Á fótbóltsferð við Chelsea Føroyar

Eg siti á nú á kamarinum á Copthorne Hotel, dagurin í dag hevur verið fantastiskur, gamaní, morgunin var heldur merktur av náttini, ið gjørdist nokkso váttlig. Men tá matur var komin í búkin, og eg aftur var førur fyri at halda honum har, so gekk betur. Tað fantastiska var, at sita á Stamford Bridge og uppliva klimaksið á túrinum, frálíka og spennandi dystin móti Everton.

Ferðalagið eftir dystin
Ferðalagið eftir dystin

At sita saman við øðrum fjepparum og fegnast um, at okkara lið í løtuni eru dupultir evropeiskir meitstarar, og síggja Paulo Ferreira, sum í ár gevst eftir 9 ár sum Chelsea leikari lyfta bæði steypini. Hoyra John Terry, Frank Lampard og Paulo Ferrreira halda rørandi talur fyri okkum.

Men tað var eisini frálíkt at hita upp til dystin fyrst við at heilsa uppá stórar Chelsea legendur sum Roy Bentley, Chopper Harris og Peter Bonetti, siðan drekka eina øl á Chelsea barrini Imperial Arms, har nakrir av mest dedikeraðu fjepparunum fegnaðust við fleiri Chelsea sangum, enn eg visti vóru til. Enntá onkrum spildurnýggjum sangi um nýggja málmetið hjá Frank Lampard. Sum Føroya vinurin og heiðurslimurin í Chelsea Føroyar Edward Brindle helt fyri, so hoyrir man altíð teir nýggjastu Chelsea sangirnar á Imperial Arms.

Eftir dystin vóru vit eina løtu á hotellinum, ið jú er bygt fast í stadion. Har sóu vit leikarar sum David Luiz, Juan Mata, Ryan Bertrand, Oscar og Frank Lampard. Eins og vit fegnaðust um tíðindini, at okkara Romelu Lukaku hevði skorað tríggjar ferðir móti Manchester United og sostatt víst fráfarandi venjararnum, at Chelsea í Lukaku eigur ein leikara, ið fer at gera lívið hjá Fergussonsa avloysara sera torført komandi árini.

Hetta samstundis, sum Chelsea vann fyrsta dystin móti Moyes, síðan hann var kunngjørdur sum United venjari. Ikki so galið haldi eg.

Nú eri eg so komin á kamarið, eftir eina vitjan á einari aðrari Chelsea barr. Kenni meg mettan av upplivingum, og til reiðar at fara heim aftur í morgin. Taxabilurin fer av hotellinum kl. 9.30, og vit flúgva úr Gatwick kl. 12.30, í annað kvøld eru vit aftur í Føroyum, um veðrið vil.

Eg skilji á mínum ferðaliðið, at tey har heima sakna mínar dagbøkur frá Chelsea Føroyar túrinum, sum í fjør vóru bæði nógvar og langar.

Hetta er sjálvandi harmiligt, men høvuðsorsøkin er, at eg als ikki havi havt samband við alnetið seinastu dagarnar, síðan eg kom til London. Harumftramt havi eg eisini  verið heldur upptikin í mun til seinast.

Seinasta túr til London hevði eg sonin við, hesa ferðina ferðist eg einsamallur. Sostatt hevur tað sjálvandi ikki verið líka nógv tíð um kvøldarnar, har eg siti á kamarinum, tí havi eg ikki skrivað langar frásagnir frá túrinum.

Ikki tí, tá tað kemur til upplivingar, er hesin túrurin als ikki aftan fyri túrin seinast. Vit hava aftur í ár hitt nógv áhugaverd fólk, so sum flest alla manningina á Chelsea TV, frálíku ungdómsleikararnar hjá Chelsea, legendur sum teir eg nevndi omanfyri, umframt Kerry Dixon, Tore Andre Flo og Bobby Tambling og núverandi leikarar sum Juan Mata og Frank Lampard, umframt hjálparvenjaran Zenden.

Hæddarpunktini eru nógv. Umframt dystin í dag, var tað framúrskarandi at uppliva stemningin í Fulham Brodway Pub, tá Chelsea vann Europa Leauge, at dansa og syngja í gøtunum eftir sigurin og feira hann við einum longum býtúri.

Tað var eisini ein stór uppliving at vera við til Player of the Year døgurðan saman við øllum leikarunum.  Har var tað serliga rørandi, at hoya taluna hjá fyrrverandi toppskoraranum Bobby Tambling, tá hann handaði Frank Lampard ein “Special Recognition Award” fyri at vera vorðin tann mest skorandi Chelsea leikaran nakrantíð. Hetta var sama dag, sum Chelsea kunngjørdi, at Lampard hevði skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.

Tað var stórsligið at uppliva fantastiska stemningin á Wembley, tá Bradford bukaði Northampton í League 2 Play Off finaluni.

Eg noyðist eisini nevna, at tað er nokkso stórt, at sita um kvøldarnar í hotellbarrini saman við Bobby Tambling, Jason Cundy og Neil Barnett, nikka til hvør annan, tá man hittur teir í matstovuni ella lobbyini.

Nú gongur leiðin heimaftur, men longu nú er ætlanin at fara aftur til seinasta heimadyst komandi ár. Koma tit ikki við?

Leave a Reply

Your email address will not be published.