Jim Carrey um Napalm Death

sunnudagsbitinJim Carrey er ein stuttligur maður, og eisini her, ið hann tosar um sína passión fyri bólkinum Napalm Death. Tit fáa enn ein sunnudagsbita.

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Jólakalendarin 2. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 2. desember. Vit seta dagin í gongd við dagsins kalendaragávu, ið er ein lítil ferð inn í heimin hjá amerikanska skemtaranum Andy Kaufman. Tey flestu kenna hann nokk úr filminum Man on the Moon, har Jim Carrey spældi hann.

Hetta klippið er eitt av hansara tónleikaklippum, har hann setur saman skemt, ørskap og tónleik, eitt bland, ið hann ofta royndi seg við.

 

 

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

 

Russell Brand standupshow

sunnudagsbitin

Russell Brand er ein óvanliga stuttligur maður, her er hansara ósensureraða stand up show í New York. Eg havi ikki so nógv at siga, annað enn, at hetta er heilt óluksáliga stuttligt. Njóti tað nú bara:

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Breaking Bad parodi

sunnudagsbitin

Jimmy Fallon vertur í The Late Show, hevur gjørt hesa frálíku parodiina av Breaking Bad sendirøðini. Eg vildi mett, at hetta er akrát fyri ein deiligan sunnudag sum hendan. Ert tú totalt í villareiði, og veit ikki hvat Breaking Bad er, so er akrát fyri til nógvar sunndagar, tí tað er ein framúrskarandi sendirøð, ið lýsir hvussu moralsk mørk onkursvegna eru rættiliga relativ.

 

AVDÚKING – Havnin fingið superhetju

Við nógvu herverkunum á listaverk í Havnini seinastu vikurnar; hava fólk eftirspurt eina superhetju, sum kann tryggja friðin í høvuðsstaðnum.Nudlar.net kann nú avdúka, at ein maður hevur traðkað fram úr fjøldini og hevur bjóðað seg fram at verja tað, ið rætt og gott er.
Hendan hetjan verður hereftir kend sum:

HAVNARMANN

 

Havnarmann er nýggja superhetjan í Havn.
Havnarmann er nýggja superhetjan í Havn.