Vanja Justinussen er Føroya størsti Europe fjeppari, tí hevði Sosialurin borið so í bandi, at Vanja slapp at hitta hetjurnar, sum hon hevur fjeppast uppí, síðan hon var trettan. Vanja og vit bíðaðu sera leingi, áðrenn vit sluppu inn til svensku rokkararnar. Men aftan á segði ein nøgd Vanja, at tað var vert at bíða eftir hesum.
Tá vit hittu Vanju uttan fyri backstage húsini, var hon snollað til, sminkað, nýklipt og ílatin troyggju stima og brosju til føroysk klæði innanfyri ein kovboyjakka og í svørtum buksum. Tað siðbundna og tað nýggja, sera stílfult og kekka. Men samstundis eitt sindur kalt.
Bíðaðu og bíðaðu
Avtalan var greið: Vit skuldu hitta Europe áðrenn konsertina, soleiðis umleið ein tíma, áðrenn teir skuldu á pallin. Vit komu í góðari tíð, hálvan annan tíma áðrenn teir skuldu á pallin. Vit søgdu frá, at vit vóru komin og bíðaðu. Fleiri ferð mintu vit á fundin. Eitt korter áðrenn bólkurin skuldi á pallin, fingu vit boðini, avtalan varð útsett til aftan á konsertina. Vit skuldu koma beint eftir, at Europe vóru farnir av pallinum. Tá høvdu vit bíða í yvir ein tíma, og serliga Vanja var sera køld.
Eftir konsertina, fóru vit aftur til Backstage húsini. Vit fingu at vita, at vit máttu bíða fimm minuttir, meðan teir komu niður á jørðina eftir framførsluna. Tá eitt korter var farið, komu nýggj boð, nú ótu teir eina máltíð, so tað tók nokk einar tíggju minuttir afturat. Tá vit høvdu bíðað enn ein hálvan tíma, sloppu vit innar. Tað var deiligt endiliga at sleppa inn í hitan.
Umboðsmaðurin, sum hevði gjørt avtaluna við okkum og, sum hevði útsett avtaluna so ofta, tók ímóti. Hann var segði, at Vanja kundi hitta ein ella tríggjar limir, tað var ikki møguligt at hitta teir allar. Vanja segði, at hon vildi fegin hitta so nógvar sum møguligt, men serliga Joey Tempest.
Hava hitt konufólk áður
Ian Haugland, Joey Tempest og ein annar komu inn í tronga køkin í backstage húsunum. Vanja tosaði flótandi svenskt og virkaði ótrúliga rólig og væl fyrireikað. Hon spurdi hvat teir hildu um, at ein genta soleiðis vildi hitta teir. Teir flentu og søgdu, at tað ikki var so óvanligt.
Mina klasskompisar
Vanja greiddi frá, um hvussu hon hevði fjeppast, og um at hon fyrr plagdi at brúka allan sín pening til bløð við myndum av Europe. Men at onkur hevði smitað bókina burtur, tá hon var farin á eftirskúla. Teir spurdu hvør fann uppá slíkt, at smitað myndir av teimum burt.
Hon vísti teimum eisini sína “Mina klasskompisar” bók, har hon hevði skrivað eina síðu um hvønn av teimum. Teir lósu áhugaðir bókina og hildu tað verða ordiliga stuttligt. Teir tyktust ordiliga áhugaðir og vinarligir. Tá Vanja gav teimum gávur, sum hon hevði keypt teimum, tyktust teir veruliga glaðir og takksamir. Serliga Ian Haugland helt gávuna vera kul, og fór beint til sonin at vísa honum trýdimensionella fiskin innið í einum glasterningi.
Tey prátaðu um leyst og fast, teir spurdu hvat hennið dámdi nýggju fløguna, og um hvønn sang henni dámdi best. Teir fjasaðu eitt sindur og hugnaðu sær, og virkaðu náttúrligir. Tá vit fóru út, prátaðu Vanja og Joey eitt sindur longur, og John Norum kom út at heilsa uppá hana.
Fer aftur á konsert
Sunnudagin prátaðu vit aftur við Vanju. Hon segði, at hon var so takksom fyri løtuna, at hon sunnumorgunin hevði sent eini boð til teir á heimasíðuni og takkað fyri, at teir høvdu givið sær tíð til at hitt hana, og at hon vónaði at sleppa at hitta teir aftur onkuntíð. Hon fortaldi, at hon umhugsaði at fara á konsert við Europe uttanlands, og hevði kannað teirra spæliskrá fyri at finna útav hvørja konsert, hon skuldi til.
Hon segði, at tað hevði verið vert at bíða eftir hesum, sjálvt um tað eina løtu var kalt. Teir vóru so niðrið á jørðini, og tað var ordiliga stuttligt. Hon var tó eitt sindur kedd av, at hon hevði gloymt at tikið myndir, og at spurt helvtina av spurningunum, sum hon skuldi spyrja teir. Hon segði, at hon hevði brúkt alla sína orku uppá at halda seg róliga, og tí glapp ymiskt burtur ímillum.