Lívligur larmur við Sic

Umstøðurnar fyri eina góða deyðsmálms konsert vórú ikki góðar, tá Sic spældi á Gøtusandi. Kuldi, sirm, væntandi áskoðarar og vánaligt ljóðbland, settu sín dám á konsertina.

Fyri flestu bólkar hevði hetta fullkomiliga oyðilagt framførsluna, men onkursvegna megnaði Sic alíkavæl at fáa eina lívliga konsert burturúr.

Sic er uttan iva betri spælandi enn nakrantíð áður. Júst afturkomin eftir eina langa konsertferð uttanlands, hava fleiri konsertir her heima seinastu vikurnar vitna um at hetta er ein vælspælandi bólkur. Men á konsertini á stóra pallinum á Gøtusandi var hetta ringt at hoyra, tí í stóran part av framførsluni leyp ljóðið saman í eina suppu, ið bar boð um, at ljóðblandarin hevði gloypt ov stóran bita. Hetta er ein serlig tónleikagrein, og um tú ikki kennir hana, eigur tú ikki at ljóðblanda hana.

Styrkin í tónleikinum hjá Sic er umframt nógvu orkuna, tey góðu løgini. Løg sum innan einan sera larmandi tónleikagrein, eru fjølbroytt uttan at missa fokus. Løg sum “My Hell” og “Done Pretending”, ið á fløguni hjá Sic rúma nógvum ymiskum, ljóðaðu á konsertini sum tvey onnur petti av monotonum larmi.  Einans semi-hititð “Dare to Risk To Regret” breyt nakað frá við sínum Biohazard kenda líki.

Konsertin boðaði annars frá góðum við fleiri sera góðum løgum, ið undirritaði ikki kendi frammanundan. Eitt nú var eitt sera harligt lag, ið teir kallaðu “Cold and Black”, ið eg gleði meg at hoyra í betri ljóðblandi.

Men bólkurin fekk tað av fólki, ið var komið saman á sandinum við sær, og tann ófatiliga orkan sum bólkurin hevur, megnaði at gera konsertina til eina energiska uppliving, har tað, sum tú føldi av tónleikinum, vigaði upp fyri tað, sum tú ikki veruliga hoyrdi. Tað má sigast, at Sic bardist dyggiliga og hóast konsertin av ytru umstøðunum ikki gjørdist so góð sum hon kundi verið, so var tað ikki teirra skuld.

Leave a Reply

Your email address will not be published.