Guð segði tað so væl nú ein dagin

gudÁ almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.

 

Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum hinkynd hava, eru hesi boðini sera nærverandi.

 

Ikki tí, at Kaj Leo sjálvur heldur, at samkynd framhaldandi skulu vera fyri mismuni. Nei, hann noktar sínum samgongufeløgum at virða mannarættindini,  fyri at tryggja, at hann eisini framyvir kann kalla seg løgmann.

 

 

Tá má eg veruliga siga, at Kaj Leo brýtur bæði boðini. Tí tá tú sjálvur heldur, at okkurt ikki er í trá við mannarættindi, og tú velur ikki at loyva, hesum at verða broytt til tað betra. So ert tú ikki serliga kul. Tá tú selur minnilutabólkar fyri egnan persónligan vinning, so ert tú heldur ikki serliga fittur, tað er faktiskt nokkso reyvarholsligt.

 

Jú gamaní, Miðflokkurin og útvaldir sambands- og fólkaflokspolitikarar meta seg hava rætt at avgera um tvey vaksin fólk av sama kyni sleppa at giftast ella ei. Men hesi eru øll pr. defitinitión forstokkaðir ekstremistar*. Friður verði við tí, soleiðis eru tey bara.

 

Allir samgongutinglimirnir eru bundnir av samgonguskjalinum. Men sum tinglimur er tú fyrst og fremst bundin av tínari samvitsku og tínari sannføring. Um tú metur, at mannarættindini vera skúgva til viks, við bert at loyva einum bólki (teimum hinkyndu) serlig giftingarrættindi. So eigur tú at atkvøða fyri uppskotinum. Mannarættindakonventiónin er langt yvir nøkrum samgonguskjali, tað er tín samvitska eisini.

 

Janus Rein, nýklaktur Fólkafloksmaður situr við mandati givið av Framsóknarveljarum, hann fór uppá val við klárum boðskapi um rættindini hjá teimum samkyndu. Fellir hann uppskotið hevur hann veruliga svikið sínar veljarar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum nú eru inni, og lovaðu at verja rættindini hjá teimum samkyndu.

 

Eg skjóti upp, at øll vit, ið vilja hava hjúnarbandslógina broytta, skriva til okkara umboð á tingi. Tann, ið tit valdu, og boða frá, at tit vænta, at tey virða mannarættindini hægri enn samgonguskjalið, og at tit ikki velja tey aftur, um tey svíkja:

T.d., hesi tonktu dømini:

Góði Kaj Leo
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, tá tú nú noktar tinglimum at atkvøða eftir sínari sannføring, ið einum mannarættindamáli, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val.

Vónandi broytir tú meining.

Vinarliga

Jens Jensen

ella:

Góði Hanus Samró
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, um tú ikki stuðlar broytingini í hjúnarbandslógini, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val. Vónandi atkvøður tú fyri broytingini

Vinarliga

Jensina Jensen

 

67% av føroyingum er fyri at broyta hjúnarbandslógina til eisini at fevna um samkynd, hetta skuldi merkt, at fáa vit øll við uppá hetta, so fær Kaj Leo yvir 1.300 mailar og boð á Facebook, og Hanus Samró fær yvir 200 mailar og boð, og hetta er bara um 67% av teirra veljarum skriva til teirra. .

 

Tíðin er komin, at vit føroyingar vísa tenn, og siga løgtinginum, at vit ikki longur finna okkum í einum minnilutadiktatur, har Miðflokkurin saman við øðrum ekstremistum forðar fyri broytingum, ið stórur meiriluti er fyri.

 

*) Tey av teimum, ið lesa hetta, og ikki meta seg sum ekstremistar, tey fara skeiv. Tí um tú tekur tær rættin, at avgera hvussu onnur vaksin fólk vilja liva saman, so hevur tú sjálvur tikið tær ekstremist leiklutin. Tað slepst ikki undan, liv við tí.

 

Ikki øll duga at elska sín næsta

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona.

familjurÍ sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um familjur”, úttalaði talsmaðurin hjá Miðflokkinum í málum um snævurskygni Bill Justinussen, at hann vildi virka fyri, at bókin ikki skuldi blíva brúkt á stovnum í Føroyum.

Sambært Kringvarpinum hevur hetta íblást Ung fyri snævurskyngi, ið er ungdómsfelagskapurin hjá Miðflokkinum til at senda út áheitan til stovnar og skúlar, um ikki at brúka bókina, tí hon millum sigur, at tað eru børn, sum hava tvær mammur ella tveir pápar.

Hetta skal Miðflokkurin sjálvandi hava loyvi at ynskja, og hesi neyðars forkvaklaðu ungu í “Ung fyri snævurskygni” vita jú ikki betur, tey eru so illa uppald ella heilavaskaði av øðrum illa upaldum.

Men  eingin alment settur stovns- ella skúlaleiðari eigur at sleppa at fylgja hesari áheitan. Tí tílík eiga ikki at lata seg stýra av andaliga forkvaklaðum snævurskygni.

Vónandi er hetta ikki eitt sjónarmið, ið restin av samgonguni hjá Kaj Leo fer at ganga við til. Eg vóni eisini, at Mentamálaráðið kemur við einari útmelding um, at hetta ikki er ein áheitan, ið stovnsleiðarar sleppa at taka til sín.

Hugsi tykkum møguligu avleiðingarnar, um Miðflokkurin fekk sín vilja: eitt nýtt ættarlið kundi voksið upp til at blivið líka snævurskygd sum hesi Miðflokkafólkini.

Vónandi fær hetta tey fáu skilagóðu, ið velja hendan flokk til at vakna og leggja sína atkvøðu eitt annað stað.

Bókin er nú vorðin eitt must, og kann keypast her.

Nú sleppa vit at hótta hampafólk

biblianÍ dag kunngjørdi ákæruvaldið sambært útvarpinum, at tey ikki  fara at ákæra Sjúrð Højgaard fyri hóttanina ímóti Fuglafjarðaprestinum Anne Mette Clementsen.

Grundgevingin sambært útvarpinum var, at man ikki kundi ákæra hann, tí hann siteraði úr Bíbliuni.

Hetta sjálvt um Sjúrður blandar sitatið við gerandistalu og spesifikt nevnir navnið Anne Mette mitt inni í harðendasta partinum av sitatinum.

Eg vildi hildið, at ákæruvaldið við at staðfesta, at tað er í lagi at hótta, so leingið, sum tú siterar úr Bíbliuni, skapar eitt púra ørt precedens.

Serliga havandi í huga, at tú enntá kanst tillaga sitatini, og seta fólkanøvn inn, har sum onkur bíbilskur er nevndur, soleiðis sum Sjúrður ger.

Tekur tú t.d. Hoseas 14.1, “Samaria skal bøta fyri at hava sett seg upp móti Guði sínum, fyri svøri skulu tey falla, smábørn teirra skulu vera sora sundur, og kvinnurnar, ið eru við barn skulu vera kruvdar.” Her kann man nú broyta Samaria til onkran ávísan bólk, politiskan, átrúnarligan ella geografiskan, og sostatt fáa ein heilt ókeypis hóttan móti onkrum, ið man ikki dámar, uttan at ræðast avleiðingarnar.

1000 takk fyri ákæruvaldið, sum hetta landið bleiv nógv stuttligari at liva í, nú einhvør idiotur hevur fingið fríkort at hótta hampafólk.

Vit liva í einum samfelag, har lógin skal virka almenn preventiv, vit revsa sostatt ikki fyri at hevna okkum inn á ein illgerarmann ella illgerarkvinnu, men fyri at senda eitt signal til restina av okkum, um at tílíkt ikki verður góðtikið og er revsivert, fyri á tann hátt at tryggja okkum, at eingin annar ger hetta.

Tá ákæruvaldið so velur, at siga, at man ikki kann ákæra nakran fyri hóttanir, tá tær verða blandaðar inn í Bíbliuvers, so er signalið, til restina av okkum, at hetta slagið av lógarbrotum eru heilt í lagi, ja, hetta er almenn eggjan til Bíbliuhóttanir.

 

Jólakalendarin 22. desember – dagsins gáva til tín

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av heiminum annars frá, samstundis, sum vit gjørdust meira siviliseraði.

Eg fari at viðmæla eina bók at lesa, viðmæli fer sjálvandi fyrst og fremst út til okkara politikarar, ið gera okkara lógir, men bókin er bæði áhugaverd og lættlisin, so øll áttu at lisið hana. Tað er bólkin hjá italska filosoffinum Cesare Beccaria “Um lógarbrot og revsing”, bókin er ikki tøk á føroyskum, men er t.d. at fáa í einari fínari danskari umseting.

 

Keyp bókina sum e-bók her

Cesare Beccaria, ið var ein av undangongumonnunum, til okkara rættarsamfelag lýsti trupulleikan við píning soleiðis: Ein persónur, ið einki hevur at goyma, verður trýstur til at finna uppá okkurt fyri at steðga her-og-nú pínuni. Píningin er so ógvislig, og einasti vegur úr henni er at viðganga okkurt, satt ella falskt gerst líkamikið.  Meðan ein, ið er sekur, kann verða meira herdur, og tí ikki viðgongur og um viðkomandi úttalar seg, er tað ikki neyðturviliga sannleikan, ið hann fortelur. Sostatt eru upplýsingar, ið koma fram í einari tílíkari støðu púra óbrúkiligir og mangla trúvirði.

Beccaria vísti harumframt á, at píning var við til at herða samfelagið og elva til meira harðskap.

 

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist eini góð jól.

Pia Kærsgaard fer frá – Guð havi lov

 

Hetta er ein frálíkur dagur, ein tann ótespiligasti politikarin í Norðurlondum, hevur boðað frá, at hon tekur seg aftur sum forkvinna í Dansk Folkeparti.

Pia Kærsgaard fer nú frá, sum forkvinna í flokkinum, ið hon sjálv skapti, tá hon og onnur rýmdu úr Fremskridtspartiet. Hesin flokkur í framum aðrar hevur staðið fyri høgrasnæringini, ið hevur broytt Danmark frá einum vinarligum landi, til eitt har munur verður gjørdur á fólki, og har hatur og ræðsla eru vorðin vanlig stýrisamboð.

 

Eg havi ikki orð fyri alt tað ónda, ið Pia hevur avrikað í sínum politiska lívi. Hon hevur við hjálp frá eitt nú veikum og vingluttum Social Demokratum, gjørt tað legitimt, at tíni rættindi sum borgari verða stigbend eftir tínari etnisku støðu.

Hetta hevur verið ræðandi at sæð, og stóri stuðulin, ið hon hevur skaffa til sína óndu sak, hevur gjørt Danmark til eitt rættiliga ótespiligt land, satt frá einum mannarættindasjónarmiði.

 

Eg fegnist tí í dag, hetta er ein gleðisdagur, men samstundis mugu vit ongantíð gloyma henni, hennara óndu gerðir.

 

Nú vóni eg, at krúnprinsurin Kristian Thulesen Dahl ikki megnar at lyfta ónda arvin, og at menniskjaligheit og kærleiki aftur skulu sigra í einum Danmark, ið sleppur undan ótespiliga Dansk Folkeparti.

Nær fær Tjóðveldi eina greiða støðu?

Formaðurin í Tjóðveldi var við til Pride, tað er eitt stig á rætta vegnum (mynd: Erland Sivertsen)

Eg hoyrdi í tíðindunum á nátturða í kvøld, at Framsókn setur fram uppskot um dagføring av hjúnarbandslógini í næstum. Í hesum sambandi bleiv sagt, at í øllum flokkum uttan Framsókn og Miðflokkinum, stendur tað hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

 

Eg fari í hesum sambandi at minna mín flokk, tað er Tjóðveldi, har eg havi verið limur í nógv ár, og uppstillaður fyri fleiri ferðir, um tað yvirlýsing, ið flokkurin sendi út eftir seinasta Floksting. Hon kann lesast í fullum líki her:

 

Men tann í hesum høpi mest aktuelli parturin er tann, ið snýr seg um hjúnarbandslógina. Hetta var eitt uppskot frá eldsálunum í Unga Tjóðveldi, ið flokstingið samtykti. Hetta er orðað soleiðis í yvirlýsingini:

 

“Øllum føroyingum skulu verða tryggjað somu rættindi uttan mun til átrúnað, húðarlit, politiska áskoðan og kynsliga orientering. Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um dagføring av hjúnabandslógini.”

 

Eg veit ikki, hvussu langt flokkurin er komin við at endurskoða stevnumiðini, men eg vildi mett, at ein niðurstøða um henda spurning byrjar at vera átroðkandi.  Vit nógvu í flokkinum, ið hava mannarættindi sum hjartamál, mugu hava avkláring, og kunnu neyvan liva við, at tinglimir hjá okkara flokki eru við til at fella eitt so prinsipielt mál.

 

Tíðarandin er til at gera broytingar, ta søgdu 5.000 í ein munn fríggjadagin. Fellur uppskotið nú, so er spurningurin, um nær tað aftur kemur fyri, og hvørjar møguleikar tað tá hevur fyri at verða viðtikið.

5.000 samkynd í Føroyum?

Eg fegnist um at 5.000 fólk luttóku á Faroe Pride, nú má signalið til okkara politikarar vera nóg greitt. Men samstundis fær tað meg at hugsa, tí hetta er júst sama tal, ið metta talið av samkyndum í Føroyum er. Hví tramin hava okkara politikarar ikki langt síðan givið teimum somu rættindi, sum hinkynd hava.

 

Mannamúgvan vildi ongan enda taka (Mynd: Erland Sivertsen)

Tað hevði regnað rættiliga illa fríggjamorgunin, eg hevði verið til ljóðroynd til ólavasøkukonsertina, og mátti viðganga at tað var ikki frítt, at eg stúrdi fyri, hvussu veðrið fóra at ávirka Pridegonguna og tiltakið í Tórsgøtu.

 

Eg hevði sjálvur ætla at gingið við í gonguni, men ymiskt praktiskt í sambandi við konsertina forðaði mær í hesum. So eg stóð í alsamt batnandi veðrinum og hugdi at gonguni, ið vendi um hornið á Tórsgøtu/Steinatúni.

 

Tað kendist søguligt og stórt, tá eg varnaðist, at her var talan um sera nógv fólk. Eg skilti skjótt, at her vóru fleiri enn túsund, men tey blivu bara við at koma um hornið, Tórsgøta fyltist og alsamt fleiri komu um hornið.

 

Løgregla og fyriskiparar mettu, at talan var um eini 5.000 fólk, eitt tal, ið ivaleyst er væl á leið. Eg stóð har saman við samsintum, og vit fegnaðust, tí nú fór Føroyar ongantíð at blíva tað sama.

 

Eg eri nevniliga sannførdur um, at teir flestu at okkara politikarum ikki eru so skítbíttir, sum teirra støða í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina fær teir at tykjast. Eg gangi út frá, at talan heldur er um, at teir royna at halda fast í sínum veljaraskarða, og eitt signal frá 5.000 fólkum eigur at fáa teir at tora betur at gera tað, ið rætt er.

 

Men tá fyrsta gleðin um stóra stuðulin til fjølbroytni hevði lagt seg, fór eg at seta tingini í perspektiv. Vanliga metir man, at útivið 10% av fólki eru samkynd. Í Føroyum er hetta tal sostatt umleið á støði við talið av luttakarum á Faroe Pride 2012. So hví skulu vit undrast yvir at 5.000 møta upp?

 

Jú gamaní ein gonga, ið telur 10% av einari tjóð er ein mega success fyri einhvørja søk, men í hesum førinum eigur tað at vera so.

 

So tit politikarar, ið ivast um hvar tykkara atkvøða skal fara, tá tit í næstum skulu atkvøða um broyting í hjúnarbandslógini, havið í huga, at vit tosa um 5.000 samkynd, við familjum og vinum, her eru vit skjótt uppi á minst helvtini av føroyingum.

 

Tað sum eg fegnaðist serliga um, var at síggja fleiri í gonguni, ið eg veit, eru samkynd, ið enn ikki hava sprett. Men liva í hinkyndum forholdum ímóti sínari náttúru.  Eg vóni, at fyri hesi var hetta eitt stig á vegnum móti at spretta, og liva eitt erligt lív.

 

Eitt deiligt tiltak, ið varð vælsignað við herligum veðri.  Til lukku Føroyar her hendur okkurt.

Tað er lætt at vera ein ringur kristin

Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!

 

Mynd: Olga Fossdalsá

Bíblian er full av ymiskum livireglum, tú mást ikki røra blóð, kvinnur skulu út um bøgarðarnar, tá tær hava mánasjúku, hevur tú ein vátan dreym, skalt tú brenna tína legu, tú skalt ikki savna tær jarðligt ríkidømi, tú mást ikki girnast konuna hjá næstanum, tú skalt æra tíni foreldur. Har er stutt sagt skít fult av livireglum. Teir flestu av hesum livireglum krevja ein innsats frá tí kristna, tí velja vit ikki at taka teir fyri fult. Sum so er hetta ikki nakað at siga til, tí Bíblian eigur ikki at verða tikin 100% fyri fult, tað ber simpulten ikki til.

 

Bíblian er skrivað av fólki! Av fólki við egnum vilja. Fólki, sum í stóran mun hava arbeitt fyri makthavarar ella sjálvi hava verið makthavarar. Tí er hon í stóran mun ein máti at halda fjøldini ikki bara í skakk, men eisini sunna og vælfungerandi. Tjóðin skal vera produktiv, og klár at verja landamørkini.

 

Her eru kostráð, her eru mátar at tryggja, at fólk halda á at formera seg, og her eru ráð, ið skulu tryggja, at vit ikki rúsa okkum. Hetta er deiligt og praktiskt, og í stóran mun ein gomul útgáva av Pál Weihe. Men sum sagt, krevur hetta ein innsats ella eitt offur, og tí velja vit ikki at liva eftir nógvum av tí, akkurát sum vit  halda á at eta grind, roykja og drekka, hóast Pál sigur nei.

 

Bíblian er eisini savnað og redigerað av fólki, øðrum fólki, ið eisini hava egnan vilja. Hon átti faktiskt at havt áskriftina, tak meg ikki for bókstaviliga. Ikki tí nakar tekur hana bókstaviliga, men tí nøkur fólk velja at brúka smá brot úr Bíbliuni heilt bókstaviliga, til at buka onnur við. Seinastu dagarnar hava summi ring kristin verið frammi við tílíkum atburði. Hetta eftir gleðiligu løtuna, tá Guð blandaði seg í kjakið um samkynd, og vælsignaði Pride’ina við bakandi sól, og vit 5000 fólk saman fagnaðust um fjølbroytni til tónarnar av guddommiligum tónleiki.

Borgarstjórin í Reykjavík helt røðu. (mynd: Olga Fossdalsá)

 

Hesi ringu kristnu hava ongan trupulleika við at tulka Bíbliuna til sín egna fyrimun, í øllum teimum førum, ið høvdu kravt stórvegis innsats av teimum persónliga. Men tey velja at markera seg, tá tað snýr seg um samkynd, tí hetta er bílígt og ómaksleyst.

 

Well hetta er ófantaligt! At leggja aðrar standardir á onnur fólk enn teg sjálvan, at brúka pettir av Bíbliuni til kúga minnilutar. Hetta er ikki í trá við kærleiksboðskapin, hetta er stutt sagt ringur kristin atburður.

Vegurin til tað vinarliga samfelagið

Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

 

Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:

 

Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á okkara elskaða land, at tað kann vera trupult at hugsa í stórum linjum:  So sum, hvat er tað fyri eitt land, sum vit vilja liva í?

 

Oftast fer politiska illsinnið til at sløkkja BADH eldarnar, ið loga hóttandi kring okkum.

 

Men skulu vit taka nakað positivt burturúr politisku støðuni í dag, so er tað, at ungmannafeløgini veruliga hava funnið flogið aftur. Í nógv ár undir ABC líkasæluni, ruraðust bæði vit og okkara ungdómur í ein líkasælan svøvn.

 

Men seinastu mánaðirnar hava Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi víst vegin og stríðst saman við fakfelagsrørsluni. Tey hava víst, at tey ikki finna seg í, at Føroya Vanstýri hevur tikið okkum til gíslar. At Annika og slipsadreingirnir spakuliga eru farin undir skipaðu niðurlagingina av vælferðarsamfelagnum.

 

Okkara ungu hava stillað seg upp, og sagt FUCK NEI!

 

Tey hava stríðst!  Og meðan líkasælan og máttloysið enn merkja tey eldru ættarliðini, so hava tey ungu kempað, og kvøldið í kvøld er enn eitt dømi um hetta stríð.

 

Eg má rósa Unga Tjóðveldinum! Ikki síðan Annlis’sa tíð hevur ungdómsrørslan verið so sterk í Tjóðveldinum. Tað gevur mær vón fyri framtíðina, og tað er framtíðina eg ætli mær at røða um.

 

Sum tjóðveldisfólk fái eg ofta skotið í skógvarnar, at loysingin er málið hjá mær, men hvat so aftan á loysingina?

 

Eg skal siga beinanvegin, at fyri meg er loysingin ikki málið. Hon er eitt amboð, til at skapa eitt samfelag við vøkstri. Eitt samfelag sum er í tráð við føroysku fólkasálina. Eitt vinarligt samfelag, tí vit eru í botn og grund vinarlig fólk. Tað liggur ikki í okkum, at traðka á tey veikastu fyri løtuvinning, soleiðis sum BADH fær okkum at gera.

 

Fyri at røkka málinum um eitt vinarligt føroyskt samfelag í vøkstri, eru tó nakrir snávingarsteinar, ið mugu beinast av vegnum:

 

Eg fari í hesum sambandi at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, um at loysa síni landsstýrisfólk úr starvi, og síðan leggja frá sær. Eg fari samstundis at heita á tey 26, ið mynda okkara syndarliga stýri, um ikki at stilla uppaftur!

 

– tit hava gjørt nóg stóran skaða!

 

Hatta var fyrsta stigið, og skuldi verið skjótt avgreitt.

 

Hitt málið, sum vit mugu avgreiða, er lempiliga fatanin av mannarættindum, ið summir føroyingar hava. Eisini her hevur Unga Tjóðveldi víst vegin.

 

Á seinasta flokstingi løgdu umboð fyri Unga Tjóðveldi fram uppskot um, at flokkurin skal taka støðu í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina. Eitt uppskot, sum var viðtikið av flokstinginum.

 

Hetta er einki minni enn fantastiskt! Eg vóni inniliga, at flokkurin skjótt kemur við einari greiðari útmelding, og við einum lógaruppskoti um dagføring av hjúnarbandslógini.

 

Tí føroyska kjakið um rættindi hjá samkyndum eru burturvið. Á einari síðu hava vit tey, sum vilja hava, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi sum øll onnur.

 

Á hinari síðuni hava vit tey, sum siga: “Hví skulu tey hava hesi rættindi, og hvat verður tað næsta tey vilja hava?”

 

Vit liva nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Vit liva í einum samfelag har mannarættindini eiga at verða vird. Tí kann man ikki spyrja, hví vit skulu hava líkarætt millum manna. Tað hevur man jú í útgangsstøðinum, tað er ikki nakar spurningur.

 

Sum einstaklingur hevur tú grundleggjandi rættindi. Samfelagið má ongantíð virka ímóti hesum rættindum, uttan so at tú roynir at skerja rættindini hjá øðrum, tá má man traðka inn, men tað er so tað.

 

 

Tá vit tosa um rættindi hjá samkyndum, so skerjir hetta ikki rættindini hjá øðrum. Hetta er ikki til ampa fyri nakran, og eg havi enn ikki hoyrt eina einastu grundgeving ímóti eitt nú skrásettum parlagi.

 

Jú, gamaní onkur rópar upp um Mósebøkurnar. Men har er so forbannað nógv í Mósebókunum, sum vit velja ikki at liva eftir. T.d. tað, at vit ikki skulu røra blóð ella eta svín, at vit ikki skulu síggja hvønn annan naknan, at kvinnur skulu út um býgarðarnar tá mánasjúkan herjar, ja, har er alt møguligt.

 

So lat okkum leggja Bíbliuna á hyllina. Tað nyttar ikki at tosa um persónligt frælsi út frá Bíbliuni ella Koranini. Vit hava trúarfrælsi í Føroyum.

 

Vit mugu gera okkum greitt, at talan í hesum føri ikki er um, at vit skulu rættvísgera hví samkynd skulu sleppa at ganga saman í skrásett parlag. Hetta eru eini grundleggjandi rættindi, sum eru skerd, hóast samfelagið hevur ikki rætt at skerja hesið rættindi.

 

 

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin.

 

Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja?

 

Hetta er ein glíðibreyt!

 

Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon)

Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku?

Ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í svimjihøllini?

 

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

 

Samfelagið, har eg kann elska tann eg vil, óansæð kyn, og har eg kann eta bacon við góðari matarlyst.

Okkurt skal barnið eita, og Hatespeech er longu eitt orkesturnavn

Í einari roynd at føra síni høgraradikalu kristinfundamentalistisku sjónarmið fram, hevur nevndin í Heim og Skúli í dag, sent eitt skriv út, ið vísir, at talan er um ein felagsskap, ið prædikar manglandi tolsemi, tað sum á útlendskum eitur Hatespeech. Hetta skriv hevur fingið meg, at melda meg úr Facebook bólkinum hjá hesum ónda felagsskapi.

Skriv teirrra er soljóðandi:
Sosialurin skrivar at LGBT ynskir at koma út á skúlarnar – og barnagarðarnar – at tosa um kynsliga orientering.
Vit vilja sum foreldrafelag gera vart við, at tað hevði verið at gjørt seg inn á børnini, um vit loyvdu felagsskapum ella fyritøkum við egnum seráhugamálum, sum til dømis LGBT inn í skúlan við sínum boðskapi.
Tað kann samanberast við at Eik Banki kemur og sigur, at peningur er ein tíðandi partur av lívinum, og at Eik Bandi tí nú skuldi inn á skúlarnar, at undirvísa børnunum um peningaviðurskifti.
Vit vænta av almennu skúlunum at teir tryggja, at skúlagongdin hjá børnunum er í tráð við fólkaskúlalógina, og at teir ikki loyva bólkum við egnum seráhugamálum inn at undirvísa okkara børnum.
Foreldrafelagið
Heim og Skúli

At samanbera ein felagsskap sum berjist fyri mannarættindum við ein banka, er beinleiðis ófantaligt. Felagskapurin heldur vónandi uppat við at goyma seg handan misvísandi nøvn sum Heim og Skúli. Eitt meira hóskandi navn, ið betur lýsir virksemið, kundi verið:  Høgraradikal Kristin Skúlareinsan, ella kanska Hatespeech, her er tó longu eitt orkestur, sum brúkar tað navnið.
Á heimasíðuni Heimogskuli.fo lýsir felagið sítt virksemi soleiðis:

 

Landsfelag fyri foreldur

Foreldrafelagið Heim og Skúli varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

Heim og Skúli arbeiðir fyri einum føroyskum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast. Hvussu kunnu vit foreldur stuðla uppundir hetta?

 

Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á teimum 60 fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu tekna limaskap.

Altso ikki eitt orð um at felagið er radikalt kristið, og opinbart er tað so fordømt, at fólkavaldu umboðini í skúlastýrum kring landið eru kroyst uppí felagsskapin.
Hetta er forkastiligt. Vónandi fara ongir almennir pengar til hetta virksemið