Íslendsku Showmenn

Jógvan Hansen og bólkur hansara vísti, at her var talan um sera góðar tónleikarar, og meira enn ein framúr góðan sangara. Samanberingin við Showmenn tyktiskt nærliggjandi.

Meðan veðurgudarnir leygarkvøldið góvu Summar Festivalinum ein frammaná, so var timingin hjá teimum ófør fríggjakvøldið, eftir at 10.000 fólk í turrveðri høvdu upplivað eitt rokkbrak við The Scorpions, fór at sirma. Nógv fólk nýttu tí høvið at fara inn í turra FLAGS-tjaldið, har lokala hetjan Jógvan Hansen fór á pall. Jógvan Hansen hevði við sær bólkin, ið stuðlaði honum á veg til sigurin í íslendsku songkappingini X-Factor.

Teltið var rættiliga fult, og Jógvan og bólkurin tyktust væl uppløgd. Umframt gittarleikara, bassleikara, trummuleikara og tangentleikara vóru eisini tveir framúrskarandi kórsangarar við honum, teirra frálíku kór lyftu framførsluna upp á eitt sera høgt støði. Ein av teimum var songkvinnan Kristjana Stefánsdóttir, ið er viðurkendur sangari og sanglærari í Íslandi.

 

Sum ein dansur

Á skránni vóru fyri tað mesta lániløg, her vóru løg hjá eitt nú George Michael, Robbie Williams og U2, serliga væl vóru rokkløgini væl móttikin. Umframt øll lániløgini vóru tvey gomul hitt hjá Jógvani á skránni, Aria lagið ”Rooftop” og Kularrøtur lagið ”Hon Er Omma Mín”, hetta vóru uttan samanbering nógv best umtóktu løgini á kvøldinum. Eftir at hava spælt Rooftop, sum í løtuni liggur ovast á íslendska popptindinum, segði Jógvan, at teir áttu bert at spælt hetta lagið. Hóast talan var um skemt, var ein sannleiki í hesum. Eg saknaði meira heimagjørt, og konsertin bar brá av at vera dansur, ein væl spældur dansur, men altso ein dansur.

Miðskeiðis í konsertini fór Jógvan av pallinum, og lat Kristjanu Stefánsdóttir sleppa til, í einum frálíkum soul lagið, vísti hon júst hví hon er so viðurkend í Íslandi. Eisini hin kórsangarin, ið var mannfólk, slapp at royna seg, tá Jógvan aftur fór av pallinum, og hann saman við bólkinum sang Living on a Prayer hjá Bon Jovi.

Tað er ikki nógv at seta fingurin á í framførsluni, alt var væl spælt, sungið og lagt til til rættis. Jógvan var flott stylaður og sá út sum ein poppstjørna.