Eri eg eitt hampafólk?

Eg havi í fleiri ár skrivað greinar um at legalisera rúsevni. Eg má eisini siga, at eg síggi onga orsøk til, at cannabis er ólógligt, tá vit samstundis loyva sølu av rúsdrekka. Alt hatta kunnu tit lesa meira um t.d. her.

 

Cannabis fræTí er nærliggjandi at halda, at eg eri hampafólk, og hóast eg stuðli legalisering av cannabis og yvirskipaðu 420 rørsluni, so havi eg sera torført við at góðtaka leistin, ið odda-hampafólkini leggja fyri dagin, og satt at siga tími eg illa, at vera eitt av hampafólkunum, tá tað nú er blivið til okkurt, ið líkist einum kriminellum felagsskapi.

 

Sum sagt, eg haldi, at rúsevni eisini cannabis skulu vera lóglig. Men hesi stuntini við, at Hallur Hjalgrímsson Djurhuus fer út og beinleiðis biður fólk bróta lógina, og at felagsskapurin nú boðar frá, at um eg meldi meg sum lim, so fái eg eitt cannabisfræ sendandi, er við til at flyta fokus frá veruliga málinum. Tað er harmiligt og skaðiligt fyri eina søk, ið eigur at vera so líkatil. Hetta merkir, at um eg meldi meg sum lim, og síðan eri opin um mín limaskap (eg eri altíð opin um mín limaskap í bólkum), so kann eg vænta, at løgreglan í næstum kemur at buka á mínar dyrð, tað er sku ikki kul mínir harrar og damur.

 

Kom og fái kjakið aftur á beint. Hampafólk haldi uppat við at eggja til lógarbrot, argumenteri fyri tykkara søk, tí hon er so greið!

Jólakalendarin – 9. desember – Dagsins gáva til tín

Nógv er áhugavert og okkurt serliga áhugavert. Ein vinkona sendi mær nú ein dagin eina grein á Den Fri, sum handlaði um orðið “tjald”, ið danir brúka um hasj. Opinbart er upprunin til hetta orðið føroyskur.

 

Men áðrenn vit koma til tað, so ein søga úr veruliga lívinum. Summarið 1999 var eg í feriu í Føroyum, og fekk mær eitt summarferiustarv á Atlantic Radio. Eg var vertur í seinnapartssendingini Innrásini, og har komu nógv ymisk fólk sum gestir. M.a. var ein donsk sangarinda, ið so skjótt mikrofonin var sløkt, spurdi: “Er der noget af jer, det kan skaffe noget tjaldur?” Talan var sjálvandi um tjald ella hasj, og eftir sum bæði eg og tøkningurin vóru langhærdir unglingar, so helt hon ivaleyst, at tað var eitt gott mið. Eg havi ofta hugsað um, at tað var stuttligt, at  hon spurdi eftir tjaldur, heldur enn tjald.

 

Eftir at hava lisið greinina á Den Fri, so kom hendingin fram fyri meg aftur, og nú tykist tað, so øgiliga hóskandi, at hon bað um tjaldur.

M/S Tjaldur, myndin er lánt av Den Fri

Orðið “tjald” hevur sín uppruna frá hasjsøluni í Keypmannahavn miðskeiðis í seksti árunum. Tá var Asiatisk Plads, staðið har tú fórt at keypa hasj, tí fólk, ið seldu hasj hildu til í einum pakkhúsið har. Hetta stað og tað, sum bleiv selt har fekk loyniheitið “tjald” millum manna, uppkallað eftir ferðamannaskipinum Tjaldrinum. M/S Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum legði nevniliga at á Asiatisk Plads í árunum  1953 til 1968. Millum stýrimennirnar hesi árini var pápi mín, og hóast hann hevur reypað nógv um tíðina umborð á Tjaldrinum, so hevur hann ongantíð nevnt fyri mær, at hansara skip legði navn til eitt tað mest brúkta rúsevni í Danmark.

Les greinina á Den Fri her

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Góði ikki keypa rúsevni á festivaløkinum!

Her siti eg í tokinum  eitt stað mitt á Fjóni, ávegis til Roskilde Festivalin, og via hendan heldur lunkaða hotspottin hjá TDC, fái eg sporadiska atgongd til internetið, og her koma støðugar heilsanir frá vinum, ið biðja meg ikki keypa rúsevni á Roskilde Festivalinum, tí okkurt vandamikið er í umfar har úti. Ein sviði er longu deyður, og onnur liggja innløgd.

 

Well mínir vinir, hetta uppsummerar trupulleikan við okkara rúsevnislóggávu!

 

Ung fólk liggja og keypa og selja rúsevni, frá fólki, ið aldeilis ikki eru kompetent at selja ella keypa rúsevni. Í hesum førinum bera miðlar okkum boðini , at sonevnd skitin rúsevni eru í umfari. Tað merkir, at okkurt ov sterkt ella ov illa blandað verður selt, sum okkurt, ið tað ikki er, úrslitið er deyðir ungdómar, ið bara ætlaðu at stuttleika sær eina løtu.

 

Rúsevni eru ov stórt álvarsmál, til at lata tey kriminellu taka sær av teimum. Øll vita, at tá eitt tílíkt stórt tiltak er, fara rúsevni at verða brúkt, løgreglan kann kanna fólk, handtaka fólk, ræða fólk, kropsvisitera fólk og fæ, í klæðum og endatarmum, men óansæð verður altíð møguligt at ogna sær rúsevni.

 

Vilja vit veruliga sum samfelag góðtaka, at okkara ungu fólk vera sett í so stóran óneyðugan vanda, tá loysnin er so einføld. Lat kompetentar myndugleikar taka sær av søluni av rúsevnum. Selji tað í rúsevnishandlum, á sama hátt sum rúsdrekka verður selt í Rúsuni í Føroyum. Legg avgjøld á tey, á sama hátt sum við rúsdrekka.

 

Well siti nú í tunnlinum undir Stórabeltið, og Roskilde nærkast alsamt. Men líka so myrkt, sum tað tykist rundanum meg, líka svørt er vónin um, at onkur at okkara fólkavaldu fer at tora at gera tað, ið neyðugt er. At fáa legalisera og stýrt útbreiðsluni av rúsevnum.

 

Men eg fari at enda við nøkrum argumentum fyri, at legalisera øll rúsevni, og so mugu vit vóna, at rationellu argumentini heldur enn snævurskygdi bíttleikin fer at stýra avgerðunum hjá okkara fólkavaldu:

 

– Eyka inntøkan av avgjøldum á Rúsevni, fer at geva somikið nógv til landskassan, at tit kunnu seta skattin uppaftur meira niður, hetta er alternativi til inntøkuskattin, ið tit hava leitað eftir.

 

– Við at skipa søluna fáa vit yvirblikk yvir nýtsluna.

 

– Meðan nýtslan møguliga veksur av legalisering, so bendur alt á at misnýtslan minkar.

 

– Fíggjarliga grundarlagið hjá teimum kriminellu hvørvur.

 

– Vit sleppa undan at seta okkara ungu fólk í fongsul, og spara útreiðslur til hetta.

 

– Forboð í 100 ár hevur ikki riggað, so tað man neyvan fara at rigga nú.

 

– Rúsevni eru ov stórt álvarsmál til at lata tey kriminellu taka sær av tí

 

Og nú meðan Slagelse er farið afturum, ein heilsan til mínar vinir, eg skal nokk lata vera við at keypa onnur rúsevni enn øl og onkran hendinga White Russian á festivaløkinum.