Grindamentalitetur í Prix Føroyum

Í sambandi við eitt av undanumførunum í Prix Føroyum 2003 lýsti formaðurin í Føroya Undirhaldstónleikarafelag Kaj Johannesen tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum, tá Prix Føroyar er, sum eitt slag at grindamentaliteti.

Nógvir bólkar liggja í dvala til onkur rópar PRIX FØROYAR, og so leypa menn upp skóleysir og venja sum eitt ørt, til Prix Føroyar er liðugt, so er aftur stilt í tvey ár. Hetta er ein sera beinrakin lýsing, og eingini ivi er um, at nógvir bólkar bert vakna í sambandi við Prix Føroyar og detta síðan niður fyri, eisini eru nógvir bólkar stovnaðir til hesa kapping. Tó vísir tað seg, at hóast fleiri bólkar, ið hava henda grindamentalitet eru komnir í finaluna, hevur eingin av hesum bólkum vunnið Prix Føroyar. Allir Prix vinnararnir hava verið rættiliga virknir bólkar frammanundan Prix Føroyar. Gestir vóru tó ein rættiliga nýggjur bólkur, hevði einans 3 mánaðir á baki, tá hann fór á pall í Prix Føroyum. Men bólkurin varð ikki stovnaður í sambandi við Prix Føroyar.

Álendingar hava sítt egna Prix Føroyar

Meðan fyrireikararnir av Prix Føroyum umhugsa at kippa tiltakið, so hava álendingar í ár á fyrsta sinnið skipað fyri stórari tónleikakapping, ið eitur musik.ax og sum byggir á royndirnar við Prix Føroyum.

Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra kappping.

Tað er Nordens Institutt saman við álendsku landspartastjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi. Musik.ax var skipað við innleiðandi umførum trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai.

Bólkarnir kappaðust um vinningar, ið mintu nógv um Prix Føroyar  vinningarnar. Høvuðsvinningurin var tíð í upptøkuhøli uttan fyri Áland, av øðrum vinningum kunnu nevnast tvær konsertir í Føroyum. Harumframt vóru umboð fyri festivalar í Norðanlondum til musik.ax.

Á einum øki breyt hendan kapping nógv frá føroysku systirkappingini. Skipað varð fyri tónleika verkstøðum, har bólkar og einstaklingar vórðu vegleiddir og fingu lagt lag á framførslu og annað, hetta varð gjørt longu áðrenn innleiðandi umførini.

Prix Føroyar hevur givið okkum út við 900 nýggj føroysk løg

Prix Føroyar hevur øll árini vakt stóran áhuga millum fólk og hesi seks prixini hava út við 22.000 fólk verið til Prix Føroyar tiltøkini. Hetta er umframt øll tey, ið hava fylgt við í útvarpi og sjónvarpi, og hesi eru uttan iva fleiri ferðir so nógv.

Hesir nógvu túsund áskoðarar hava uppliva 170 bólkar framført í stóran mun egnan tónleik. Fyrstu árini kundi okkurt lánilag vera á skránni, men bróðurparturin hevur øll árini verið nýskrivaður føroyskur tónleikur. Sambært fyrireikarunum eru umleið 150 løg skrivaði til hvørja Prix Føroyar kapping ella tilsamans 900 løg.

Áhugin hjá bæði føroyskum og útlendskum miðlum fyri Prix Føroyum hevur verið stórur, og tiltakið hevur fingið sera gott pláss í bæði elektroniskum og tryktum miðlum.

Gestir skriva hvønn dag Prix Føroyar søgu

Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze og Go Go Blues í felag? Allir hava teir vunnið Prix Føroyar og eingin av bólkunum er til longur. Einasti bólkur, ið higartil hevur yvirlivað sigurin í Prix Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir. Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og tykist raknaður við aftur eftir eitt heldur stilt tíðarskeið.

Tað er ikki so, at allir bólkarnir eru givnir beint eftir Prix Føroyar sigurin, Moirae gav tvær fløgur út, áðrenn bólkurin gavst nøkur ár seinni, Mark No Limits, Taxi og Clickhaze góvu hvør sína EP út og spældu rættiliga fitt bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini fyribils seinasti Prix Føroyar vinnarin Go Go Blues er nú dottin niður fyri, tó so bólkurin hevur síðan Prixsigurin givið aðru fløguna hjá sær út, umframt at hann hevur verið sera virkin bæði innan- og uttanlands. Eingin av hesum fimm bólkunum hevur havt nakað langt lív, Moirae var tann bólkurin, ið helt longst og var til í beint yvir trý ár eftir sigurin. Gestir vunnu í 2003, tá var bólkurin heilt nýggjur, so hesin bólkur er heldur ikki nakar gamal bólkur enn. Men tað er greitt, at fyri hvønn dag bólkurin er til, skrivar hann Prix Føroyar søgu, við bara at vera, tí hann hevur nú yvirlivað longur enn Moirae gjørdi.

Rókur á egnum beinum

Fríggjadagin gevur Rókur Jakobsen út sína fyrstu EP-fløgu sum einstaklingur. Talan er um fýra vakrar løtumyndir av kærleika, ið Ársins singer/songwriter 2004 sjálvur hevur skrivað.

 

 

Fløguútgáva

 

Tá Rókur á vetri 2004 vann singer/songwriter kappingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri,var ein av vinningum upptøkutíð í hølunum hjá Kringvarpi Føroya. Nú er tíðin brúkt og úrslitið er ein EP-fløga við 4 løgum. Fløgan kemur út í morgin fríggjadagin. Talan er um øgiliga friðarligan tónleik. Løgini eru strippaðið niður, og alt óneyðugt er skorið burtur. Tekstheimurin er løtumyndir av kærleika. Hetta er fyrstu ferð, at vit uppliva hesa, eina av markantastu mannligu føroysku songrøddunum standa á egnum beinum.

 

Apan hjá Lokum

Rókur Jakobsen hevur seinastu 10 árini gjørt vart við seg sum sangara í nøkrum av bestu føroysku bólkunum og verkætlanunum. Føroyingar gjørdust fyrstu ferð forelskaðir í unga sjarmerandi dreinginum. Tá hann og vinmaðurin Hallur undir navninum Lokum spældu sangin um apuna Charlie í eini Dagur og Viku sending í 1995. B-36 vóru kvikir at fáa ungu dreingirnar at luttaka á stuðulsfløguni hjá liðnum. Hóast Rókur er errin HB’ari, tóku hann og Hallur av møguleikanum um fløguútgávu uttan at vita, at hetta lag skuldi gerast kanska størsta føroyska landaplagan í 90’árunum. Í dag duga sjálvt ídnastu HB’arar at syngja við í lagnum um Charlie.

 

Lokum útbygt til Tangz

Lokum gjørdist heimskendur í Føroyum og  miðskeiðis undir framførsluni hjá Lokum á ólavsøkukonsertini í 1995 vaks bólkurin við trimum limum, og skiftið stutt eftir navn til Tangz. Røddin hjá Róki slapp av við tær verstu tannáringa lótirnar, og hann gjørdist við árunum ein veruligur klassasangari. Hann hevur luttikið á ymiskum stuðulsfløgum, útvarpsfløgum og Prix Føroyar fløgum. Umframt at hann sang við í sangleikinum Skeyk.

 

Dupultur Prix Føroyar luttakari

Tangz vann alt fleiri áhoyrarar ikki minst orsakað av røddini hjá Róki. Í 1999 sang Rókur fyrst tungmálmsbólkin Diatribes og síðan Tangz í Prix Føroyar finaluna. Áðrenn finaluna valdi hann Tangz framum Diatribes. Hóast bólkurin hvørki vann ella gjørdist millum tríggjar ovastu bólkarnar hetta kvøldið, so gjørdist Tangz fólkaogan. Stutt eftir kom EP-fløgan hjá Tangz út. Bólkurin var somuleiðis í Prix finaluni í 2003.

 

Argandi rokkur

Í bólkum sum Tangz, MC-Hár og All That Rain hevur Rókur gjørt vart við seg, sum tónlistarliga óvanliga væl begávaðan og sum ein tann besta mannliga songrøddin í Føroyum. Tangzið er parkera fyri tíðina. Limir í bólkinum eru spjaddir kring kongaríkið. Í sambandi við Ólavsøkukonsertina 2001 gjørdist fitti og peni Rókur ein sera ósannlíkur limur í tí eitt sindur argandi rokkbólkinum MC-Hár. Hansara góða oyra fyri melodium og fantastiska songrødd riggaði óvanlig væl inn í rokkin hjá bólkinum. Hann var við til at tryggja bólkinum sætið í Prix Føroyar finaluni í 2003, og tað skilst at bólkurin hevur fløguætlanir einaferð í framtíðini.

 

Rókur og dansurin

Í 2003 gjørdist Rókur nýggji sangarin í All That Rain. Við All That Rain hevur Rókur spælt nógv til dans kring Føroyar. All That Rain var somuleiðis við í Prix Føroyar kappingini og vann seg í semifinaluna á Tvøroyri. Rókur hoyrdust væl aftur í tónleikinum, so hetta er eisini ein bólkur, ið verður spennandi at fylgja komandi tíðina.

 

Vann í Hafnia Lounge

Men við síðuna av arbeiðinum í ymiskum bólkum hevur Rókur eisini spælt nógv á kaféum og barrum, einsamallur og saman við eitt nú Rúna Eysturlíð ella Dánjal á Neystabø. Tað tók tí ikki nakran av bóli, at Rókur luttók í singer/songwriterkappingini í 2004, og han var beinanvegin skýrdur favorittur. Hann vann eisini kappingina.

 

Góðsku tónleikarar

Á EP-fløguni, ið kemur í handlar kring landið í morgin, spælir Rókur sjálvur gittar og syngur. Afturat sær hevur hann royndar og dugnaligar tónleikarar. Teir báðir Tangz felagarnir Dánjal Dam á Neystabø á klaver og ljómborði og Rói Christiansen á gittara eru natúrlig val. Benjamin Petersen, spælir somuleiðis gittar. Hann er best kendur av jasspallinum og sum gittarleikari hjá Brandi Enni. Eitt skiftið spældi hann í All That Rain saman við Róki. Mikael Blak telist millum Føroya bestu bassleikarar og hevur nógvar royndir innan singer/songwriter stílin, sum bassleikari hjá Teitur. Brandur Jacobsen  er við á trummum. Hann hevur spælt í einum ótali av bólkum, m.a. á fyrstu fløguni hjá Eivør. Hetta er ein góðsku trummuleikari.

Tað er Bárður Háberg sum hevur tikið tónleikin upp. 3-arin gevur fløguna út. Samstundis sum fløgan kemur í handlarnar letur nýggja heimasíðan hjá Róki upp á www.rokur.com

Safir glitra aftur!

Millum bólkarnar á risatónleikatiltakinum Asfalt, verður melidiøsa duettin Safir við teimum báðum Janusi Trúgvason og Tór Verlandi Johansen.

Orð: Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam

 
“Eg brúki høgru hvønn einasta dag – Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Løgini Safir vóru sera nógv spæld í útvarpinum síðst í seinastu øld. Tað verður forkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur á Asfalt.

Upprunin
Alt byrjaði við, at Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen hittust í Café Natúr einaferð í 1995. Janus ætlaði at melda seg til Prix Føroyar og sóknaðist eftir einum at syngja aðrurødd. Teir báðir prátaðu aftur og fram, um hvør mundi verða ein hóskandi loysn, og at enda skeyt Janus upp, at Tór Verland kundi syngja. Tór Verland segði, at hann ikki tímdi bara at syngja aðrurødd, men um hann slapp at taka cello´ina við, so var tað ein heilt onnur søk. Hetta helt Janus verða eitt frálíkt hugskot, og Safir sá dagsins ljós.

Tilvildarligt navn
Navnið Safir kom mestsum av tilvild”, sigur Tór Verland. “Fyriskiparin av Prix Føroyum ringdi til Janus og segði, at bólkurin mátti hava eitt navn, um teir skuldu luttaka. Janus var nývaknaður, og hugdi eftir strúkijarninum hjá mammu síni, á tí stóð Safir. Janus bað fyriskiparan bara skriva Safir á teirra umsókn, og navnið hekk við”.
“Eg var ikki serliga glaður fyri hetta navni, men okkurt skuldi barnið eita”, sigur Tór Verland. Teir báðir høvdu ongar ætlanir um at gerast heimskendir í Føroyum, og teir vistu slettis ikki hvat, ið lá fyri framman. “Fyri okkum snúði tað seg bara um at luttaka í Prix Føroyum, og at hava tað stuttligt”.

Fyrsta Prix Føroyar upplivingin
Prix Føroyar 1995 var fyrsta árið tiltakið var hildið, og fólk vóru forvitin, tá fyrsta Prix Føroyar undansendingin varð send í SVF. Janus Trúgvason greiðir frá “Vit vóru rættiliga hepnir. Hetta árið valdi SVF at fylgja einum bólki í hvørjum umfari. Í allar fyrsta umfarinum á Tvøroyri, valdu tey okkum. Tí gjørdust hesar sjónvarpsmyndir, fyrsta upplivingin stórur partur av Føroya fólki fekk av Prix Føroyum. Vit gjørdust tí kendur millum mannað beinanvegin”. Janus heldur fram: “Sum heild gekk tað rættiliga lætt fyri okkum, tá Útvarpið stutt eftir hetta skuldi brúka livandi tónleik í eini sending, ringdu tey til okkara, ein cello, ein gittari og tvær røddir er ikki so torført at hava við at gera, sum t.d. ein stórur rokkbólkur, og hetta riggaði so mikið væl, at vit tvær ferðir afturat spældu í somu sending.”

Forbiðið ymiskir
Janus og Tór Verland kendust ikki so væl, áðrenn teir funnu saman um tónleikin. Teir sungu saman í onkrum kóri, men annars høvdu teir ikki nógv til felags. “Vit eru so forbiðið ymiskir. Eg fari upp, og hann fer niður”, greiðir Tór Verland frá. “Tað er so stuttligt. Um eg haldi okkurt, so heldur Janus tað øvugta. Soleiðis er tað allan vegin; eisini tá tað snýr seg um tónleik”.

Myrkt og ljóst
Tónlistarliga riggaði Safir. Tað, at røddirnar vóru so ymiskar, men allíkavæl rigga saman, oman á botninum av gittari og cello, skapti serliga Safir ljóðið. Men einki av hesum var veruliga tilvitað. Tór Verland sigur “Tað  var eitt so sera stórt pluss, at okkara røddir riggaðu so væl saman. Janus hevur eina djúpa rødd við nógvum undirtónum, og eg havi eina ljósa rødd við nógvum yvirtónum. Hetta gevur ein heilt serligan klang, tá ið vit syngja saman”.
Tór Verland lýsir tónleikin við tveimum mótsigandi heitum. “Eg vil lýsa tónleikin sum glaðan og tristan. Sum sagt, eru eg og Janus sera ymiskir, og sostatt verður tónleikurin eisini ymiskur. Hetta meti eg hevur gjørt sítt til, at bólkurin gjørdist so væl dámdur, tí har var nakað fyri øll”.

Vildu hava tað stuttligt
“Vit hugsaðu ongantíð um at raka ein ávísan málbólk. Tað einasta sum var týdningarmikið fyri okkum var, at vit skuldu hava tað stuttligt”, sigur Tór Verland Johansen.
“Hvørki eg ella Janus meta okkum vera tónlistarligar úrmælingar, men eg haldi heldur ikki, at ein noyðist at verða mega dugnaligur fyri at vera kreativur og skapa góðan tónleik. Tað sum vit gjørdu var bara erligt”.

Aftur til tað einfalda
Tór Verland hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvønn leiklut Safir hevði á føroyska tónleikapallinum. Tá ið Safir byrjaðu at spæla, byrjaðu summi fólk aftur at seta prís uppá tann einkulta tónleikin. “Vit vóru beinleiðis mótsetningar til tann harða rokkin. Hetta var ikki nakað, sum vit hugsaðu stórvegis um, men vit hava hoyrt frá øðrum, at tey vóru glað fyri, at okkara øðrvísi íkast til tónleikapallin”, sigur Tór Verland.

Tóku væl ímóti
At Safir vóru væl dámdir vitnar teirra fløga um. Teir góðu eina fløgu út í 1996, og tá vóru teir longu sera væl dámdir í Føroyum. Teir seldu um 2000 eintøk av henni, og hetta er stak nógv í føroyskum høpi. Nøkur av løgunum kláraðu seg eisini heilt væl á 15 teimum bestu. Millum annað lagið Tú ert so deilig. Onkur løg spøkja enn í útvarpinum, og Tór Verland heldur, at føroyingurin tók stak væl ímóti fløguni.
Janus Trúgvason leggur afturat, at teiminingin eisini var sera góð. Hetta var tíðin, tá bólkar fóru frá at geva bond og LP’ir út til at geva fløgur út. Ein fløga var kostnaðarmikil, og eitt band seldi ikki longur, tí kom ikki serliga nógv út tá. Um ólavsøkumundið í 1996 komu bara 2 fløgur út, Safir og Moirae. Hetta gjørdi sjálvandi, at tað ikki vóru so nógvir bólkar í kappaðust, um at verða spældir í útvarpinum.

Endin
Safir spældi nógvar konsertir í tíðarskeiðum 1995-1998, men so tagnaði duettin brádliga. “Eg búði í Århus, og Janus búði í Keypmannahavn. Sostatt funnu við ikki so nógv saman longur, og tað gjørdist torført at venja saman”, fortelur Tór Verland.
Í 1998 spældu teir eina konsert í Gimle á Amager. Hetta skuldi vísa seg at verða seinasta konsertin hjá Safir í 8 ár. “Eg skal siga tær heilt erligt. Vit grettu ongantíð orð um at gevast, men vit fingu heilt einfalt ongar fyrispurningar longur. So man kann siga, at vit bara bíða eftir, at onkur fer at ringja og biðja okkum koma at spæla”, sigur Tór Verland Johansen og flennir.
Janus greiðir frá, at teir báðir hittust fyri nøkrum árum síðan í Keypmannahavn, og settu seg niður við ljóðførunum aftur, og neistin var har beinanvegin. “Vit hava eitt ordiliga gott samband tónlistarliga”, sigur Janus Trúgvason.

Come back
Síðani hevur verið at hoyrt frá Tór Verlandi. Men Janus hevur luttikið í Prix Føroyum sum einstaklingur, og hevur spælt til nøkur tiltøk, men ikki í serliga stóran mun. Men nú í juni fara teir báðir so aftur at kína okkara oyrum við vøkrum tónum á stóra Asfalt tiltakinum. Vit gleða okkum báðir sum smádreingir til Asfalt. Tað verður stuttligt at spæla aftur, og vit fara sjálvandi at spæla tey góðu, gomlu Safir løgini fyri at minnast aftur á gamlar dagar”, sigur Tór Verland Johansen at enda.

Álendska Prixið eitur musik.ax

Nú hava álendskir tónleikarar møguleika at luttakað í álendsku systirkappingini hjá Prix Føroyum, á nógvum økjum líkjast kappingarnar.

 

Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra egna Prix Áland, ið tá einki navn hevði fingið, men nú eitur musik.ax. Nú er tiltakið byrja at taka skap 2. februar er freistin at melda seg til úti.

 

Tað er Nordens Institutt saman við álendsku landspartastjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi, Tað var natúrligt at hyggja at Prix Føroyum sum fyrimynd. Royndirnar sum Norðurlandahúsið hevur gjørt við Prix Føroyum, eru kendar í norðurlendskum høpi. Ein arbeiðsbólkur varð tí settur at skipa fyri tiltakinum, og Ulrika Lind, sum hóast sín unga aldur hevur nógvar royndir í norðurlendska samstarvinum, varð sett sum samskipari.

 

Musik.ax hevur m.a. fingið heimasíðu, har til ber at lesa um tiltakið. Hetta er ikki ein beinleiðis eftirgerð av Prix Føroyum, tað eru tónleikaumhvørvini ov ymisk til, sigur Ulrika Lind við Sosialin, men hon hevur fingið nógvan íblástur frá vitjanini í Føroyum og vitajnini í Norðurlandahúsinum. Hetta sæðst aftur í reglugerðini fyri kappingina. Fleiri av reglunum er tær somu, sum í Prix Føroyum. Men nøkur frávik eru eisini.

 

Kappingin verður skipað við innleiðandi umførum trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai. Í innleiðandi umførunum kunnu bólkarnir spæla í mesta lagi 10 minuttir.

 

Fyri at vera við, skulu bólkarnir antin vera úr Álandi ella virka í Álandi. Tilmeldingin verður gjørd við at senda eina demo til fyriskipararnar. Ein dómsnevnd velur síðan teir bestu bólkarnar burtur úr til luttøku.

 

Bólkarnir kappast um vinningar, ið minna nógv um Prix Føroyar  vinningarnar. Høvuðsvinningurin er tíð í upptøkuhøli uttan fyri Áland, av øðrum vinningum kann nevnast tvær konsertir í Føroyum. Tann eina er ein konsert saman onkrum av bólkunum, ið luttóku í Prix Føroyum, hin er luttøka á Ung i Norden, ið verður í Føroyum í juni. Harumframt vera umboð fyri festivalar í Norðanlondum, sum fáa høvi at bjóða luttakandi bólkum at luttaka.

 

Í Álandi búgva 26.000 fólk, og umleið 5 fløgur av svingandi góðsku koma út um árið. Hetta er væl minnið enn í Føroyum. Eingi spælistøð eru heldur í Álandi, og hetta ger, at tað truplari at skipa fyri tiltakinum.

 

Á einum øki brýtur hendan kapping nógv frá føroysku systirkappingini. Skipað verður fyri tónleika verkstøðum, har bólkar og einstaklingar verða vegleiddir og fáa lagt lag á framførslu og annað, hetta verður gjørt longu áðrenn innleiðandi umførini.

Hugleiðingar beint eftir miðnátt

Fekk akkurát íáðnið hugskotið at skriva hetta, tað var beint uttan fyri Rasmus Nielsens kollegiinum. Hevði akkurát sagt góða nátt við Torkil, Petur og Rúna. Vit høvdu tikið linju 12 heim úr biografinum, hon steðgar beint uttanfyri Rasmus Nielsen, har teir tríggir búgva. Náh, men eg gekk og hugsaði um í fyrra dagin, um tá eg læs nøkur gomul brøv til eina gamla damu hjá mær. Hetta vóru gomul kærleiksbrøv, og so onkur einkult yrking og hugleiðing, ið vóru skrivaðar m.a. um tað mundi tá forholdi lækkaði móti endanum. Eg bleiv djúpt rørdur av at lesa brøvini, tey vóru so full av kenslum, ja, full av kærleika, av brotnum vónum og av djúpari sorg. Eg skilti tá, at eg hevði rætt, tá eg helt meg duga væl at skriva. Hetta vóru sjálvandi persónlig brøv sum týddu nógv fyri meg, um eitt evnið sum lá hjartanum nær, men tað var meira enn tað, tað var sku’ væl skriva. Eg kann geva tær eitt dømið:

 

Du mit livs lys

Naar du faar dette brev, er du nok lige kommet hjem fra mig, det er lørdag, og jeg sidder paa mit værelse paa Ama´r og savner dig, dine kys ligger stadig paa mine læber, og mine tanker er taget med dig. Hvordan skal jeg kunne læse om integration og modersmaal, naar jeg kun tænker paa dig? Ja, kærligheden er til tider lidt besværlig, men den er sandelig ogsaa værd det. Jeg elsker dig!

 

Jeg skriver til dig, for sige hvor meget jeg holder af dig. Jeg elsker dig fra Ama´r til Lejre og tilbage igen med et pit-stop paa Kongens Nytorv, og det er ligesom vildt langt.

 

Naah, jeg ville bare sende dig det første digt, jeg skrev til dig, det var til et fundamental kursus ugen efter Aarsfesten, jeg havde lige fundet ud af, at jeg var vild med dig, men det siger ogsaa, hvordan jeg har det nu, hvor jeg elsker dig meget højere, ja, vildt højt.

 

Med dig i mine arme

Jeg vil hvile ved din side

kysse din nøgne krop i natten

som omfavner os

 

Jeg vil drømme

drømme med dig i mine arme

om dig i mine arme

og vaagne af dine kys

 

Jeg vil kærtegne din ryg

kysse dine skuldre

din hals

dine læber

lade hænderne glide gennem dit gyldne haar

og gaa paa opdagelse

 

Jeg vil elske dig

elske med dig

og føle dig i mine arme

naar jeg vaagner

og elsker med dig igen

 

Jeg elsker dig

 

Din elskede Niels

 

Hetta er eitt bræv frá byrjanini av forholdinum, og eg haldi tað vera so fult av kenslum, at eg má smíla. Náh, men eg gekk uttanfyri Rasmus Nielsen, og fekk knappiliga hug til at deila hendan partin av mínum skaldskapi við teg. Eg fari at skriva eitt slag av dagbók, ikki so nógv um hvat er hent tann dagin, men heldur um hugsanir og kenslur sum liggja mær nær. Tað ringa við eini slíkari bók er, at hon ongantíð rættiliga verður liðug. Aðrir trupuleikar eru, at hon er so persónlig, at eg kanska fari at sárað onkran av teimum, ið standa mær nær (ella minnið nær). Hetta ætlið eg mær í mest møguligan mun at sleppa undan, tí verða summir partar av mínum lívið hildnir uttan fyri. Men eg fari at royna at lúgva minst møguligt fyri tær, og har tað er neyðugt latið eg vera við at nevna nøvn.

 

Ja, nú er klokkan næstan eitt og eg fari so smátt at troyttast, ætli mær tó at skriva eitt sindur afturat. Havi eitt sindur av tørvi á at skriva, havi í løtuni nokkso nógvar innistongdar kenslur. MC-Hár er enn einaferð eitt økið, ið gevur mær sálarkvál. Tað gongur rættiliga væl soleiðis sæð, men nú ætlað Tróndur, Torkil og Petur at gera popp saman við Maluni og Jógvani eina tíð. Sjálvur rokni eg ikki við, at hetta verður endin á bólkinum. Men hetta fer at týða, at vit ikki kunnu vera við í Prix Føroyum. Eg roknaði annars við at vinna í ár.

 

Vit eru eftir hondini blivin ólukksáliga góð. Eg haldi tónleikin vera ræðuliga 90’árasligan, og vit líkjast ikki nøkrum eg kenni. Malan er eisini ein heilt blendandi sangarinda, og við hennið kundu vit átt heimin. Men Malan tykist ikki at hava tað so gott við sínum leiklutið í bólkinum. Hon syngur ikki so nógvar solostemmir og eg havi longu eitt slag av frontmans leikluti. Eisini spæla vit sangir, sum hon ikki er við í, tað irriterar hana. Tað dugið eg í øllum førum at síggja. Hon hevur í alt ov nógv ár staðið í skugganum av øðrum. Kanska serliga í Teitursa skugga í Mark no Limits, men eisini sum kórsangarinda á næstan aðru hvørjari føroyskari fløgu seinastu nógvu árini. Tíðin er komin fyri hana at verða í front. Har er simpulthen ikki pláss fyri okkum báðum. Tað er sjálvandi keðiligt fyri meg. Men eg skilji tað væl.

 

MC-Hár og Lisa Sær Dupult hava jú seinastu nógvu árini barst um tónleikarar, og nú fer Lisa so at verða fyrsti prioritetur eina tíð, hesa ferð saman við Maluni. Vit tosa annars um at gera eina fløgu nú heilt skjótt. Eg veit ikki heilt hvussu tað verður við tí. Vit fáa ikki rættuliga fígging til upptøkurnar, og vit tíma ikki at takað upp bíliga, vit vilja hava ordiliga ljóðgóðsku. Alt ov nógv lort, soleiðis reint tekniskt, kemur út í Føroyum. Vit tíma ikki longur at vera ein partur av tí statistikkinum longur. Men pengar til ordiliga góðsku tað hava vit ikki.

 

Nú fari eg at leggja meg, fari at skriva víðari onkuntíð, veit ikki heilt nær,  men tað finnur tú nokk út av skjótt.