Hugleiðingar beint áðrenn klokkan eitt

 

Ja, her var eg aftur, tað tykist sum eg bara skrivi um náttina, men soleiðis er tað. Um kvøldarnar hyggi eg ofta eftir sjónvarpi. Tað eru serliga nakrar sendingar, sum mær dámar væl fyri tíðina, her er Robinson Ekspeditionen á TV3 ein av teimum, hetta er ein løgin sending, har tey senda nøkur heilt vanlig fólk út á ein oyggj, har skulu tey so royna at yvirliva, og atkvøða spakuliga hvønn annan heim. Man lærir øgiliga nógv um hesi fólkini, og følir við teimum. Hetta er nokk tað slagið av sjónvarpi, sum eg ræðist mest, eg havi jú lisið The running man hjá Stephen King. Eg roknið við at meira og meira av slíkum verður í framtíðini, men sjálvt um eg ræðist hetta eitt sindur, so elski eg at hyggja at tí – og eg sum haldi onnur vera bítt!

 

Ein onnur sending, sum mær dámar væl, er Ally (Ally McBeal), ein frálík sendirøð, har er humor og deiliga bisarir persónar. Eg haldi, at hatta lýsur so deiliga væl USA, har øll stevna øllum fyri alt, harafturat livi eg eitt sindur við í søgunum, hugnaligt haldi eg.

 

Danska sendirøðin Taxa liggur eisini á mínum lista, so er sjálvandi ítróttur, hetta við ítrótti er eitt sindur stuttligt. Eg tími slett ikki at íðka nakað sjálvur, men at hyggja í sjónvarpinum tað er ordiliga kul. Serliga Formel eitt er fantastiskt. Eg havi hugt eftir flest øllum formel eitt koyringum seinastu nógvu árini, ja, faktiskt tey seinastu tíggju árini. Eg elskaði Alain Prost, tá hann koyrdi, hansara klassisku kampar við Ayrton Senna, tað elskaði eg. Mansell dámdi mær eisini væl, lutvíst Nelson Piqouet, og so sjálvandi Martin Brundell, og Mika Hakkinen. Men so byrjaði Michael Schumacher at koyra, eg elskaði hann frá fyrstu løtu, hansara gáva var ótrúliga stór.

 

Náh, men Michael Schumacer bleiv altso maðurin, hansara kampar við Ayrton Senna, við Damon Hill, við Jaques Villenue og nú við Mika Hakkinen og David Coulthard – eg elski tað. Sunnudagin verður finalan, bert fýra stig skilja teir báðar fremstu Hakkinen og Schumacher. Eg eri so spentur, og ætli mær tíðliga heim úr býnum, so eg kann síggja tá teir senda koyringina klokkan fimm um morgunin.

 

Annars haldi eg sjónvarp upptaka eitt sindur ov nógva tíð. Eg átti at gjørt meira við skúlan, og við at yrkja, og at umseta. Eg eri farin undir at umseta Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski. Hevði eg havt eitt sindur betri minnið, so hevði eg skrivað eina roman um míni skúlaár í sama stýli, sum Bukopwski brúkar.

 

Eg tosaði við Finn Jensen í dag, hann hevur yvirtikið arvin eftir Páll Arge. Vit royna at fáa hann at fíggja eina maksifløgu við MC-Hár, hann ljóðaði hálvavegna positivur, eg hopi hann vil gera tað.

 

Ígjár fekk eg bræv frá Barbaru, hon er ein ótrúliga deilig genta, sum eg havi fjasast við tá eg havi verið í Føroyum seinastu árini. Hon kemur hendan vegin skjótt, tað verður stuttligt at síggja hana, hon er so ótrúliga klók, og tað dámar mær. Hon hevur eitt rættuliga serligt pláss í hjartanum hjá mær. Ja, eg elski hana, men nú búgva vit ikki í sama landið, av og á er tað kærleiki av tí ástarliga slagnum, og aðrar tíðir er tað bara kærleiki vinarkærleiki ella hvat man nú eina fer kallar slíkt.

 

Eg havi ikki ordiliga elska nakra gentu soleiðis heilt av øllum hjartanum síðan Sofie, men eg havi verið forelskaður, men ikki á sama hátt. Eg var heilt vekk í einari gentu um jóltíðir í fjør, tá skrivaði eg hetta:

 

Til tín

 

Nú skímur – dagur lakkar og eg koyri framvið tínum húsum fyri 10. ferð – í kvøld. Vóni, at tú kemur út. Ljós er í køkinum – men eg tori ikki inn. Hvussu ynkeligur kann man vera. Eg meini man hevur tross alt eitt image at pleyga. Men tað er so ringt. Eg havi hug at fara inn. Men tað er for ynkeligt. Hvat skal eg siga. Hey kann eg síggja títt kamar. Skít veri við kamarinum. Tað er teg mær dámar. Skal eg skriva tær eina yrking. Eg havi hug. Men tú hevur hoyrt meg lisið yrkingar skrivaðar til 3 ymiskar gentur, og um tú hevur lisið yrkingasavnið, so hevur tú lisið yrkingar til tvær aðrar. Tað virkar trivielt.

 

Koyri aftur framvið – nú er ljós á einum kamari, man tað vera títt?

 

Eg má av við hesar kenslurnar. Hetta hjálparsloysið, er tað ikki for ynkeligt. Koyra framvið 11 ferð og ikki tora at fara inn.

 

Stig Helmer hevði sagt: Ynk Ynk Ynk

 

Men man hevur tross alt eitt image at pleyga. Ikki vísa kenslur ov nógv – lat ongantíð eina damu vita, at tú ert ynkeliga forelskaður í henni.

 

Manst tú liggja og lesa mínar yrkingar?

 

Kanska dámar tær slett ikki meg.

 

Tað er líkamikið – nú fari eg heima at skriva eina yrking.

 

Men tá eg seti meg niður á kamarinum, virkar tað for ynkeligt. So eg skrivið hetta yrkingaagtiga, essaylíkandi brævið, ella hvat man nú kallar eitt sovorið ting sum hetta, og tað er enn meira ynkeligt.

 

Tí  the buttom line er, at mær dámar teg ynkeliga væl. og ímorgin fari eg at vera ein hetja bara eina lítla løtu, og geva tær hetta brævið og tú fert at síggja hvussu ynkeligur eg eri. og hvat so – í ovurmorgin fari eg heim til Danmarkar. Kanska ynkeligur. Men hugsandi – fyri eina ferð í mínum skjótt 25 ára langa lívið tordi eg at vera ynkeligur.

 

Man hevur tross alt eitt image at pleyga.

 

Ja, mær dámar altso væl hetta tingið, stuttligt haldi eg, hvat heldur tú? Eg haldi at sovorðið skriva við so nógvum kenslum, er so deiligt at lesa. Ikki tí eg elski eisini tað meira postmodernaða og kensluleysa ironiska, tað hevur eisini sína sjarmu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *