Nýggj HB fløga

flogur

Í samband við dystin ímillum HB og ÍF í morgin, gevur U12 dreingjaliðið hjá HB eina fløgu út, við trimum spildurnýggjum HB sangum.

Tíðindaskriv

 

Umframt tittullagið “Gev mær H”, sum U12 dreingirnir sjálvir syngja, eru tað sangurin “Gundadalur”, ið Eyð Berghamar Jacobsen og Bjarki Hansen syngja og sangurin “Okkara HB”, ið Feðgar spæla og syngja.

 

Ingi Rasmussen, ið eigur orð og lag til “Gev mær H” og “Gundalur”, ímeðan Petur Mohr Reinert eigur orð og lag til “Okkara HB”.

 

Fløgan verður at fáa í kioskini á HB-húsinum fyri 50,- kr. í samband við dystin móti í ÍF.

 

Á fótbóltsferð við Chelsea Føroyar

Eg siti á nú á kamarinum á Copthorne Hotel, dagurin í dag hevur verið fantastiskur, gamaní, morgunin var heldur merktur av náttini, ið gjørdist nokkso váttlig. Men tá matur var komin í búkin, og eg aftur var førur fyri at halda honum har, so gekk betur. Tað fantastiska var, at sita á Stamford Bridge og uppliva klimaksið á túrinum, frálíka og spennandi dystin móti Everton.

Ferðalagið eftir dystin
Ferðalagið eftir dystin

At sita saman við øðrum fjepparum og fegnast um, at okkara lið í løtuni eru dupultir evropeiskir meitstarar, og síggja Paulo Ferreira, sum í ár gevst eftir 9 ár sum Chelsea leikari lyfta bæði steypini. Hoyra John Terry, Frank Lampard og Paulo Ferrreira halda rørandi talur fyri okkum.

Men tað var eisini frálíkt at hita upp til dystin fyrst við at heilsa uppá stórar Chelsea legendur sum Roy Bentley, Chopper Harris og Peter Bonetti, siðan drekka eina øl á Chelsea barrini Imperial Arms, har nakrir av mest dedikeraðu fjepparunum fegnaðust við fleiri Chelsea sangum, enn eg visti vóru til. Enntá onkrum spildurnýggjum sangi um nýggja málmetið hjá Frank Lampard. Sum Føroya vinurin og heiðurslimurin í Chelsea Føroyar Edward Brindle helt fyri, so hoyrir man altíð teir nýggjastu Chelsea sangirnar á Imperial Arms.

Eftir dystin vóru vit eina løtu á hotellinum, ið jú er bygt fast í stadion. Har sóu vit leikarar sum David Luiz, Juan Mata, Ryan Bertrand, Oscar og Frank Lampard. Eins og vit fegnaðust um tíðindini, at okkara Romelu Lukaku hevði skorað tríggjar ferðir móti Manchester United og sostatt víst fráfarandi venjararnum, at Chelsea í Lukaku eigur ein leikara, ið fer at gera lívið hjá Fergussonsa avloysara sera torført komandi árini.

Hetta samstundis, sum Chelsea vann fyrsta dystin móti Moyes, síðan hann var kunngjørdur sum United venjari. Ikki so galið haldi eg.

Nú eri eg so komin á kamarið, eftir eina vitjan á einari aðrari Chelsea barr. Kenni meg mettan av upplivingum, og til reiðar at fara heim aftur í morgin. Taxabilurin fer av hotellinum kl. 9.30, og vit flúgva úr Gatwick kl. 12.30, í annað kvøld eru vit aftur í Føroyum, um veðrið vil.

Eg skilji á mínum ferðaliðið, at tey har heima sakna mínar dagbøkur frá Chelsea Føroyar túrinum, sum í fjør vóru bæði nógvar og langar.

Hetta er sjálvandi harmiligt, men høvuðsorsøkin er, at eg als ikki havi havt samband við alnetið seinastu dagarnar, síðan eg kom til London. Harumftramt havi eg eisini  verið heldur upptikin í mun til seinast.

Seinasta túr til London hevði eg sonin við, hesa ferðina ferðist eg einsamallur. Sostatt hevur tað sjálvandi ikki verið líka nógv tíð um kvøldarnar, har eg siti á kamarinum, tí havi eg ikki skrivað langar frásagnir frá túrinum.

Ikki tí, tá tað kemur til upplivingar, er hesin túrurin als ikki aftan fyri túrin seinast. Vit hava aftur í ár hitt nógv áhugaverd fólk, so sum flest alla manningina á Chelsea TV, frálíku ungdómsleikararnar hjá Chelsea, legendur sum teir eg nevndi omanfyri, umframt Kerry Dixon, Tore Andre Flo og Bobby Tambling og núverandi leikarar sum Juan Mata og Frank Lampard, umframt hjálparvenjaran Zenden.

Hæddarpunktini eru nógv. Umframt dystin í dag, var tað framúrskarandi at uppliva stemningin í Fulham Brodway Pub, tá Chelsea vann Europa Leauge, at dansa og syngja í gøtunum eftir sigurin og feira hann við einum longum býtúri.

Tað var eisini ein stór uppliving at vera við til Player of the Year døgurðan saman við øllum leikarunum.  Har var tað serliga rørandi, at hoya taluna hjá fyrrverandi toppskoraranum Bobby Tambling, tá hann handaði Frank Lampard ein “Special Recognition Award” fyri at vera vorðin tann mest skorandi Chelsea leikaran nakrantíð. Hetta var sama dag, sum Chelsea kunngjørdi, at Lampard hevði skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.

Tað var stórsligið at uppliva fantastiska stemningin á Wembley, tá Bradford bukaði Northampton í League 2 Play Off finaluni.

Eg noyðist eisini nevna, at tað er nokkso stórt, at sita um kvøldarnar í hotellbarrini saman við Bobby Tambling, Jason Cundy og Neil Barnett, nikka til hvør annan, tá man hittur teir í matstovuni ella lobbyini.

Nú gongur leiðin heimaftur, men longu nú er ætlanin at fara aftur til seinasta heimadyst komandi ár. Koma tit ikki við?

Stjelur B36 bóltar frá børnum?

Sum foreldur at børnum, ið venja og spæla fótbólt í Gundadali, er støðuga keypið av bóltum ein stór útreiðsla. Eitt er slitið, ið bóltarnir fáa við tíðini, tað kann man liva við. Men tað hendur í heilum undir venjing, at bóltar hvørja, onkuntíð enntá heilt nýggir bóltar.

 

So oman til Thomas Dam Ítrótt ella Sportigan at gjalda 300 kr. fyri ein nýggjan bólt. Tað er einki stuttligt, og fyri t.d. tey foreldrini, ið ikki fingu part í skattalættanum, er hetta ein útreiðsla, ið kann órógva illa, um hon er týtt.

 

Sonur mín spælir við HB piltum og man gjøgnum árini hava mist eitt stað millum 5 og 10 bóltar burt, eg lærdi skjótt at skriva navn og telefonnummar á teir, eins og flestu foreldur gera, hetta hevur havt við sær, at flestu bóltarnir eru komnir afturíaftur, nakrir aftan á nakrar dagar, aðrir eftir nakrar vikur og onkur eftir fleiri mánaðir.

 

Eg havi eisini sjálvur fleiri ferðir funnið bóltar og ringt til viðkomandi nummar, og fingið bóltin uppá pláss aftur.

 

Tí ergraði tað meg veruliga fyrst í mars, tá fíni EM bólturin hjá soninum hvarv undir venjing á Tórsvølli. Vit gingu runt allan vøllin og leitaðu, men ongastaðni var hann at finna. Eg væntaði sjálvandi, at onkur fór at gera vart við seg, tá tey funnu hann, tí navn og tlf. nr. vóru týðilig.

 

Tá sonurin so fór í B36 húsið í barnadiskotek fríggjakvøldið farna, varnaðist hann, at ein av bóltunum, ið var merktur til U12 Dreingir hjá B36, hevði hansara navn skrivað innanfyri B36 áskriftina.

 

Hann vildi sjálvandi hava bóltin við sær heim, men fekk at vita frá onkrum av teimum vaksnu, at henda bóltin átti B36.

 

Bólturin hjá MIkal
Sum tit síggja er U12 Dr skrivað útyvir navnið hjá Mikal og telefonnummarið.

Sunnudagin ringir so ein HB pápi til mín, hann hevði funnið bóltin í Gundadali, og gjørdi tað, sum eitt vanligt hampiligt menniskja ger, og ringdi á nummarið sum stóð á bóltinum. Deilig boð og eg eri takksamur móti hesum pápanum, nú bólturin aftur er komin til hús.

Eg noyðist nú við klúti og spritti at royna at fáa B36 áskriftina av bóltinum.

 

Eg má viðganga, at eg eri óluksáliga irriteraður inn á tann í B36, ið hevur tikið bóltin, og roynt at skrivað útvyir navn og tlf. nr., tað er sku ikki ok!

 

Á myndini síggja tit bóltin, vónandi kennur onkur í B36 hesa hondskriftina aftur, og fær fortalt viðkomandi, ið eigur hana, at hetta ikki er hóskandi atburður í einum stoltum ítróttarfelag við heimavølli í Gundadali.

 

Boðskapurin eigur at vera greiður: Vit stjala ikki bóltar frá børnum!

 

Tann dagin Chelsea gjørdist topplið í Onglandi

11. mai 2003 hættaðu tveir Chelsea fjepparar sær inn í Bowlinghøllina, har Liverpoolarar longu tá vanliga hittust at hyggja at dystum.

 

Hendan seinasta leikdagin á kappingarárinum var nógv uppá spæl: Liðið, ið vann dystin, fekk fjórða plássið og Champions League fótbólt árið eftir. Liðið, ið tapti skuldi spæla í UEFA cup.

 

Jesper Grønkjær var dagsins maður fyri Chelsea.
Jesper Grønkjær var dagsins maður fyri Chelsea.

Liverpool var tá eitt topplið, ið altíð kappaðist við um tey stuttligu plássini, meðan Champions League ikki var nakað, ið Chelsea var vant til. Tí fingu teir báðir Chelsea fjeppararnir eisini ilt í hjarta, tá Sami Hyppia í 11. minutti legði Liverpool á odda. Men pínan hvarv skjótt, tá Jesper Grønkjær ein minutt seinni legði bóltin innfyri til Marcel Desailley, ið skallaði bóltin í netið handan Dudek.

 

Tá Grønkjær í 26. minutti legði Chelsea á odda við einum framúrskarandi máli, vóru bert tvær jublandi røddir millum teir nógvu tigandi Liverpoolararnar.

 

Hesi málini vóru tey einastu í einum dysti har núverandi Liverpool liðskiparin Gerrard í seinna hálvleiki fekk seinna gula kortið, fyri eina heiladeyða takling móti Le Saux.

 

Søti sigurin gjørdi, at Chelsea við sínum Champions League plássið ein góðan mánað seinni varð keypt av Roman Abramovich og restin er søga.

 

Vit vóru tveir glaðir Chelsea fjepparar, ið fóru úr Bowlinghøllini hendan dagin, eg sjálvur og Heri Reynheim. Í morgin eru næstan 10 ár liðin síðan hendan dagin. Liverpool er ikki longur at rokna millum toppliðini í Onglandi, meðan Chelsea hevur sligið navn sítt fast, sum eitt av heimsins allar størstu fótbóltsfeløgum.

 

Hesi 10 árini hava vit uppliva ótrúliga nógvar góðar dystir millum Chelsea og Liverpool, og lítið er at ivast í, at dysturin í morgin verður intensur og spennandi, tí hetta er ikki bara ein dystur um stig, hetta er ein dystur um æru og heiður.

 

Eg gleði meg, til at fara niðan í Bowlinghøllina aftur í morgin. Eg vænti, at har verður munandi meira av reyðum liti enn bláum, men vónin er blá, og munnu vit ikki smíla meira enn tey reyðu, tá dysturin er av.

 

Her eru hæddarpunktini úr dystinum handan deiliga dagin í mai 2003.

Europa League er ikki ordiliga tað sama

So situr man her í Bowlinghøllini og hyggur at Chelsea, saman við øðrum Chelsea fjepparum

.
20130307-190919.jpg
Hálvleikur er, vit eru aftanfyri við einum máli á útivølli móti Steua Bucaresti. Málið kom eftir eitt nokkso tunt brotsspark, ið var dømt móti Ryan Bertrand. Men eg eri einki súrður. Klári ikki longur at hissa meg upp. Sjálvandi hevur elendiga regime hjá Benitez gjørt sítt. Men sjálvt tá verst stóð til undir Villas Boas í fjør, var eg tendraður uppá evropeisku dystirnir.

Men hetta Europa League tingið ger altso ikki tað sama fyri meg sum Champions League gjördi.

Enskur fótbóltur í kreppu

Eg segði tað longu fyri nøkrum vikum síðan, tá fleiri Premier League lið ruku út úr FA Cup móti liðum í lægri deildum, tað er pínligt fyri enskan fótbólt.

Tað var eisini pínligt, at lið sum Arsenal og Chelsea noyddust út í umdyst móti liðum úr lægri deildum. Í dag reyk so Arsenal út móti Blackburn úr næstbestu deildini, Everton megnaði bert javnleik móti botnliðinum í triðbestu deildini Oldham Athletics og eg kenni meg als ikki tryggan, at kreppurakta Chelsea ikki fær somu lagnu móti Brentford FC úr triðbestu deildini í morgin.

At Bradford City úr fjórðbestu deildini hevur vunnið sær pláss í Capital One Cup finaluni móti Swansea, og harvið er ein góðan dyst móti Swansea frá at umboða Ongland í Evropa, er krepputekin fyri enskan fótbólt. Serliga tá hugt verður at leiðini hjá Bradford City í finaluna, ið gongur umvegis trý Prenier League lið: Wigan, Arsenal og Aston Villa.

Tað eru sanniliga eisini onnur krepputekin. Tað byrjaði longu, tá Chelsea varð smurt av av Atletico Madrid í Evropeiska Supercupinum. Chelsea var eisini syndarin, tá teir brutu siðvenjuna, at Evropeisku liðini vinna HM fyri feløg.

Tað kemst heldur ikki uttan um, at tað er óluksáliga ringt fyri umdømið hjá enskum fótbólti, at hvørki ensku meistararnir úr Manchester City ella Evropeisku meistararnir úr Chelsea megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Samstundis, sum Arsenal mest sannlíkt ikki kemur longur enn til 16. parts finalurnar. Ja, um tað ikki vil væl til, so kemur United heldur ikki framvið Real Madrid.

Tað er í øllum førum trupult at siga, at Premier League er besta kapping í heiminum. Ja, sjálvt støðan har, sum eitt miðalhampa United lið er suverent á odda, sigur sína kreppusøgu.

Myrkrið á Craven Cottage

sunnudagsbitin

Í dystinum í gjár á Craven Cottage millum Fulham og Manchester United, slóknaði ljósið knappiliga, hetta var ein skelkandi hending á einum stadion á tremur við fólki. Nú er eitt klipp lagt út á Youtube, ið vísir, at hetta ikki var av tilvild, men ein greitt tilætla hending:


Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

 

Í kvøld er stuttligt at vera føroyingur!

Mynd tikin av fsf.fo

FSF, tveir teir seinastu landsliðsvenjararnir og føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum  eiga rós uppiborið. Tað er ikki langt síðan, at ein føroyskur landsliðsdystur var ein neyðug pína, ið man skuldi ígjøgnum. Ein pína, ið altíð kom onkrastaðni í dystinum og sum ofta varð serliga ring móti endanum.

 

Hetta er nú broytt, spenningurin er øgiligur, vónirnar eru brennandi og fólk í hópatali fara til dyst.

 

Fríggjadagin var fantastiskur stemningur á Tórsvølli, og aftur í kvøld fara sprenfult av fólki niðan at hyggja, eisini eg, og eg gleði meg.

 

Koyr á Føroyar!

 

 

Nú mugu tit altso gevast, tykkara apukattar!

Fyrrapart fríggjadagin 3. august savnaðist føroyska tjóðin framman fyri sjónvørpunum, okkara ítróttarligi stoltleiki varð konsentreraður í hesari løtuni, tá Pál Joensen endiliga skuldi svimja 1.500 metrar í OL í London. Skuffilsi var øgiligt, tá okkara vón ikki megnaði at koma í finaluna, ið hann hevði arbeitt so hart fyri at koma í. Øll tjóðin føldi við dámliga og ófatiliga gávuríka ítróttarmanninum úr Vági.

 

Javel, Pál vann ikki gull í OL, men hann vinnur næstu ferð, ella HM ella okkurt annað, í øllum førum er hann ein góður sendimaður fyri Føroyar. Pál er heilt serligur, men hann er eisini eitt úrslit av málrættaðari venjing og arbeiði hjá ikki bara Pál, men eisini teimum, ið hava vant hann frá barnaárunum og fram til í dag, tí talent er ikki nóg mikið, karmar og hart arbeiði skal eisini til.

 

Sama dag sum vit feldu tár saman við Páli, kunngjørdi heimsins størsti tungmálmsfestivalur, at heimsins besti nýggi tungmálmsbólkur var føroyski Hamferð, og vit kundu turka tárini um Pál burt, og fegnast um hesar okkara mentarligu sendimenn, ið umboðaðu Føroyar so væl.

 

Enn einaferð vóru føroysk mentanarfólk góð umboð fyri Føroyar, eins og vit áður hava upplivað Eivør, Týr, Teit, William Heinesen, Trónd Patursson og Guðrun & Guðrun verið frammanundan.

 

Kendi nation branding serfrøðingurin Simon Anholt peikaði júst á okkara sendifólk, Faces of the Faroes, og at vit skuldu brúka tey, sum okkara livandi lýsingaskelti fyri føroyskari ferðavinnu og fyri Føroyum sum heild.

 

Nú verður nógv tosað um 50 metur hyl, so okkara svimjitalentir skulu fáa best møguligar umstøður, soleiðis at Pál og hansara føroysku kappingarneytar og kollegair, kunnu halda áfram at vera okkara sendifólk í útheiminum. Hetta er gott at hoyra og tykist sum ein skilagóð íløga, sum marknaðarføring fyri Føroyar.

 

Eisini kundu vit fegnast um, at Vinnumálaráðið hevur hækkað játtanina til Ferðaráðið, og eina løtu helt eg, at vit høvdu seriøsar politikarar aftur. Á vinnudegnum hoyrdi eg enntá Vinnumálaráðharran hugleiða jaliga um arbeiðið hjá Anholt. Ja, tað sá ikki heilt galið út, tá eg fór av landinum mánadagin.

 

Men harra mín jesekrist altso, eg var ikki meira enn farin úr føroyskum luftrúmið, so lesi eg á Facebook, at Mentamálaráðið nú skal skerja mentanarstuðulin, og sostatt vera møguleikarnir hjá okkara føroysku mentanarligu sendifólkum skorðnar.

 

Ikki tí, at mentanarstuðulin er so øgiliga stórur, men hann spælir ein leiklut, og gevur okkara listafólkum eitt sindur betri umstøður at virka, hann er við til mentanarliga tjóðarbygging.

 

Generellar sparingar eru offisiella orsøkin, men tað krevur ikki eina doktaragrad at skilja, at her er talan um revsitiltøk móti teimum, ið hava tala at móti stjórnini. Listafólk hava spælt ein stóran leiklut í mótmælunum móti ABDH samgonguni, og nú fáa tey smekk, eins og Landsbankin og Hagstovan hava fingið frammanundan.

 

Well, hetta gongur ikki longur Kaj Leo, vit liva í Norðurlondum, og tílík italienskt inspirera stjórnan verður ikki góðtikin her. Pakkið tykkara pakkanelikar og farið úr tykkara skrivstovum, leggið frá tykkum ongantíð ov skjótt.

Hví vinna klaksvíkskvinnur alt?

Halt kipp, sum klaksvíkskvinnur  eru raskar, KÍ kvinnur sparka reyv og vinna alt, enn eitt meistaraheiti bleiv hátíðarhildið í 3-2 í kvøld, og tað sær út til, at í øllum førum í nøkur ár afturat verður støðan tann sama.

 

Men tað er ikki bara í fótbólti, at klaksvíkskvinnur eru nógv betri enn mannfólkini har norðuri. Stjørnan hevur verið við í toppinum hondbólti í nógv ár.

 

Eg kann tó ikki lata vera við at  hugsa, hvussu tað ber til. Í yngru deildunum, kunnu kvinnurnar her í høvuðsstaðnum væl vera við, sjálvt í fótbólti. Men tá tær gerast eldri, so vera tær avbukaðar av klaksvíkskvinnum. Sá enntá ein høvuðsstaðsvenjara reypa um, at hansara kvinnur fingu javnleik móti klaksvíkskvinnum í eina dystinum, og eg skilti hann faktiskt væl.

 

Men okkurt er øðrvísið har norðuri, man tað vera tí mannfólkini har eru so óáhugaverd, at konufólkini klára at konsentrera seg um ítróttin, meðan vit her suðuri eru ov stór distraktión hjá kvinnunum í Suðurstreymoy?