Spáddi lutvíst rætt

Longdin, kynið og dagurin passaði, men vektin var við síðuna av, tá føroyski clairvoyanturin Marin Súsanna Vígda um miðjan mars í Sosialinum spáddi um kongaliga arvingin.

– Trý av fýra er ikki so galið, heldur Súsanna Vígdá, ið spáddi um nýggju prinsessuna í Sosialinum 17. mars
Mynd: Símun Jóannesarson

Føroyski clairvoyanturin Súsanna Vígdá segði við í samrøðu við Sosialin 17. mars, at hon hevði fingið innlit í vekt, longd, kyn og part av dagfestingini, tá, tá komandi barnið hjá Mary og Frederik fór at verða føtt. Súsanna segði soleiðis:

– Mary, krúnprinsessa og Frederik, krúnprinsur fáa eina lítla prinsessu. Hon vigar umleið 2985 gram og er umleið 49-50 sentimetrar til longdar. Eg eri ikki heilt greið yvir nær tað verður, men eitt 2 tal er í dagfestingini, kanska kemur tað til mín seinni, eg skal boða tær frá, tá eg veit okkurt.

Hetta var lutvíst rætt. Talan gjørdist um eina prinsessu, og dagurin var leygardagur 21. apríl, so eitt 2 tal er í dagfestingini, eisini longdin passar. Prinsessan er 50 sentimetrar til longdar og hetta er somuleiðis rætt. Men sermerkt lága vektin, ið Súsanna spáddi, var við síðuna av. Prinsessan vigar 3350 gramm, hetta eru 365 gramm meira, enn spátt var. Men Súsanna vísti eisini á, at clairvoyanca ikki er ein presis vísind.

– Vit clairvoyantar hava ikki altíð rætt, so tað er altíð ein risiko, við at deila sína vitan við onnur, segði hon. Men sigast má, at í hesum førinum hevði hon lutvíst rætt.
Í viðmerking til portal.fo í dag, var Súsanna heldur ikki vónbrotin um, at ein av fýra spádómum var við síðuna av.

Ná trý av fýra er ikki heilt dumt, ella hvat heldur tú? Sum tað er deiligt við eini undurfullari prinsessu, sigur Súsanna.

Súsanna Vígdá er clairvoyantur, hon hevur síðan barnsbein sæð hendingar, áðrenn tær eru hendar. Súsanna er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Hon er fólkaskúlalærari, og við síðuna av hesum arbeiði, virkar hon sum clairvoyantur.
Í samrøðu í Sosialinum í fjør avdúkaði hon, at áðrenn krúnprinsaparið Mary og Frederik fingu sonin Christian, visti hon, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkutíð, og júst klokkutíðin hesaferð er eisini eitt sindur áhugaverd. Lítla prinsessan varð borin í heim 16.02, her var aftur eitt 2 tal.

Í buksurnar hjá Posh Spice

VictoriaBeckham2Victoria Beckham flytir í næstum til USA saman við manninum David, og í hesum sambandi hevur Posh Spice fingið sína egnu klædnalinju, og hvat er meira amerikanskt enn kovboybuksur.

Victoria hevur áður lagt navn til sniðgevingina av klæðum fyri merkið Rock and Republic og  taskur og smúkkur fyri merkið Samantha Thavasa. Men nú er tað altso hennara egna merkið. Merkið eitur dVb. Sambært ABC News avdúkaði Victoria Beckham sína klædna linju í New York í dag. Umframt kovboybuksur er dVb eisini niðurdeilar, stuttar buksur og sólbrillur. Í New York kostar tað 250$ at sleppa í eitt par av buksunum hjá Victoriu. Hvat tær fara at kosta í Føroyum vita vit ikki og heldur ikki nær og hvar tær vera at fáa.

Kid Rock hevur danska damu

Danska fotomodellin Lykke May hevur eftir øllum at døma fingið nýggjan sjeik. Sambært tv2.dk hevur Lykke May funnið saman við fyrrverandi manninum hjá Pamela Anderson Kid Rock.

Parið var herfyri á konsert við vælgerandi endamáli í Madison Square Garden í New York, og tyktust sambært People Magazine at hugna sær yvir samveruna við hvør annan. Sambært BT er parið komið at kenna hvør annan gjøgnum Lars Ulrich og Connie Nielsen.

Whitney Houston hevur mist allar tennirnar

Fyrrverandi miðladarlingurin songkvinnan og sjónleikarinnan Whitney Houston er farin í hundarnar, sambært svigarinduni hjá henni Tina Brown. Systur Bobby Brown sigur, at hon er bangin um Whitney, ið hevur læst seg inni á kamarinum, við crack, kokain og kynslívsleikum. Tina Brown hevur sent amerikanska blaðnum National Enquirer myndir úr heiminum hjá Houston, har alt flýtur við óruddi og restum frá rúevnismisnýtlsuni.

Hon greiðir frá, at hon vónar, at hetta kann bjarga Whitney Houston, ið er um at doyggja av misnýtsluni.

Sambært Tinu Brown hevur Whitney Houston mist allar tennirnar og gongur við gebiss.

Scarlett Johansson er tann eggiligasta

Scarlett Johansson tók nógv á bóli, tá hon gjørdist mest eggiliga kvinna sambært lesarunum hjá mannfólkablaðnum FHM, ið verður givið út á nógvum málum um størsta partin av heiminum. Scarlett Johansson vann sambært Ekstra Bladet rættiliga sannførandi, framman fyri kvinnum sum Angelina Jolie, Jessica Alba, Jessica Simpson, Keira Knightley, Halle Berry, Jenny McCarthy, Maria Sharapova, Carmen Electra og Teri Hatcher. Blaðstjórin á FHM sigur, at hann heldur, at tað serliga er stóra sjálvsálitið, hjá Scarlett Johansson, ið hevur gjørt munin. Sjálv gleðist Johansson um heiðurin og sigur, at allar kvinnur dáma, at onkur heldur tær eru penar.

Victoria Beckham gevur burturav sínum vísdómi

Seinastu tíðina hevur Victoria Beckham í alt størri mun, roynt at breitt um seg av sínum mikla vísdómi, aftur hesa vikuna ger hendan nútíðar vølva um seg. Hesuferð við mótaráðum til tey fávitsku.

 

Í Glamour Magazine gevur Victoria Beckham vanligum kvinnum 10 ráð um, hvat tær skulu gera, og hvat tær ikki skulu gera innan móta. M.a. sigur hon, at tú skalt keypa fleiri pør av sólbrillum, ikki brúka undirklæði í hoyra saman, keypa tær eina stóra blusu, um tú knappiliga tekur uppá, ikki vísa ov nógva bera húð og mest av øllum at hugsa um heildarmyndina, skrivar The Independent á heimasíðu síni.

Sniðgevin hjá Lady Dianu sniðgevur Wembley búna

 

Lady Dianna var nærum altíð latin í klæði frá Bruce Oldfield

Bruce Oldfield hevur fingið heiðurin at sniðgeva búnan hjá teimum 250 vertinnunum, ið skulu taka sær av teimum fínastu og kendastu gestunum á nýggja Wembley Stadion.

 

Móti

 

Bruce Oldfield, ið var maðurin, ið sniðgav mest sum alt, ið Lady Diana plagdi at lata seg í, er biðin um at sniðgeva búnan, ið tær 250 vertinnurnar í serligu klubba loguni á nýggja Wembley ítróttar stadioninum í London, skrivar The Australian.

Oldfield, ið eisini hevur sniðgivið klæði til kendar kvinnur sum Catherine Zeta Jones, Bianca Jagger og Jerry Hall, hevur gjørt ein búna, sum er í fimm pørtum, allir í djúpum koral reyðum liti. Búnin umfatar ein klædning úr blandaðari ull, bummulls blusir til vetur og summar og ein frakka við følskum pelskraga.

Wembley ítróttar stadion stendur eftir ætlan liðugt í mei í ár, tá F.A. Cup finalan verður hildin, tó er verkætlanin nógv seinkað, og tað er ivamál um hetta arbeiðið verður liðugt til tíðina. Stadion tekur 90.000 fólk og umbyggingin hevur kostað 757 milliónir pund.

Í serligu klubba logini, ið fær navnið Club Wembley, sita tey ríkastu og kendastu. Limaskapur skal keypast fyri 10 ár, og atgongdin er avmarkað til 17.000 limir.

Oldfield er sjálvur Newcastle United fjeppari, og dámar væl fótbólt, tí er hann serliga glaður fyri at sleppa at vera við í hesi risa verkætlan.

Hetta eru tó ikki fyrstu búnarnir við tilknýti til fótbólt, ið Oldfield hevur sniðgivið. Hann hevur frammanundan gjørt búnan hjá Norwich City, ið spælir í næst bestu ensku deildini.

 

Jamie Foxx dámar stórar rumpur

Sambært TV2.dk hevur Oscar vinnarin frá í fjør onga damu at hava við sær til Oscar handanina í ár, hann sigur við FemaleFirst.co.uk, at hann er desperatur, eftir at fáa onkra damu at fylgjast við. Hann greiður eisini frá, hvussu viðkomandi skal síggja út. ”Ein stór rumpa er vegurin til mítt hjarta, hetta ljóðar kanska løgið, men eg eri úr Texas…Mær dámar væl kraftiga bygdar kvinnur. Eg elski kurvarnar. Eg elski at føla tær”, sigur Foxx.

Tamahori tikin fyri hor

55 ára gamli New Zealandski filmleikstjórin Lee Tamahori skal í rættin 24. februar ákærdur fyri at selja kynsligar tænastur. Lee Tamahori er serliga kendur fyri at hava leikstjórna James Bond filminum Die Another Day og XXX filminum, State Of The Union.

Hann varð sambært AP tíðindastovuni tikin 8. januar, tá hann ílatin konufólkaklæði bjóðaði einum sivilum løgreglumanni kynsligar tænastur fyri pening.

Verður Tamahori dømdur, kann hann enda í geglinum í seks mánaðar. Tíðindastovan skrivar einki um, um talan var um peningatrongd ella onkra aðra trongd, ið fekk Tamahori at bjóða seg fram.

Prins Christian Valdemar Henri John

Fyri løtu síðan varð danski krúnprinsurin doyptur, hann eitur sum væntað Christian og heldur ikki nakað av hinum trimum nøvnunum eru serliga óvæntaði. Gamla konganavnið Valdemar, og so eru báðir abbarnir Heindrikur og John Donaldson kallaðir upp.

 

Samlaða navnið á trúnarvinginum er: Christian Valdemar Henri John.