Ein vælsmurd royal rokkmaskina

The Royal HighnessDonsku The Royal Highness vístu, hvussu man spælir eina rokkkonsert, tá teir buldraðu og brakaðu í Kagganum. The Dreams hava enn okkurt at læra, tí upphitingin fekk høvuðsnavnið at blikna.

 

Rættiligt rok stóðst av konsertini hjá Páll Finnur Páll ,The Dreams og The Royal Highness í Kambsdali seinasta leygarkvøld, og tí hevur tíðindaflutningurin um hesa konsert mest verið merktur av hesum roki. Men hetta var bert ein av trimum konsertum, ið The Dreams og The Royal Highness spældu farna vikuskiftið. Hóskvøldið var konsert í Kagganum, og Sosialurin var á staðnum.

 

Fitt av fólki
Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Kaggan at lurta eftir The Dreams og The Royal Highness, á fyrstu konsertina teirra tónleika rundferð. Tey, ið komu nóg tíðliga fingu eina herliga rokkuppliving. Tí The Royal Highness spældu feitan pumpandi rokktónleik, soleiðis sum sovorðin skal spælast.

 

Danski Chris Cornell
Bólkurin er vælsignaður við sterkum kortum á øllum hondum, trummir og bassur svinga væl saman og eru hvør sær eisini frálík, gittarleikarin er framúr, og tað er gittarleikandi sangarin eisini. Røddin ljóðar tætt við Chris Cornell uttan at herma, og tað er ikki eiti á skoðsmál at fáa.

 

Ein rokksuppa
Lagskrivingina meistra The Royal Highness eisini. Løgini eru rokkløg, við eyðsýndum rótum í 70’árunum og 90’árunum, bæði úr rokki, punki og grungi. Tilsamans verður hetta eitt slag av modernaðum rokk’n’roll, ið luktar av motorsúkklum og USA. Av og á fóru tankarnir til Black Rebel Motorcycle Club, av og á til Stone Temple Pilots, av og á til  Motorhead og av og á til Audioslave, tó hugasði eg eisini um bólkar sum Queens of The Stone Age, D:A:D, Soundgarden og Mötley Crüe. Men eingin av hesum samanberingum var nøktandi, hetta var heldur ein suppa av øllum hesum.

 

Norskur punkari
Bólkurin hevur júst fingið nýggjan gittarleikara  norska Fridthjoff, ið er komin úr norska punkbólkin Span, ið júst eru givnir at spæla. Hetta hevur eftir øllum at døma givið bólkinum nógv, tí teir ljóðaðu nógv meira egnir á konsertini, enn á demofløguni, ið eg fekk stungið í hendurnar aftan á konsertina. Fløgan ljóðar í nógv hægri mun av Audioslave enn konsertin.

 

Ein livandi eind
Eg varð tikin av bóli av tónleikinum, tað kendist, sum orkestrið var ein samansjóða livandi eind, ið buldraði og brakaði frameftir. Her var talan um fokkjúattitúdu, sum sparkaði reyv. Fyrsti partur av konsertini  var øgiliga gjøgnumførdur og hekk væl saman. Serliga í oyrafallandi var lagið “Get up Now”, ið veruliga fangaði við sínum ræðuliga ógvisliga ljóði og fangandi niðurlagi.

 

Í seinnu helvt av konsertini kom okkurt av “eldru” løgunum hjá bólkinum, ið einans hevur eitt ár á baki- Eitt av eldru løgunum var “Not Gonna Beg”, ið ikki var heilt á støði við fyrra part av konsertini, men hetta vísti breiddina í bólkinum, og vísti eitt sindur um hvar teir koma frá.

 

Illa løgd skrá
Tíanverri fyri konsertina spældu The Royal Highness áðrenn The Dreams. Tí sjálvt um The Dreams bæði vóru stuttligir og góðir, og spældu fleiri heilt góð løg, so var ringt ikki at samanbera teir við vælsmurdu rokkmaskinuna í The Royal Highness. The Dreams spældu bara als ikki líka væl sum upphitingin. Hetta hoyrdist alt ov týðiligt. Tí hóast The Dreams larma illa, var als ikki talan um sama intensa ljóðmúr sum hjá The Royal Highness.

 

Punk summar
Teir løgdu fyri við Bryan Adams lagnum “Summer of 69”, sjálvandi í eini punk versión. Hetta gjørdist eitt sindur pínligt á onkran hátt. Sjálvandi er tað meint í skemti, og átti at verið eitt sindur stuttligt, men tað var tað ikki, og tað var týðiligt at fólk ikki heilt vistu, hvussu tey skuldu taka hetta.

 

Einastandandi Beautiful
Betur gekk við tulkingini av “Sick & Tired” hjá Anastaciu, sum altíð er eitt hæddarpunkt á The Dreams konsertum. Besta lagið hjá teimum var “Beautiful”, sum er eitt einastandandi lag. Sum heild riggar sangarin øgiliga væl, røddin hevur akkurát tað, ið skal til í popppunki, og hetta kom serliga til sjóndar í lagnum “Unhappy Wandering”. 15 tær bestu lagið “I’ll be there” fekk hararfturímóti ongantíð veruliga luft undir veingirnar.

 

Øgiliga gjøgnumført
The Dreams eru ein øgiliga gjøgnumførdur bólkur. Útstráling og fokkjúattitúda hava teir í ríkum mátum. Teir skriva frálík løg. Hetta er eitt konsept sum heldur væl, men samanspæli kundi verið betur. Tí er at vóna, at bólkurin venur hart, áðrenn hann skal spæla á sýnisgluggakonsertini, ið MTV skipar fyri í London í januar. Tí við hørðum arbeiði ber til hjá teimum at koma langt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *