Relativt nýggj yrking

Løtumynd

og eg blaki meg nakin út í kensluhavið

flóti við móti streyminum

tí okkurt togar meg

tað kennist rætt

og eg føli,

at havið tekur meg í sín favn

og eg drukni,

umaftur

og umaftur

og umaftur

 

vakni aftur

enn líka nakin

uppi á turrum ella næstan

eg grinni í øllum førum

botnurin kennist eitt sindur bleytur móti iljunum

 

eg føli kuldan bíta

og royni á bestan hátt at bíta aftur

men har er okkurt løgið

okkurt eg ikki heilt fái sett orð á

og meðan droparnir renna oman eftir mínum kroppi

dryppa av minum kyni

gangi eg upp á turt

fái fasta grund undir iljarnar

síggi ljósini frá Havnini

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *