Var Taxi suppe, steg og heroin tónleikur?

sunnudagsbitin

Eftir at hava hoyrt Taxi spælt, situr ein dani og tosar við bólkin, tað tykist at vera backstage i Gimle, tá hann lýsir upplivingina, sigur hann seg sakna norðuratlantiska samleikan, og lýsir bólkin sum suppe, steg og heroin? Eitt spæl uppá suppe, steg og is genruna, ið ikki altíð er so høgt í metum millum ummælarar.

Eg skal ikki taka støðu til, um lýsingin av tónleikinum hjá Taxi kanska hevur ein ávísan sannleika í sær. Men eg má siga, at eg bleiv rørdur av at síggja henda deiliga dokumentar, ið Ingi Joensen gjørdi um bólkin og um ferðina til Danmarkar.

Árið var 1999. Taxi vann Prix Føroyar og fóru í Lundgaard Studio at spæla inn, vit sleppa at fylgja teimum í studio, men eisini til venjingar og fáa samrøður við Jón, Kim og Kaj, ið vóru beinagrindin í Taxi.

Deiligt at sleppa at uppliva henda flokk av tónleikarum, ið enn kelar fyri okkara oyrum, tó ikki saman. Her eru teir nógv yngri og øgiliga eldhugaðir um Taxi verkætlanina.

Men hetta er eisini ein gluggi inn í føroyskan tónleik um aldarskiftið, vit sleppa at enduruppliva Gimle Medborgerhus, ið var eitt av hjørtunum í útisetalívinum, tá eg búði niðrið, vit síggja Prix Føroyar finaluna, og øll tey nógvu deiligu ungu menniskjuni.

 

TAXI ut i verd from Føroyaprent on Vimeo.

 

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Rock’n’Roll og nostalgi á Vágsbøi

Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Við 20 árum á baki var rokkdinosaururin vaknaður aftur – og ja, hann rokkaði bæði væl og virðiliga.

Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu Edmund, Niclas, Mikkjal og James saman við nýggja manninum Kim Hansen eina fína rokk-konsert, har allar tær røttu klisjeirnar vórðu fyltar heilt út.

Eg havi sjálvur eitt serligt forhold til bólkin, ið framum aðrar vísti vegin fyri okkum ungu rokk-tónleikarar fyrst í 90’unum. Við sínum harða rokki breyt Chase frá hinum etableraðu bólkunum, og vísti okkum, at man gott kundi. Sum ummælari var hetta somuleiðis fyrsti bólkur eg ummældi afturi í 1991. So kenslurnar vóru fjøltáttaðar.

Eftir at seinasta come backið hjá bólkinum ikki eydnaðist so øgiliga væl, var eg ein heldur stúrin ummælari, sum kreyp út í regnið at lurta eftir teimum.

Serliga hevur røddin hjá Edmundi ikki altíð verið líka góð.

Eftir tey bæði fyrstu og heldur veiku løgini “Lisa Maria” og “Lygnari”, var eg ikki sannførdur. Hesi løgini tykjast altíð at vísa Edmundsa rødd frá síni mest irriterandi síðu, og tað gjørdu tey eisini í sirminum sunnunáttina.

Men so sleit í á Vágsbøi, alt fleiri fólk komu fram til pallin, og løgini fóru at liggja betur til røddina hjá Edmundi, og knappiliga vísti hann, at hann ikki bara sær betur út, enn hann nakrantíð hevur gjørt – hann syngur eisini betur enn nakrantíð áður.

Edmund hevur slept sær av við hvølpafitan, ið var eyðkend fyrr. Hann líkist nú eini rokkstjørnu í strømmum kovboykuksum, sólbrillum og svartari t-troyggju, og kropsmálið, var fullkomiliga rock’n’roll. Hetta var so gjøgnumført, at eg næstan ikki saknaði fyrrverandi gittarleikaran Lennerth við sínum Europe hári, motorsúkklum og Whiskey-fløskum við té-vatni í, sum plagdi at vera miðdepilin í Chase framførslunum.

Løg sum “Reckless Life”, “Tú og Eg”, “Two Hearts”, “Eingangsknall”, “7 Míl Frá Hollywood” fingu fjøldina at syngja og liva við, áðrenn Chase í besta rokk-klisje stíli rýmdi av pallinum, fyri at fáa fjøldina at rópa seg inn aftur at spæla størsta hittið “Fyrstu Ferð”, og tá fór Vágsbøur upp at kóka. Ein nostalgiskur endi á eina sum heild nostalgiska festivalskrá.

 

 

Showmenn siga REX farvæl

SHowmennFá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð.

 

Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer bólkurin á pall í REX. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Leygarkvøldið verður gjørt eitt sindur serligt burturúr og REX bjóðar sjampanju til gestirnar.

 

Hóast teir fýra, ið mannað Showmenn, ikki fara at spæla saman longur, so fara teir ikki at gevast við at spæla tónleik. Herfyri spældi Jens Marni tildømis í REX við eini nýggjari trio, ið umframt hann taldi upprunaliga bassleikaran í Showmonnum, Paula Magnussen og trummuleikaran Henning Nicodemussen, ið spældi saman við Jens Marna í Kjølum og All That Rain.

 

 

Kim spældi alt

Kim og bólkurin, ið var mannaður av júst teimum, sum Kim vanliga hevur spælt við, spældu løg av fløguni Alt og okkurt nýtt.

 

Summarfestivalurin

 

Kim Hansen og ein útbygd útgáva av Showmonnum, sum kallaði seg Kim Hansen, spældi eina fitta, pena og góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta sinni ljóðaði risa annleggið sum ein millión.

 

Nógv hevur verið tosað um hetta størsta annleggið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, men fríggjadagin ljóðaði tað ongantíð veruliga so væl, sum eitt tílíkt átti. The Rasmus ljóðaði væl, men dekan ov spakuligt var frá. Men tá Alexandur Gaard Joensen stillaði seg aftan fyri knøttarnar og ljóðblandaði Kim Hansen, ljóðaði tað fantastiska væl.

 

Kim spældi løg av Alt fløguni, og løtan gjørdist sera hugnalig, fólk vaggaðu við og sungu við, tá løg sum Maria, Fagri flokkur, Meistarin, Løtan og Góða rungaðu um Vágsbø. Bólkurin spældi sera væl. Umframt Showmenn, var gamli Taxi keyboardleikarin Magnus Johannesen við, umframt blásararnir Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen. Tað klæddi væl sukursøtu balladunum og rock’n’roll løgunum við blásarum. Samanumtikið var konsertin ordiliga góð, og gjørdist ikki verri, tá tað slitnaði í eina løtu. Kim hevur onkursvegna havt hug til at hvørva burtur í leiklutinum, sum sangari í dansiorkestrum, og tí er tað sera hugaligt, at síggja henda frálíka sangara við Kim sangum. Eisini var serliga hugaligt, at okkurt nýtt lag hevði sníkt seg inn í skránna.

MOIRAE – Ársins fløga?

Juni-August 1996, var í Føroyum merkt av sera ringum veðrið, ikki vóru nógvir sólglottar, ið snýktu seg gjøgnum skýggini, grátt og keðiligt var. Men eitt økið, ið var alt annað enn grátt og keðiligt, var plátumarknaðurin, sjálvdan hava so nógvar plátuútgávur verið innan fyri so stutta tíð. Ein teirra var endiliga fyrsta fløgan hjá Prix Føroyar vinnaranum Moirae.

 

Moirae, er kanska ikki eitt serliga kent navn millum útisetar, men nevna vit bólkar sum Chase, Frændur, Føstufressar, Barlast, Rockmen, Musketerarnir, Húskallar, Barlast, Kim og Co. og the Funkies, munnu nógv minnast løtur á konsertum ella til dans. Moirae er eitt bland av limum frá øllum hesum bólkum, Kaj, Kim, Terji, Mikkjal og Hjalti, eru Føroya einasti superbólkur, ein bólkur av frálíkum tónleikarum, sum longu hava skapt eitt navn í øðrum bólkum og nú hava funnið saman í Moirae.

 

Dagin áðrenn fløgan kom út hevði bólkurin bjóða til stórslignan tíðindafund í Norðurlandahúsinum í Havn og dagurin eftir fór við at signera fløgur í Tutl-búðini í SMS, alt tyktist ógvuliga proffessionelt og gjøgnumført, fløgan kom út í teimum heilt røttu rammunum, alt hetta hóvasták gjørdi at vónirnar um eina heilt frálíka fløgu vóru sera stórar, tá eg setti meg í ein av teimum heldur ringu stólunum í Norðurlandahúsinum og hoyrdi fyrstu tónarnar av ‘Lognbrá’, fyrsta lagið av fløguni.

 

Fyrsta hugsanin var at hetta var løgin tónleikur og at lætt var at hoyra at Kim var Nólsoyingur. Løgini vóru sum heild góð, men einki av teimum setti seg fast, tankarnir leitaðu aðrastaðnis og eg gloymdi heilt tíð og stað, niðurstøða tónleikurin var góður sum bakgrundstónleikur, men fekk ikki fanga meg sum lurtara. Eg tók fløguna við heim.

 

Eftir fleiri lurt gjørdist fløgan bert betur og betur, løg sum ‘rúsevnistoka’, ‘mynduleiki’ og serliga ‘eg flýggi til tónleikin’ settu seg føst og eg mátti viðganga at fyrstu tankarnir um fløguna vóru heilt skeivir.

 

Fløgan er sera fjøllbroytt og merkt av at Moirae hevur fleiri góðar lagskrivarar.