Martin Joensen – 12 góðir

12godirmartinjoensenSavnsfløgan 12 góðir hjá Martin Joensen varð ummæld í seinasta Brunsj ummælinum áðrenn summarsteðgin. Eg gloymdi at leggja tað út tá, men fyri at fáa tað í savnið kemur tað út nú.

Fløgan er eitt savn av sangum, ið ein av okkara størstu lagsmiðum hevur gjørt gjøgnum árini.

Martin er í føroysku kongaligu familjuni innan sangskriving, men kundi í fleiri førum notið gott av betri prodúsara á sínum útgávum. Her eru løgini, ið sonur hansara Sakaris hevur framleitt tey bestu, og størri samstarv millum feðgarnar er ynskiligt, er eitt av nógvum poengum, ið eg komi við í sendingini, sum í øllum førum fyribils bleiv mítt síðsta ummæli í Brunsj.

 

Hoyr sendingina her.

Hugleiðing um Fjarðafestivalin

Í kvøld fer Fjarðafestivalurin 2007 av bakkastokki. Hetta er aðru ferð, at festivalurin í Skálabotni verður hildin, og við eini spennandi skrá við góðum blandi av útlendskum og føroyskum nøvnum vísir hesin festivalur, at vit eisini megna at skapa góðsku tiltøk við kristiligum tónleiki í Føroyum.

Við amerikanska rokkbólkinum Pillar og svensku veteranunum Jerusalem á odda eru útlendsku nøvnini á sera høgum støði. Men uppaftur meira spennandi eru føroysku nøvnini. Røðin bólkum við nýskrivaðum føroyskum tónleiki er long, og vísir at eisini á kristiliga tónleikapallinum er stór menning. Eitt av nýggjastu nøvnunum á kristiliga tónleikapallinum Martin í Grund vísti í samrøðu við Sosialin í gjár, hugburðurin millum unga ættarliðið av føroyskum tónleikarum. Tað er ikki longur nóg mikið, at boðskapurin er góður, tónleikurin skal eisini vera á høgum støði. Boðskapur eigur ongantíð at vera ein umbering fyri at gera sær ómak, sigur Martin.

Hesin hugburður er kristiligum tónleiki at frama, og sjálvur grundin undir teirri menning, ið vit hava sæð á hesum palli seinnu árini. Góðskan er støðugt vorðin betri og kristiligir bólkar finnast nú innan flest allar tónleikagreinir. Hetta er ein menning, sum í alt størri mun hevur káma mørkini millum verðsligt og kristiligt. Tónleikarar, ið vanliga virka innan verðsligan tónleik luttaka í bólkum við kristiligum boðskapi, og tónleikarar, ið vanliga virka innan kristiliga tónleik luttaka í bólkum við verðsligum boðskapi.   Hetta er gleðiligt fyri føroyskan tónleik, tí tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað at bestu kreftirnar samstarva er føroyskum tónleiki at frama. Skal tónleikurin mennast bæði sum listagrein og sum vinnuvegur er hetta einasta gongda leið.

Ein veteranur innan føroyskan tónleik, Martin Joensen, fer á pall á Fjarðafestivalinum í morgin. Hansara luttøka á Fjarðafestivalnum vísir í størri mun enn nakað annað hvussu mørkini millum verðsligt og andaligt kámast, men hetta er ivaleyst nærliggjandi, tí sum Martin Joensen sjálvur sigur í Sosialinum í gjár: “Um Guð hevur skapt heimin, so er tónleikurin í heiminum ikki verðsligur”

Heiðrikur tulkar føroyska sangskattin

Alt fleiri bólkar og einstaklingar kring allan heim geva tónleik út á alnetinum. Nýggjasta føroyska útgávan av hesum slagi er við Heiðriki á Heygum.  Talan er um átta kendar føroyskar sangir, tulkaðar av Heiðriki. Her er løg sum Átjan og Saknur hjá Hanusi og Poul F., Í tínum eygum hjá Martin Joensen, Í búri hjá Teimum á Kamarinum og Eitt dýpi av dýrari tíð hjá Elin Heinesen.

 

Løgini eru nýtímansgjørd eitt sindur, hava fingið nýggjan ham. Hann syngur tey inniliga og vakurt, og talan er um sera friðarligan tónleik. Tankarnar leita eitt sindur til Chris Isak. Hetta er ein góður sangari og røddin er berandi liðurin í øllum løgunum. Í millum øll tey kendu løgini er eisini lagið Vetrargestur, ið Heiðrikur sjálvur hevur skrivað.

 

Til ber at hoyra tónleikin á www.soundlift.com/heidrik