Tað hevur leingi ljóðað, at Boys In A Band skulu spæla á Spot Festivalinum, men nú er tað almannakunngjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna.
Eivør, ið var stóra høvuðsnavnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norðurlandahúsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at sleppa á stóra sýnisgluggatiltakið í Århus, har hon eisini spældi í fyrra árið. Hinir báðir bólkarnir Budam og Boys In A Band høvdu somuleiðis sera sannførandi framførslur á tí minna AME-pallinum, ið var í Kagganum, hesar framførslur fullu somikið væl í smakkin hjá umboðnum fyri Spot Festivalin, at teir eisini vóru bodnir við. Hetta er fyrstu ferð, at hesi bæði nøvnini vera spottaði. Frammanundan er greitt, at Lena Andersen luttekur á Spot-festivalinum, sum partur av norðurlendksum sangskrivara verkstaði. Lena luttók eins og Eivør á Spotfestivalinum í 2005.
Spot-Festivalurin er í stóran mun ein ídnaðarfestivalur, har eini 500 fólk úr evropeiska tónleikaídnaðinum luttaka. Men samstundis eru eisini nógvir vanligir áskoðarar. Festivalurin er hildin í nógvum ymiskum hølum í jútlendska høvuðstaðnum, við nógvum ymiskum sløgum at konsertum.
Í ár verður 13. ferð at skipað verður fyri hesum festivali, ið alsamt gerst ein meira virdur sýnisgluggi fyri norðurlendskan tónleik.
Í fjør vóru Føroyar sera væl umboðaðar á festivalinum av Knút Háberg Eysturstein, Teiti, 200, Høgna Lisberg og The Dreams, umfram Valravn við føroysku songkvinnuni Onnu Katrina Egilstrø.