Handan hesa síðu standi eg, Niels Uni Dam. Eg stovnaði hendan blogg, tá eg var 40 ára gamal, og sum eina avleiðing av, at eg ikki longur skrivaði fyri miðlar. Facebook.com/nielsuni
Á nudlar.net hugðleiði eg um ymiskt, umframt, at eg ummæli fyrst og fremst tónleik. Somuleiðis havi eg lagt út savn av áhugaverdum greinum, ummælum, samrøðum og hugleiðingum, ið eg havi latið úr hondum, síðan eg byrjaði at skriva.
Eg vóni sjálvandi, at kunna samstarva við hinar miðlarnar, so sum Listinblog, og teir meira etableraðu miðlarnar, og teir eru vælkomnir at seta seg í samband við meg, um tey ynskja at brúka tilfar frá hesari síðu..
Møguleiki er at lýsa á hesari síðu bæði í høgra bredda og ovast á síðuni. Hevur tú áhuga í tí, ella ynskir tú at stuðla mínum virksemi, ber til at seta seg í samband við meg á nielsuni@gmail.com.