Eg hati vánaliga ljóðgóðsku!

So var man aftur í kendu støðuni, at man sløkkir útvarpið, ikki tí sendingin er ring, men tí ljóðtøkniliga góðskan er út av lagi. GRRRRR!

 

Í dag var tað Geymin, ein uttan iva fín sending um børn við Downssyndromi, men skiftini millum alt ov harðar jinglur, talu á einum vanligum ljóðstøði og so upptøkur úti í feltinum, sum nærum ikki hoyrdust, gjørdi, at sendingin fekk minni enn 5 minuttir av mínari dýrabæru tíð. Tá man stákast í køkinum hevur man ikki stundir til at renna aftur og fram fyri at skrúva ljóðið upp og niður.

 

Kalla meg ein tøkniligan snobb, men eg haldi, at lívið er ov stutt til vánaliga ljóðgóðsku ella annað tøkniliga breka órógv.

 

Eg hyggi tilsdømis næstan ongantíð at Degi og Viku longur, fyrr hugdi eg altíð. Men í fjør fekk eg propp, har var einki skil á tøknini, hvør sending var ein flaggan av manglandi førleikan, feilur aftan á feil og einki tekin um bata. Sjálv Dag og Viku introin bleiv nóg mikið til at gera meg í ringum lag, so tí gavst eg bara. Nú hyggi eg av og á, soleiðis einaferð aðru hvørja viku ella so, mest tá okkurt serligt er áfatt. Sjálvt um tað tykist at ganga betur, so er toleransan farin og sjálvt minsti feilur er nóg mikið, til at eg fái hug at sløkkja. So tí tími eg illa at tendra.

Leave a Reply

Your email address will not be published.