Vald er eitur, tað síggja vit bæði í sambandi við einaræðisharrar og í smáum gerandisstøðum.
Eg sat og hugdi at Jonathan Ross Show í gjárkvøldið, David Beckham var gestur. Dámligur fýrur virkar altíð siðiligur og fittur. Hann fortaldi um eina hending, ið hann hevði uppliva, tá hann fór við 9 ára gamla soninum til ein fótbóltsdyst, sum hesin skuldi spæla. Teir stóðu so og hugdu at nøkrum seks ára gomlum sum spældu áðrenn, tá ein av smápiltunum ger eitt brotsspark, og dómarin gevur honum reytt kort. Beckham helt hetta vera for klikka, og segði við dómaran, at man ikki kann geva ein seks ára gomlum dreingi reytt kort. Men dómarin segði at tað kann man gott, og Beckham svaraði, at tað kann man altso ikki. Tað dámdi dómaranum ikki, og hann gav so eisini Beckham reytt kort, so hann mátti av vøllinum og út um portrið at standa til dysturin var av.
Kanska ein fitt søga, men eisini ein søga um tað lítla valdið. Hetta tá summi fólk fáa eitt sindur av valdið, so ganga tey so høgt uppí tað, at tey enda við at misbrúka valdið. Í hesum førinum ein smápilta dómari, men vit uppliva tað so ofta, og mátti fegnast um, at Beckham talaði at, og enn betur, at hann fortaldi hesa søguna fyri Jonathan Ross, og á hendan hátt var við til at vísa á láturligheitina í tílíkum atburði. At fólk misnýta sítt vald, tí tey kunnu hetta er galdandi bæði í samband við lítið vald og stórt vald.
Hygg at Jonathan Ross show við David Beckham her
Sangur hjá Østkyst Hustlers um sama evni: