Hetta er sku gott sjónvarp

X-Factor ella Dagur og Vika?

Well so stóð man aftur við valinum um at hyggja at Degi og viku ella X-Factor. Nú hondbóltsdystur er í kvøld, hevur Kringvarpið ikki X-Factor beint eftir Dag og Viku, og mátti eg tí taka eitt val. Tílíkt er hent áður, og tá tykist tað, sum eg altíð velji X-Factor. Kanska tí har verði eg sum oftast undirhildin, ið er endamálið við X-Factor. Meðan Dagur og vika als ikki altíð livir upp til sítt endamál, ið sum kunnugt ikki er undirhald.

thomasblachmanSo varð eisini í kvøld, og eg má siga, at eg bleiv undirhildin ræðuliga væl. Tað finnast neyvan størri showmenn í donskum sjónvarpi enn Thomas Blachman, og hann var í essinum í kvøld. Hann elskar leiklutin sum bjargingarmaðurin hjá danskari mentan.

Signalvirðið í, at Blachman brúkti eitt Jobcenter til sín super bootcamp, er so feitur, at man má antin elska ella hata mannin. Well, undirhaldið var fínt, og sumt av tí hevði eisini ein frálíkan brodd. Tí kundi eg glaður staðfesta eftir sendingina, at eg hevði tikið rætta valið.

Tað kendist tó gott, at kunna skifta yvir á Gekkin, har truckførarin úr Norðdepli vann aðru viku á rað, fyri síðan at zappa aftyr yvir á DR aftur, har buking av samkyndum í Russlandi var á skránni, eftir at idiotiska parlamentið atkvøddi fyri eina lóg, sum ger tað ólógligt at lýsa fyri tiltøkum til stuðuls fyri rættindum hjá samkyndum.

Guviti, um tað málið var í Degi og Viku, men tað síggi eg nokk seinni í kvøld, antin á netinum ella í endursendingini, um okkurt frægari ikki lokkar meira.

Undskyld mig, men fuck you DR!

Nú havi eg í meira enn eina viku gingið og ilskast. So nú skal eg hava hetta burturav mær:

 

– Undskyld mig, men fuck you Danmarks Radio!

 

Hetta hendir eftir, at eg var í Norðurlandahúsinum við synum og svigardóttir og tók móti Sveini Gaard Olsen, tá Danmarks Radio og beiggi Svein, Hatespeech legendan Jákup Pauli Gaard Olsen skipaðu fyri surprise veitslu fyri føroyska X-Factor finalistinum.
Konsert og tiltak sum heild var fínt. Tað sum irriteraði meg, var at Sveinur absoulutt skuldi tosa danskt við áskoðararnar millum løgini, at James Olsen partú skuldi presentera hann á donskum, og at tá Sveinur einaferð tosaði føroyskt millum løgini, so komu beinanvegin strong boð frá filmsliðnum um at skifta til danskt.

 

Tað føldist skeivt og pínligt, og tað var ikki veruleiki, men ein tillagaður veruleiki. Pyntan og homogenisering av málsliga fjølbroytninum í ríkinum.

 

Tá eg so sá hann tosa við familju og borgarstjóra á donskum eisini, so helt  eg uppat við at vera irriteraður og bleiv beinleiðis illur. Hetta gav eina mynd av okkum føroyingum, sum undirdanigar danskarar, ið ikki hava sítt egna mál.

 

Hevði talan verið um onkra hissini komersiella kanal, so var hetta nokk bara pínligt og kiksað, men vit tosa fokkime um almennu public service støðina Danmarks Radio! DR hevur altso serliga ábyrgd, og eigur at vísa virðing fyri tí fjølbroytni, ið er millum danskar ríkisborgarar.

 

Eg skilji, at tað er týdningarmikið, at DR hyggjarin skilur, hvat hendur á skerminum, men var talan um ein breta hevði man uttan trupulleikar teksta eitt tílíkt innslag.

 

Herfrá skal ljóða eitt hart “fuck you” ella kanska føroyski pendanturin “ren meg” til Danmarks Radio.

Gu kann man so!

– Man kann ikki kappast um tónleik, segði ein annars skilagóð kvinna, ið eg prátaði við til Sement finaluna leygarkvøldið.

 

Sleepless Ghost vunnu Sement finaluna

Sjálvt um hon er skilagóð, so var hendan klisjein eitt sindur hoyrd fyrr, og hon er faktiskt ikki røtt. Hetta hóast hon gevur spyrjaranum eitt ávíst listarligt trúvirði. Tí  rætt skal vera rætt, at kappast í tónleiki er ikki politiskt korrekt. Tað er ikki heilt listarliga forsvarligt.

 

Men man kann gott kappast í tónleiki, og sjáldan hevur eitt vikuskifti verið meira merkt av tónleikakappingum, enn júst hetta vikuskiftið.

 

Fyrst hugdi ein stórur partur av okkum eftir Sveini Gaard Olsen, ið sang seg í finaluna í X-Factor, síðan var risa móttøka fyri Sveini í Norðurlandahúsinum, og so var Sement finalan har bestu nýggju bólkarnir í Føroyum kappaðust um heiðurin sum ársins nýggi bólkur.

 

Felags fyri hesi tiltøkini var ein ovurhonds stórur áhugi, Tjóðin fylgdi við, meðan Sveinur kappaðist í sjónvarpinum, tað sást aftur á Facebook, har man nærum svam í viðmerkingum um hansara framføslu. Stóra fólkamongdin til tiltkaið í Norðurlandahúsinum leygadagin bar eisini boð um, hvussu populert danska X-Factor er í Føroyum.. Men eisini Sement var væl vitja. eins og Prix Føroyar eisini plagdi at vera væl vitja.

 

Niðurstøðan má vera, at man kann gott kappast í tónleiki, hetta skapar áhuga, og vekir fólk til at brenna fyri teimum, ið tey halda við. Hetta fær sinnini í kók og skapar eldhuga.

 

Baksíðan er kanska tann, at tað ofta ikki eru stóru listarligu upplivingarnar, ið fylgja við tílíkum kappingum. Vit fegnast og brenna fyri miðalhampaavrikum. Samstundis sum vit als ikki vísa sama áhuga fyri nógv størri upplivingum, ið standa okkum í boði.

 

Men eg havi hug til at fegnast um, at vit yvirhøvur brenna fyri nøkrum, ið er nøkurlunda listarligt.

 

Hevur dómarin ein avgerandi leiklut í X-Factor?

Ná, so situr man her og bíðar fyri at vita hvør endar í X-Factor finaluni í ár. Øll fýra hava sungið tvey løg í kvøld og eitt í síðstu viku, og vit hava atkvøtt. Úrslitið av hesum kemur um eina løtu, og tað er longu givið, at verður føroyski luttakarin Sveinur Gaard Olsen ikki millum tey trý, ið fáa flestu atkvøðurnar, so verður tað Pernille, ið fær allar sínar luttakarar í finaluna. Hetta fær meg at hugsa nærliggjandi tankan, hava dómararnir nakað sum helst at siga, í hesari kappingini.

 

Pernille hevur í stuttum verið ein elendigur vegleiðari, hon man vera absolutt ringasta vegleiðarin av teimum trimum, og alíkavæl hevur hon fingið sínar ungu sangarar heilt fram. Tí tey longu frammanundan taldust millum bestu talentini.
Eg eri so sára samdur við Blachmann, sum segði tað so væl í kvøld:

 

– Du havde guld og lavede det om til jern.

 

Tað var eingin ivi í mínum huga, áðrenn fyrsta liveshowið um, at Ida fór at vinna kappingina. Hennara rødd, sjarma og behagiligheit, var klassar frammanfyri øll hini, og hon var eitt tað mest áhugaverda talentið, ið vit hava sæð í hesari kapping.

 

Men viku aftan á viku hava framførslurnar hjá Idu verið skuffandi. Absolutt hava tær verið ok, men ikki verdigar fyri ein stórfavoritt. Haldi ikki, at hon hevur verið best nakað kvøld.

 

Pernille blívur við at endurtaka, at hon letur sínar artistar bestemma, og júst hetta er problemið, serliga tá man hevur teir ungu artistarnar, tí tey nemmiliga hava tørv á vegleiðing. Her hevur Pernille svikið illa, ikki bara okkum hyggjarar, men eisini hesi ungu, ið hava tørv á kønari vegleiðing.

 

Um, sum mest sannlík er, tað verður ein av teimum ungu, sum vinnur, so verður tað uppá tross av vegleiðingini hjá Pernille, heldur enn orsaka av vegleiðingini hjá henni, og tað er óheppið.

 

Harafturímóti hevur Blachmann skapt spennandi ting saman við sínum bólkum, og tað var veruliga synd, at Jean Michel og Nicoline Simone fingu okkurt slag av samleikakreppu mitt í øllum. Tí tey vóru framúr góð, bæði tvey, men uppaftur meira saman.

 

Blachman er møguliga eitt flogvit

Siti her og hyggi eftir X-Factor og má viðganga, at hóast Thomas Blachman er snedigur, so er hann kanska eisini eitt vet genialur.

 

Ja, ja tað gevur mær neyvan rokk’n roll trúvirði, at eg siti og hyggi at tílíkum, men fukk tað, mær dámar X-Factor, mær dámdi eisini Stjerne for en aften og Prix Føroyar var í mínari metan “The shit”, tann tíð tað var, eg viðgangi tað, eg elski at síggja fólk kappast í tónleiki.

 

Ná, men aftur til poengi. Eg hoyrdi í dag, at ein ella annar serfrøðingur segði, at tað var 100% sikkurt, at ein bólkur bleiv sendur heim í dag, men nú hava tveir bólkar spælt, og Blachman hevur megnað at fáa báðar bólkarnar at ljóða sum ein millión. Hetta er beinleiðis skidegott. Tað hevði neyvan nakar vænta.

 

Persónliga væntaði eg, at Morten Benjamin fór at vera tann fyrsti, sum bleiv sendur heim, hann hevur so ikki sungið enn, men ein annar av mínum fær heim kandidatum Katrine, hevur sungið, og hon eigur higartil verstu framførsluna í kvøld.

Sensuella divain í regninum

Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva.

Við einari skrá sum í stóran mun hevði løg av hennara fløgu, umframt einstøk væl vald tøkuløg, bergtók Anna vátu áskoðararnar á Vágsbø. Anna er ein ótrúliga sensuell og vøkur dama, og tað var bert, tá hon millum løgini prátaði, at tú mintist aftur, at talan var um eina unga gentu av Glyvrum og ikki eina altjóða diva.

Bólkurin hjá Annu var blandaður av serstakliga vælspælandi føroyskum tónleikarum, sum Gunnar Guttesen,  James Olsen, Hjalta Joensen, Ólavi Olsen, Konni Kass og dananum Mikkel Riber á bassi. Umframt kórdamunum Onnu Mariu Olsen og Unn Patursson.

Lortveðrið sum var alla konsertina hjá Onnu Faroe spældi ivaleyst sín leiklut í at ikki fleiri áskoðarnir vóru á Vágsbøi hesa løtuna, og tað er veruliga synd, tí Anna og bólkurin leveraðu absolutt eina av betru tónleikaupplivingunum á ársins Summarfestivali.

Meðan síðstu tónarnir av hittinum Walking On Fire ljóðaðu og regndroparnir fossaðu niður á áskoðararnar, endaði ein framúr konsert. Sjálvt um líkindini vóru ring klappaðu vit tey uppaftur á pallin, og fingu einki minni enn eina heimsfrumframførslu av einum nýggjum lagi hjá Annu. Eitt lag sum boðaði frá góðum.