Havi júst fingið mítt valkort, og hóast eg enn ikki ani, hvat eg skal atkvøða um, so havi eg hug at ilskast.
Tað er nakað forferdiligt roks, at landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri kommunubygnaðin soleiðis brennur eina millióna upphædd av uppá eina fólkaatkvøðu, ið bert hevur eittans endamál, og tað er at spara honum fyri at taka eina avgerð.
Løgtingið og tess serfrøðingabólkar hava fyri nógvum árum síðan meldað út, at kommunur skuldu leggjast saman, og at øki so skuldu leggjast út til tær at umsita. Í dirvisloysi varð hetta ein sjálvboðin samanlegging. Nógvar kommunur hava fylgt hesum boðum, og samanleggingarnar hava verið meira ella minni hepnar. Men nakrar kommunur hava enn valt ikki at spæla við, hóast tær hava havt møgulleikan í fleiri ár.
Tí er støðan hjá Kára Højgaard ein ynskistøða. Tað er upplagt at kommunurnar, ið enn ikki eru lagdar saman, verða lagdar saman við lóg, og at henda samanlegging byggir á rationel, fíggjarliga skilagóð viðurskifti, og atlit verður tikið til hvat er best fyri landið. Tær hava týðiliga ikki livað upp til sjálvbodnu samanleggingina, og tí má hetta gerast fyri tær.
Men Kári Højgaard vísir seg, at vera líka konfliksky, sum man hevur ræðst fyri. Hann torir ikki at traðka á nakrar kommunubibbur, og vil tí hava eina fólkaatvøðu, kosta hvat tað kosta vil. Men enn hevur hann ikki greitt nakað skilagott frá, um hví hetta skal til fólkaatkvøðu.
Støðan blívur bara alt meira komisk, tá hugsað verður um, at hetta er ein stjórn, sum annars hevur gjørt eina dygd burtúr at viðtaka alt í óðum verki.