Ein partur av South Park, har Tom Cruise verður sagdur at vera samkyndur er tikin av skránni í amerikanskum sjónvarpi. Paramount, ið eigur Comedy Central, ið ger South Park, fekk nógvar ábreiðslur frá sjónleikaranum, tá sendingin varð send fyrstu ferð fyri einum ári síðan. Nú skuldi sendingin endursendast, men av ræðslu fyri sakarmáli, hevur Paramount slept ætlanunum, skrivar Ekstra Bladet.
Í sendingini royna fyrrverandi konan hjá Cruise, Nicole Kidman og vinmaðurin John Travolta at fáa Tom Cruise at spretta. Eisini Scientology leiðarin L. Ron Hubbard er við í sendingini, og finst at sjónleikaraevnunum hjá Tom Cruise. Á heimasíðuni www.southparkstudios.com ber til at síggja brot úr sendingini.