki. Men Marnardal minkaði um munin til 4-1, ið var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki settu Marnardal ein leikara, ið neyvan var undir 16 ár á vøllin, við sínum 1 metur og 80 sentimetrum gjørdi hann allan munin. Okkara dreingir vóru tó stinnir og norska liðið fekk ikki meira enn 3-4 burturúr sínum ósportliga atburði. Altso ein sigur til okkara dreingir.

HB 1 tryggjaði sær pláss í A endaspælinum.

Dysturin hjá HB1 móti SHI Hjørring 2 byrjaði javnt, men so skiftu okkara dreingir gear og við tveimum málum frá Hanusi, einum í part til Símun og Sigmund avgjørdi HB dystin longu í fyrra hálvleiki. Hjørring tyktist at missa móti aftanfyri við 4 málum og royndu at verja seg móti stórtapi. Hetta merkti sjálvandi 2. hálvleik, ið var málleysur til stutt áðrenn tíð , tá Hjørring minkaði munin til 4-1, men stutt eftir økti Símun til 5-1. Ið eisini tryggjar okkara 1. Lið luttøku í A endaspælinum.

Meðan hini bæði HB liðini fingu sigrar, so fekk HB3 einki at hanga saman í dystinum móti Lundergaard. Dysturin endaði við einum tapi á heili 0-9.

HB byrjaði dagin við stórsigri

Eitt reint hattrick frá Jákupi í fyrsta korteri var stóri munurin á HB2 og Lundergaard IU 2 í fyrra hálvleiki. Beint áðrenn hálvleik minkaði Lundergaard munin til 3-1.

HB kom betri út til seinna hálvleik, men hóast fleiri góðar royndir, so gingu næstan 10 minuttir, áðrenn júst innskifti Jákup, ið var byrjaður seinna hálvleik uttanfyri, fekk sítt fjórða mál.

Petur Ovi, ið spældi ein branddyst avgjørdi, at hann eisini vildi vera við og skoraði 2 skjót mál, áðrenn Jákup fekk fimta málið, til 7-1, ið varð endastøðan.

Man Hugh Hefner vera deyður?

Siti við vældekkað veitsluborð her í Hjørring, nú boðini bórust, at Hans Fróði er givin í TB.

Spekulatiónirnar millum teir føroysku liðleiðararnir her í Dana Cup um orsøkina blivu beinavegin lívligar og áhugaverdar. Inntil ein eiðiskona helt fyri, kanska Hugh Hefner er deyður? So steðgaðu allar víðari diskussiónir, heilt inntil ein toftadama segði: Ja, hann fer neyvan til eitt betri stað!

Well, livst so spyrst.

20130723-214615.jpg

Ein sigur og tveir ósigrar

Nú er Dana Cup farið í gongd, og fyrsti dysturin hjá HB 2 er spældur. Fyrri hálvleikur var javnur, men týska liðið Olfen Sus 1 kom út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, meðan bakandi hitin ávirkaði okkara dreingir nógv, og tað skuldu ikki meira enn 3 minuttir av spæli til tíðliga í seinna hálvleiki fyri at Olfen Sus kom framum við trimum málum. Hóast HB kom við aftur spælmessiga, gjørdist 0-3 endastøðan.

HB 1 hevur júst vunnið sín dyst móti Pansdorff TSV 5-2. okkara dreingir spældu ein fínan dyst. Við góðum álopsspæli, men eisini Anton í málinum stýrdi verjuni við autoriteti. Hann hevði eisini fleiri góðar bjargingar. Málini hjá okkum vóru skotin í hesari raðfylgju av Dánjal, Sveinur, Símin, Sigmund og Dánjal.

Hepni var slett ikki við HB 3, tá teir taptu tepurt 0-1 móti Olfen Sus 2.

Dysturin var sera javnur og tað leikaði hart á frammanfyri bæði mál. Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Olfen Sus seg á odda eftir at Olfen Sus vann bóltin á miðjuni.

Hóast okkara dreingir trýstu nógv seinastu løtuna, so kom útjavnandi málið ikki.

HB U12 í TV2 Nord

Søgan um U12 Dreingirnar hjá HB og teirra fløguútgávu er nakað, ið fólk hava bitið merki í her á Dana Cup. Í dag kom TV2 Nord framvið vøllinum har dreingirnir spæla dyst um eina løtu.

Innslagið verður sent kl. 18:30 føroyska tíð á TV/Nord.

20130723-130314.jpg

nielsunidam’s photostream

Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup
Fyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana CupFyrsti dagur í Dana Cup

Myndir frá Danacup

So eru vit í Dana Cup

So eru vit ígongd við check-in til Dana Cup í Hjørring, eg og Mikal komu higar kl. 4:00 í nátt og nú koma dreingirnir her á skúlan.

Eg eri saman við Margit, Tórmóði, Jónfríð, Hans Olivur og Anniku leiðari á túrinum hjá HB U12. Eg ætli mær at blogga frá túrinum og leggja myndir frá dystum og øðrum aktivitetum, so tit har heima fáa fylgt við.

HB hevur 3 lið meldaði til kappingina, tilsamans 30 dreingir. Dystirnir byrja seinnapartin í morgin, men longu í kvøld verður setanin, har vit í HB eru vald út at umboða Føroyar í skrúðgonguni gjøgnum Hjørring.

20130722-131035.jpg

HB U12 tóku móti Fårevejle

Fyrireikingarnar til Danacup hjá U12 dreingjunum ganga væl. Í dag vitjaði liðið hjá Fårevejle í Gundadali.

20130715-172754.jpgNú eru longu nógvir dreingir farnir av landinum, so vit høvdu tvey lið. Fyrsti dysturin millum Lið 1 og Fårevejle endaði 6-2 til okkara dreingir. Hetta eftir at Fårevejle hevði lagt seg á odda 0-1.

Dysturin móti HB 2 var heldur meira einsíðugur, og HB dreingirnir sendu Fårevejle av vøllinum við einum 8-0 tapi í viðførinum.

Seinasti dysturin var millum bæði HB liðini og eins og í Sørvági leygardagin leikaði javnt á. HB2 legði seg á odda 1-0 áðrenn HB1 kom framum 1-2. Síðan javnaði HB2 til 2-2, áðrenn HB1 legði seg tvey mál framum til endastøðuna 2-4.

Alt í alt fín avrik av okkara dreingjum. Nú gleða vit okkum til Danacup í næstu viku.

 

Juventus Føroyar er Føroyameistari í fjepparafótbólti

gull
Gull-liðið hjá Juventus Føroyar (mynd: Martin D. Simonsen)

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so varð árliga Føroya Meistaraheitið fyri fjepparalið hildið á Eysturvølli. Juventus Føroyar vann kappingina og hevði bæði toppskjúttan Kristian í Vági og besta leikara Mikael Blak.

fjeppararÍ finaluni vunnu teir á Arsenal Føroyar. Dysturin um triðja plássið var millum Mix liðið, ið var mannað fyrst og fremst av Chelsea fjepparum og Manchester United Føroyar. Her gjørdist United liðið drúgvari og fekk sostatt bronsu.

Veðrið var so sum so, men vit sóu góðan fótbólt, hugnaðu okkum við góðum pylsum av grillini og drykkivørum frá Okkara. Chelsea Føroyar ynskir Juventus, Mikael og Kristiani til lukku við heiðrunum og takkar øllum teimum, ið luttóku. Um viðrar, síggjast vit aftur komandi ár.

Silvurliðið hjá Arsenal Føroyar. (mynd: Martin D. Simonsen)
Silvurliðið hjá Arsenal Føroyar. (mynd: Martin D. Simonsen)

 

Bronsuliðið hjá Manchester United  (mynd: Martin D. Simonsen)
Bronsuliðið hjá Manchester United (mynd: Martin D. Simonsen)