Vit kundu kanska skotið tey gomlu…

Øgiligt kjak tók seg herfyri upp um sjómannsskattin, ella kanska heldur um manglandi sjómannsskattin, um tey 7,5 % av skatti sum vit vanligu fólk gjalda meiri enn sjómenn.

 

Eg haldi, at okkurt undrunarvert kom fram í kjakinum. Serliga vóru tað okkara vinir í fólkaflokkinum, sum brúktu møguleikan til at marknaðarføra sín skattapolitikk.

 

Eitt gløgt fólkaflókshøvd skrálaði beinanvegin, at teir ikki vildu avtaka avdráttin hjá fiskimonnum, men at teir fegin vildu skera 7,5 % av skattinum hjá okkum øllum.

 

Jú, tankin um at skerja tær byrðurnar sum fleiri herðar bera, ljóðar óivað fínt í einum flokki, sum hevur stættarmun sum høvuðsendamál. Við at skerja skattin til frama fyri brúkaragjøld, gjalda vit øll fyri tað vit brúka.

 

Hví skulu vit, sum ikki eru gomul gjalda fyri ellisheim? Hví skulu tey sum ikki hava børn gjalda fyri barnaansing og skúlar? Hví skulu tey sum eru frísk gjalda fyri sjúkhúsini? Hví skulu tey sum hava foreldur gjalda fyri uppvøksturin hjá teimum foreldraleysu? Hetta eru alt rímiligir spurningar.

 

Eg gjaldi mín skatt við gleði, og eg gleðist um, at eg kann hjálpa til at gera lívið lættari hjá teimum sum hava minni. Skatturin er okkara háttur at deila tær byrðarnar sum vit bera. Við skattinum gera vit lívið liviligt fyri tey sum hava minni. Tey sum hava meira og tí betur orka at bera, bera meira. Hetta ger samfelagið javnari.

 

Eg tosaði við eitt lágt lønt fólkaflokkshøvd, sum gleddi seg til skattalættan, tí so bleiv meiri eftir til dagin og vegin. Eg hoyrdi ein fakfelagsleiðara tosað um at seta skattin niður í helvt, tí so bleiv meira eftir til dagin og vegin hjá vanliga arbeiðinum. Eg skilji ikki hesar tankarnar. Um vit skerja skattin mugu vit eisini skerja almennu veitingarnar samsvarandi.

 

So hvussu fíggja vit skattalættan – hvat siga tit, sum ynskja hann? Eg havi ikki hoyrt tykkum komi við nøkrum haldgóðum loysnum. Kanska kundu vit:

– latið ellisheimini aftur og skotið tey gomlu, tá tey gjørdust ov gomul at liva einsamøll

– latið fólk goldið fyri barnaansingina sjálvi; einar 5.000 kr. um mánaðin

– latið fólk goldið fyri skúlan hjá børnum sínum; so kundu tey ríku børnini sloppið í skúla, og hini kundu arbeitt á flakavirkjunum

– avtikið almannahjálpina; tey fátæku mundu skjótt doyð av hungri, so var tann trupulleikin ikki longur

– ella kundu vit latið sjúkrahúsini aftur, so doyðu tey sjúku skjótt, og so var tann trupulleikin ikki longur, fyri ikki at gloyma allar invalidpensióninar sum vit kundu spart

 

Hetta eru nøkur uppskot, so kunnu tit fólkaflokkshøvd spæla tykkum við tey, ella finna onkur betur, meðan tit gleða tykkum til skattalættan.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *