Fjepparahugleiðing áðrenn dystin móti Barcelona

Síðan Di Matteo tók sessin sum venjari eru støðugt fleiri fólk møtt upp í Café Natúr at hyggja at dystinum, og í kvøld verður einki undantak, tá vit Chelsea fjepparar fara at hittast og síggja okkara lið spæla seg framvið Barcelona og inn í Champions League finaluna.

 

Heimsins besta fótbóltslið, kanska enntá heimsins besta fótbóltslið nakrantíð, positivu lýsingarnar av Barcelona skorta ikki, og fellur prátið á lítla argentinska bóltsnillingin Messi, so fara lýsingarorðini upp at sveima, sum gongustjørnur.

 

Liðið sum tvær ferðir seinastu árini hevur smurt United av í Champions League finaluni, hevur ongantíð havt líka væl fatur á Chelsea, og hava vit ikki tapt móti Barcelona seinastu seks dystirnar. Henda sannroynd kom eisini til sjóndar í dystinum á Stamford Bridge, tá eitt bangi Barcelon lið, mátti flúgva heim við einum ósigri og ikki so frætt sum einum einasta máli á útivølli.

 

Í vikuskiftinum valdi Di Matteo at spæla við einum nógv skerdum liðið, har ikki færri enn 8 leikarar, ið vístu Barcelona durðafjórðingin mikudagin, vóru spardir. Hetta merkir, at leikarar sum Ramires, Lampard, Mata, Cole, Mikel er væl fyri til dystin, eisini er Ivanovic, ið hevur  leikbann ein dyst afturat klárur at gera lívið trupult fyri bóltsnillingarnar hjá Barcelona. Drogba, ið var sera illa viðfarin í  fyrra dystinum er eisini klárur, og man vera favorittur at byrja inni.

 

Paul Dutton hagtalsserfrøðingurin hjá Chelsea vísir á, hagtølini eru við okkum, ikki einans hava vit ikki tapt ein dyst móti Barcelona seinastu seks dystirnar, men Barcelona hevur ongantíð vunnið eina hálvfinalu eftir, at liðið hevur tapt fyrra dystin.

 

Nógv hevur verið tosað um støddina á vøllinum hjá Barcelona, ið er tveir metrar longri og ein metur breiðri enn Stamford Bridge, men til hetta kann sigast, at bæði Wembley og Emirates hava somu mát, og har hevur ikki gingið so galið seinastu tíðina.

 

Vit hittast í Café Natúr, har er eisini møguleiki at gjalda limagjald í fjepparafelagnum. Tit sum hava goldið limagjald fyri 2012, kunnu avheinta tykkara limakort hjá nevndini í Café Natúr.

 

Eisini ber til at flyta limagjald á minst kr. 40 á konto nr.6460-0003671072 í BankNordik. Minst til at viðmerkja navn hjá tí ella teimum, ið limagjaldið er fyri.

Vegna nevndina, Niels Uni Dam, formaður

Við vinum sum tær, nýtist mær ikki fíggindar

Myndin er lánt av Neistin.fo

Hondbóltsfelagið Stjørnan kann í dag ásanna sannleikan í hesum ofta søgdu orðum.  Tað eru nemmiliga ikki fjølmiðlar, Neistin ella fólk úr Suðurstreymoy, sum eru størsta hóttanin móti felagnum. Tann hóttanin kemur úr egnum rekkjum.

 

Jánkasligi atburðurin hjá nevndini í felagnum í sambandi við Barbaru Brauer málið er nóg ringur í sær sjálvum, men í dag ber av.

 

Umvegis Nordlysid.fo meldar stuðulsbólkurin hjá Stjøruni soleiðis út:

 

Komið og stuðli kvinnunum!!

Nú ágangurin á felag okkara er stórur, samstundis sum fm-finalurnar hjá kvinnunum standa fyri framman, er umráðandi at vit standa saman um felagið og ikki minst kvinnurnar. Vit vilja tí við hesum heita á klaksvíksingar og norðoyingar allar um mannstekir at møta upp til fm-finalurnar fyri at stuðla okkara kvinnum.

 

Les alla fráboðanina her

 

Hvør motivatiónin fyri hesari útmelding er, skilji eg als ikki. Við at draga hetta keðiliga mál inn í finalustríðið, gevur man øllum siðiligum stjørnufjepparum ein risastóran trupulleika.

 

Útmeldingin er heilt greið, her verður beinleiðis lagt upp til, at um man heldur tað er ok at rópa ókvæmisorð eftir øðrum leikarum, so skal man koma í høllina, fyri at stuðla hesum.

 

Hetta setur nógvu siðuligu leikararnar, og siðuligu fjeppararnar í sera keðiliga støðu, tí sjálvandi vilja tey stuðla sínum felagi, ið tey eru errin av. Men nú verður tað sett upp, sum eitt stuðulsátak fyri ófantaligheitum .

 

Eg havi ikki orð fyri hvussu óheppin hendan samantvinning er. Eg havi sjálvur fjeppast um Stjørnuna í fleiri ár, tí ein eg kenni, sum spældi har, og eg kann siga beint út, at um viðkomandi enn spældi har, so stóð eg í einari støðu, har eg fegin vildi stuðla henni, men ikki kundi fari í høllina, tí stuðulsbólkurin leggur upp til, at eg harvið stuðli kynsligari niðurgering.

 

 

Sum fótbóltur kann vera stuttligur

Leygardagin var eg á Svangaskarðið við soninum, ið spælir við HB U12. Her upplivdu vit bizarar fótbóltsumstøður, á hesum stadion, ið Uni Leitistein so beinrakið einaferð kallaði “reyvarholið á altjóða fótbólti.”

 

Tá vit komu á Svangaskarð, var sól og eitt lítið lot, men eingin kavi. Dreingirnir hitaðu upp, og so byrjaði kavin at detta niður í stórum mongdum, beint áðrenn dysturin skuldi byrja. At enda lá alt Svangaskarð undir í kava, og vit máttu eina løtu flýggja inn í bilarnar.

 

Men so sleit í, og meðan okkara dreingir spældu móti B68, dampaði kavin burt. Eina løtu var ordiliga heitt, og eftirsum hvørki NSÍ ella EB/Streymur tímdu at møta upp, spældu liðini ein venjingardyst móti hvør øðrum eftir at hin var endaður. Men so fór at kava av grimd aftur, somikið illa, at dysturin mátti avblásast, og vit rýmdu inn til kaffi og smyrjibreyð og FA-Cup dyst við Everton og Liverpool. Hetta er eitt løgið land vit liva í.

 

Í gjár var aftur FA-Cup á skránni, tá Londonbrakið millum Chelsea og Tottenham varð spælt. Sum Chelsea fjeppari hevur hetta kappingarárið verið sosum so,  liðið nyttaði hvørki eitt ella annað undir teirri ikki so kønu hondini hjá Villas Boas. Men nú er vent í holuni, og við 5-1 sigrinum á Tottenham á Wembley Stadion í gjár, má sigast at byrjanin til týdningarmiklastu vikuna í árinum er byrja væl.

 

Eg má siga, at hóast hendan avsmyrjingin av Tottenham kendist søt, so var hon eitt sindur merkt av, at málið til 2-0 ikki tyktist at vera innanfyri.

 

Man fær ringan smakk í munnin, tá dómarafeilir eru til tín fyrimun, serliga tá man veit hvussu ræðuligt tað kennist, tá man fær tær ímóti sær, og tað kenna Chelsea fjepparar í ólukkumát. 2-0 málið bleiv víst frá tveimum vinklum í sjónvarpinum, og hóast tað væl sást, at dómarin stóð væl fyri, so sá tað ivasamt út, um bólturin var innanfyri strikuna. Tí vóru vit fleiri Chelsea fjepparar, ið hildu støðuna vera eitt sindur keðiliga, tá vit soleiðis sótu og hugnaðu okkum saman í Café Natúr.

 

Vit fegnaðust tó um, at ein 5-1 sigur vísti, at nógv tað betra liðið vann, og um at man neyvan kundi seta spurnartekin við hetta, tá sigurin var so sannførandi.  Men eg skal viðganga, at eg í dag fegnist uppaftur meira, tí nýggjar myndir eru komnar undan kavi, ið greitt vísa, at bólturin var innanfyri, og at málið sostatt var heilt reelt.

 

Mest sum apropos ringa døming, so kemur Barcelona á Stamford Bridge mikudagin, og tað gleða vit okkum til, tí vit eru í stórformi, og sjálválitið frá hesum dystinum móti Tottenham er heilt rætta mentala dopingin til stórdystin, móti heimsins nokk besta liði í løtuni.

 

Tá teir eru avgreiddir, er aftur stórdystur á skránni, tá vit hitta Arsenal leygardagin. Arsenal er ikki tað stórfelag, ið teir vóru fyri 10 árum síðan, men hetta er ein lokaldystur og liðið er faktiskt rættiliga gott í løtuni.

 

Ja, hetta er alt í alt ein fín fótbóltsvika, higartil stendur væl til, hvussu gongur hjá tykkum?

 

Hann, ið tegir, samtykkir

Uha uha, man má rósa Kringvarpinum fyri gjøllu lýsingina av málinum, tá neistaleikarin Barbara Brauer varð niðrað av einum sera ófantaligum áskoðara hjá Stjørnuni í Klaksvík. Men í sama viðfangi má man hyggja undrandi at atburðinum hjá Stjørnuni, ið hevur takla málið so illa, sum til ber.

 

Sjálvt málið er gjøllari lýst í hesum blogginum, ið eg skrivaði fyrradagin

Men í dag er nógv nýtt komið fram, m.a. hevur Kringvarpið lagt niðurstøðuna hjá dómsnevndini hjá HSF út á kringvarp.fo. Hon liggur knýtt at hesari grein.

Tað sum er so øgiliga skelkandi í hesari niðurstøðu er hetta brotið:

 

 

Undir blogginum hjá mær fyrradagin, var stórt kjak, um Stjørnan veruliga hevði nokta hendingina, og um hvussu hetta ber til. Nú stendur tað púra greitt, formaðurin hevur guð-hjálpe-me luttikið í niðringini.

 

Í útvarpstíðindunum í dag, var formaðurin siteraður fyri ikki at vilja úttala seg, meðan málið koyrir, well hin gamli, hann, ið tegir, samtykkir.

 

Eg havi ikki orð fyri, hvussu langt úti hetta er, og undriat á, at fremsta kvinnuliga hondbóltsfelagið hesi seinastu árini  kann liva við hesum. Hvussu ber til, at hesein persónur enn er formaður har?

 

 

Skít verið við 266B í Føroyum niðurgera vit vegna kyn og rasu

Dagur og vika bar í kvøld tíðindini, at hondbóltsfelagið Stjørnan var fríkent í einum rættiliga ófantaligum máli, ið setur føroyskan hondbólt í ringt ljós, og hóast HSF eigur ábyrgdina fyri vánaligu reglugerðini, so eigur Stjørnan ábyrgdina fyri, at málið er blivið so pínligt.

 

Myndin er lánt av Neistin.fo

Fyrst ein stutt lýsing av málinum. Undir dysti millum Stjørnuna og Neistan rópti ein Stjørnuáskoðari, at Neistin skuldi taka handan mannin av vøllinum, vísandi til Neistaleikaran Barbaru Brauer. Hesin opinbart minnimenti norðoyingurin bleiv við at rópa, eitt nú at hon hoyrdi heima á mansliðnum, sjálvt eftir  at hjálparvenjarin hjá Neistanum talaði at, helt ágangurin fram. Alt hetta var fest á film og seinni víst í sjónvarpinum.

 

Neistin kærdi hendingina, men kæran er nú avvíst, tí myndaupptøkur bert kunnu brúkast í sambandi við harðskapsmál, og meðan Neistin “pástóð”, at hendingin fór fram sum upptøkan vísur, so sigur Stjørnan, at hetta ikki hendi. Tí var tað sambært hondbóltssambandinum pástandur móti pástandi, og kundi tí ikki revsast. Hetta er sjálvandi í trá við reglugerðina, og hana skal HSF fylgja.
Við tí justitsi, ið vit hava sæð í eitt nú fótbólti og kappróðri seinastu árini, er hetta ikki serliga yvirraskandi, tí opinbart kann man næstan ikki revsast í føroyskum ítrótti. Eg  vóni, at tað at Dagur og Vika fokuserar uppá hetta, ger at reglugerðin verður broytt, tí hetta er ikki álitisvekjandi fyri føroyskan hondbólt.

 

Men eg havi hug til at siga, FOR HELVITI STJØRNAN!!!!!!! Sjónvarpsupptøkurnar eru sera greiðar, og har er eingin ivi, tá tit pástanda nakað annað, so lúgva tit tilvita, og tit halda hond yvir einum áskoðara, ið átti at verið burturvístur frá tykkara dystum framyvir. Men enn týdningarmiklari, so blástempla tit kynsliga niðrandi atburð.

 

Í londum rundan um okkum verður sligið hart niður á niðran av fólki, eitt nú vegna rasu ella kyn. Men í Føroyum vil man opinbart gjarna halda hond yvir tílíkum. Vit upplivdu eitt nú í Onglandi, at Suarez hjá Liverpool fekk langt leikbann fyri at hava kallað Evra fyri nekara, at enski liðsskiparin John Terry misti liðskiparaheitið, tí hann var ákærdur fyri rasismu. Hvørki av hesum málum hevur nær námind somu prógv, sum eru í hesum málinum.

 

Tað er mær púra óskilligt, at Stjørnan ikki beinanvegin burturvísur áskoðaranum og tekur frástøðu frá atburðinum, tað er tað einasta rætta at gera í einum tílíkum máli.

Hvar var fjepparin?

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í hálvt annað ár tíggjund ferðast kring Evropa frá tapi til tap. Onkran hendinga javnleik hevur liðið fingið, men satt at siga minnist eg ikki seinasta vunna dyst. Tó hevur liðið nærum altíð havt trúgvar fjepparar við sær. Tá stórar avbjóðingar eru á Svangaskarði ella Tórsvølli tysja áskoðararnir til, fyri at heppa okkara landslið.

 

Hendur tað, at ein av okkara fremstu verður seldur til eitt úlendskt (vanliga danskt) felag, so er tað forsíðusøga í Sosialinum. Øll fegnast og øll eru errin.

Í vikuskiftinum var Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Fyri nógvar av føroysku bólkunum var hetta ein avbjóðing, ið kundi broyta lív teirra. At spæla á heimavølli frammanfyri talentskótum, festivalumboðum, publishing feløgum, plátufeløgum og tónleikatíðindafólki kundi gerast lykilin til útlendskar marknaðir. Men hvar var áskoðarastuðulin? Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, var Norðurlandahúsið sera langt frá fullsett. Hóast talan ikki var um beinleiðis innanhýsiskapping, sum á Prix Føroyum, so var talan um stóra avbjóðing, og ja, kapping við allan altjóða tónleikaídnaðin, men fjepparin var við hús.

Nakrir av bólkunum megnaðu at spæla nóg væl til at sannføra útlendsku bókingarfeløgini, publishingfeløgini, plátufeløgini og tíðindafólkini um, at teir vóru nóg góðir, til at vera áhugeverdir. Men vert er at leggja til merkis, at tann bólkurin, ið fyribils fekk mest burturúr tiltakinum var Boys In A Band, ið spældi í einum fullsettum Kagga. Eg vil ikki taka nakað frá Boys In A Band, men tað taldi uttan iva ikki niður, at teir spældu fyri nógvum og tendraðum áskoðarum.

Stjørnurnar brustu saman í Nólsoy

Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.

 

Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini havt á loftið, at onkur av teimum eldru forðaðu fyri, at tey ungu sluppu framat. Á ovastevnuni leygardagin, vóru ljóðførini løgd til síðis, og teir gomlu møttu teimum yngru í einum braki av einum fótbóltsdysti. 12-6 gjørdist endaliga støðan, tá unga fótbóltselitan innan tónleik basti gomlu gubbunum í tí fyrstu tónleikarar undir tretivu móti tónleikarum yvir tretivu kappingini.

Hóast tónleikarar yvir tretivu høvdu so miklar menn, sum Terja Rasmussen, Hans Petur í Brekkunum og Anfinn Nielsen á liðnum, so megnaði liðið lítið ímóti monnum sum Mikael Blak, Rúna Højgaard, Kristian í Vági og blendandi góða Róki Jákupsson Jakobsen, ið við einum hattrikki í hvørjum hálvleiki, gjørdist toppskjútti í málrika dystinum.

Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.
Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.

Vit fingu orð á Rók eftir dystin. Hann var sera vælnøgdur við bæði sítt egna spæl og við liðið. Hann metti fremstu orsøk til sigurin vera skjótleikin hjá unga liðnum.

Hann sá tað eisini sum ein greiðan fyrimun hjá yngru leikarunum, at fyrireikararnir høvdu gloymt at skipa fyri farti av Rituni niðan til vøllin.

– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.

Rókur sigur, at ætlanir eru um, at tílíkar kappingar skulu haldast javnan, men ivast í, at veruligur spenningur kemur í fyrstu árini.

– Eg meti at  við stórsigrinum í dag, so hava vit prógva, at tað verður ikki fyribils, at tónleikarar yvir tretivu klára at basa okkum yngru. Men eg meti tó, liðið yvir tretivu at vera stórfavorittar at vinna um trý ár, sigur 27 ára gamli Rókur.

Eitt sindur av spenningi var um at koma í dystin, tá eitt heldur ivasamt brotsspark varð dømt móti Róki. fyri hond á bóltin. Støðan hendi, tá Rúni Højgaard í yngra málinum hevði eina av nógvum góðum bjargingum, og bólturin stakk upp í albogan hjá Róki.

– Eg meti ikki at ein dómari sum Kim Milton hevði dømt brotsspark í hasi støðuni, segði Rókur.

Brotssparkið varð tó dømt og Terji Rasmussen settur at taka. Terji hevði eitt frálíkt skot heilt úti við stongina, men Rúni bjargaði sera sannførandi, og eftir hetta var eingin veruligur ivi um sigurin. Rúni spældi somikið væl allan dystin, at fyrrverandi HB og AB málverjin, sambært okkara heimildarfólki, átti at verið eitt gott boð uppá ein nýggjan landsliðsmálverja.

Bestu detaljuna átti Mikael Blak, tá hann við einum saksasparki økti um munin. Hetta mál var sambært heimildarfólki okkara í Nólsoy somikið flott, at Zuma hevði verið øvundsjúkur.

Lið yvir 30: Ingi Isaksen, Terji Rasmussen, Karl Martin Samuelsen, Jan McIntosh. Anfinn Nielsen (málmaður), Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvíg og Brandur Jacobsen,

Lið undir 30: Kristian í Vági, Hergeir Staksberg, Sveinur Gaard Olsen, Heri Reynheim, Uni Debess (venjari). Rókur Jákupsson Jakobsen, Rúni Højgaard(málmaður), Rói Christiansen og Mikael Blak

 

 

Indyracing vanlukka kravdi eitt mannalív

 Størsti amerikanski ítróttarmiðilin finnst hvassliga at, formil 1 liðnum hjá David Letterman og Bobby Rahal, eftir at óroyndi koyrarin hjá liðnum doyði í eini vanlukku, ið hann sjálvur tyktist at vera orsøk til.

Rasarakoyring

30 ára gamli Paul Dana andaðist í gjár tveir tímar eftir, at hann við 320  km/t hevði rent saman við einum øðrum bili í venjingini áðrenn ársins fyrstu koyring í Indy Racing kappingini, The Toyota 300, í Homestead Kalifornia. Dana hevði júst rokkið sínum barnadreymi um at gerast rasarakoyrari á hægsta stigið, tá hann herfyri skrivaði sáttmála við liðið hjá sjónvarpsvertinum David Letterman.

Vanlukkan hendi, tá Dana, hóast ávaringar bæði við ljósum á sínum instrumentbretti og yvir sendaran úr pittinum, lat verða við at slakka av og rendi við nógvari ferð upp í bilin hjá Ed Carpenter, ið var steðgaður upp á breytini.

Samanstoyturin hendi 8 sekund eftir, at ávaringar ljósini í øllum bilunum fóru at blunka. Aðrir koyrarar greiða frá, at meðan allir hinir bilarnir slakkaðu av, helt Dana framvegis speedaran í botn, og yvirhálaði teir. Í dag finnist stóra ítróttarrásin ESPN á heimasíðu síni harðliga at, at Paul Dana fekk sáttmála við toppliðið Rahal/Letterman.

John Oreovicz, ið er ein sera virdur og royndur motorítróttarskrivari, sigur. at hann varð skelkaður at hoyra, at óroyndi Dana hevði skrivað sáttmála við eitt av fremstu liðunum. Dana var fyrrverandi ítróttarskrivari, ið við sínum rímiligu koyrigávum og sum sera dugnaligur sølumaður vann sær setrið hjá Letterman og Rahal, skrivar Oreovicz m.a.

Paul Dana koyrdi tríggjar Indykoyringar í fjør. Í tí fyrstu endaði hann á 10. plássi, í tí næstu varð hann diskvalifiseraður, og í triðju koyringini, ið var á víðagitnu Indianapolisbreytini breyt hann ryggin í einum samanstoyti, og kappingarárið var av. Men hann kom fyri seg aftur, og fekk sáttmála við toppliðið. Men doyði, altso áðrenn fyrstu koyringina í ár.

Trygdin í Indy Racing er munandi verri enn í eitt nú  formil 1. Í 2003 doyðu tveir Indy koyrarar, meðan eingin koyrari er deyður í formil 1 síðan Ayrton Senna doyði í 1994. Í formil 1 fekk deyðin hjá Senna allar partar at arbeiða harðliga fyri at betra um trydgina.  Eingin ivi er um, at henda vanlukka fer enn einaferð at fáa lív í kjakið um trygdina.

Sniðgevin hjá Lady Dianu sniðgevur Wembley búna

 

Lady Dianna var nærum altíð latin í klæði frá Bruce Oldfield

Bruce Oldfield hevur fingið heiðurin at sniðgeva búnan hjá teimum 250 vertinnunum, ið skulu taka sær av teimum fínastu og kendastu gestunum á nýggja Wembley Stadion.

 

Móti

 

Bruce Oldfield, ið var maðurin, ið sniðgav mest sum alt, ið Lady Diana plagdi at lata seg í, er biðin um at sniðgeva búnan, ið tær 250 vertinnurnar í serligu klubba loguni á nýggja Wembley ítróttar stadioninum í London, skrivar The Australian.

Oldfield, ið eisini hevur sniðgivið klæði til kendar kvinnur sum Catherine Zeta Jones, Bianca Jagger og Jerry Hall, hevur gjørt ein búna, sum er í fimm pørtum, allir í djúpum koral reyðum liti. Búnin umfatar ein klædning úr blandaðari ull, bummulls blusir til vetur og summar og ein frakka við følskum pelskraga.

Wembley ítróttar stadion stendur eftir ætlan liðugt í mei í ár, tá F.A. Cup finalan verður hildin, tó er verkætlanin nógv seinkað, og tað er ivamál um hetta arbeiðið verður liðugt til tíðina. Stadion tekur 90.000 fólk og umbyggingin hevur kostað 757 milliónir pund.

Í serligu klubba logini, ið fær navnið Club Wembley, sita tey ríkastu og kendastu. Limaskapur skal keypast fyri 10 ár, og atgongdin er avmarkað til 17.000 limir.

Oldfield er sjálvur Newcastle United fjeppari, og dámar væl fótbólt, tí er hann serliga glaður fyri at sleppa at vera við í hesi risa verkætlan.

Hetta eru tó ikki fyrstu búnarnir við tilknýti til fótbólt, ið Oldfield hevur sniðgivið. Hann hevur frammanundan gjørt búnan hjá Norwich City, ið spælir í næst bestu ensku deildini.

 

Hevur Chelsea ein álopstrupulleika?

Chelsea framherjin Hernan Crespo og miðvallarin Michael Essien vórðu skaddir í dystinum ímóti Westham í gjár, serliga í álopinum kann hetta gerast ein trupulleiki hjá Chelsea.

Í dystinum ímóti West Ham í dag, varð argentinski framherjin hjá Chelsea Hernan Crespo skiftur út við einum skaða, tá 8 minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Crespo varð skiftur inn í 59 minutti og skeyt eitt minutt eftir málið, ið legði Chelsea framum 1-2. Men 20 minuttir eftir varð hann skiftur út við Shaun Wright-Phillips. Við heimsins besta beinki skuldi eingin trupulleiki verið, um Crespo verður skaddur í eina tíð. Tí Chelsea plagar altíð at hava onkran at seta við. Men hesuferð, kann tað gerast ein trupulleiki, tí hin vanligi framherjin Didier Drogba verður næsta mánaðin í Afrika og spælir í African Nations Cup við landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini.

 

Umframt Drogba hevur Chelsea einans unga Carlton Cole at seta við í álopinum. Hesin Cole hevur einans spælt fáar minuttir hetta kappingarárið, og er ivaleyst ikki í bestu dystarvenjing.  Íslendski Eidur Gudjonsen, hevur fyrr verið framherji, men seinasta árið hevur hann heldur spælt á miðvøllinum, hann er tó ein møguleiki.

 

Enn er einki komið út alment um skaðan hjá Crespo. Men tá Chelsea í fjør hevði ein líknandi trupulleika, við Drogba skaddum, Mutu koyrdum fyri rúseitursmisnýtslu og Gudjonsen ivasomum. Segði Chelsea venjarin, José Mourinho, at um hann ongan framherja hevði, kundi hann altíð brúka liðskiparan og miðverjuovastan John Terry sum framherja, tí hann skjýtur so nógv mál.

 

Spennandi verður at vita hvussu leikur fer. Næsti dystur er í steypakappingini í móti Huddersfield Town leygardagin. Hesin dystur átti at verið ein avgreiðslu spurningur, og tað er lítið at ivast í, at Carlton Cole byrjar inni hendan dyst.

 

Chelsea miðvallarin Michael Essien fekk ein skaða í dystinum í móti West Ham. Talan er um okkurt, ið líkist einum álvarsligum fótliðsskaða. Hetta skrivar onside.dk í morgun. Heimasíðan vil skrivar, at hesin skaði í versta falli, kann verða endin á kappingarárinum hjá Essien.

 

Essien hevur verið fastur maður á Chelsea liðnum, síðan hann kom úr Lyon í summar. Essien er ein týdningarmikil spælari, men Chelsea eru rættiliga væl fyri á miðvøllinum, har Gudjonsen ivaleyst er besta boð uppá ein avloysara, hetta er sjálvandi enn ein trupulleiki fyri álopið, ið er heldur tunt í løtuni.

 

Essien skuldi annars spæla fyri Ghana í African Nations Cup henda mánaðin. Men hetta verður nú væntandi av ongum. Hvussu umfatandi skaðin er verður væntandi greitt í dag. Hetta kann í ringasta falli, gera at Essien ikki fær spælt fyri Ghana í HM. Um so er, er hetta ein ómetaligur missur hjá liðinum, ið ongantíð fyrr hevur spælt seg í eitt HM-endaspæl.