Ikki lendandi í Vágum…

So sat man aftur her, í einum av hesum blikkkassunum hjá Atlantic ávegis móti Bergen, fy for satan altso, hetta blívur við at henda. Eg vil ikki siga, at eg eri farin at ivast í um menniskjan í veruleikanum bara skuldi latið verða við at flúgva, men tankin, um eg kanska bara skuldi latið verða við at flogið, hann hevur streyfa meg.

Tey siga mær, at vinmenninir hjá beiggja mínum venda í hurðini á flogvøllinum, um teir síggja meg. Eg havi prøvað alt, millumlendingar í Bergen og á Egilstøðum, tí ikki hevur verið lendandi í Vágum vegna vind ella mjørka. Eg havi sitið heilar dagar í Kastrup av somu orsøk, Einaferð fekk flogfarið, sum eg skuldi við til Keypmannahavnar enntá ikki lent orsaka av kavaódn, og tí endaðu vit við at millumlenda í Billund, og bíða eftir betri veðrið.

Serliga ring var tann eina ferðin tá eg skuldi til Íslands via Danmark, tá vit skuldu avstað úr Føroyum fóru vit í flogfarið sum vant, men so brendi hann á við stormi inn á síðuna av breytini, og vit sluppu ikki avstað. Har sótu vit so og gánaðu í flogfarinum í trý korter, tá vindurin endiliga vendi, men vit vóru ikki meira enn komin upp í luftina, tá vindurin aftur vendi, og flogarið fór bóltandi niður móti Sørvági. Við meira enn vanligum dugnaskapi, fekk flogskiparin tó bjarga okkum úr vissa deyðanum (soleiðis kendist tað), men havaríkomissiónin varð sett at kanna málið. Tá vit so endiliga rættiliga skelkaði lendu í Keypmannahavn, gjørdist greitt fyri mær, at flogfarið til Íslands var seinkað nógvar tímar, tí tað ikki var lendandi í Keflavík.

Á heimferðini, hevði er fornøjlisi at skula upp á miðjari nátt, fyri at fara til Keflavíkar. Eg var enntá so framsíggin (kavaódn var), at eg fekk hoteldiskin at kanna, um fráferðin var útsett, men tað var hon ikki. So eg, Magni Arge og onnur góð fólk, fóru við bussi í kavaódn á miðjari nátt móti Keflavík, stuttligur túrur, Magni Arge er festligur, tá góða lag er. Vit komu fram í øllum góðum, og enn sá alt normalt út á skerminum, men í somu løtu vit traðkaðu fram móti innskrivingardiskinum, so skifti skermurin: Fráferðin varð flutt tveir tímar.
Eitt sindur irriteraðir men mest bara móðir, settu vit okkum at bíða, mest av øllum hálvsovandi, ein tími gekk, og hálvur annar, so skifti fráferðin knappiliga aftur, somuleiðis tveir tímar fram, og soleiðis gekk tann dagurin. Vit frættu, at flogfarið var rakt av snarljósinum, tá tað hevði sett seg kvøldið fyri.

Seint út á seinnapartin sluppu vit endiliga avstað, men tá var síðsta Føroyaflogfarið longu farið úr Keypmannahavn, og eg mátti á hotel at sova, inntil eg endiliga slapp heim við bert miðal turbulensi morgunin eftir.

Eg havi annars eisini verið á einum av teimum nógv umrøddu flapstúrunum, har vit trygdarlendu í Bergen (trygdarlending, hetta var ein av meira desperatu re-brandingunum, tað var ikki gott fyri Atlantic, at man neyðlendi annanhvønn túr, so tí kom hugtakið trygdarlending inn í føroyska málið). Tað var nokkso vilt, við høvdinum í hondunum og jeg skal gi’ dig. Men vit yvirlivdu, sjálvt um tað er nokkso forskrekkiligt, tá man ferðast við smáum børnum. Næstu ferð vit skuldu flúgva, setti næstyngsti sonurin seg beint í trygarstøðu, tá vit komu umborð á flogfarið.

Eg minnist eisini ein annan túr……Ná shit, nú var battaríið á telduni uppi, so nú sitið eg á einum Scandic Hotel í Bergen, har var ikki flúgvandi í kvøld, so vit skulu gista her, og flúgva aftur haðani kl. 10.45 í morgin. Eitt sindur keðiligt, at eingin stikkkontakt er umborð, soleiðis, at man kann seta telduan til umborð. Men líkamikið, nú eru børnini koyrd í song, og eg havi avlýst teir fundir, ið eg skuldi til í morgin. Fitt fólk, starvsfólki umborð á flogfarinum. Tey duga ótrúliga væla at halda seg so postiv og fitt, hóast hetta ivaleyst er minst líka irriterandi fyri tey, sum fyri okkum.

Men, eg skuldi siga frá einum øðrum túri, eg minnist ikki nær tað var, men vit vóru á veg inn yvir Sørvág, tá ein hvirla næstan vendi flogfarinum við, og eg sá tað skeivu síðuna av bygdini gjøgnum vindeyga, og mest sum fann frið við mær sjálvum, og staðfesti fyri einum neyðars donskum pedagogik lærara, sum sat við síðuna av mær, “Vi klarer den ikke”, neyðardýrið tók tað ikki so pent, og mátti meira ella minnið hjálpast úr flogarinum løtu seinni, tá ein av okkara ótrúliga dugnaligu flogskiparum hevði bjarga okkum, hvussu teir bera seg at skilji eg slettis ikki.

Ná, nú man vera best at fara at leggja seg, tíðliga upp í morgin, og so er bara at vóna, at veðrið er vorðið betur har heima tá, so eg aftur sleppi á klettarnar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *