Myrkt og inniligt

Danski tung málms bólkurin Whelm við føroyska oddamanninum Atla Brix Kamban hevur á fyrstu fløgu síni The Prologue skapt eina myrka og inniliga ljóðmynd.

 

Tað var ikki við sørt av spenningi, at eg legði fløguna The Prologue hjá Whelm í fløguspælaran, í tíðindaskrivinum um fløguna, skrivar bólkurin m.a. at tónleikurin er sprottin úr tónleikagreinum sum dómsmálmi, móru, deyðsmálmi, niðumálmi og postrokki. Eitt bland, ið bólkurin sjálvur sigur vera ringt at seta í bás og sum ikki verður stýrt av vanligum reglum. Hetta ljóðar spennandi og tá bólkurin samstundis hevur føroyskan sangara í Atla Brix Kamban, so var hetta ein fløga, ið skuldi kannast.

 

Myrkt og inniligt
Tónleikurin á teimum báðu fyrstu løgunum Structure og A State Of Decay, liggur ivaleyst mest í dómsmálms tónleikagreinini, og hevur hesa eyðkendu dómadagskensluna. Løgini ganga sera spakuliga í hesi tónleikagrein, og tykjast á onkran hátt øll at hava beinleiðis ávísing aftur til lagið Black Sabbath, av fyrstu útgávuni hjá Black Sabbath, ið eisini æt Black Sabbath.

 

Soleiðis er eisini við fyrstu løgunum hjá Whelm. Hetta ómetaliga tunga, myrka og inniliga er reyði tráurin á fløguni.

 

Sjálvt triðja lagið á fløguni, instrumentala lagið Enter, ið er væl lívligari enn bæði fyrru løgini, hevur eina myrka dapra dómadagskenslu. Tó brýtur seinasta lagið The Passing nakað frá hinum, og er munandi lívligari. Hetta er samstundis eisini mest áhugaverda lagið á fløguni.

 

Vilja bróta múrar
Bólkurin sigur sjálvur, at hann ikki vil vera stýrdur av vanligum reglum, men í staðin brýtur niður teir tónlistarligu garðar, ið royna at stýra tónleikinum. Hetta sæst sanniliga eisini aftur á fløguni, tó kanska ikki á tann hátt, sum bólkurin hevði ætlað tað. Serliga er tað longdin á løgunum: Structure 10 minuttir, A State Of Decay 10.59 minuttir, Enter 4.52  minuttir og The Passing 7.28 minuttir, ið sigur sína egnu søgu.

 

Tungt at koma í gjøgnum
Serliga lagið Structure tykist tungt at koma í gjøgnum. Einki hendur í lagnum fyrr enn tveir minuttir eru farnir, og tað tykist sera langdrigið. Vandi er nokk fyri, at sera fá fólk tíma at lurta víðari. Lagið er nógv tað veikasta lagið á fløguni á allan hátt. Melodilinjan hevur lítið upp á seg og passar illa til tónleikin, ið er øgiliga monotonur, at gera eitt lag, sum hevur so lítið uppá seg  og er 10 minuttir, er sjálvandi nýskapandi, men gott er tað ikki. Tað versta við lagnum er uttan iva teksturin, sum mest tykist sum fjasutt lummaspeki. Tað er Mikkel Putzek, ið eigur orðini, og hann hugsar eftir øllum at døma nógv um stóru loyndarmálini her í lívinum. Sangurin handlar um hesa leitan eftir svarum og umframt at vera rættiliga illa skrivaður tykist innihaldið dekan ov pubertetskent. Putzek hevur eisini skrivað orðini í The Passing, og hóast tey eru munandi betur skrivaði, er hendan leitanin eisini til staðar, og hon telur niður fyri heildina í tí lagnum.

 

Atla’sa partur liggur ikki eftir
Harafturímóti vísir teksturin hjá Atla Brix Kamban til lagið State Of Decay, at her er talan um ein mann við góðum skaldagávum. Hann ferðast væl í enska málinum og spælir sær við orð á høgum støði.

 

Atli hevur eina fína rødd til hetta slagið av tónleiki og rópar, brølar og grovlar væl, og tað ljóðar sum hann meinar tað. Eisini bólkurin spælir væl og inniligt, men sjálvt tey betru løgini á fløguni eru bert miðal hampa. Bólkurin hevur nøkur góð hugskot, men vónandi fer hann at arbeiða væl og leingi við tónleikinum, áðrenn ein heil fløga verður spæld inn.

 

Um The Prologue við Whelm
Structure 10
A State Of Decay 10.59
Enter 4.52
The Passing 7.28

Alice In Chain fekk Vega upp á kók

Í kvøld spældi amerikanski rokkbólkurin Alice In Chains sína fyrstu konsert í norðurlondum í nógv harrans ár, og frá fyrstu løtu kókaði í útseldu konserthølunum.

Alice In Chains vóru altíð tann av bólkunum, ið riðu á sokallaðu grunge alduni, ið mær persónliga  dámdi best. Løgini eru stutt sagt so øgiliga góð. Orkan í bólkinum var ótrúlig, og so var tað sangarin, Layne Staley, hvørs rødd hevði eina inniligheit og orku, ið Eddie Wedder, Chris Cornell, Kurt Cobain og Scott Weiland bert kundu droyma um. Tá Staley doyði fyri nøkrum árum síðan, doyði eisini vónin hjá mær at uppliva bólkin á konsert. Men hetta mánakvøldið í juni, stóð eg á balkongini í Vega undir liðuni á amerikansku songkvinnuni Beth Hart og upplivdi hendan rokk dinosaurin vakna aftur og tað víð lít.

 

Sannførandi sangari

Teir tríggir gomlu Alice In Chains limirnir Jerry Cantrell á gittar og kór, Sean Kinney á trummum og Mike Inez á bass hava valt at endurstovnað bólkin og hava boðið sangaranum úr verkætlanini hjá Jerry Cantrell, William Duvall við á konsertferðina. Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg ongar vónir hevði um, at Duvall kundi lyfta arvin eftir Layne Staley, men tað kundi hann. Røddirnar hjá teimum báðum liggja øgiliga tætt uppat hvørji aðrari, og Duvall megnaði so sannførandi at syngja seg ígjøgnum øll Alice In Chains hittini, at tey mundu vera fá, ið saknaðu Staley hesa løtuna.

 

Minni ræðandi útstráling

Satt at siga meti eg, Duvall vera ein sera góðan avloysara fyri Layne Staley í Alice In Chains, og hóast Duvall ikki alment er vorðin limur í bólkinum, tykist hann longu sum ein fastur partur av bólkinum á pallinum. Hann smæðist í øllum førum ikki burtur ímillum.

Duvall er sjarmerandi og riggar væl inn, tó hevur hann ikki somu næstan ræðandi útstráling, ið Staley hevði. Serliga fyrstu minuttirnar av konsertini tyktist hann eitt sindur ótryggur, men hetta gekk skjótt yvir, og samanumtikið var avrikið avbera gott. Hann er bara ikki heilt líka sterkur oddamaður sum Staley, men ein kann spyrja seg sjálvan, hvør er tað?

Eitt, ið eyðkennir ljóðið hjá Alice In Chains er røddin hjá Jerry Cantrell, tá hesin syngur kór. Klangurin í røddunum hjá Cantrell og Staley riggaði ótrúliga væl, og hetta riggaði líka væl við Duvall.

 

Afturlítandi konsertferð

Henda konsertferðin hevur ongantíð verið annað enn afturlítandi. Teir tríggir limirnir í bólkinum vildu sleppa at spæla gomlu løgini, sum teir hava smíðað, fyri fólki aftur, og at døma eftir nógvu útseldu konsertunum, so vil fólk fegin hoyra løgini. Bólkurin spældi við nógvari spæligleði og salurin kókaði beinanvegin. Samspælið millum bólk og áskoðarar var frálíkt, og tað tyktist sum tónleikararnir fingu eyka orku av góða stemninginum. Teir spældu sum ein livandi vera, ið fevndi okkum øll.

 

Nógv av Dirt

Sangskráin var dominerað av løgum av meistarverkinum Dirt, ið telist millum bestu rokkfløgur nakrantíð. Har vóru løg sum Dam That River, Rain When I Die, Down in a Hole og Them Bones. Tað var heldur eingin ivi um, at tað vóru løgini av Dirt, ið fingu best lív í áskoðararnar. Serliga tá eykaløgini Rooster og Would koma á skránnu skrálaði alt við, og í Would hoppaði allur salurin í takt.

 

Tríggir gestir

Á konsertferðini hava ymiskir gestatónleikarar verið á pallinum við Alice In Chains, m.a. hava fólk sum James Heathfield úr Metallica, fyrrverandi Panthera sangarin Philip Anselmo og Billy Corgan úr Smashing Pumpkins luttikið á konsertum. Tí var tað eitt sindur av spenningi, um nakar mundi vera gestatónleikari á hesi konsertini, og fólkið varð ikki skuffað. Fyrstu gestirnir vóru Slipknot sangarin Corey Taylor, ið eisini syngur í Stone Sour, ið hitaði upp fyri Alice In Chains og Stone Sour gittarleikarin Josh Rand. Saman við Alice In Chains spældu og sungu teir Again av fløguni Alice In Chains. Hetta riggaði væl og allir Slipknot fjeppararnir, ið vóru komnir at hyggja at Stone Sour vóru garrvillir.

Men tá danski Metallica trummarin Lars Ulrich kom á pallin, at spæla Man In The Box av Facelift fløguni, mundi takið lyft seg av Vega. Lars Ulrich spældi á lagið á sín hátt og gav tí ein tungmálmsdám, sum klæddi lagnum væl. Lars Ulrich greiddi frá, at hann var heima í Danmark í summarfrí, og tí var komin inn á gólvið.

 

Óviss framtíð

Enn er óvíst um henda konsertferð bert er eitt upplop, ella um bólkurin ætlar sær at arbeiða saman aftur, men eingin ivi er um, at teir í Duvall hava funnið ein frálíkan sangara, ið saman við hesum frálíku tónleikarum, kann skapa okkurt sera spennandi.

 

 

Alice In Chains spældi hesi løg
Sludge Factory
Dam That River
Rain When I Die
It Ain’t Like That
Again (við Corey Taylor og Josh Rand)
Junkhead
No Excuses
Down In A Hole
We Die Young
Them Bones
Man In The Box (við Lars Ulrich)

Eykaløg
Nutshell
Rooster
Would?

 

 

 

SIC sleppa ikki við í finaluna

Í gjárkvøldið var seinasta semi finalan í Danish Metal Grand Prix 2006. Okkara sterkasta og myrkasta blóð SIC luttóku á grand prix’num og spældu eisini eina sannførandi konsert við nokk av fjepparum, segði Frans Galán gittaristur í SIC.

Tiltakið var í Aalborg í spælistaðnum “Café 1000 fryd”. 6 bólkar kappaður men bert tveir av teimum sluppu í finaluna. SIC var tíverri ikki ein av teimum, men fingið tó at vita, at teir vunnu 3 plássi av atkvøðunum frá fjøldini.

”Tað var nakað lort, men vit eru sera væl nøgdir og eingin er keddur nokk til gráta. Tað var eitt væleydna tiltak” , sigur Frans.

SIC  hava verið í Danmark seinastu vikurnar, men koma heim til Føroyar seinni í dag.  Bólkarnir, sum komu víðari úr semifinaluni vóru. Svartsot og Broadmoor. Finalan verður hildin í Aalborg 17. februar.

Kvæðarokkur til allan heimin

Tungmálmsrokkararnir í Týr hava skrivað sáttmála við eysturíska útgávufelagið Napalm Records. Sáttmálin umfatar allan heimin og er galdandi fyri fýra útgávur við bólkinum.

 

Fløgusáttmáli

 

Mynd: Símun Jóanesarson Hansen

Føroysku kvæðarokkararnir í Týr hava seinastu árini vunnið sær alt fleiri fjepparar kring allan heim. Fløgusølan av báðum fløgunum hjá bólkinum hevur gingið sera væl í føroyskum mátistokki. Tað hevur leingi verið at hoyrt, at fleiri altjóða útgávufeløg høvdu gott eyga á Týr. Í dag kunnu vit avdúka, at Týr hava skrivað undir ein útgávusáttmála, galdandi fyri fýra útgávur. Sáttmálin er við tungmálmsútgávufelagið Napalm Records, ið heldur til í Eysturríki. Felagið hevur tung-, fólk- og víkingamálms tónleik sum sergreinir og hava fleiri aðrar norðurlendskar bólkar undir sáttmála. T.d. norsku Wig Wam, ið gjørdust heimsstjørnir við síni luttøku í Altjóða Melodi Grand Prixnum í fjør.

 

Góður sáttmáli

Hetta er eitt felag, sum hevur tey røttu sambondini til júst tann áhoyrarabólkin, ið Týr vendir sær til. So hetta tykist at vera eitt upplagt samstarv. Heri Joensen úr Týr sigur eisini, at teir eru sera væl nøgdir við sáttmálan, ið hevur verið hálvt annað ár í umbúna. Heri sigur, at fyrsta tilboðið ikki var fíggjarliga nøktandi, men felagið vísti alla tíðina nógvan áhuga í bólkinum, og við tíðini og tingingum er prísurin somuleiðis farin upp. Heri vil tó ikki siga, hvussu nógvan pening bólkurin fær burturúr hesum.

 

Endurútgáva av Eiriki

Fyrsta útgávan er ein endurútgáva av Eric The Red, og hon verður send á marknaðin um 24. mars, í USA kemur hon út 25. apríl. Sáttamálin er galdandi um allan heimin, eisini í Føroyum. Heri sigur, at hetta er ein stórur møguleiki hjá bólkinum, og tað tí er spennandi. Men samstundis harmast hann um, at skula fara frá Tutl, ið higartil hevur givið fløgurnar hjá Týr út. Hann sigur somuleiðis, at hann vónar ein dag at koma aftur til Tutl.

 

Konsertferð í Evropa

Napalm Records hava sett Týr í samband við umboðsfelagið Listen Up, ið somuleiðis mest fæst við tungmálm og harðan rokk. Hetta felag hevur skipað fyri konsertferðum um allan heim, eisini á góðum tungmálmsmarknaðum sum Fjareystur og USA. Týr og Listen Up hava skrivað umboðssáttmála fyri allan heimin uttan Føroyar. Heri sigur, at teir ikki hildu, at tað skuldi gerast neyðugt hjá føroyskum fyrireikarum at ringja til Eysturríkið fyri at fáa Týr at spæla fyri seg. Hann sigur, at Listen Up longu hevur lagt eina summar konsertferð til rættis við konsertum kring Evropa.

 

Næsta fløgan

Í juni fer bólkurin so í upptøkuhølið, at taka næstu fløguna upp. Hon kemur væntandi í handlarnar í September. Hetta verður ein nýggj uppliving hjá teimum, at kunna fara í upptøkuhølið uttan at hugsa um fíggjarligukarmarnar hjá fløguni. Tí hesum tekur útgávufelagið sær av.

 

Hart arbeiði

Týr hava seinastu árini verið ein tann mest hart arbeiðandi bólkurin í Føroyum, teir hava stríðst nógv fyri at fáa altjóða gjøgnumbrotið. Eitt nú hava teir sent upptøkur, til útgávufeløg kring allan heim. Men Heri heldur hetta vera eitt sindur løgi nú bólkurin endiliga hevur tryggja sær ein sáttmála, so tykist hetta ikki at vera í so stóran mun orsakað av harða arbeiðinum. Tí teir hava roynt at fingið sáttmála við nógv feløg, men knappiliga er tað eitt felag, ið vil hava teir og veruliga ger eitt arbeiðið fyri at fáa fatur á teimum. Sjálvt um Týr avvísti fyrsta sáttmálan og ístaðin royndi at finna feløg, ið fíggjarliga góvu betri tilboð. So arbeiddu tey á Napalm Records víðari við at fáa fatur á teimum. Tá Týr so sendu nýggjastu demo-fløguna út til plátufeløg m.o. Napalm Records gjørdust tey so væl nøgd við tað, ið tey hoyrdu, at tey komu við einum fíggjarliga sera nøktandi tilboði.

Tað tykist nú, sum Týr hava rokkið dreyminum, um at gerast yrkistónleikarar, og føroyski kvæðaarvurin verður sendur út í víðu verð. Vit ynskja teimum tillukku og góða eydnu.

SIC í Grand Prixnum

Føroya harðasti og tyngsti rokkbólkur SIC fer fríggjakvøldið at kappast við bestu donsku bólkarnar innan teirra tónleikagrein. Hetta er eitt høvi hjá teimum at vísa seg fyri danska tónleikaídnaðinum.

 

Tónleikakapping

 

Føroysku tungmálmsrokkararnir í SIC verða millum teir 20 bólkarnar, ið skulu kappast í danska málms prixnum,  Danish Metal Grand Prix.  Sic luttekur í undanumfarinum í Aalborg nú fríggjakvøldið 10. februar.

Konsertin verður á Café 1000 fryd.  Í undanumfarinum skal Sic kappast við bólkar við løgnum nøvnum sum: Croan, Like Sycodellic Disbelief, Broadmoor , Evil Live og Svartsot.

Umframt umfarið í Aalborg eru undanumfør í Aarhus og Keypmannahavn.  Finalan verður í Aalborg fríggjadagin 17. februar. Tó er ikki heilt greitt hvør virðislønin verður. Upprunaliga var hon 3 dagar í upptøkuhøli, umframt luttøka á ársins Midtfynsfestivali, men í gjár varð hesin festivalur avlýstur. Um onkur onnur konsert verður ístaðin er enn ikki greitt.

Sic hava langt síðan sligið navn sítt fast, sum besti føroyski tung-, rusk- og deyðsmálmsbólkurin. Hetta varð enn einaferð váttað, tá teir gjørdust nummar trý í føroysku GBOB finaluni. Fríggjakvøldið sleppa teir so at royna seg ímóti danska málmspallinum. Avgerðin um hvør vinnur verður tikin av einum blandi av dómarum og áskoðarum. Dómararnir eru serkøn úr tónleikaídnaðinum.

 

Uni leggur botnin

Trummuleikandi jarðfrøðingurin Uni Árting hevur havt ein virknan leiklut í menningini av føroyskum tónleiki seinastu 14 árini. Við tíðini er Uni vorðin ein av Føroya allar bestu trummuleikarum. Á Planet Awards er hann við í fýra uppskotum til planetir.

 

Planet Awards

 

Uni Árting er fýra ferð í uppskoti til planetir fyri sítt trummuspæl í 200 og hjá Peturi Pólsyni. Fløgurnar Viva La Republica og Koma eru í uppskoti til planetina fyri bestu útgávu, 200 er í uppskoti til planetina fyri besta føroyska og Petur Pólsson fyri besta nýggja.

 

Orkumaskina

Uni er ivaleyst best kendur sum orkumaskinan í 200, sum við 200 km/t buldrar avstað. Hann er ein av Føroya bestu trummuleikarum og hevur seinastu 14 árini verið ein týdningarmikil viðleikari í menningini av føroyskum tónleiki.

 

Treskimálmur á føroyskum

Fyrstu ferð Uni var at síggja á føroyska tónleikapallinum var í treskimálmsbólkinum Oblivion. Oblivion var fyrsta føroyska boðið uppá ein bólk, ið spældi hetta slagið av tónleiki. Løgini vóru øll egin og nøkur á føroyskum. Hetta var í 1992 og var nærum óhoyrt tá, tí flest allir rokkbólkar spældu lániløg í teirri tíðini, og teir, ið skrivaðu tónleik, skrivaðu flest allir á enskum.

 

Føroyski grungebólkurin

Eftir at Uni og bassleikandi sangarin Niels Arge Galán góvust í Oblivion, ið tó helt áframm nøkur ár eftir hetta, stovnaðu teir bólkin Mold saman við Niclasi Thorsteinssýni, Kristin N. Bech og Gudmundi Helmsdal. Mold myndaði tann føroyska grunge pallin í fleiri ár, og var eitt stórt tónleikanavn í miðjum 90’árunum. Bólkurin luttók á fyrstu Prix Føroyar finaluni í 1995 og  á fyrstu Rock í Føroyum fløguni hjá TUTL í 1995. Mold gav seinni tvær fløgur út Mullich Mulli 1996 og í 1998 Sun Magnet.

 

Gimpar, hasj og helviti

Saman við Niels og bassleikaranum Mikael Blak stovnaði Uni alternativa rokkbólkin 200. Burtur úr hesum samstarvi kom í 1997 sangurin “Vit eru 200” á TUTL fløguni Rock í Føroyum 2, ein sangur sum skuldi prógva at alternativur rokkur væl kann syngjast á føroyskum. 200 flutti seg yvir í punkin og gav í 2001 fløguna “200%” út, við speirekandi fullveldispunki og sangum um gimpar, hasj og helviti. 200 luttók í Prix Føroyum í 1997 og í 2001, í 2001 eydnaðist tað at koma í finaluna.

 

Beint í upptøkuhølið

Í 1999 fór trummuleikarin í MC-Hár úr bólkinum eina viku áðrenn upptøkurnar til fløguna Burn Me skuldu byrja. Táverandi gittarleikarin í MC-Hár Niels Arge Galán ringdi beint eftir Una, ið trein inn í upptøkuhøli og spældi alíkavæl frálíkt á fløguni. Bæði Niels og Uni fóru stutt eftir burtur úr bólkinum og løgdu næstu árini alla sína orku í hjartabarnið 200.

 

 

200 til Føroya fólk

Í 2004 flutti Uni heim til Føroyar aftan á at hava verið í Danmark og lisið jarðfrøði.Tónlistarliga gjørdist 2005 árið har 200 gjørdust Føroya størsti rokkbólkur. Teir vóru føroyska høvuðsnavnið á tveimum festivalum, spældu á AME í Føroyum og í Danmark, teir vóru í Grønlandi og spældu á festivali har, umframt sera væleydnaða luttøku á íslendska festivalinum Airwaves. Teir hava havt eitt lag ovast á 15 teimum bestu í 9 vikur, hava ligið ovast á sølulistanum í fleiri vikur, og spældu á Mentanarnáttini fyri einum stúgvandi fullum SMS.

Nýggjasta fløgan hjá 200 Viva La Republica kom út í 2005. Hon hevur fingið frálík ummæli, og er vorðin fólkaogn. Tað er einki undur í, at bólkurin er í uppskoti til tvær Planet virðislønir.

 

Sniðgevi og listamaður

Uni og Niels vunnu í fjør AME virðislønina fyri snøggasta fløguhúsa fyri Viva La Republica. Teir hava samstarvað um fløguhúsar í nógv ár, og eiga nakrar av flottastu føroysku verkunum í hesari listagreinini. Teir hava innan fyri hetta økið lyft føroyska støðið sera langt upp, og eiga stóran lut í æruni fyri at føroyska fløguhúsalistin er á so høgum støði. Umframt fløguhúsar hava Uni og Niels gjørt annað grafiskt arbeiði, sum t.d. plakatir og heimasíðir. Innan fyri heimasíðulistina er Uni vorðin sera dugnaligur, og ger sera snotiligt arbeiði.

 

Uni uttan Niels

2005 gjørdist eisini árið, tá Uni veruliga byrjaði at gera um seg uttan Niels Arge Galán. Síðan fyrstu tíðina í Oblivion hava Niels og Uni spælt saman. Men í bólkinum hjá Knút Háberg Eysturstein spælir Uni og ikki Niels, tað sama er galdandi í bólkinum hjá Peturi Pólsyni. Á fløguni hjá Peturi leggur Uni trygga botnin, og er motorurin í berur fløguna fram. Uni er við árunum vorðin ein av Føroya bestu trummuleikarum.

 

Sagt um Una:

 

Niels Arge Galán um Una:
”Uni er besti trummuspælari, eg nakrantíð havi spælt við. Vit báðir hava spælt tónleik saman síðani vit vóru 14. Uni er raskasti maður, eg kenni. Hevur 2 lítlar synir, hús, bil og unnustu, er við at gerast doktari í jarðfrøði OG spælir í harðasta rokkorkestri í landinum. Eg eri sera, sera góður við Una. Hann er mín besti vinmaður.”

 

Petur Pólson um Una:
“Eg ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla trummur. Uni er ein fantastiskur trummusláðari.”

 

Útgávur har Uni Árting hevur luttikið:

Rock í Føroyum  – Ymisk (TUTL), 1995
lagið “9” við Mold

 

Mullich Mulli – Mold (TUTL), 1996

 

Rock í Føroyum 2 – Ymisk (TUTL), 1997
Lagið “Vit eru 200” við 200

 

Sun Magnet – Mold (TUTL),  1998

 

Burn me – MC-Hár (3’arin), 1999

 

TUTL 2000 Rock/Pop – Ymisk (TUTL), 2000
[a’u:ga] – Mold

Prix Føroyar 2001 – Ymisk (3’arin)
Um tú ikki ert við uppá loysing, so ert tú skíti klikkaður – 200
Edmund – 200
Jóannes – 200

 

200% – 200 (TUTL), 2001

 

TUTL 25 ár Live (TUTL), 2002
Drive Me Over – Mold
Punkurin frá helviti 2 – 200

 

Viva La Republica – 200 (TUTL), 2005

 

Petur Pólson – Koma (TUTL), 2005

 

Popplist 4 (3’arin og TUTL), 2005
Musclemanblað – 200

 

Upp á gólv

Onkur hevði hug at finnast at skránni fríggjakvøldið, at seta kvæðarokkbólkin Týr at spæla aftan á Brian McFadden kundi kanska tykjast løgið. Men Týr smæddust ikki burtur, og teir fýra tónleikararnir tyktust slettis ikki merktir av, at eitt heimsnavn hevði staðið á pallinum beint áðrenn teir. Týr góvu áhoyrarunum eina framúr konsert, sum varð ein tann besta á festivalinum, og sum var tann besta festivalkonsertin hjá Týr í summar.

Summarfestivalurin

Kvæði, vísur og tungmálmsløg vórðu framførd ordiliga væl, og eina løtu var fremsti partur av Vágsbøi umskaptur til eitt stórt dansigólv, jørðin skalv tá ung sum gomul slóu ring, og dansaðu til Ormin Langa. Hendan rokktulkingin hjá Týr av mergjaða kvæðnum er vorðin fólkaogn í Føroyum, og er vorðin ein livandi partur av okkara mentan. Hon rakar føroysku fólkasálina beint í hjarta. Eisini Regin Smiðjur og Ólavur Riddararós fingu góða móttøku.

 

Ólavur Riddararós var sum vanligt ringast framførda lagið á konsertini, versini liggja soleiðis í tónaleguni, at Heri ljóðar sera kroystur, tá hann syngur tey. Hetta er sera synd, tí tolkiningin av kvæðnum er annara sera góð. Men neyðugt er, at teir flyta versini niður, tí sum er, riggar tað ikki. Heri hevur annars tikið seg nógv fram, sum sangara og syngur heilt væl.

 

Hail to the Hammer gjørdist eitt slag av hæddarpunkti. Lagið er eitt gott gamalt tungmálmslag, og varð framført við rætta tungmálmsanda, byrjanin var tung og ónd, og ljóðaði av miðøld. Endin var ein trummisolo, sum buldraði og brakaði.

 

Seinasta lagið hjá bólkinum var tað vanliga so góða “Sand in the wind”, men tað rakti ongantíð tær veruligu hæddirnar, framførslan tyktist ikki heilt so kekka hesa løtuna teir spældu hetta lag. Men tá teir komu út aftur at spæla eitt eykalag, spældu teir lagið, sum áhoyrararnir høvdu rópt eftir eina løtu: “Ramund hin unge”, og hetta framúrskarandi lag var ein orkubumba, sum fekk ordiligt lív í fjøldina.

 

Tað er ringt at ímynda sær, at Brian McFadden hevði megnað at fara á pallin aftan á Týr.

 

Bólkurin hevur seinnu árini tikið seg nógv fram, og kvæðini fingu á seinnu fløguni “Eric The Red” ein enn størri leiklut í tónleikinum. Í tungmálmsheiminum hjá Týr riggar hetta ótrúliga væl. Bólkurin er stutt sagt ein knasandi góður og sera egin tungmálmsbólkur. Teir liva fyri tónleikinum, og ganga upp í tað við hjarta og sál, tað er ordiliga stuttligt at síggja hvussu nógv teir meina tað.

Fýra gamlir rokkguðar

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.

 

blacksabbath37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norðanfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting.

 

Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

 

Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løgunum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepparar elska, sum: After Forever, við tekspettinum “Would you like to see the pope at the end of a rope”, sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar.

 

Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsingula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa atburðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt.

Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald

Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunrise og Planet Caravan.
 

 Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA

Svenskur deyðsmálmur

The Haunted vóru um at lyfta teltinum á Arena pallinum, tá teir í dag lótu næststørsta pallin á Roskilde Festivalinum upp. Svensku tungmálmsrokkararnir vóru garrvillir og larmaðu við dupultum fóttrummum og øllum tí, ið hoyrir til í tílíkum tónleiki.

 

Sangarin rópti, skrálaði og skríggjaði og av og á sang hann eisini eitt sindur. Røddin var ótrúliga orkumikil, og Arena pallurin var latin ordiliga upp. Tað er hóskandi, at ein tungmálmsbólkur leggur fyri í dag, tá stóri appilsinguli pallurin seinni verður karmur um Black Sabbath, Audioslave og D:A:D

 

 

Velvet Revolver skuffaði, men Guns’n’Roses var gott

Nýggi bólkurin hjá Slash, Duff og Matt í Guns’nRoses Velvet Revolver var fyrsta stóra navnið á Roskilde Festivalinum í gjár. Men upplivingin gjørdist nokkso lunka.

 

Velvet Revolver ljóðaði, sum ein útgáva av G’n’R úr “Lies” tíðarskeiðinum, tó uttan at løgini høvdu tí somu melodisku góðskuna sum hjá G’n’R. Sangarin Scott Wyland, fyrrverandi úr Stone Temple Pilots, hevur eina betri rødd enn Axl Rose, men hann hevur ikki somu gávur til at skriva eitt hitt.

 

Einastu ferðirnar konsertir gjørdist ordiliga góð, var tá bólkurin spældi Guns’n’Roses løginini “It’s Easy” og “Mr. Brownstone” og tá teir tolkaðu “Wish you were here” hjá Pink Floyd, tá sungu 40.000 fólk við.

 

Ljóðið hjá Velvet Revolver var út av lagi ringt.