Hví sleppa blaðmenn at lúgva?

Eg livið í einari lítlari, men tó fjølbroyttari dreymaverð. Tá eg takið eitt dagblað í hondina vænti eg, at tað, sum eg lesi, er satt, sjálvandi innan fyri tað rammu sum eitur politiskur litur.

 

Henda dreymaverð er deilig og gevur mær gleði í gerandisdegnum. hon verður bert órógvað tær ferðirnar, tá eg veruliga veit nakað um tað sum skrivað verður. Tá skal blaðið upp til próvtøku. Passar tað sum skrivað stendur ikki tá, raplar dreymaverðin saman.

 

Her kann eg nevna eitt dømi, í januar 1998 var táverandi danski stjórnarovastin Poul Nyrup Rasmussen á Føroyavitjan. Bankakanningin var í sínum síðstu døgum, og ein sending í SVF hevði víst Nyrup sum rættuliga bandittasligan.

 

Eg búði niðri tá, men eg var í Føroyum í jólafrítíð.

 

Dagin eftir vitjanina stóð á forsíðuni í Politiken, at Nyrup var illa móttikin í Føroyum. Tá hann skuldi við ferjuni um Vestmannasund blokeraðu 120 bilar ferjuleguna fyri at mótmæla hansara vitjan. Neyðars Nyrup noyddist tí at taka hina rutuna(hvørja rutu?) til Havnar.

 

Hetta var jú ósatt, 120 bilar stóðu í bíðirøð fyri at vísa, at vágafólk hildu seg tørva ein undirsjóvartunnil. Nyrup koyrdi beint framvið teimum og umborð á ferjuna. Fyri føroyingar er tað jú vitloysi, at hugsa sær: vágafólk happað ein danskan stjórnarleiðara?

 

Men Politiken gavst ikki so, øðiligt ljóðaði tað tá blaðmaðurin segði frá: at Nyrup var blivin innistongdur á einum hotelli av illum føroyingum, sum dansaðu føroyskan dans eftir honum.

 

Eg var sjálvur uttan fyri Hafnia. Har var stak friðarligt. Eg vildi næstan sagt vinarligt. Vit handaðu Nyrup eitt skriv, og eg eri til reiðar at svørja uppá, at vit hildu uppat við at dansa tá hann kom út.

 

Henda grein fekk meg at ivast í trúvirðinum hjá Politiken, serliga tá tey noktaðu at takað mítt rættleiðandi lesarabræv. Mín dreymaverð gekk undir, eg misti mítt blað. Men enn verri var, at myndin av ótakksomu føringunum bleiv styrkt enn meira í danska samfelagnum.

Sum blaðfólk hevur tú eina ábyrgd, fólk trúgva tær fyri tað mesta, tey liva sum eg í einari dreymaverð, og tá tú misrøkir títt starv so kann tað fáa tær fylgir at tínar lygnir gerast sannleiki hjá nógvum.

 

Eg veit ikki rættiliga, hvat vit vanligu lesarar kunnu gera við hetta. Lygnir og vánaligt research eru gerandiskostur í bløðum eins væl sum í útvarpi og sjónvarpi, fyri ikki at tosa um á alnótini. Men sjálvt við hesari vitan, trúgvi eg, tí mesta sum eg lesi, eg klári ikki at seta spurnartekin við alt.

 

Eg haldi heldur ikki at tað skuldi verið neyðugt. Tað má for tramin vera ein uppgáva hjá blaðstjóra og blaðfólki at halda støði bara nøkurlunda. Her tosi eg ikki um politiskan lit, men um tað, at blaðfólki veit hvat tað skrivar um, og at tað ikki pellar. Er hetta ov nógv at krevja?

 

 

One thought on “Hví sleppa blaðmenn at lúgva?”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *