Umseting av Street Cars úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski
Frank og eg vóru tólv ella trettan
og tað var í niðurgangstíðini,
einki serligt at gera
uttan at tumla til strondina og
aftur
júst tað summarið.
júst tað heystið og veturin
vóru vit upptiknir av
sporvognum.
ein túrur, minnist meg rætt
kostaði 7 cents
og tú kundi skifta tvær ferð
við tí slapp tú um næstan allan
býin.
Frank og eg tyktust at koyra við
hasum sporvognunum
í allar ævir – tað var frægari enn at vera
heima.
Eg koyrdi altíð saman við Frank
hann var ordiliga framligur.
hann gekk aftur og fram
og spurdi fólk,
“skalt tú brúka títt skift?”
hann fekk nógv skift á hendan
hátt
og vit koyrdu runt allastaðni.
onkuntíð vistu vit illa nokk
hvar vit vóru
vit høvdu onkrar trupuleikar:
“tú kanst ikki skifta frá einum
W til ein J, tað er ein onnur
sona, tú noyðist at gjalda ein
nýggjan ferðaseðil!”
“men førarin á W’aranum
segði, at tað var í lagið.”
“alt í lagið dreingir, men bert hesa ferð.”
aðrir trupuleikar:
“hesi skiftini virka ikki
tey eru ov
gomul!”
“áh, ja? Hvar stendur
tað?”
“sær tú hatta holið
har? tað er í
2. tað vil siga at eftir
klokkan 14.00, er tað ov
seint.”‘
“ovkey, slepp okkum so av…”
vit fóru av á næsta steðgistaði
og Frank tók nøkur nýggj
skift upp úr
lummanum.
hann fann ein tannstikkara á
gøtuni og gjørdi eitt
hol fyrst í eitt skift og
so í eitt annað.
“hvat gert tú?” spurdi
eg.
“Eg skifti tíðina,”
segði hann.
“men nú eru tvey
hol…”
“hvat so?”
vit fóru umborð á næsta sporvogn.
“hálló,” segði førarin,
“hesi eru klipt tvær
ferð.”
“hvat so?” segði Frank, “tað er ikki
okkara skyld.”
vit fóru aftur eftir og
sessaðust.
árið áðrenn høvdu vit verið
upptiknir av katólsku
kirkjuni men
vit keddust skjótt av
tí.
nú voru tað sporvognar.
vit høvdu lagt merki til konufólk tá
men vit vistu eisini
at so fátækar sum okkara familjur
vóru
og so fátækir sum vit
vóru
so mátti tað bíða
eitt bil.
at koyra við sporvognunum um kvøldið
var tað besta.
tað var sjáldan at vit høvdu møguleika fyri
tí
uttan tá foreldrini hjá okkum báðum
fóru til ein film
sama kvøld
tað var sjáldan
men tað hendi nakrar fáar
ferðir.
W vognarnir vóru teir bestu.
ikki serliga nógv fólk koyrdu um
kvøldið
og førararnir sleptu
teymarnar, teir gjørdust
fartgalnir
eingin steðgiljós vóru
í long strekki
ella passaðu
steðgiljósini
og tað var heilt vilt
onkuntíð,
fullkomiligt black out
har, og tann gamli W’arin
skræddi í skinnararnar
ljóðið av hjólum
ið hitnaðu
neistarokið
førarin fullkomiliga
svakur
bukandi á klokkuna
við fótpedalini
BANG BANG BANG BANG BANG
vit sótu í tí opna partinum
vindurin skræddi í
okkum,
“HANN FER AT DREPA OKKUM!” plagdi
Frank at rópa
og eg flenti.
og heima hjá okkum
báðum var tað sama
skil:
“hvar í helviti hevur tú verið?”
“bara úti.”
“úti?”
“ja.”
tað ørkymlaði tey.
tey vistu, at vit ongan pening høvdu
og alíkavæl vóru vit
úr eygsjón
í nógvar tímar ísenn.
okkara stuttleiki við sporvognum
fekk ein enda, hóast alt.
tað var sera
syrgiligt.
pápi mín noyddi meg at
vera heima og arbeiða
í garðinum
og Frank var farin út
einsamallur.
eg arbeiddi allan dagin
pápi mín
sat við gluggan og
eygleiddi meg.
endiliga endaði tann
dagurin
og eg kláraði
døguran
og fór inn á mítt
kamar.
um kvøldið um átta tíðina
hoyrdi eg pápa mín rópa,
“HENRY, KOM ÚT HER!”
eg fór út í
gongina og har var mamma
Frank í hurðini, hon
græt.
“Frank er ikki komin heim enn,”
segði pápi mín, “hvar er
hann?”
“eg veit ikki, hvar hann
er.”
“tú veist hvar hann er.”
“nei, eg veit ikki.”
“nú fert tú út og
finnur Frank og eg vil ikki hava teg at
koma aftur til hús
áðrenn tú hevur funnið hann!”
eg fór út, gekk framvið
mammu Frank
sum enn græt.
eg fór niðan gjøgnum brekkuna, og
framvið 3 røðum av húsum
til endastøðina á W
sporvognarutuni.
hon endaði í okkara
grannalagi.
eg setti meg á beinkin og
bíðaði.
eg sá ein W vogn koma.
hann steðgaði og ferðafólkið
fór av.
eingin Frank.
eg sat og bíðaði eftir næsta
W’aranum.
fólk fóru av.
Frank var ikki
við.
eg sat og bíðaði enn
longur.
tann næsti W’arin kom.
tann síðsti sum kom út var
Frank.
hann sá ógvuliga
troyttur út.
eg reisti meg.
“HEY, FRANK!”
hann sá meg og kom
yvir til mín.
“halt kjaft, hetta hevur verið eitt ræðuligt kvøld! Eg
havi verið úti har í tímavís!
tey mugu hava ávarað
allar førararnar!”
“hvat meinar tú?”
“eg royndi at sleppa aftur inn
á W’aran, men teir góðtóku ikki
míni skift, teir
kendu øll míni knep
og eg hevði ongar
pengar!”
“hvat gjørdi tú so?”
“eg gjørdist desperatur.
eftir at verða smitaður a
fimm ferð leyp eg umborð
á ein vogn
og rann aftur á baksetrið
og setti meg har
og spældi
svakur
soleiðis!”
Frank vísti mær.
hann ristist um allan kroppin,
høvdið mól runt,
eyguni vóru víðopin.
skúm sást um varrarnar á
honum.
“tú dugur hatta Frank.
hatta sær gott út!”
“hann lat meg sleppa við.”
“Frank, mamma tín
kom framvið hjá okkum, hon
græt, tú hevur
trupulleikar.”
“eg veit, pápi mín
fer at banka meg
av.”
“kanst tú ikki billa teimum
okkurt inn?”
“nei, einki fer at
virka. eg fari bara at
fáa bank.
kom lat okkum fara
heim…”
vit fóru oman eftir tí fystu
gøtuni.
“ja,” segði eg “eg rokni við
at hatta var endin á
sporvognunum.
vit noyðast at finna okkurt
annað.”
“gentur,” segði Frank.
“gentur?” tað tyktist sum eitt nokkso
stórt lop.
“tað er tað einasta sum er
eftir,” segði Frank.
vit gingu
í mánalýsinum
hugsandi um
tað.
One thought on “Sporvognar”