Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað.
Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu í 1998 undir navninum ”Lucy Nation”, hetta var ein bólkur, ið sang á enskum og bert spældi uttanfyri Føroyar, umframt Niels Una, Trónd, Petur og Torkil spældu Jónas Bloch Danielsen á gittar, Jógvan Joensen á bass og Malan Eyðunsdóttir í Lucy Nation. Lucy Nation luttók í stóru evropeisku tónleikakappingini Emergenza. Fyrsta konsertin í hesum samanhangi var á spælistaðnum Backfish á Prinsessegade í Keypmannahavn. Har spældi bólkurin seg víðari í semifinaluna, sum varð hildin í Vega, í tí minna salinum. Her eydnaðist tó ikki at sannføra áskoðararnar um, at hesin bólkur skuldi stemmast víðari.
Sum altíð tá, tað snýr seg um kappingar har áskoðararnir avgera, hvør kemur víðari, so komu teir bólkarnir, ið høvdu flest fjepparar víðari.
Tá MC-Hár spældi á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali 1998, vóru fleiri Lucy Nation løg á skránni, m.a Offblend, ið MC-Hár spældi inn á TUTL Live 25 ár fløguna og Letters From a Me, ið varð spældur í Prix Føroyar finaluni 2003 við føroyskum teksti og heitinum “Undrandi”. Eisini vóru Malan Eyðunsdóttir á sangi og Jónas Bloch Danielsen á gittari við MC-Hár hesaferð.

Hendan konsertin varð øll filmað, hetta gjørdist eisini konsertin, tá Alexander Gaard fyrstu ferð gjørdi ljóð hjá MC-Hár, hann hevði gjørt ljóð hjá Lenu Andersen í høllini við síðurnar av og kom inn at lurta, tá fyrireikarin Brandur Øssurson heitti á hann um at taka yvir knøttarnar, tí tann ljóðmaðurin, ið gjørdi ljóð ikki maktaði uppgávuna nóg væl.
Øll konsertin er upptikin á kamera, og man hoyrir týðiliga mun á, tá Alexander tekur yvir. Samstarvið við Alexander hevur eisini hildið fram heilt til dagin í dag, har hann er fastur fúsur handan knøttarnar, tá MC-Hár spælir.
Hetta var somuleiðis eisini fyrstu ferð, at MC-Hár framførdu í svørtu klædningunum, ið hava fylgt bólkinum síðan tá. Á fløguni Framvegis uttan vit er eitt gjøgnumgangandi tema, um eina religiøst samtak, ið eitur “Seytjan Svakar Sektir” SSS, og sektin er víst á fløguhúsanum av 17 monnum í klædningi, við reyðum SSS armbondum. Tí valdu MC-Hár at lata seg í sum Seytjan Svakar Sektir á konsertini.
Stutt eftir hetta valdu tey í Lucy Nation at sleppa rapprokkinum og heldur spæla popprokk, Niels Uni og Jónas vóru samstundis koyrdir úr donsku útgávuni av bólkinum. Teir hildu tó báðir á í MC-Hár. C-987B var farin úr bólkinum fyri at konsentrera seg um hin bólkin, ið skifti navn til fyrst Crumb og síðan Lucination.
Niels Arge Galán avloysti C-987B, og kom sosttatt við aftur í bólkin, Niels hevði fyrstu ferð spælt við MC-Hár á Tungmálmi ’93 og var eisini gittarleikari á fyrsta innspælda lagnum hjá MC-Hár “Symphony of Irony”, umframt at Niels syngur á fleiri løgum á “Framvegis uttan vit”.
MC-Hár luttók á Prix Føroyum í 1999, og slepti í hesum sambandi fjolluttu rappdulnevnunum. Bólkurin var nú mannaður av Niels Una Dam, Allani Mortensen, Niels Arge Galan, Trónda Bogasyni, Hera Reynheim, Jónas Bloch Danielsen og Peturi Dalsgaard. Innleiðandi umfarið var í Miðvági, har spældi m.a. ein nýggjur spennandi bólkur, ið æt Clickhaze. Clickhaze tók øll og alt á bóli við sínum tónleikastýli, ið tey kallaðu Rip Hop. Eisini spældu fyrrverandi Prix Føroyar finalistarnir Bimbs og Lucy Nation, ið nú æt Crumb. Hetta gjørdist eitt sera hart umfarð, men tá kvøldið var av stóðu Clickhaze og MC-Hár eftir við finaluplássunum. Clickhaze nummar 1 og MC-Hár á øðrum plássi.
Við kenning og í ovfarakáti rópti Niels Uni av pallinum, eg elski tykkum øll, og leyp út í áskoðarafjøldina, ið bar hann runt í rúminum. Kærleiksboðskapurin bleiv somikið væl móttikin, MC-Hár valdi, at halda fast í boðskapinum “MC-Hár elskar teg”.
Høga støðið hjá Clickhaze gjørdi, at MC-Hár visti, at har skuldi okkurt heilt serligt til, um tað skuldi eydnast at vinna Prix Føroyar. Tí var ein sangskrivingar- og venjingarvika sett av í Sólarmagn á Velbastað, har vóru sangirnir Murder #1, Burn Me og Global Deceit skrivaðir, og m.a. spældu teir kórsang inn til fleiri af sangunum. Á sjálvari finaluni var eisini songkvinnan Tórun Poulsen við á einum lagi. Tað eydnaðist at fáa eitt triðja pláss, aftan fyri vinnaran Taxi og Kjølar, ið gjørdust nummar 2 annað Prix á rað.
Men líka stóran ans, sum tónleikurin fekk, fekk slagorðið “MC-Hár elskar teg”, m.a. lat bólkurin risastórar hjartaballónur detta úr loftinum á Prix Føroyar finaluni, meðan teir sungu “Murder one in the name of love”.
Á Prix 1999 fløguni vóru MC-Hár løgini Murder #1 og Global Deceit á, og gjørdi luttøkan sera nógv fyri bólkin, m.a. vunnu teir sær luttøku á Spot Festivalinum, fingu nógv spælijobb heima í Føroyum og árræðið til at fara í upptøkuhølið.
Hesaferð valdu teir at fara í upptøkuhølið í Keypmannahavn, Playground Studios lá eitt hanagleiv frá Sun Studios, men var eitt munandi minnið studio. Tað skuldi tó ikki gerast so lætt sum ætla, tí bert eina viku, áðrenn bólkurin skuldi í studio, valdi trummarin Petur Dalsgaard at gevast í MC-Hár.
Avloysarin var tó upplagdur tí Uni Árting spældi frammanundan saman við Niels í 200 og Mold, og búði eisini í Keypmannahavn. Harumframt plagdu hann og Niels Uni at skate’a saman, tá teir vóru yngri. Eftir eina viku av hørðum venjingum var Uni til reiðar at spæla tey 4 løgini inn, sum skuldu vera á Burn Me, EP’ini. Jónas var sjálvur tøkningur og ljóðblandaði saman við Trónda Bogasyni.
Eitt hart summar við nógvum konsertum endaði við, at MC-Hár hitaði upp fyri D:A:D í Ítróttarhøllini á Hálsi, áðrenn leiðin gekk til Århus, har Spot Festivalurin bíðaði. Tað var tó longu greitt áðrenn konsertina á Spot, at hetta fór at vera tann fyribils síðsta konsertin saman við Niels og Una, tí teir ætlaðu at brúka alla sína orku uppá 200. Men komnir av pallinum boðaði Tróndu Bogason frá, at eisini hann gavst í bólkinum. Tí orkan skuldi brúkast til lesnaðin á komponistlinjuni á Kongaliga Konservatorinum í Keypmannahavn, umframt Lucination, ið skuldi undir upptøkur av fyrstu fløguni.
Eftir í bólkinum vóru rappararnir Niels Uni og Allan, gittarleikarin Jónas og bassleikarin Heri. Skjótt eftir var avtala gjørd við Jens Virgar Jakobsen, ið spældi í Diatribes saman við Hera, um, at hann skuldi gerast nýggjur gittarleikari. Fríði Øster, ið áður hevði spælt trummir við MC-Hár eitt nú á Symphony of Irony og á ymiskum konsertum í 1992, játtaði somuleiðis at spæla trummir, tá hann ikki var upptikin við sínum donsku bólkum. Men alt ár 2000 gekk uttan eina einastu MC-Hár konsert.