Sosialu miðlarnir geva okkum betri politikarar

Miðlafrøðingar og samskiftisráðgevar tykjast vera á einum máli um, at sosialu miðlarnir fara at spæla ein stóran leiklut í valstríðunum til fólkatings- og løgtingsvalið. Eg meldi meg upp í kórið og staðfesti, at valið kann vinnast á Facebook. Besta dømi er Barack Obama. Hann brúkti bæði Facebook, Twitter og YouTube í valstríðnum, fór út til fólk og møtti teimum í eygnahædd. Hetta spældi stóran leiklut í hansara valsigri, so sjálvandi kann man vinna valið í Føroyum eisini. Men upp aftur lættari kann valið tapast á Facebook.

 

Eg eri tó sannførdur um, at sosialu miðlarnir í øllum førum geva okkum betri politikarar.

 

facebook_tolNýggj krøv

Eitt er heilt greitt, Facebook hevur broytt politiska kjakið. Fyrr kundi tú hava eina politiska fasadu, tú skuldi duga eitt slag av retorikki og at tosa við poilitiska journalistin. Tú visti nøkulunda, hvørjar sjey spurningar, tú skuldi svara, og tú hevði svarini klár. Nú koma spurningarnir frá øllum síðum, og hevur tú ikki svarað innan fyri ein tíma, so fara fólk at ivast í, um tú yvirhøvur hevur eitt svar.
Facebook krevur eisini, at tú ert reellur, tí loypur tú útí, uttan at hava grund í tínum máli, so verður tú krossfestur av alsamt fleiri kritiskum eygleiðarum.

 

Broytingar síðan síðsta val

Tað eru nú trý ár síðan, at val var í Føroyum. Til býráðsvalið 2008 var táverandi býráðspolitikarin og fyrrverandi borgarstjórin, Leivur Hansen, virkin í sosialum miðlum, og hann kláraði seg faktiskt heilt væl, hóast hetta fall hann á valinum. Men trý ár eru liðin, og heimurin er broyttur. Nógv fleiri brúkarar og nógv størri partur av almenna kjakinum eru flutt inn á Facebook, og stóru tíðindasíðurnar geva møguleika til at deila tíðindi á Facebook. Dugir man at brúka hesar møguleikar, so kann man meiri enn so rudda sær veg inn á Ting.

 

twitterMen valið kann eisini tapast á Facebook

Tað er heldur eingin ivi um, at valið eisini kann tapast á Facebook. Ert tú Ikki sterkur, so verður tú grillaður livandi, tí tú kanst ikki longur koma við ógrundaðum pástandum. Tí fara tey, sum retoriskt eru illa fyri, og tey, sum ikki hava neyðugu vitanina og evnini, at tapa. Í einum kjaki, har stutt er millum svarini, og ágangurin kann gerast øgiligur, mást tú vera hvassur, sakligur og vitugur fyri ikki at standa eftir við verri trúvirði.

Umframt at politikarar eru á Facebook, so eru eisini sera nógv politiskt áhugað virkin á síðuni. Hesi hava nú møguleika at stuðla sínum valevnum, umframt at stríðast ímóti móti valevnum, ið umboða aðrar flokkar. Eitt nú við at seta spurnartekin við trúvirðið, breiða út lygisøgur og við at fara eftir valevnum, ið eru retoriskt illa fyri, ella sum ikki hava fullkomið innlit í politisku mál síni. Somuleiðis er nú sera lætt at vísa á tingviðgerðir og atkvøðugreiðslur, har verandi politikararar ikki hava livað upp til lyfti síni. Hetta setur stór krøv til okkara politikarar, ið verða trykkroyndir áðrenn valið. Hetta eigur at geva okkum betri politikarar.

 

youtubeKunnu koma inn uttan Facebook

Tey stóru kunnu klára seg uttan Facebook, tí tey sleppa framat í Degi og viku, valsendingum og øðrum traditionellum miðlum, umframt at tey hava uppbakning frammanundan. Men tey kunnu missa atkvøður, um tey ordiliga dumma seg á Facebook, ella um tey heilt halda seg burtur, tí teirra lesarabrøv, politisku útsagnir og atburður verða eisini viðgjørd á Facebook.

 

Samanumtikið

Tað fer at krevja nógv at vinna á Facebook, tí øll fara at rópa hart, og tá er ringt at verða hoyrdur. Hetta fer at krevja góð retorisk evni og stórt innlit í miðilin, og hvussu hann verður brúktur.
Samanumtikið er politiska samskiftið í valstríðnum flutt frá monologi og stirvnum dialogi til live-dialog, har tú mást vera skarpur politiskt og retoriskt.
Hetta verður samstundis eitt sera persónligt val, har floksdissiplinin kann fara av lagi, av tí at øll skulu og sleppa at svara fyri seg.
Tað verður stuttligt at síggja.

Nøkur góð ráð

Internetið minnist

Vallyfti og politiskar útsagnir á internetinum vera hangandi í leitimaskinum, bloggum og í sosialu miðlunum. Hetta bindir politikarar á ein hátt, ið vit ikki sóu áður. T.d. síggja vit javnan politisk mótstøðufólk leggja leinkir til gomul videobrot og útsagnir, ið eru í andsøgn við verandi støðuna hjá politikarum. Hetta skaðar trúvirði hjá viðkomandi politikara. Vandi er fyri, at veljarin spyr, hví hann skal trúgva honum nú, tá hann ikki helt tað, ið hann lovaði seinast.

Í tíðini áðrenn sosialu miðlarnir, var tað bert hendinga ferð onkur journalistur, ið kannaði seg fram til eitt gamalt lesarabræv ella klipp úr Degi og viku og konfronteraði politikaran við brotin lyfti. Nú er allur heimurin eitt stórt researchlið.

Andsagnir og brotin lyfti, ið vera víst fram á sosialu miðlunum, finna eisini veg inn í siðbundnu miðlarnar, og ávirka sostatt víðari enn bert á t.d. Facebook.

 

Karaktersjálvmorð

Tað er ikki víst, at tað, at gera sítt besta, er nóg gott á sosialu miðlunum. Ein tann sterkasti eginleikin hjá hesum miðlum er ferð. Tað er altíð lætt at reagera skjótt, og ert tú snarsintur, ella kanska ikki so væl fyri retoriskt, kann tað gerast sera óheppið, um tú leggur okkurt út í einari kvikari vending.

Tað er so lætt at skriva okkurt á Facebook, men ringt at taka tað aftur. Hetta hava longu fleiri politikarar verið noyddir at ásanna, bæði her heima og úti í heimi. Í USA var herfyri eitt dømi um ein politikara, ið stutt sagt gjørdi karaktersjálvmorð via Twitter, tá hann, antin av óvart ella í ovfarakæti, deildi fúlar myndir av sær sjálvum við konufólk.

 

Spæl við opnum kortum

Vit hava sæð dømi um politikarar, ið royna at stýra kjakinum á Facebook, eitt nú við at strika kjakinnlegg og brúkarar tá teir eru í trongum skóm. Hetta kann bara skaða trúvirðið hjá viðkomandi politikara. Hví skal nakar velja ein, ið ræðist mótstøðu og ikki hevur svar uppá spurningar?

Tú kanst ikki velja at ferðast  í sosiala miðlaheiminum og so bert góðtaka monolog og vinaligan dialog. Tí so meldar tú teg úr kjakinum. Politiskt kjak er sjáldan vinaligt, og tað skal nokk halda fram hóast tú ikki luttekur í tí longur, og tað at tú meldar teg út, fær títt trúvirði at minka. At luttaka uttan at vilja luttaka eftir vanligum spælireglum er ikki reelt. Um tú  roynir at gera tínar egnu reglur, kann hetta skaða teg í síðsta enda.

 

 

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *